Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-28, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2006síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 [ Nr. 230 - 28. november 2006 ] Klaksvíkingar eru framvegis fremstir í 1. deild, sum nú telur fimm lið. Vestmenningar vunnu tryggan sigur á havnarmonnum Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen carl_eli@hotmail.com Tað sum ikki kann standa má falla. Hetta mugu koll­ firðingar og vit onnur sanna. Seinastu 2-3 árini hevur ikki staðið væl til í sigursvanda talvfelagnum. Bæði viðvíkjandi manning og úrslitum. Stutt undan 4. umfari í landskappingini, tá koll­ firðingar sambært skránni skuldi hitta oddaliðið úr Klaksvík, boðaðu teir frá avgerð teirra. Altíð spell tá talvfeløg geva skarvin yvir, og somuleiðis er hetta keðiligt fyri kappingina í 1. deild. Toppdystur í Vestmanna Meðan Heini Olsen, Stein­ tór Rasmussen og hinir á klaksvíksliðnum fingu eitt talvleyst vikuskifti, vitj­aði havnarliðið í Vest­ manna. Vestmenningar - sum ikki hava tapt ein lið­dyst síðani næstseinasta umfar í 2004/05 FM-lið­ kappingini - høvdu flest allir góðar støður tíðliga í miðspælinum. Serliga spennandi varð talvið á 1. borði millum John Rødgaard og Martin Poulsen. Martin – sum kom 50 minuttir ov seint til talvið – var undir stórum trýsti í byrjanarspælinum, og hevði Rødgaard eitt skiftið funnið sterkasta leik, hevði hann ivaleyst vunnið talvið. Men so varð ikki. Martin reisti seg og telvaði sannførandi í miðspælinum og í tíðarneyðini, og vann loksins trygt. Martin hevur nú 3,5 stig av 4, meðan Rødgaard hevur higartil ognað sær 1,5 stig. Jákup á Rógvu Andreasen hevur roynst avbera væl fyri vestmenningar seinastu tvey árini. Í fjør fekk hann 6,5 stig av 7 á FM-liðnum, og aftan á góða sigurin leygardagin ímóti Martini Brekká (sum nú saman við Finnbjørn Zachariassen umboðar HT) hevur hann 3 av 3. Lekur millum teori og praksis… Talvið á 2. borði millum Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Finnbjørn Zachariassen endaði við sigri til fyrr­ nevnda. Carl Eli leikti ein óvæntaðan riddaraleik í miðspælinum, og í roynd og veru avgjørdi leikurin talvið. Finnbjørn hevði tá umleið 15 minuttir til 20 leikir, og tá er torført at finna sterkasta leik hvørja ferð. Riddaraleikurin hjá Carl Eli var møguliga ikki vinnandi í teoriini, men í praksis varð hann avgerandi. Longsta talvið varð mill­ um Sjúrður Thor­steins­son og Jógvan Næs á 4. borði. Tað tóktist sum úrslitið fór at verða javnleikur, men Sjúrður treiskaðist og í sætta tímanum eydnaðist tað honum at bróta verjugarð Jógvans. Ein góður 3-1 sigur til verandi føroyameistararnar úr Vestmanna. Klaksvík 2 væl við Klaksvíkar Talvfelag, sum verður 40 ár komandi ár, hevur tvey sterk lið í 1. deild. 1. lið er vanliga mann­að soleiðis: Heini Olsen, Steintór Rasmussen, Finnbjørn Vang og Ólavur Simonsen. Og 2. lið: Rani Nolsøe, Terji Petersen, Hald­ ur Suni Johansen og Wille Olsen. Og góðar eykamenn hava teir eisini, eitt nú Tummas Martin Sólsker. Í Sandavági gjørdi Rani Nolsøe & vinir bart við einum 3-1 sigri. Klaks­ víkingar avgjørdu dystin á fremru borðunum. Rani vann ein spennandi sisili­ anara (kend talvbyrjan) ímóti Olaf Berg. Torkil Nielsen kundi helst fingið meira burtur úr ímóti Terja Petersen, men so varð ikki. Terji vann loksins drúgva talvið á 2. borði. Sandavágsmenn eru aft­ astir við 4,5 stigum, men av tí at kollfirðingar ikki longur eru við, flytur einki lið niður í 2. deild. Kappingin fer nú í jóla­ feriu, og 5. umfar verður 7. januar 2007. Tá verða dystirnir hesir: Havnin – Klaksvík 1 og Klaksvík 2 – Vestmanna. Togtogan í 2. deild Líkt er til, at kappingin í 2. deild verður sera jøvn í ár. Havnin 3 tók í viku­ skiftinum Vestmanna 2 aftur á stigatalvuni. Bæði liðini vunnu stórsigrar. 