Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-28, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2006síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 230 - 28. november 2006 tíðindi Sølvar Michelsen, maðurin aftur fyri nógv umrøddu “Vit siga nei” lýsingina, vil ikki bólkast sum religiøsur fanatikari og tekur eisini frástøðu frá nógvu av ógvusligu útsagnunum frá politikarunum. Hann sigur tó kortini “nei”, og tað greiddi hann Rættarnevndini frá í gjár SAMKYND Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Sølvar Michelsen var ein av teimum, sum rættarnevndin hevði kallað til fundar í gjár, mánadagin. Hann er maðurin aftanfyri nógv um­røddu lýsingina, sum eggj­aði fólki til at siga “nei” í málinum um grein 266b. Sølvar Michelsen skilir seg burtur frá teimum, sum hava verið frammi í kjak­inum og eru í móti uppskotinum, tí hann hóast hann er eisini er greitt ímóti uppskotinum, so vil hann á ongan hátt bólkast við teimum, sum nýta bíbluna at jagstra fólk við. Hann legði fyri við at lesa upp øll argumentini tey hava í málinum. Sølvar vísti fyri Rættarnevndini á, at samkynd sum einstaklingar framman undan eru vard av grein 267 í revsilógini, og at kynslig sannføring ikki kann vera nóg mikið til at verða vard fram um onnur, tí aðrir bólkar eru minst líka troyngjandi. Hann vísti somuleiðis á, at Føroyar lítið samfelag og at tað kann vera eitt ov stórt stig at taka. Sølvar Michelsen vil eis­ini hava fram, at hann eins og Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk heldur, at tað ikki ber til at lóggeva seg burtur úr happing. Í kjakinum hevur verið víst á, at hetta snýr seg um verju av einum minni­lutabólki, men hesum kann Sølvar Michelsen á ongan hátt taka undir við. – Søgan vísir ongastaðni, at samkynd verða happað sum bólkur, sigur Sølvar Michelsen, sum tí spyr hví vit skulu gera eina lóg fyri nakað, sum als ikki er? Hann vísir á, at síðan lógin varð samtykt í Danmark í 1987, hevur eittans málið verið í rættinum, og tí sigur speiskliga vit hava við eitt pseudofyribrigdi at gera. – Ella hevur greinin virkað serstakliga fyribyrgjandi, held­ur Sølvar speiskliga fyri, sum undrast stórliga á, hvussu lítið vitandi og óupplýstir Finnur Helmsdal, Kristian Magnussen og Poul Michelsen virkaðu á fundinum. Sølvar Michelsen undrast á, at tað eisini vóru júst hesir tríggir menninir, sum komu ov seint til fundin, men heldur tó, at teir hava notið gott av hansara viðmerkingum. Politikarar lítið vitandi og óupplýstir Ein hóttur og for­fylgdur minnilutabólkur – Her er veruliga talan um ein hóttan og forfylgdan minniluta bólk. Bæði í tali, men eisini tá tað kemur til lógásetingar, sigur samskiparin hjá Amnesty í Føroyum, Margretha Nónklett SAMKYND Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Seinast inni á fundi hjá Rættarnevndini í gjár, var Margretha Nónklett og Amnesty. Hon fór inn og greiddi frá sjónarmiðum hon og Amnesty standa inn fyri. Margretha Nónklett royndi í Ræddarnevndini at seta tingini í eitt altjóða perspektiv, og sjálvandi eisini í mun til grein 266 b. – Her er veruliga talan um ein hóttan og forfylgdan minniluta bólk, slerdi Margretha Nónklett fast. Harvið vísir hon aftur orðini hjá Sølvar Michelsen um, at samkynd ikki verða forfylgd sum bólkur. – Í ellivu londum verður tað revsað við deyðarevsing, um tú ert samkyndur. Í 84 londum er tað ólógligt og kann verða revsað við upp til lívlangari fongsulsrevsing, staðfestir Margretha Nónklett. Hon sigur, at í tali er talan um ein minnilutabólk og eisini, tá tað kemur til lógásetingar, og