týsdagur 28. november 2006síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 28. november 2006
51
ummæli
Kinna Poulsen
Bókin er ovurhonds stórfingin og
prýðilig og í vavi størsta listabók,
ið enn er útkomin á føroyskum.
Og hóast tørvurin á Mikines-bók
mentum ikki tykist beinleiðis brá
feingis á bókahillini í mun til
mong onnur av teimum føroysku
listafólkunum, sum lítið og einki
eru viðgjørd, eru vit sjálvandi
púra samd við løgmanni Jóannesi
Eidesgaard, sum í eini viðurkenn
ing fremst í bókini vegna Føroya
fólk takkar íslendska forlagnum,
Nesútgáfan, ið tók stig til glæsi
ligu útgávuna.
Vøkur bók
Bókin er innbundin, svørt, monu
mental og serstakliga vøkur í stór
um kvadratiskum formati. Valið
av fremstu kápumyndini, sum er
ein av teimum friðsælu og ljósu
myndunum
av
Mykinesbygd
frá 1950, er heldur óvæntað og
gevur ábendingar um, at bókin
kanska ikki er júst soleiðis, sum
ímyndað. Myndaúrvalið er stórt
og rættiliga breitt og umboðar
ikki einans tær góðu myndirnar,
men eisini minni góðar myndir
sum t.d. tær heldur naivu, stirvnu
myndirnar, hann málaði í tjúg
unum. Umframt hesum útivið
248 væleydnaðu endurprentunum
í litum av verkum Mikines´, eru
eisini einar 50 svarthvítar foto
myndir av málaranum og hansara
lívi at síggja í bókini, ið sum
heild tykist rættiliga ævisøguliga
hugað.
Tveir smærri tekstir
Umframt myndirnar inniheldur
bókin tveir smærri, men áhuga
verdar tekstir, sum ávikavíst
Bent Irve og Bárður Jákupsson
hava skrivað. Tann fyrri snýr
seg um Mikines og Danmark
og hóast ávirkanin sum danska
kunstakademiið og danska lista
umhvørvið hevði á Mikines ikki
skal undirmetast, tykist tað sum
um, at Irve ger nakað nógv av, tá
hann umvegis Ríkisfelagsskapin
Danmark og Føroya millum metir
Mikines vera bæði danskan og
føroyskan málara. Fortreytirnar
vóru nú einaferð sum tær vóru,
tá Mikines fór at útbúgva seg í
1928, men lítið er at ivast í, at
Mikines sum tann evnaríki og
kensluborni listamaðurin, hann
var, hevði fingið væl burtur úr eini
listarligari útbúgving, eisini uttan
fyri Danmark. Teksturin hjá Bárði
er eitt gott og nýtiligt ævisøguligt
yvirlit yvir lív listamansins.
Høvuðsteksturin
Høvuðstekstin eftir Aðalsteinn
Ingólfsson, havi eg glett meg at
lesa, síðani tað av fyrstan tíð
hoyrdist graml um Mikinesbókina
og at ein íslendskur listfrøðingur
skuldi skriva hana. Samstarv
við og kunnleiki til aðrar tekstir
hjá Aðalsteinn hava stuðlað upp
undir góðu vónirnar til hesar tvey
hundrað síðurnar um Mikines,
sum er nógv tann gjølligasta við
gerðin av málaranum higartil.
Men longu formælið gevur eina
ófrættakenda kenslu av vónbroti,
sum tíverri stendur við gjøgnum
meginpartin av tekstinum, ið sum
heild er nógv meira ævisøguligur
enn væntað.
Konstruerað sjálvsævisøga
Formælið byrjar skaldsliga in
medias res, mitt í eini tilburðar
gongd: “Skoraður upp ímóti skott
inum í tronga stýrhúsinum á post
bátinum kundi Sámal so dánt
hóma systrina á dekkinum...”.
Umrøddi tilburðurin er, tá Miki
nes við familju fylgir deyða
pápanum til heimbygdina. Upp
living Mikines´ av hesum tilburði
hevur hann sjálvur lýst sum eina
týdningarmikla listarliga upp
living og soleiðis skilt er hetta
kanska ikki býttasta stað at byrja
frágreiðingina um listamannin
Mikines. Men eitt er at vera ævi
søguliga hugaður og eitt annað er
at konstruera eina sjálvsævisøgu,
har lesarin er staddur í tonkum
málarans umvegis eitt alvitandi
frásøgufólk: “Sámal kundi ikki
fáa skil á øllum teimum tonkum,
ið bylgdust í honum. Eyðvitað
saknaði hann faðir..... Fór deyði
faðirsins nú at gera tað, at hesi
herðindi fóru at koma aftur?
Hetta var uppi í ræðsluni, ið
fekk magan at knýta seg saman”.
Seinastu viðmerkingarnar sipa til
psoriasis-sjúkuna, sum Mikines
var so ringur av. Tað skulu ivaleyst
vera fleiri, ið halda dramatiska
skriviháttin vera góðan og spenn
andi og tað heldur yvirritaði
eisini, tá hann kemur fyri í eini
skaldsøgu, men í listasøguligum
høpi býður hann ímóti. Fyri tað
fyrsta tykist tað óálítandi, tá ein
rithøvundur í eini listabók greiðir
frá tonkum listamansins á henda
hátt. Hann kann ómøguliga vita
júst hvussu Samuel Elias Joensen-
Mikines kendi og hugsaði, tá hann
fylgdi pápa sínum. Í øðrum lagi
hevur skrivihátturin ein óviljaðan
komiskan dám, ið kemst av sam
anrenningini av hátíðarligum
drama og patos og so undirskilta
og intima tónalagnum og støðuga
brúkinum av fornavnsháttinum
Sámal.
Mikines-bókmentirnar
Sum áður nevnt eru Mikines-
bókmentirnar lutfalsliga umfat
andi í føroyskum listbókmentum
Megnarverk
við lýtum
Framhald á næstu síðu