Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. januar 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 24. januar 2001 19 18 Nr. 16 - 24. januar 2001 Leygardagin varð skeið hildið í ÍSF húsinum, har Jákup Mikkelsen og mál- mansvenjari hansasra høvdu skeið fyri venjarum um málmansvenjing VENJING Jákup Mørk Skeiðshølið uppi á loftinum í ÍSF var at kalla á tremur, tá Jákup Mikkelsen og Svend Knudsen fóru undir venjaraskeiðið, sum man vera eitt hitt fyrsta av sínum slag her á landi. Venjaraskeiðini her á landi hava nú í nógv ár verið fleiri í tali, og einki er at ivast í, at hetta hevur givið føroysku venjarunum eitt nógv hollari støði at hava venjingar útfrá, men hinvegin hevur millum lítið og einki verið gjørt við ser- staka fyribrigdi, sum mál- mansvenjingin er. Skeiði var komið í lag, eftir at FSF um jóltíðir setti seg í samband við Jákup, fyri at vita, um møguleiki var fyri hesum. Jákup visti av, at venjari hansara, Svend Knudsen, áður hevði tosað um at fara eina ferð til Føroya, og nú, góðar tríggjar vikur eftir, varð skeiðið longu veruleiki. Nógvir smálutir Tá vit eftir skeiðið prátaðu við føroyska landsliðsmál- verjan, var hann eisini samdur í, at hetta so avgjørt er eitt øki, sum ov lítið hev- ur verið gjørt við her heima. Hinvegin er hann eisini greiður um, at tað ikki bert er ein spurningur, sum eig- ur at verða settur til ein- støku venjararnar. – Málmansvenjingin er ein partur av venjingini, sum víkir somikið nógv frá restini, at tað nærum ikki kann gerast við sama venj- ara. Hesin hevur jú gjarna eitt lið at hugsa um framm- anundan, so tíðin røkkur ikki til hjá honum. Har um- framt eru tað heilt aðrir lutir, sum gera seg galdandi í málmansvenjingini, og tí er neyðugu førleikin til hetta ofta ikki til staðar, sigur Jákup. Hann vísur í hesum sam- bandi á, at tað eru nogvir smálutir, sum eru broyttir í málmansspælið hansara, síðani hann fyri sjey árum síðani slapp at venja við serstøkum málmansvenj- ara. Hann dugir ikki at seta tøl á, hvussu nógv betri hann er vorðin av at spæla í Danmark, men leggur aftur dent á, at tað eru nógvir smærri lutir, sum eru betr- aðir, og sum samanlagt hava gjørt hann betri. – Tað eru somikið nógvir smálutir í málmansspæl- inum, sum ein venjari kanska als ikki leggur merki til, men sum ein mál- mansvenjari leggur seg eftir at síggja og betra. Tað eru kanska bara fetini, sum verða tikin, tá ein bjarging verður gjørd. Onnur halda kanska, at tað er í lagi bara bjargingin er har, men hin- vegin er umráðandi, at hon verður gjørd á rættan hátt. Hon skal jú rigga hvørja ferð. Teknikkurin er so máta avgerandi hjá okkum, tí í lutum sum loftiteknikk- ur og líknandi hava vit ikki loyvi at kiksa. – Eisini mentalt er talan um heilt aðra venjing hjá málverjanum í mun til aðrar spælarar. Vit skulu alla tíðina vera klárir, hóast vit ikki alla tíðina eru við í spælinum. Vit kunnu ikki, sum útileikararnir kunnu, arbeiða ella takla okkum inn í dystin. Har er kontant avrokning hvørja ferð, og tað krevur so aðrar egin- leikar, enn teir hjá útileik- arum. Tiltrongt Júst tí venjingin og ein- støku lutirnar innan mál- mansstarvið eru so serstak- ir, heldur Jákup eisini, at best hevði verið, um tað vóru fyrrverandi málverjar, sum vórðu uppaldir til mál- mansvenjarar. – Hesir duga nógv betri at seta seg inn í støðuna hjá málverjunum, og duga tí eisini betri at síggja, hvørj- um lutum arbeiðast skal við. Hann ivast ikki í, at hóast talan ikki var um so nógvar málverjar, sum um viku- skiftið vóru á skeiðnum, so er hetta eitt stig á røttu leið- ini, um støðið á málverjun- um skal betrast. – Eg havi eisini fingið tað fatan, at hetta er eitt øki, sum FSF ætlar sær at gera meira burtur úr framyvir, og tað er so avgjørt neyð- ugt. Eisini fyri at gera komandi landsliðsmálverj- arnar betri førar fyri at átaka sær ta uppgávuna. Jens Martin og eg eru báðir komnir eitt sindur upp í árini, so tað verður ikki í