Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-28, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 230 - 28. november 2006 tíðindi Í Tjørnuvík gjørdust tey stórliga bilsin í farnu viku, tá tey komu fram á eina ær við tveimum smá­ lombum. Óvanligt er, at ein ær lembur so seint upp á árið, men ikki minni serstakt er tað, tá sama ær í vár lembdi tvey lomb LEMBING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tjørnuvík: Mikudagin í farnu viku lembdi ein ær hjá Súna Olsen í Tjørnuvík tvey pen veðurlomb. Hetta er óvanligt, men tað kemur meiri enn so fyri onkrastaðni, at lomb verða lembd so seint. Tað sjáldsama við lemb­ingini í Tjørnuvík fyri lítlari viku síðani er, at sama tvæveturær, í vár eisini var tvílemba við tveimum veður­ lombum. – 22. november lembdi hon tvey pen veðurlomb. Hetta er sjáldsamt og stuttligt, men vit ynskja sjálvandi ikki lomb hesa ársins tíð, sigur Súni Olsen. – Men tann 12. mai í ár lembdi ærin somuleiðis tvey pen veðurlomb, og tað er ikki ofta at ein ær lembir fýra lomb upp á eitt ár, heldur Súni Olsen fyri og smílist. Eisini tvey í fjør Talan er um eina tvævetur ær, sum nú hevur lembt fýra lomb upp á eitt ár. Henda prúða ær hevur roynst væl, og sum gjólingur fekk hon eisini tvey lomb. – Ja, tann 23. apríl í 2005 fekk hon tvey gimburlomb, sigur Súni Olsen, sum heldur eitt vakið eyga við sínum seyði. Saman við bróðurinum, Heðin Olsen, hevur hann 23 seyðir standandi inni um veturin. Átta ær og fimtan veðrar. So hava teir eisini nakað av seyði gangandi úti alt ári, og tilsamans fletta teir umleið 50 seyðir. Ikki komið fyri áður Nú sleppur tvílemban so at standa inni saman við lombum sínum fyri veturin. – Hetta hava vit ikki roynt áður. Vit mugu føða tey sum best, tí tey koma at standa inni til einaferð í mai, og tá verður spennandi at fylgja teimum og vita hvussu tey roynast, sigur Súni Olsen. Hann sigur seg ikki vita um, at hetta sum hann nú hevur verið úti fyri, er hent áður í Tjørnuvík. – Eg veit onki um, at so hevur verið. Fyri nøkrum árum síðani fekk ein ær tvey lomb í november, men hon hevði so ikki lembt fyrr um árið, sigur Súni Olsen. Súni sigur, at tað sjálvandi ikki er tað besta við lombum júst nú. – Men vit velja at halda, at tað er bara stuttligt, flennir hann. Sjáldsom tvílemba í Tjørnuvík Bárður Persson hevur fingið handaðan heiðurin »Ársins herðaklapp«. Tað varð kunngjørt í Hans Andriasarhúsi í gjár. Bárður fær »Herðaklappið« fyri leiklutin í sjónleikinum »Elling og Kjell Bjarni« MENTAN Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað eru Meginfelag áhuga­ leikara Føroya og Tjóðpallur Føroya, sum standa aftan fyri hesa útnevning, og grundgevingarnar fyri valið vóru hesar: – Bárður Persson er stak góður og evnaríkur sjón­ leikari, sum hevur gjørt vart við seg á palli. Hann fær »Herðaklappið« fyri sín merkisverda leiklut sum Kjell Bjarni í leikinum »Ell­ing og Kjell Bjarni« eftir Axek Hellstenius, sum hann í orðum og krops­máli evnaði at flyta út til áskoð­ ar­arnar. Søgan er um tann førleikaskerda unglingin, sum eftir at hava búð heima hjá mammu síni alla sína tíð, skuldi flyta í sambýli. Bárður Persson lýsti á ser­staka kenslubornan og sann­førandi hátt, hvussu tað kendist at fara frá tí heimliga umhvørvinum, út í tað ókenda at búleikast. Í hesum leiklutinum gjørd­ ist hann ein fyrimynd, sum prógvaði, at hóast skerd evni eiga hesi fólk kortini førleikan at geva kærleika og umsorgan, sum á henda hátt eisini geva dirvi og sjálvsálit at vera øðrvísi. Besta kenningin er viðurkenningin Bárður Persson takkaði mangar ferðir fyri heiðurin. Hann vísti á týdningin av, at tað sum man ger verður viðurkent. Somuleiðis segði hann seg ikki ivast í, at herða­klappið fór at verða nógva ferðir afturlønt, og so treiv hann í orðini hjá vinmanni hansara Oddfríður Marner Rasmussen um, at besta kenn­ingin er viðurkenn­ingin. Hetta er fimta ferðin, at »Herðaklappið« verður latið. Tey fýra undan Bárði Persson, sum hava fingið heiðurin, eru Lina Larsen, Adelborg Linklett, Hjørdis Johansen og Hans Tórgarð. Eitt herðaklapp til Bárð – Besta kenningin er viðurkenningin, segði Bárður Persson millum annað, í takkarrøðu sínari Súni Olsen, lombini og tvæveturærin, sum hevur roynst honum so væl mynd: Brian Olsen Fleiri arbeiðspláss á Skála Hóast tað eru pólverjar, sum gera stálarbeiðið, nú nýtt skip verður bygt á Skipasmiðjuni á Skála, so gevur hetta eisini arbeiði til føroyskar hendur. Vinnuhúsið skrivar, at fýra nýggj verkfrøðingastørv eru sett alt fyri eitt, og at talan verður um fleiri føroyskar handverkarar, sum verða settir, tá skipasmíðið er komið longur ávegis. Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum fegnast arbeiðsgevarafelagið um, at tað bar til at gera avtalu um partvíst innflutta arbeiðsmegi. Jólahugni á bókasavninum Fríggjadagin 1. desember verður ”Open by night” á Klaksvíkar bókasavni. Byrjað verður longu klokkan 10.00, tá møguleiki er hjá børnum undir skúlaaldur at koma á bókasavnið at klippa jólaprýði. Seinnapartin frá klokkan 15 verður høvið hjá foreldurum og børnum at koma at hugna sær og klippa jólaprýði og eta piparnøtur. Klokkan 17 kemur Jógvan Politimeistari at vitja, og fer hann at lesa eina jólasøgu fyri børnunum. Um kvøldið verður eisini okkurt á skránni. Klokkan 20 fer Christoffer Jensen at siga frá nýggju bók síni ”Ziskatrøðbrekkan”. Í bókini sigur Christoffer frá, hvussu tað var at vaksa upp á Ziskatrøð í fimmtiárunum. Og so verður eisini møguleiki at hoyra jólasangir á bókasavninum, tí klokkan 21 fer ein sangbólkur at hava framførslur. Bókasavnið verður opið til klokkan 23, og alt kvøldið bjóðar bókasavnið kaffi og te við onkrum góðum afturvið. Hetta kvøldið er sjálvsagt eisini ein góður møguleiki at læna sær eina góða bók heim við at lesa í jólafrítíðini.