Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-28, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 28. november 2006 27 Eingin jólamánaði uttan stórfilm á hvíta tjaldinum. Í ár verður tað filmurin um James Bond, sum lokkar flest fólk í biohøllirnar Tað eru liðin fleiri ár­tíggjund, síðani James Bond fyrstu ferð sást á hvíta tjaldinum, og hóast filmarnir næstan eru blivnir endaleysir um tann bretska super­ agentin, so hava fólk framvegis hug at síggja ævintýrini hjá 007. Undan vikuskiftinum var nýggi filmurin um James Bond frumsýndur kring heimin, og fólk í hópatali leitaðu sær í biohøllirnar. Undan frumsýningini hevur filmurin verið um­­mældur í alskyns bløðum og tíðarritum, og ummælini eru á ein­ um máli um, at her er talan um ein tann besta James Bond-filmin nakrantíð. Nógva og góða umrøðan sæst eisini aftur í, at óvanliga nógv fólk hava keypt at­gongumerki til filmin bein­anvegin. Tá ið næstseinasta Jam­es Bond-filmurin varð sýndur í 2002, merktu framleiðararnir ein dalandi áhuga fyri Bond. Nú er sum vent í holuni, og við einum nýggjum sjónleikara í leiklutinum sum Bond, tykjast agent-filmarnir aftur at eiga nógv ár fyri framman. Daniel Craig er nýggi James Bond, og tað eru fleiri, sum halda, at hann er besti James Bond nakrantíð – eisini betur enn Sean Connery, sum hevur verið mettu sum tann rætti 007. Havnar Bio frumsýnir eisini stórfilmar, tá ið øll hini londini gera tað, og har ber nú til at stytta sær um myrku vetrarkvøldini við at hyggja eftir Casino Royale, sum nýggi Jam­ es Bond-filmurin kallast. Hald jól við James Bond Skapið framtíðina saman við okkum... í desember 2006 Tórshavn Óðinshædd • SMS Klaksvík Klaksvíksvegur 57 Saltangará Heiðavegur 32 www.kall.fo Vit gravera navn títt í fartelefonina! 100 00 Kostnaður (upp til 15 stavir) Vága Floghavn FO-380 Sørvágur tlf 35 88 50 Góð jólagávuhugskot Hógv Ketlar Oman á sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo ógv Ketlar Besti føroyski ketilin • Ótrúliga orkusparandi • Nógv heitt vatn • Góður fyri umhvørvi • Dygdin er fyrsta fl oks 1300 føroyingar hava ein ketil frá Hógv Hógv selir og setir upp hitaverk, ventilatón og sanitet til stórar ella smáðar bygningar. Heros/Roses karamellur 1,5 kg 189,- Fartelda Amilo Pro Centrino 1,73GHz N. Finsensg. 7 · Tórshavn · tlf 311687 Til tann professionella og til nýbyrjaran