Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 231 - 29. november 2006 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Smyril Line søkir eftir 2. maskin- meistara til Norrönu. Vit bjóða honum/henni eitt spennandi starv umborð á fl aggskipinum í før oysku ferða vinnuni. Starvið er avbjóðandi og fjølbroytt, og tú fært ein góðan møgu- leika at verða við í fram hald- andi menn ingini av Norrönu og Smyril Line – og harvið føroysku ferða vinn uni. Títt komandi arbeiðspláss er eitt av størstu, bestu og nýggj- astu skipum á Norður atlants- havinum, og samstundis stør- sta skip før oy ingar eiga. Hon tekur 1482 ferða fólk, 800 bilar og manningin, tá hon er mest, telur heili 118 fólk. Aftrat góð- um starvstreytum bjóða vit har til eina áhugaverda sigl - ingarætlan, góða løn og góða frí tíðar avtalu. Førleikakrøv til 2. maskin- meist ara: · Fulla maskinmeistara útbúgv- ing við í minsta lagi STCW átekn aðum vinnubrævi sum skipsmaskinmeistari av 1. stigi · Heilsu-, sløkkileiðara-, roykkavara- og trygdarprógv · Arbeiða sjálvstøðugt og góð samstarvsevnir. Setanartreytir Setanartreytir sambært sátt- mála millum Maskinmeistara- felagið og Reiðara felagið. Vit hugsa okkum, at tú hevur roynd ir frá størri skipum, men hetta er eingin treyt. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógv- um og møguligum ummælum skulu sendast til: SMYRIL LINE Financial Controller M/F Norröna P.O Box 370 FO-110 Tórshavn Umsøknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 10. desem- bur 2006. Nærmari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til fi nancial con- troller á: +298 34 49 92 ella controller@norrona.fo Vilt tú verða í fyrstu røð í føroyskari skipa- og ferðavinnu? MASKINMEISTARI TIL NORRÖNU Smyril Line varð stovnað í 1982, og er í dag ein altjóða fyritøka við skriv stovum í Føroyum, Ís landi, Noreg, Týsklandi og Dan mark. Umframt egnar skrivstov ur, hev ur felagið eisini sam starvsfelagar í megin part inum av evrope iska meginland inum og rest ini av út - heiminum. SMYRIL LINE · J. BRONCKS GØTA 37 · POSTBOKS 370 · FO-110 TÓRSHAVN TLF 34 59 00 · FAX 34 59 50 · OFFICE@SMYRIL-LINE.FO · WWW.SMYRIL-LINE.COM Í meðal hevur Inn­ lendismálaráðið brúkt ein mánað til at ummæla eina umsókn um uppihalds- og arbeiðsloyvi Arbeiðsmarknaður Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Talið á teimum, sum vilja sleppa til Føroya at arbeiða, hevur ongantíð verið so stórt sum í ár. Frá nýggjárinum til tann 20. oktober fekk Innlendismálaráðið 570 umsóknir um uppihalds- og arbeiðsloyvi. Talið er nógv størri enn í fjør, tá Innlendismálaráðið fekk umleið 400 umsóknir. Í ráðnum verður sagt, at tann stóri munurin kemst av, at í ár komu nógvar umsóknir frá fólki í sambandi við oljuvinuna. Soleiðis var ikki í fjør. Ein uppgerð hjá Inn­ lendismálaráðnum vísir, at av teimum 570, sum høvdu søkt um uppihalds- og arbeiðs­loyvi, høvdu 71,9 prosent fingið svar tann 20. oktober. Í meðal hevði ráðið brúkt ein mánað til at ummæla umsóknirnar, men nógv tær flestu umsóknirnar blivu avgreiddar innan fyri 14 dagar. Í summum førum tekur tað kortini væl longri tíð at avgreiða eina umsókn, áðrenn hon verður send donsku myndugleikunum, sum eiga ta endaligu av­gerðina. Fyrsta treytin fyri at fáa uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum er, at umsøkjarin hevur lyfti frá føroyskum arbeiðsgevara um arbeiði og løn, og at talan er um arbeiði fulla tíð. Tað er t. d. ikki nóg mikið, at arbeiðsgevarin skal brúka útlendska um­søkjaran nakrar tímar í eitt stutt tíðarskeið, tí Inn­ lendismálaráðið vil tryggja sær, at tørvur veruliga er á útlendsku arbeiðsmegini. Útlendingar, sum fáa uppi­halds- og arbeiðsloyvi, fáa loyvið fyri eitt ár ísenn og skulu so søkja aftur. Innlendismálaráðið hev­ur eisini fingið nakr­ ar umsóknir í ár frá út­lendingum í sambandi við familjusamanføring. Tað er galdandi, tá útlendingur giftist føroyingi, og eitt tílíkt loyvi er eisini bara galdandi eitt ár ísenn fyribils. O.C. Joensen á Oyri vil hava annað og størri skip fyri skeljatrolaran Norðheim. Sum er forðar lógin tí, men ein loysn er kanska á veg Fiskivinna Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Seinastu nógvu árini hevur Norðheim dreggjað eftir skeljum til skeljavirkið hjá O.C. Joensen á Oyri. Men nú er skipið 40 ára gamalt og ikki tíðarhóskandi long­ ur. Tí hevur reiðaríið søkt fiskimálaráðið um loyvi at skifta skipið út og at keypa annað og størri skip ístaðin fyri. Men tað fær reiðaríið ikki loyvi til. Fiskimálaráðið hevur svarað, at felagið kann keypa annað skip, men tað skal ikki vera størri í rúmmetrum enn Norðheim, tí soleiðis er lógin orðað. Hon heimilar bara landsstýrismanninum at gera frávik, tá talaner um uppisjóvarskip, rækju­ trolarar og verksmiðju­trol­ arar. O.C. Joensen hevur í sín­ um lagi víst á, at Norðheim er einasta skip, sum dreggjar eftir skeljum, og at eitt størri skip tí ikki tekur nakað frá øðrum. Men tað broytir ikki støðuna hjá fiskimálaráðnum, sum noyð­ ist at halda seg til lógina. Lógarbroyting Fyri einum góðum mánað síðani sendi O.C. Joensen Løgtinginum bræv um málið. Felagið kærdi seg um, at tað hevði ikki fing­ ið nøktandi svar úr fiski­ málaráðnum og helt, at har átti málið ongan góðan. Tí heitti felagið á Løgtingið um at broyta verandi lóg, sum tað kann fáa eitt størri skip. Og kanska er ein broyt­ ing á veg. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at hann hevur um­hugs­ að at biðja Fiskirann­ sóknarstovuna áseta kvotu fyri skeljaveiðina, og at veiðan kann koma undir fiskidagaskipanina. Tá ber til at regulera fiskidagar eftir skipastøddini, og so kann O.C. Joensen fáa størri skip fyri Norðheim, sigur landsstýrismaðurin, sum væntar, at eitt uppskot um broytingar í lógini verður lagt fyri Løgtingið til várs. Bjørn Kalsø sigur, at talan verður kortini ikki um at loyva stórum skeljatrolarum á Føroyaleiðina sum í áttati­ árunum, tí tey skipini vóru alt ov stór, sigur hann. Innlendismálaráðið fingið 60 umsóknir um mánaðin Fáa kanska størri skip – men ikki enn O.C. Joensen vil hava annað og størri skip fyri 40 ára gamla Norðheim. »Veruleikin er, at tað er lættari at fáa sjálvræði við sam­ bandsflokkinum í samgongu, enn við tjóðveldisflokkinum« Anfinn Kallsberg