týsdagur 28. november 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Nr. 230 - 28. november 2006
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
ítróttur
Cannavaro
gjørdist
bestur
Framman fyri Gianluigi
Buffon og Thierry Henry
varð Fabio Cannavaro í
gjárkvøldið kosin sum
ársins spælari í Evropa
Tað ljóðaði longu fyri
fleiri vikum síðani, at
heiðurin frá France Foot
ball skuldi fella til italska
liðskiparan, men tað var
so ikki fyrr enn í kvøld,
at staðfestingin varð veru
leiki. Cannavaro er fyrsti
verjuspælarin, sum fær
heiðurin, síðani Franz
Beckenbauer vann heitið
í 70’unum.
Vinnarin í fjør, Ron
aldinho, gjørdist nummar
fýra – bein framman fyri
besta spælaran í HM,
Zinedine Zidane.
Fekk 28.000
fyri eina
10 krónu
Ein danskur veddari
gjørdi av sonnum kvettið,
tá hann um vikuskiftið
veddaði 12 ymsar dystir.
Samlaða oddsið av hes
um var ikki minni enn
2.788,17, og tað gav
veddaranum knappar 28
túsund krónur aftur fyri
10-krónuna, sum hann
nýtti til seðilin. Teir 12
dystirnir vóru Tottenham-
Wigan 3-1 (odds 1,65),
Rangers-Kilmarnock 3-
0 (1,30, OB-Rosenborg,
5-3 (2,75), Man Utd.-
Chelsea 1-1 (2,95), Betis-
Espanyol 1-1 (2,90),
Santander-Recreativo
4-3 (2,20), Stuttgart-
Glacbach 1-0 (1,35),
Valencia-Real Madrid 0-1
(2,55), Belenenses-Porto
0-1 (1,45), Palermo-Inter
1-2 (2,30), Athl. Bilbao-
Sevilla 1-3 (1,75) og
Lyon-Auxerre 1-0 (1,25)
åSÍ vann tryggan
sigur á toppliðnum,
ÍF, í meistaradeildini
hjá kvinnum í gjár
kvøldi. Við sigrinum
hevur SÍ tikið eitt
stórt fet fram ímóti
oddinum
KVINNUFLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Undan dystinum lógu trý
lið jøvn í oddinum í bestu
kvinnudeildiini við 12 stigum.
Eitt av hesum liðunum er
ÍF, sum í gjárkvøldið tók
ímóti SÍ. Undan dystinum
lá SÍ á fjórða plássi fýra
stig aftanfyri oddaliðið, so
tær kundu taka eitt stórt fet
fram ímóti oddinum, um tær
fingu ein sigur heim við av
Kambsdali.
Javnt fyrsta sett
SÍ legði eisini sera hart út
á Kambsdali ímóti ÍF. Tað
var púra greitt, at tær vóru
væl fyrireikaðar til dystin,
og ikki gekk long tíð, so
hevði SÍ lagt seg á odda
heili 2-8. ÍF kom tó betur
við í dystin, og løtu seinni
høvdu tær minka um munin
niður í 9-13, og so tók ÍF dik
á seg. Næstu løtuna hevði ÍF
eina sera góða periodu, og
seint í settinum høvdu tær
vunnið seg fram um 22-18.
Nú sá gott út hjá ÍF, men so
steðgaði upp. SÍ kom væl
við aftur, og sørvágskvinnur
vunnu at enda fyrsta sett
23-25.
Klassamunur
Var fyrsta sett javnt, so
var gongdin ein heilt onnur
í øðrum setti. Her setti SÍ seg
veruliga á dystin, og ÍF hevði
at kalla ongan møguleika.
SÍ legði bragdliga fyri, og
tær vunnu sær eina trygga
leiðslu tíðliga í settinum.
Tær høvdu sera góðar
servar, sum løgdu stórt trýst
á ÍF, og so var týðiligt, at
tær vóru meir uppsettar til
dystin. Harafturat var álopið
sera gott og fjøllbroytt, og
hetta skapti trupulleikar fyri
annars sterku verjuna hjá ÍF.
Her var stutt og greitt stórur
munur á liðunum. Annað sett
megnaði SÍ eisini at vinna.
Úrslitið gjørdist 16-25.
Nú var støðan knappliga
2-0 til útiliðið, og nú sá
ikki gott út hjá ÍF. Nú
skuldi ÍF vinna restina av
settunum, um tær skuldu
hava møguleika at leggja seg
einsamallar á odda í bestu
kvinnudeildini. Men soleiðis
bleiv ikki.
SÍ legði fyri sum eitt ódnar
veður í triðja setti, og ÍF hevði
ongan møguleika. Her var
stutt og greitt klassamunur
og liðunum henda dagin, og
SÍ førdi allan vegin í triðja
setti. Tær vunnu eisini ein
knúsandi 14-25 sigur í
hesum settinum, og so var
liðugt á Kambsdali.
Hjá ÍF kann ikki sigast
annað, enn at hetta var ein
felags niðurtúrur. Allir leik
ararnir spældu illa, og tær
høvdu ongan møguleika
ímóti SÍ henda dagin. Hinveg
in spældi SÍ ein sera góðan
dyst. Alt riggaði hjá teimum,
og tær vóru betri á øllum
økjum. Servurnar vóru góðar,
móttøkurnar lógu sera væl,
og so høvdu tær eisini sera
gott og fjøllbroytt álopsspæl,
har allir leikararnir vístu stóra
styrki. Annars kann leggjast
afturat, at hevarin hjá SÍ,
Annika á Stongum, spældi
ein heilt ótrúliga góðan dyst.
Hennara hevingar lógu sera
væl, og hon vísti sannan
landsliðsklassa í dystinum
ímóti ÍF.
Sum heild ein tryggur sig
ur til SÍ, og um tær klára at
halda fast um hetta spælið,
so kunnu tær røkka heilt
langt í ár.
ÍF-SÍ 0-3 (23-25, 16-25, 14-25):
SÍ blandar seg í oddin
SÍ hølvaði ÍF av á Kambsdali, og nú er at kalla púra javnt millum fýra lið í oddinum. Um SÍ vísir sama spæl komandi dystirnar, so kunnu tær røkka heilt langt í ár
– Tað er sjálvandi keðiligt, at vit ikki hava manga Leivur
og Svein til dystin, men vit mugu bara klára okkum uttan
Jakob Jónsson, venjari hjá StÍF