týsdagur 28. november 2006síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 28. november 2006
53
sum undirritaðu uttan tann stóra
áhugan fyri privatlívi Mikines´.
Villur
Ikki er lætt at sleppa undan
villum í so umfatandi verki sum
hesum, men tíverri misprýða
tær kanska í serligan mun júst í
einum so prýðiligum verki og her
eru veruliga ov nógvar. Villurnar
eru í stóran mun slagvillur,
vantandi bókstavir og líknandi
smáputl, men tað ørkymlar og fær
lesaran at steðga á í lestrinum.
Málsliga er eisini okkurt, ið
ørkymlar, t.d. ovurnýtslan av
fyrra lýsingarhátti, vanliga nevnd
ur nútíðarlýsingarháttur: “Men
Anna Kathrina má eisini hava
verið sálarsterk kona, ið skuldi
bera stórar líðingar, missandi tvey
børn og mannin í bestu árum,
umframt at missa elsta sonin til
kjøtgrýturnar í Keypmannahavn.
Nakað sæst til hesa styrki í foto
mynd av henni roytandi lunda...”.
Hesin eitt sindur møsnuti skrivi
hátturin er tíanverri ráðandi í
tekstinum, sum tykist grundaður
á ein varhuga av alfevnandi týdn
inginum, sum privatlívið hevur
fyri listina. Eg má siga akkurát
sum er; drukktúrar, nervatablettir
og húðsjúka kunnu gera mær tað
sama. Tað er listin hjá Mikines,
hansara verk og tær listarligu
ávirkanirnar sum hava mín
áhuga og eg havi ringt við at
skilja, at tað symbolistiska og
ekspressionistiska árinið verður
so lítið viðgjørt sum tað verður
í nýggju stóru Mikines-bókini.
Onkrastaðni er teksturin ringur at
skilja, m.a. vegna mótsagnir sum
t.d. í kapitlinum um Parísferð
ina, har tað fyrst verður staðfest,
at Mikines gjørdi lítið burtur úr
teim mongu mentanartilboðum,
sum býurin hevði at bjóða uppá
og síðan verður lagt aftrat: “Tá
ið hann ikki var inni á kamari
sínum og málaði vatnlitamyndir
úr Mykinesi, tykist Mikines hava
savnað seg um tey stóru lista
søvnini, serliga Louvre... Louvre
gav Mikines nóg mikið til eitt
heilt lív...”. Tað er eisini eitt
sindur troyttandi í øllum førum
fyrstu ferð, tú lesur tekstin, at
Preben Wilmann ikki verður
presenteraður fyrr enn 9. ferð
hann er nevndur.
Dygdir
Ein so rúgvusmikil tekstur sum
tann hjá Aðalsteinn Ingólfsson
hevur sjálvandi eisini dygdir,
treyðugt so. Tildømis tykist
hann sera nærlagdur í síni við
gerð og hevur eitt nú funnið fram
ymsar keldur, sum yvirritaða
ikki áður visti um, eins og
hann hevur spurt seg fyri hjá
áhugaverdum
og
relevantum
heimildarfólkum.
Áhugavert
er t.d. at lesa um ferðirnar hjá
Mikines og um tey listafólk og
verk, hann læt seg ávirka av og
í so máta er eitt nú. kapitlið
um grindadrápsmyndirnar sera
upplýsandi og gott. Tað er eisini
stuttligt at lesa, at Mikines dámdi
tey eldru verkini hjá Niels Kruse
og at hann sá Jack Kampmann
sum ein kappingarneyta. Bók
in er harumframt á tremur í
áhugaverdum myndum, harav
fleiri ikki áður eru sæddar á
prenti. Kapitlið, ið snýr seg
um tey seinnu árini, er serliga
áhugavert og viðkomandi, serliga
tá Ingólfsson ger upp við tað
býttisligt
lyndi,
sum
hevur
verið í Mikines-bókmentum til
at síggja orsøkina til listarligu
afturgongdina í myndum Miki
nes´ frá miðskeiðis til seinast
í 1960´unum í, at myndevnini
hesa tíðina vóru donsk. Orsøkina
metir Ingólfsson vera at finna í
tí heldur skrambluta liviháttinum
hjá Mikines hesi árini og vísir við
hesum, at summir ævisøguligir
upplýsingar kunnu brúkast á skyn
saman hátt... við máta.