Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-28, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2006síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 Nr. 230 - 28. november 2006 sum heild. Nýggjasta Miki­nes- útgávan higartil við tekstum eftir Bent Irve og Bárð Jákupsson kom í 2003 í sambandi við eina Mikines-framsýning í m.a. Kastrupgårdsamlingen. Fleiri áhuga­verdir tekstir finnast um málaran, sum m.o. William Heine­sen, Preben Wilmann, Ole Jacob­sen, Bent Irve og Bárður Jákupsson hava skriv­að. Hesin seinasti skriv­aði eisini tekstin í stóru Mikinesbókini, ið kom út í 1990, sum tó at hann í støðum er heldur stuttur og brotakendur, er sakligur og góður og heldur seg til listina hjá Mikines. 1973 kom bókin hjá Ernst Mentze, sum nógv er kjakast um og sum var nakað væl meira persónlig, enn vit hava verið von við í Føroyum. Bókin er ævisøgulig og sera undirhaldandi og forvitnislig at lesa, hóast lesarin av og á fær eina heldur ótespiliga kenslu av, at áhugin gerst meira privat nærgeingin enn listarliga grundaður. Óansæð hevur bókin stórt virði sum bein­leiðis kelda vegna tey mongu brøvini frá bræva­ skifti Mikines´ við m.a. læraran, Ejnar Nielsen og familjuna og tær mongu samrøðurnar við mál­ aran, ið alt verður endurgivið í bókini. Lítið er at ivast í, at tað er Mentze, sum er tann mest umráðandi keldan hjá Aðalsteinn Ingólfsson í áðurnevnda formæli, ið er grundað á frágreiðing hjá Mikines um deyða faðirins. Eisini í restini av tekstinum verður Mentze dúgliga nýtt sum kelda og tað er spell fyri ein lesara Framhald av síðu 51