týsdagur 28. november 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 230 - 28. november 2006
Jólini í Sosialinum
byrjaðu í Syðru
gøtu í farnu viku,
tá ið jólakalendarin
til alt Føroya fólk
varð prentaður á
Estra
Prentsmiðjan
Estra
var í røttum jólahýri
í
farnu
viku,
tá
ið
nýggi
jólakalendarin
hjá
Sosialinum
varð
prentaður har.
Prensmiðjurnar plaga
at byrja jólaresið fyrr
enn vit onnur, tí tær
hava
nógv
tilfar
at
prenta, sum skal verða
liðugt, áðrenn desember
mánaði
er
byrjaður.
Soleiðis er eisini á Estra,
har tey hava pyntað eitt
sindur til jólini, so at tað
ikki bert verða langir og
gráir dagar, men eisini
stuttligt og hugnaligt at
arbeiða undan jólum.
Tann
væl
umtókti
jólakalendarin
hjá
Sosalinum
verður
prentaður í heili 21.000
eintøkum,
og
hann
verður sendur í hvørt
hús í landinum.
- Hetta er ein stuttlig
uppgáva
at
prenta.
Jólakalendarin er sera
snøggur, og mær dámar
sera væl teir myrku
og hugnaligu litirnar í
húsunum hjá Trøllunum,
sigur Jónreid Dalheim,
sum er prentari á Estra.
Ingun Hansen, sum er
sølukvinna á Estra, sigur,
at prentsmiðjan hevur
nógv at gera undan
jólum.
- Vit hava nógvar
trúfasta kundar, sum
brúka okkum ár eftir ár,
og tað er hugaligt at
vita, at fólk eru nøgd við
okkara tænastu og prent
og koma aftur á hvørjum
ári, sigur hon.
Hóast
prentsmiðjan
liggur í Syðrugøtu, so
eru tað ikki bert fólk og
fyritøkur har um leiðir,
sum brúka Estra. Nógvir
kundar úr Havnini og
úr Klaksvík venda sær
til
prentsmiðjuna,
og millum teir føstu
kundarnar
eru
eisini
nógvir
úr
teimum
báðum størstu býunum
í landinum.
Jólaligt í Syðrugøtu
Piparnøtirnar
fært tú hjá...
Tlf 312161 • gron@gron.fo • www.gron.fo
FO-900 Vágur · Tlf. 37 30 65 · Fax 37 39 34 · smija@post.olivant.fo
X-box innbúgv,
Oras kranar,
Danline gosbað,
peisir v.m.
HITI | VATN | SANITET | VENTILATIÓN
Títt gólv,
okkara stoltleiki
golv.fo
Rasmusargøta 4
FO-100 Tórshavn
Tel. +298 31 88 75
Fax. +298 32 07 00
golv@golv.fo
golv.fo
www.atlantic.fo