týsdagur 28. november 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 230 - 28. november 2006
Veðurtíðindi
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Tað var meiri at kalla
av tilvild, at Petur Skeel
Jacobsen gjørdist veður
maður hjá Sosialinum fyri
10 árum síðani.
Um
mánaðarskiftið
juli-august í 1996 hevði
hann sett sær fyri at fara
á Ovastevnu í Nólsoy.
Millum ferðafólkini um
borð á Rituni um Nóls
oyarfjørð
hendan
túrin
var
ábyrgdarblaðstjórin
á Sosialinum. Eftir at teir
høvdu prátað eina løtu,
spurdi
blaðstjórin,
um
Petur ikki kundi hugsað
sær at havt veðurtíðindi
í Sosialinum sum fastan
tátt. Petur, sum var farin
frá við pensjón árið fyri,
ivaðist ikki í svarinum. Tað
vildi hann fegin, og síðani
tann 15. november í 1996
hevur hann havt veðrið á
baksíðuni í blanum.
Hóast hann nú gongur á
sínum 82. ári, møtir hann
hvønn morgun í blaðhús
inum til fasta tíð, og hann
hevur ongar ætlanir um at
gevast.
- Hetta hevur verið stutt
ligt. Heilsan er góð, og eg
haldi á, so leingi sum eg
kann, sigur hann.
Frá ungum árum
Var tað av tilvild, at Petur
Skeel Jacobsen gjørdist
veðurmaður hjá Sosialinum,
so lá tað líkasum í luftini,
longu meðan hann var smá
drongur, at hann skuldi
blíva veðurfrøðingur ella
veðurmaður. Sum smá
drongur í Kaldbak hevði
hann stóran áhuga fyri veðr
inum, og sum tey vaksnu
gekk
hann
javnan
og
hugdi upp á luftina at vita,
um nøkur tekin vóru um
broyting í veðrinum.
Beint eftir kríggið kom
Veðurstovan á Skansanum í
Havn, og í 1948 søkti Petur
arbeiði á Veðursrtovuni og
fekk tað. Har arbeiddi hann
tey næstu sjey - átta árini,
men so fekk hann tuberklar
og noyddist at gevast.
Í 1962 fór hann til Dan
markar, og tað eydnaðist
honum at fáa arbeiði hjá
donsku veðurstovuni, Dan
marks
Meteorologiske
Institut. Har var hann so
heppin at sleppa at læra
til veðurmann. Á DMI
gingu veðurmenninir vakt,
soleiðis at ein vakt hevði tað
danska økið, ein hevði tað
grønlendska og ein hevði
havleiðirnar, sum millum
annað umfataðu Føroyar.
Saknur í veður
skipunum
Landslagið hevur nógv
at siga fyri veðrið í ein
um landi, og tí var tað
stórur munur at fáast við
veðurtíðindi fyri tað flata
Danmark og fjallalandið
Føroyar, sigur Petur Skeel
Jacobsen. Í Danmark er
tað so, at veðrið kemur inn
yvir landið úr einari ætt
og fer tvørturum, og so er
tað lliðugt. Í Føroyum kann
veðrið vera sera ymiskit frá
einum staði til annað, alt
eftir hvør ættin er.
Tá tað ráddi um at gera
veðurtíðindi fyri Danmark,
fingu veðurmenninir góða
hjálp frá teimum nógvu
støðunum, sum vóru á
landi og í Norðsjónum, og
tær gjørdu, at tað var lættari
at fylgja við veðrinum og
møguligum broytingum.
Við Føroyum var eitt
sindur øðrvísi, men heilt
hjálparleysir vóru veður
menninir kortini ikki. Tá
í tíðindi lógu fleiri veður
skip tvørtur um alt Norður
atlantshavið frá Noregi
vestur til Flemish Cap, og
tey, sum eru komin eitt
sindur upp í árini, munnu
minnast, tá Útvarpið bar
veðurtíðindini
frá
eitt
nú veðurskipinum I og
J. Veðurskipið J var tað,
sum lá næst Føroyum, og
saman við hinum sendi
tað veðurstovunum á landi
veðurtíðindini ígjøgnum
telegrafin. Men tá fylgi
sveinarnir komu, vórðu
veðurskipini løgd.
