Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-28, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 [ Nr. 230 - 28. november 2006 ] Neistin-KÍF: KÍF vil heilt fram Tað eru enn VÍF, StÍF og Neistin, sum mynda oddin í manshond­bólt­ inum, men vinnur KÍF sín dyst á Neistanum, kann hetta broytast Manshond­ bóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við fimm stigum er KÍF nevnliga bert trý stig aftan fyri Neistan undan dystinum mikukvøldið, og tí eru vónir fyri, at liðið kann vinna seg longur upp. Higar til hevur KÍF tó verið darvað av skað­um, og teimum er liðið enn ikki sloppið undan. Í vikuni hava hvørki Daniel Rápa ella Petur Martin Poul­ sen vant við fullari ferð, men vónað verður tó, at í øllum førum Petur Martin er tøkur mikukvøldið. Eisini hevur Rógvi Weihe havt hald í nakkanum, og tá vit frættu seinast, gekk hann framvegis til kiroporaktor fyri hendan trupulleikan. Neistin misti odda­ sessin, tá teir fyri 9 døgum síð­ani taptu móti StÍF, og síðani er eisini VÍF farið uppum. Munurin er tó bara eitt stig, og tí er so yvir høvur einki avgjørt enn í grundspælinum. Til dystin noyðist Neist­in tó at vera Áka Mørk fyriuttan. Hann fekk reytt kort í dyst­ inum á Skála, og tí er hann í øllum førum leik­bannaður hesaferð. Um tað leikbannið so eisini verður galdandi í fleiri dystir, vistu menn ikki, tá vit høvdu samband við Neistan mánakvøldið. Bayern vil úr G-14 Hóast týska stórfelagið, Bayern München, var við til at stovnseta G-14, sum skal røkja áhugamálini hjá størstu fótbóltsfeløgunum í Evropa, so sigur forsetin í felagnum, Karl Heinz Rummenigge, at hann hevur ilt við at síggja tað skilagóða í felagsskapinum. – Vit hava ongan hug til at gjalda limagjaldið, og annars bara sita og práta, sigur fyrrverandi stórspælarin, sum serliga finst at Real Madrid- forsetanum. – Calderon og hansara menn arbeiða bara fyri seg sjálvan, og tað gera ensku og italsku feløgini eisini. Talan er um reina egoismu, og tí er lítið felags stev millum limafeløgini, sigur Rummenigge. SÍ brynjar seg til komandi ár Sørvingar hava á heimasíðu sínari boðað frá, at teir hava styrkt um fótbóltsliðið til komandi ár við tveimum spælarum úr FS Vágum. Talan er um Jack Johansen og Kim Poulsen, sum altso fara til Sørvágs at spæla bólt nú. Jack hevur fyri tað mesta spælt í verjupartinum, meðan Kim hevur gjørt um seg í álopinum hjá FSV. Felagið leggur afturat, at talan helst eisini verður um annan styrk, men at tað enn er ov tíðliga at avdúka, hvønn ella hvørjar spælarar talan er um. Toppdystur verður í Atlantic Airways deildini í Vestmanna mikukvøldið, tá tvey tey ovastu liðini bresta saman. VÍF má vera Harald Bjørgvin fyri uttan, meðan Leivur og Sveinur Justinusen ikki eru tøkir hjá strandingum. MANSHODBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tvey lið liggja púra jøvn í oddinum í bestu mans­ deildini í hondbólti. Bæði hava tey níggju stig, og ein­ asti munurin er mál­úrtøkan, har vestmenningar eru nak­ að betri enn strandingar. Júst hesi bæði liðini bresta saman í spennandi toppdysti í høllini í Vestmanna miku­ kvøldið, har vinnarin leggur seg einsamallan á odda í Atlantc Airways deildini. Gongdin hevur tó ikki verið heilt tann sama hjá liðunum. Gestirnir úr StÍF hava enn ikki roynt at tapt ein dyst í ár. Teir hava ver­ ið úti í seks sera jøvnum dystum, har tríggir teirra eru vunnir við einum máli, meðan hinir tríggir eru end­ aðir við javnleiki. Hjá VÍF hava dystirnir ikki verið so spennandi. Teir hava spælt ein dyst javnan, og hann var júst ímóti StÍF. So hava teir vunið fýra dystir, har allir sigrarnir hava verið við meir enn einum málið, meðan teir bert hava tapt fyri Neistanum á heimavølli. Nú hittast hesi bæði liðini so á øðrum sinni í ár, og bæði liðini mangla týðandi leikarar til dystin. Hjá VÍF manglar Harald Bjørgvin, sum bleiv skaddur síðsta dyst. Harafturar hevur John Zachariassen ikki spælt síðstu dystirnar. Hann hev­ ur tó vant í vikuni, men verður væntandi ikki við ímóti strandingum. Regin Joensen hjá VÍF sigur, at teir ætla sær sigurin. Hann væntar tó ein harðan dyst ímóti strandingum. - Vit skulu royna at hava eina ágrýtna verju ímóti strandingum, har vit serliga skulu hava fatur á Finni Hansson. Annars er bara at vísa sama spæl og sama vilja, sum vit vístu ímóti Kyndli, so skal tað nokk ganga hjá okkum. StÍF manglar eisini týð­ andi leikarar. Brøðurnir Leivur og Sveinur Justinus­ sen vera ikki klárir til dyst­ in. Venjarin hjá StÍF, Jakob Jónsson, sigur, at teir skulu bara koyra, sum teir plaga. - Tað er sjálvandi keði­ ligt, at vit ikki hava manga Leivur og Svein til dystin, men vit mugu bara klára okkum uttan. Eg meti, at vit skulu bara koyra á, sum vit hava gjørt fyrstu dystirnar, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Gysari verður í botninum í Atlantic Airways deildini mikukvøldið, tá H71 tekur ímóti Kyndli. Bæði liðini hava allar mans tøkar til dystin MANSHONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tvey lið eru dottin nakað aftur um hini liðini í bestu mansdeildini í hondbólti. Mikukvøldið hittast júst hesi bæði liðini, tá H71 tekur ímóti Kyndli. H71 er í løtuni á næstaftasta plássi við trimum stigum, meðan Kyndil er aftast við bert tveimum stigum. Hesi bæði liðini hava leit einaferð fyrr í ár, og tá vann Kyndil 36-31. Hetta er eisini einasti sigurin, sum meistararnir hava fingið í ár. Hjá hoyvíkingum eru allir mans tøkir til dystin. Niels Viggo Niclassen heldur, at verjan verður týðandi í dystinum mikukvøldið. - Tað er sera týdningar­ mikið at fáa verjuna at koyra. Vit skulu elst hava eina kontana verju ímóti Kyndli. Harafturat skulu vit spæla skjótt, og so skulu vit fáa gongd á mótálopini. Hjá Kyndli eru eisini allir mans tøkir til dystin. Hjalti M. Jacobsen sigur, at nú byrjar spælið veruliga at rigga í venjing. - Nú stendur betur til hjá okkum. Inntensiteturin hevur veið høgur síðstu venjingarnar, og eg haldi, at vit hava bara brúk fyri einum sigri, so eru vit komnir í gongd. H71-Kyndil: Botndystur í Hoyvík VÍF-StÍf Brak í Vestmanna Brak verður í oddinum í bestu mansdeildini í hondbólti, tá VÍF tekur ímóti StÍF. Undan dystinum liggja bæði jøvn við níggju stigum, og tí leggur vinnarin seg á odda í bestu mansdeildini.