mikudagur 29. november 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 29. november 2006
3
tíðindi
Smyril Line søkir eftir skips assist enti
til Norrönu. Vit bjóða hon um/henni
eitt spennandi starv um borð á fl agg-
skip inum í før oysku ferða vinnuni.
Starvið er avbjóð andi og fjølbroytt,
og tú fært ein góðan møgu leika at
verða við í fram haldandi menn ingini
av Norr önu og Smyril Line – og har-
við føroysku ferða vinn uni.
Aftr at góð um starvs treytum bjóða
vit har til eina áhuga verda sigl ingar-
ætlan, góða løn og góða frí tíðar av-
talu.
Førleikakrøv til skips assistent:
· Arbeiða sjálvstøðugt
· Vera ágrýtin og røkin
· Góð samstarvsevni
Arbeiðsuppgávur:
· Alt vanligt skipsarbeiði
· Høvuðsuppgávan verður málinga-
og reingerðisarbeiði á dekkunum
v.m.
Setanartreytir
Setanartreytir sambært sátt mála
millum Føroya Fiskimanna felagið
og Reiðara felagið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógv um og
møguligum ummælum skulu send-
ast til:
SMYRIL LINE
Financial Controller
M/F Norröna
P.O Box 370
FO-110 Tórshavn
Umsøknir skulu verða okkum í hendi
í seinasta lagi 10. desem bur 2006.
Nærmari upplýsingar um starvið
kunnu fáast við at venda sær til
fi nancial controller á:
+298 34 49 92 ella
controller@norrona.fo
SKIPSASSISTENTUR (DEKKARI)
TIL NORRÖNU
Smyril Line varð stovnað í
1982, og er í dag ein altjóða
fyritøka við skriv stovum í
Føroyum, Íslandi, Noreg,
Týsklandi og Dan mark. Um-
framt egnar skrivstovur, hev-
ur felagið eisini sam starvs-
felagar í megin part inum av
evrope iska megin land inum
og restini av út heiminum.
SMYRIL LINE · J. BRONCKS GØTA 37 · POSTBOKS 370 · FO-110 TÓRSHAVN
TLF 34 59 00 · FAX 34 59 50 · OFFICE@SMYRIL-LINE.FO · WWW.SMYRIL-LINE.COM
Fríggjadagin eru 100
ár liðin, síðani kirkjan
í Leirvík varð vígd.
Í hesum sambandi
verður skipað fyri
hátíðarhaldi
100 ÁRA DAGUR
Nú Leirvíkar kirkja verður
100 ár, hevur kirkjuráðið
lagt eina skrá við ymiskum
tiltøkum í samband við
hátíðarhaldið. Skráin er
løgd í samstarvi við skúlan,
missiónshúsið, skótarnar
og musikkskúlan.
Vígsludagin, fríggjadagin
1. desember, verður guds
tænasta kl.19.00. Byrjað
verður við fornminnunum
á Toftanesi, og eftir guds
tænastuna verður okkurt til
matna í skótahúsinum.
Hátíðargudstænasta verð
ur 1.sunnudag í advent
3. desember kl 11.00 við
Hans J. Joensen, biskupi
og Una Næs, sóknarpresti.
Felagskórið Gøta-Leirvík
syngur. Høvi verður at geva
eina peningagávu til kirkj
una.
Um kvøldið kl. 19.00
verður ungdómsgudstæn
asta við altargongd. Kór
syngur. Eftir gudstænastuna
verður hugnaløta og kaffi í
missiónshúsinum.
Eftir hátíðargudstænast
una 3. desember kl. 13.00
verður borðhald við døg
urða fyri kirkjufólkinum í
Leirvík.
Seinnapartin sunnudagin
kl 15 eru øll – burturi
og heima – boðin til
hugnaløta og kaffiborð í
Bygdahúsinum. Á skránni
er eisini framførslur og
sangur.
Mánadagin 4. desember
kl.19.30 heldur Steffen
S. Hansen, fornfrøðingur,
fyrilestur í skúlanum um
»Írskt og skandinaviskt –
nakrir tankar um søguna hjá
kristindóminum í Leirvík
og í Føroyum sum heild«.
Eisini verður sangur, tón
leikur og kaffi.