3,5- 0,5 stórsigurin hjá Havnini 3 á Vestmanna 3 viðførdi, at liðið fekk Vestmanna 2 aftur. VT 2 vann 3-1 ímóti Sandavági 2. Liðini hava 11,5 stig hvør. Havnin 2 er ikki langt aftanfyri, so talan verður helst um javnt oddastríð í næstfremstu deildini. Í 3. deild heldur Klaksvík 3 fast um 1. plássið, og í unglingadeildini hava sanda­vágsdreingir fram­veg­ is trygga leiðslu. Talvið hesa vikuna Hvítur: Deep Fritz Svartur: Vladimir Kramnik Bonn, Týskland 27.11.06 (2. talv) Fyrsta talvið millum heimsmeistaran Vladimir Kramnik og talvforritið Deep Fritz endaði við javnleiki. Í seinna talvinum telvaði Kramnik væl og støðan tóktist jøvn, tá ið Kramnik púra óskiljandi yvirsáð skák og mát. Kramnik hevði tá umleið hálvan tíma á talvklokkuni. Støðan er tískil 1,5 – 0,5 til talvtelduna. Fýra talv resta í. Støðan á borðinum var hendan: Støðumynd aftan á 34. Rixf8 Kramnik leikar nú sera óvæntað: 34…Fe3?? (Kg8 var besti leikur, sum helst førir til javnleik) 35. Fh7++ skák og mát! 1-0 Met-urslit hjá FCK Talan er um úrslit í Champions-League flokkinum, og sterka europiska kappingin hevur so avgjørt sín lut í góðu tølunum, sum FCK nú kann vísa partaeigarunum. Úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing er 67 mió kr., og tað er nærum tvífalt so stórt, sum tað var fyri sama tíðarskeið í fjør. Roknað verður nú við, at ársúrslitið fer at liggja um 195 mió kr., og ikki óvæntað var Flemming Østergaard ein sera væl nøgdur nevndarformaður, tá tølini vórðu almannakunngjørd. - Frá mær skal ljóða stórt rós til øll í fyritøkuni. Bæði á og uttan fyri vøllin, sigur Flemming Østergaard. Parken Sport & Entertainment, sum felagið handan FCK eitur, hevur samráðst við kommunalu myndugleikarnar um eina umbygging av Parken. Við í hesi ætlanini er eisini ein søla av teimum báðum stóru skrivstovutornunum. Stóri tapti finaluna Tað eydnaðist ikki hjá gomlu dreingjunum í Lyngby at vinna enn eitt meistaraheitið. Finalan hjá Old-Boys varð spæld í gjár, og sum ikki eina ferð stóð dysturin millum Lyngby og AGF. Hesa ferð eydnaðist tó AGF at vinna dystin 3-2, og so hjálpti tað lítið, at Larsen, Laudrup og aðrir stóðu hinumegin miðstrikuna. Úrslit og støður 1. deild 4. umfar Vestmanna-Havnin 3-1 John Rødgaard-Martin Poulsen 0-1 Carl Eli N. Samuelsen-Finnbjørn Zachariassen 1-0 Jákup á Rógvu Andreasen-Martin Brekká 1-0 Sjúrður Thorsteinsson-Jógvan Næs 1-0 Sandavágur-Klaksvík2 1-3 Olaf Berg-Rani Nolsøe 0-1 Torkil Nielsen-Terji Petersen 0-1 Bernhard Augustinussen-Haldur Suni Johansen 0,5-0,5 Jón Gregersen-Wille Olsen 0,5-0,5 Støðan 1 Klaksvík1 8,5 stig 2 Vestmanna 8,0 3 Havnin 6,5 4 Klaksvík2 4,5 5 Sandavágur 4,5 2. deild Úrslit Havnin2-Toftir 3-1 Vestmanna3-Havnin3 0,5-3,5 Vestmanna2-Sandavágur2 3-1 Støðan 1 Vestmanna2 11,5 2 Havnin3 11,5 3 Havnin2 9,0 4 Sandavágur2 7,5 5 Toftir 5,5 6 Vestmanna3 3,0 Kollfirðingar tikið seg úr kappingini Veteranarnir úr Klaksvík standa seg sera væl. Hesa ferð vunnu Rani Nolsøe og teir tryggan 3-1 sigur á Sandavági