týsdagur 28. november 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 230 - 28. november 2006
tíðindi
Í 1. x í Hoydølum eru
trý pør av tvíburðum
í einum flokki. - Tað
er ræðuliga kul, at
vit eru trý pør. Vit
kunnu tosa saman
um trupulleikar og
annað, tí at vit skilja
hvønn annan, siga
tey. Sosialurin hevur
tosað við tey um,
hvussu tað er at vera
tvíburði
TVÍBURÐAR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Í støddfrøðisliga flokkinum
í 1. flokki í Hoydølum er eitt
sjáldsamt dømi. Tað eru 24
næmingar í flokkinum. Av
hesum eru heili 6 tvíburðar.
Tað eru trý tvíburðapør í
flokkinum.
Harav
eru
tvey pør eineggjaðir tví
burðar. Sostatt eru 25 %
av næmingunum í 1. x í
Hoydølum tvíburðar.
Jeanni og Lindis Petersen,
16 ár, Rannvá og Gunnvá
Kass Abrahamsen, 18 ár
og Arnhold og Andreas
Simonsen, 17 ár ganga øll
í sama flokki.
Tað er nakað heilt serligt
at vera tvíburði, og tað
merkist eisini hjá teimum í
flokkinum. Tey halda, at tað
er ein fyrimunur, at tey eru
trý pør í flokkinum, tí at so
kunnu tey tosa um ymiskt,
sum tey hava til felags. Tað
hendi eisini fleiri ferðir und
ir samrøðuni, at hini nikk
aðu til okkurt, sum eitt par
hevði sagt.
Serligt samband
- Tað er eitt øðrvísi samband
milum teg og tín tvíburð
enn títt samband til hini
systkini. Tað er eitt nógv
tættari samband. Tú kanst
tosa við hann um alt, og tær
nýtist ikki at vera bangin
fyri, at hin sigur tað víðari,
siga tey.
Tvíburða sambandi sæst
eisini aftur, tá ið tey tosa.
- Onkuntíð, tá ið tú tosar,
kanst tú lata vera við at
enda setningin, og tvíburðin
endar setningin fyri teg,
sigur Andreas, og øll hini
flenna, tí at tey kenna eisini
til júst hetta fyribrigdið.
Íbornar líkheitir
- Vit hugsa mangan um
somu tingini, og vit hava
ofta somu meiningar um
ymiskt.
Tey eru vís í, at tær íbornu
líkheitirnar eru orsøk til, at
tvíburðar líkjast so nógv.
Tey eru eisini vaksin upp
saman, og tí líkjast tey
nógv uppá allar mátar. Men
tá ið tey enda setningarnar
fyri hvønn annan, er tað ein
lívfrøðiligur tráður millum
eitt tvíburðapar, halda tey.
Tað tykjast at vera nógvir
fyrimunir við at vera tví
burði. Tó eru eisini keði
ligar síðir, og tað er vána
ligir dagar, har ið tey gerast
troytt av hvør øðrum.
- Tú kanst gera troyttur
av hinum, tí at vit eru altíð
saman. Men kortini gerast
vit altíð skjótt góðir vinir
aftur, tá ið vit eru ósamd,
siga tey.
Ríva seg leysan
Tvíburðar ganga mangan
í somu klæðum sum børn.
Hetta halda flest fólk vera
sera fitt. Men sum eldri
skulu teir helst ríva seg eitt
sindur leysar frá hvør øðrum
og gerast sjálvstøðugir,
halda mong. Tey trý pørini
í 1. x ganga øll í ymiskum
klæðum. Vit spyrja tey, nær
tey komu til tað støðið, at
tey valdu sín egna stíl.
- Vit báðir hava ongantíð
gingið í sama flokki fyrr
enn nú, so vit hava ongantíð
havt handan trupulleikan,
siga Arnhold og Andreas.
- Vit báðar líkjast ikki
akkurát, tí at vit eru ikki
eineggjaðar. Men vit gingu
eisini í somu klæðum
sum børn, siga Rannvá og
Gunnvá.
- Tað hendi av sær sjálvum.
Tú vilt ikki vera púra eins
og tín tvíburðasystir. Tú vilt
helst vísa, at tú kanst klára
teg sjálv, sigur Jeanni og
Lyndis.
Tey halda eisini, at tað
ávirkar nógv, um tvíburðar
koma at líkjast ov nógv og
ongantíð ríva seg leysar frá
hvør øðrum. Tá er annar
ofta meira framligur og
avgerð alt, meðan hin bara
fylgir við, halda tey.
Kunnu tosa saman
Tvíburðar koma tó altíð at
líkjast sera nógv uttan mun
til, hvussu ymiska leið teir
velja.
- Um vit so vóru sundur
skild í fleiri ár, so hevði tað
framvegis verið eitt serligt
samband millum okkum,
siga Rannvá og Gunnvá, og
hini taka undir við tí.
- Tað er stórur munur á
persónligheitini og veru
mátanum, men tað er eitt
serligt samband millum
okkum, sigur Arnhold.
Tey eru glað um, at tað
eru aðrir tvíburðar í flokk
inum, sum tey kunnu tosa
við.
- Eg haldi, at tað er ræðu
liga kul, at vit eru trý pør.
Vit kunnu tosa saman um
trupulleikar og annað, tí
at vit skilja hvønn annan,
sigur Rannvá, og hini nikka
samd.
- Til dømis einaferð ein
lærari
skrivaðu
okkara
heimaarbeiði á talvuna.
Tá rópti eg “Andreas, tú
skrivar í lektiebókina”, og
Rannvá rópti tað sama sam
stundis. Soleiðis hevur hvør
sín leiklut, sigur Arnhold
flennandi.
Trý pør av tvíburðum í 1. x
Næmingarnir í flokkinum 1. x hava als ongar trupulleikar við at hava trý tvíburðapør ´´i flokkinum. – Tey eru nakrir sera góðir og fittir næmingar, sigur lærarinnan, sum
stendur aftanfyri tvíburðarnar
Mynd: Jensk Kr. Vang