Umframt øll hesi tiltøk
ini fara fólk frá Musikk
skúlanum at seta dám á
gudstænasturnar í adventini
við tónleiki og sangi, sigur
Uni Næs, prestur.
Nýstovnaða G! Records,
sum er partur av G!
Music, ið m. a. stendur
aftan fyri G! Festival
og GBOB í Føroyum,
gevur fríggjadagin
út nýggja fløgu við
ævintýraranum
Flemming Petersen
TÓNLEIKUR
Talan er um eina dupult
útgávu við eini fløgu og ein
um DVD. Fløgan inniheldur
nýggjar sangir, fyri tað mesta
hjá Flemmingi sjálvum, og
DVDurin inniheldur m.a.
ein dokumentarfilm um
lívið hjá Flemming mill
um Aché indiánararnar í
frumskóginum í Paraguay.
Fløgan er upptikin og mixað
í Føroyum, meðan filmurin
er upptikin í Paraguay og
framleiddur í Skotlandi.
Flemming er sera opin,
erligur og óræddur sum
persónur, og so veit hann
eitt hav av søgum frá øll
um sínum upplivingum
saman við teimum hann
er góður við. Fløgan inni
heldur tískil í stóran mun
persónligar
sangir
um
tey, sum Flemming hevur
verið mest saman við -
familjan, beiggin, konan og
indiánararnir.
Flemming er úr Syðru
gøtu, har hann eisini býr
við familju síni nú, men
Flemming búði frá 1982 og
mong ár fram stóran part av
tíðini millum indiánararnar í
frumskóginum í Paraguay.
Jens Thomsen, sum hevur
nomið sær útbúgving innan
tónleikatøkni í London hevur
staðið fyri upptøkunum og
tónleikararnir telja millum
aðrar son Flemming, Benj
amin Petersen, kendur úr
m.ø. Deja Vu, umframt
elitutónleikarar sum Arnold
Ludvig, Brandur Jacobsen,
Andrass og Ólavur Olsen,
Gunnar Guttessen og Regin
Jacobsen. Lena Andersen
syngur við á onkrum løg
um. Húsan hevur samskiftis
fyritøkan nörd sniðgivið.
Nýggja fløgan hjá Flemm
ing er heimkomin og verður
at fáa í sølubúðunum kring
landið alt næstu dagarnir.
- Hetta er fyrsta útgávan
hjá nýggja G! Records og
vit eru spent at lata hetta
verk úr hondum, sigur Jón
Tyril frá felagnum.
- G! Records ætlar sær
ikki at geva ov nógvar
útgávur út um árið, men
ístaðin at velja út serligar
verkætlanir sum vit hava hug
at fara í gongd við og síðani
brúka
neyðugu
orkuna
uppá hesar. Tíð og orka
skal verða til umhugsan,
ráðgeving og hjálp við
øllum konseptinum, heilt frá
sangskriving, framleiðslu
og til promovering, image-
og pr-arbeiði.
- Í samband við júst hesa
fløguna hevur gongdin tó
verið eitt sindur øðrvísi,
enn tað, sum annars er
ætlanin, tí tá ið Flemming
Petersen vendi sær til okk
um og spurdi um áhugi var
í at geva upptøkurnar út,
var alt arbeiðið longu gjørt,
heilt frá upptøkum til húsa
og mastering. Fyrst bar eg
meg undan, men tá eg hevði
lurtað eftir fløguni í eini tvær
vikur dámdi mær hana so
mikið væl, at eg ringdi aftur
til Flemming og segði, at
eg vildi fegin geva hana út
og fór samstundis í gongd
við at stovna plátufelagið G!
Records, sum leingi hevur
ligið í kortunum, sigur Jón
Tyril. Hetta er fyrsta útgávan
hjá G! Records, men ikki
tann seinasta, tí fleiri útgávur
fara at koma frá felagnum í
framtíðini, lovar Jón, tó hann
ikki vil siga nakað um nær
næsta útgávan er á skránni.
Nú kemur fløgan hjá Flemming
Leirvíkar kirkja 100 ár
Fríggjadagin eru 100
ár liðin, síðani kirkjan í
Leirvík varð vígd. Í hesum
sambandi verður gudstænasta
fríggjakvølið kl 19