tað greiddi hon eisini Rættarnevndini frá í gjár. Jógvan Zachariassen er samkomuleiðari í Lívdini í Hoyvík, og legði fram eina guðfrøðiliga, etiska og moralska áskoðan á fundinum við Rættarnevndina í gjár SAMKYND Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang – Allar stórar avgerðir, sum vit taka, mugu verða grundaðar á logikk, etikk/ moral og djúpa kritiska hugsan um grundirnar fyri og avleiðingarnar av okkara niðurstøðum og avgerðum, sigur Jógvan Zachariassen. Hann vísir á, at tvístøðan hjá teimum kristnu er hend­ an: “Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum“ og „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“ – Sum kristin standi eg fast við, at Gud situr hægst yvir øllum, og at tað mynstur, sum Gud hevur givið okkum at liva eftir í kynslívi okkara, skal verða hildið fram. Tessvegna eru kristin ímóti einum sam­ kyndum lívstíli. – Hinvegin, sum kristin, standi eg eisini fast við, at øll menniskju eru skapt í bílæti Guds, og skulu tí verða vard sum menniskju frá happing, niðurgering og háðan. – Soleiðis vilja kristin vera við til at verja tann samkynda persónin. Eg vil ikki happa nakran. Og eg vil heldur ikki verða lagdur undir at happa nakran, tí søguliga hevur hugsjónin um mannarættindi sín upp­runa í kirkjum og sam­ komum. Jógvan Zachariassen sigur, at paradoksið, sum kristin standa fyri er, hvussu tey balansera at verja rætt­ indini hjá samkyndum sum persónar, samstundis sum tey ikki eru við til at uppmuntra og stuðla teirra lívstíl. – Hetta er veruliga av­bjóð­ ingin í grein 266b. Hetta er grundin fyri, at tað eru ymiskar meiningar millum tey kristnu, sigur hann. – Henda javnvág er mang­ an ein trupulleiki, tí, fyri tað fyrsta, so verður sannleikin mangan borin hatursfult og arrogant fram av kristnum, heldur enn kærleiksfult og við virðing. Fyri tað næsta, so verður boðskaspurin, sjálvt um hann verður settur fram í kærleika og virðing, mangan ikki móttikin á tann hátt. Jógvan Zachariassen heldur, at kristin vilja æra og verja onnur menniskju, uttan at gera neyðsemju við moral og ókritiskt at fylgja fjøldini undir flagginum av javnrættindi ella tolsemi. Tí heitti Jógvan Zacharias­ sen á politikararnar um, at taka sínar avgerðir grund­ aðar á logikk, etikk, moral og djúpa kritiska hugsan um grundirnar fyri og av­leiðingarnar av teirra av­gerðum. Í gjár, mánadagin, prent­ aðu vit tað, sum Bogi David­ sen segði inni á fundinum við Rættar­nevnd­ina, og í morgin, mikudagin, prenta vit tað, sum Jógvan Zacha­ riassen legði fram á fund­ inum týsdagin. Ein gudfrøðilig, etisk og moralsk áskoðan Rættarnevndin skrivar álit Rættarnevnd løgtingsins sat á fundi í allan gjár. Frá klokkan tíggju til klokkan trý sótu limirnir í nevndini og fundaðust við innkallaðar partar í málinum, og so er spurningurin, hvat nevndin hevur fingið burtur úr. – Eg haldi vit hava fingið nógv burtur úr. Vit høvdu nakrar góðar fundir við nógv fólk, og nú eru innkallingarnar í hesum málinum lidnar. Nevndin fer nú at hyggja at hesum, og fer síðani í gongd við at skriva álitið, sigur Alfred Olsen, formaður í Rættarnevndini. Hann fær ikki sagt nakað um, nær nevndin verður liðug við hetta arbeiði. Heldur ikki fær Alfred Olsen sagt, hvønn veg teir álit og tilmæli fer at hella. – Nei, tað er ov tíðliga at siga nakað um tað nú, sigur hann. Spurdur um nakað nýtt er komið undan kavi eftir fundirnar í gjár, svarar Alfred Olsen, at onki kollveltandi nýtt kom fram sum so, men at fundirnir teir høvdu avgjørt vóru góðir og áhugaverdir, og at teir hava tænt sínum máli.