Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-28, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 28. november 2006 35 tíðindi Fyri 18 árum síðani varð íslendska barnahjálpin ABC sett á stovn. Nú er ætlanin at henda kristna barnahjálpin somuleiðis skal byrja í Føroyum Barnahjálp Orð og mynd: Snorri Brend Havn: Á fundi leygardagin vóru fyrstu stigini til eina føroyska deild av hesum felagsskapinum, sum ser­ liga virkar í Afrika, Indien, Filipsoyggjunum og í Paki­ stan. Á kunnandi fundi greiddi leiðarin í íslendsku hjálpini, Guðrún Margrét Pálsdóttir frá arbeiði teirra. Hennara áheitan á teir inn­ bodnu luttakararnar var at fáa skipaða eina nevnd sum kundi føra arbeiðið víðari. Fundurin valdi so eina fyribils nevnd, sum skal arbeiða víðari við ætlanini. Miðað verður eftir at fáa eina sjeymanna nevnd við breiðari umboðan úr ymiskum kirkjum og sam­ komum. Í fyrstu fyribilsnevndina valdi fundurin Rúnu Sivert­ sen, Karsten Hansen og Hjørdis Háberg Petersen. Geva víðari Tey fara nú at arbeiða víðari við at fáa felagið stovnað, samstundis sum støða skal takast til, hvat land føroyingar serstakliga ætla at stuðla í framtíðini. Óhugsandi er ikki, at talan verður um okkurt afrikanskt land. Ein máti at stuðla verður við faddraskapum, og her vóna fyrireikararnir at fólk fegin vilja taka undir við hesum arbeiðinum, sum m.a. arbeiðir við undirvísing, læknahjálp og bústøðum. Bara í ár hevur íslendska ABC Barnahjálpin bygt tríggjar skúlar í Pakistan og ein í Uganda. - Vit føroyingar hava verið so ríkiliga vælsignaðir við øllum góðum. Nú fáa vit ein møguleika at geva øðrum lut í hesi signingini. - Á henda hátt fáa vit víst børnum kring allan heimin, at tað er ein Gud á himli, sum eisini elskar tey, og at tað er ein vón fyri framtíðina, sigur Hjørdis. Kunnu hjálpa børnum kring allan heimin - Eg vóni, at henda fløgan verður til gleði og uppbygging fyri tey sum lurta eftir henni, sigur Eyðun Jacobsen. Í hesum døgum hevur hann givið út sína fyrstu fløgu “Ein undurkelda” við íalt 12 løgum. Fløgur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fløga: Tað hevur leingi ligið Eyðuni á hjarta at geva út eina fløgu. Ikki fyrrenn nú, vit skriva november 2006 eydnaðist tað so. Fløgan er hinvegin vorðin til og búnað í hjarta hansara gjøgnum hesa tíðina, so­leiðis at hann í dag stutt kann siga um hana: - Henda fløgan er sum eitt hjartabarn fyri meg! Fløgan er føroysk burtur­ av, um vit líka síggja burt­ urfrá botninum í henni: Vælspælandi svenska trummu­leikaranum Klas Ander­hell. Umframt svian eru bert føroyskir tónleikarar, kórsangarar og tøkningar við. Føroysk framleiðsla Á fløguni eru fyri tað mesta gamlir og kendir sangir, sum nógv eru sungnir í sam­ komunum kring landið. - Hetta eru eisini sangir, sum eg eri uppvaksin við og havi sungið gjøgnum øll barnaárini, sigur Eyðun. Á fløguni kann hann tí eisini av hjarta takka móð­ ur síni, fyri at hon frá barns­beini av lærdi hann at syngja. Við hesum 12 sangunum á fløguni vónar hann eisini, at áhoyrarin fær eyga á tað sama sum hann, nevniliga ta ævigu kelduna sum rann frá krossinum á Golgata. Tá ein tosar við og um Eyðun, so er eitt sum altíð sermerkir prátið: Hansara stóri áhugi fyri tónleiki og sangi. - Eg havi altíð havt áhuga fyri tónleiki. Eg havi í roynd og veru spælt síðani eg var 12 ára gamal, sigur Eyðun. Hann hevur verið við í fleiri útgávum áður við til dømis kasettubondum, men hetta er fyrstu ferð hann einsamallur gevur eina fløgu út. Sálin er við Tað er ikki frítt, at hann er nøgdur við úrslitið. Tað hevur tikið sína tíð, men tað hevur verið stríðið vert. - Eg vil bara siga, at Kristoffur Mørkøre, sum hevur tikið hana upp, hevur gjørt eitt ómetaliga stórt arbeiði. - Hann hevur dugað heilt ótrúliga væl at fáa tað rætta fram, - tað sum veruliga býr í mínum hjarta. Tí kann eg bara siga, at sálin er við í øllum sangunum, sigur Eyðun. Tað er kortini ikki bert Eyðun sum syngur á fløg­ uni. Sjálvur syngur hann níggju av sangunum, meðan tríggjar av døtrum hansara syngja hvør sín sang. Íslendingar og føroyingar ganga nú saman um at hjálpa børnum í øðrum londum umvegis ABC Barnahjálpina. Í føroysku fyribilsnevndina vórðu hesi vald Karsten Hansen, Rúna Sivertsen og Hjørdis Háberg Petersen. Uttast vinstrumegin stendur íslendski leiðarin í ABC Barnahjálpini, Guðrún Margrét Pálsdóttir Ein fløga úr hjartanum Fløgan hjá Eyðuni Jacobsen hevur verið leingi ávegis. Nú hon er útgivin er eisini sálin við í henni Mynd: Jens Kr. Vang