Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-28, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2006síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 230 - 28. november 2006 lýsingar orlagið Hellurnar gevur triðja árið á rað út bók. Hesa ferð eitur bókin „900 dagar í Singapore“ og fevnir um teir 900 dagarnir, høvundurin Jústinus Leivsson Eidesgaard starvaðist í Singapore frá august 1996 og fram til januar 1999. Hetta tíðarskeið vóru hjúnini Poula og Jústinus Eidesgaard savningarstað­ urin hjá teimum mongu føroyingunum, sum vitjaðu Singapore, serliga sjómenn, men eisini vanlig ferðandi. Fleiri lit­ myndir prýða bókina millum annað við skipavitjanum og føroyingum í Singapore. Bókin er skrivað í tveimum høvuðs­ løgum og einum triðja, sum av og á kemur til sjóndar. Beinagrindin eru úti­ setabrøvini, sum høvundurin skrivaði heim til landsmenninar, og sum vóru lisin upp í útvarpinum. Hesi vóru sera væl móttikin heima. Hetta er fyrsta lagið, næsta lagið er søgan um Singapore fram til loysing í 1965. Tað er grundarlagið fyri, at landið, sum er minni enn Føroyar og telur yvir 3 milliónir íbúgvar, er heimsins fjórríkasta land, og hevur lyft seg út triðja heiminum og inn í fyrsta eftir einum ættarliði. Triðja lagið eru eygleiðingarnar, høvundurin gjørdi, nú hann vitjaði aftur í fyrst í hesum árinum. Bókin vísir eisini føroyingum, at smáar tjóðir kunnu røkka ovastu rók. Forlagið Hellurnar v/Jústinus Leivsson Eidesgaard 900 dagar Í singapore F Jústinus leivsson eidesgaard www.foroyaprent.fo Bókin kemur í næstu viku. Minst til bíleggingarseðilin! Ovaragøta 1, 188 Hoyvík, Tel. 322800 ella 223143 justinus@post.olivant.fo, www.hellurnar.com