- Tað var saknur í teimum,
tá tey fóru, tí tað var nógv
lættari at rokna veðrið út, tá
tey vóru, sigur Petur Skeel
Jacobsen.
Aftur til Føroya
Hóast Petur treivst væl í
Danmark, hevði hann altíð
hugsað sær at venda aftur
til Føroya, so hann kundi
fáa pensjónsárini her. Men
heimferðin kom eitt sindur
fyrr, enn hann hevði ætlað.
Ein
morgunin
ringdi
stjórin á DMI heim til Petur
og spurdi, um hann hevði
hug at fara til Føroya at
arbeiða sum veðurmaður
á flogvøllinum í Vágum.
Stjórin greiddi frá, at
veðurmaðurin, sum hevði
verið á flogvøllinum, var
farin frá fyri aldur, og at
eingin hevði víst áhuga fyri
at loysa hann av.
- Eg svaraði beinanvegin,
eg kundi gott fara, sigur
Petur.
Sum sagt so gjørt. Petur
bleiv settur í starvið sum
veðurmaður hjá Vaktar- og
Bjargingartænastuni, fyrst
hálvt annað ár í Vágum og
síðani í Havn, til hann fór
frá sum 70 ára gamal tann
1. juli í 1995.
Seyðabrævið
Petur minnist serliga tann
eina dagin, hann var til
arbeiðis á flogvøllinum í
Vágum.
Tað var í august í 1990.
Seyðabrævið, sum hevði
ligið á savni í Danmark í
23øldir, skuldi koma aftur
til Føroya, og fleiri almenn
umboð við løgmanni á odda
vóru komin á flogvøllin at
taka ímóti tí týdningarmikla
brævinum.
Men tað vildi so illa til,
at tað var mjørki í Vág
um, so flogfarið við Seyða
brævinum fekk ikki sett
seg, men noyddist at venda
aftur til Keypmannahavnar.
- Eg minnist, at eg fór at
fáa mær ein bita. Tá kom
sýslumaðurin í Vágum,
Marni av Kák, yvir til mín
og vildi hava at vita, nær
mjørkin fór at lætta so
mikið, at flogfarið kundi
koma aftur. Eg svaraði,
at tað bleiv ikki fyrr enn
seinnapartin dagin eftir,
greiðir Petur frá.
Øll hava helst ikki lurtað
eftir ráðunum, tí flogfarið
kom aftur sama seinnapart,
men mátti aftur til Dan
markar. Morgunin eftir kom
tað aftur, men úrslitið var
tað sama. Men tá tað royndi
aftur seinnapartin, bar til.
Nú var klárt í Vágum, júst
so sum Petur hevði sagt.
- Ta ferðina rakti eg plett,
sigur hann.
Spyrja um veðrið
Hóast Petur arbeiddi hjá
donsku veðurstovuni í 29 ár,
eru tað ikki veðurtíðindini
haðani, hann brúkar, tá
hann skrivar veðrið í Sosial
inum. Tað hevði sjálv
andi verið lættari at týtt
veðurtíðindini frá DMI,
men sum føroyingur veit
hann, at veðrið í Føroyum
kann vera sera ymiskt í
teimum ymsu pørtunum av
landinum, alt eftir hvussu
ættin er.
Tí skrivar hann síni egnu
veðurtíðini við hjálp frá
bretsku
veðurstovunum
Brocknew
og
Esmum,
meðan hitalagið verður
funnið við hjálp frá einari
týskari veðurstovu. Úrslitið
Petur, hvussu
verður veðrið?
– Tríggjar ferðir flugu teir aftur
og fram við Seyðabrævinum. Tað
fekk ikki sett seg, fyrr enn mjørkin
lætti seinnapartin dagin eftir. Tá
rakti eg plett
Umframt at taka sær av veðurtíðindunum
í Sosialinum er Petur Skeel Jacobsen
helst tann einasti privatpraktiserandi
veðurmaðurin á okkara leiðum. Og hóast
hann gongur á 82. ári, hevur hann ongar
ætlanir um at gevast sum veðurmaður.