allar ævur, at vit koma at standa í málinum, sigur Jákup at enda. Ein av luttakarunum á skeiðnum um viku- skiftið var GÍ-venjar- in, Johan Nielsen. Hann heldur, at venjarar sum heild ikki hava nóg gott innlit í málverja- starvið MÁLVERJAR Jákup Mørk Tá tosað verður um før- oyskan fótbólt og føroyskar venjarar, so er neyvan nakar, ið hevur drúgvari royndir á økinum enn núverandi GÍ-venjarin, Jo- han Nielsen. Hann taldist sjálvandi eisini millum luttakararnar á skeiðnum leygardagin, og hann er eisini samdur við landsliðsmálverjanum í, at málmansvenjingin er eitt øki, sum ikki verður gjørt nóg nógv við her heima. Teir royndu skulu við Hann vísur á, at hetta er eitt somikið serliga øki, sum ov fáir venjarar hava fortreytir fyri at átaka sær, men kortini dugur hann so av- gjørt at síggja fyrimunir í einum slíkum skeiði. – Hetta gevur okkum so avgjørt nakrar nýggjar im- pulsir sum venjarar, men skulu vit koma rættiliga víðari í hesum, er tað neyð- ugt, at vit eisini fáa teir eldru málverjarnir við í hesum. Vit hava jú fleiri fyrrverandi málverjar, sum so avgjørt eru egnaðir til uppgávuna, og tí ræður um at fáa hesar við. Spurdur um tað ikki eisini er ein spurningur um orku til at seta enn ein venjara, sigur hann, at tað nýtist ikki at vera hin stóri trupulleikin. – Mann kundi hugsað sær eina skipan, har feløg- ini samstarvaðu um mál- mansvenjarar. T.d. kundu feløgini í ymsu økjunum tikið stig til at fingið fatur á einum venjara, sum so upp á skift vandi málverjarnar í feløgunum, heldur Johan Nielsen. Samstarv millum feløg Annars er hann eisini av teirri fatan, at hetta so av- gjørt er eitt øki, sum nógv arbeiði skal leggjast í fram- yvir. – Nú eru vit komnir rættiliga langa leið við sjálvari venjaraútbúgving- ini, meðan vit ikki enn hava nakra útbúgving til mál- mansvenjarar. – Her kundi eg hugsað mær, at FSF nú fór í holt við at útbúgva instruktørar til hesa venjaraútbúgving- ina, soleiðis sum vit hava fingið tað í vanligu venj- araútbúgvingini. DBU hev- ur seinnu árini uppbygt eina líknandi skipan, so tað kundi verið í samstarvi vi teir, at hetta varð gjørt. Til kunningar kann ann- ars nevnast, at á venjaraøk- inum er útbúgvingin gjørd í samstarvi við DBU, og hava instruktørar frá danska fótbóltssambandin- um í fleiri ár verið fastir gestir í Føroyum, har teir hava havt skeið fyri ymsu venjarunum. Sum nevnt, so heldur Johan tó, at tað týdning- armesta í øllum hesum er, at vit fáa fatur á gomlu mál- verjunum. – Flestu venjararnir eru fullgreiðir um, hvussu støð- urnar úti á vøllinum taka seg út, men sæð frá mál- verjasessinum er støðan kanska ein heilt onnur, og tí er neygugt við persónum, sum kenna til sessin, at átaka sær uppgávuna, sigur Johan Nielsen at enda. Jákup vandi venjararnar Fáa teir gomlu við Saman við Jákupi Mikkelsen hevði málmansvenjarin hjá Herfølge, Svend Knudsen, um vikuskiftið skeði í málmansvenjing fyri føroyskum venjarum Mynd: Álvur Haraldsen ohan Nielsen heldur tað vera av avgerandi týdningi, at vit fáa røttu persónarnir inn í myndina, um vit skulu røkka nóg langt við málmansvenjingini Bill Justinussen Fornermaður útlendskur kapitalur Royndin at fáa fingrarnar í krúnuni á føroyska vinnu- lívinum, Havsbrún, mis- eydnaðust. P/f Varðin seldi sín partapening aðrar vegir, og ognin var varðveitt á føroyskum hondum. Áhugavert var at hoyra við- merkingarnar frá stjóranum í Pan Fish, tá hesin mátti staðfesta ósigurin: So byggja vit bara eina nýggja fóðurverksmiðju á norska vesturlandinum at kappast við Havsbrún. Síðani varð fráboðað, at føroysku ali- brúkini, sum Pan Fish eigur í, einaferð í framtíðini koma at keypa fóður frá norsku fóðurfram-leiðarun- um heldur enn frá Havs- brún. Skúladømi Hendan framferð er eitt skúladømi um, hvussu væntast kann, at útlendskur kapitalur kemur at seta dám á føroyskt vinnulív. Um Pan Fish ger, sum teir í vik- uni boðaðu frá, kann turt staðfestast, at í hesum føri vil útlendskur kapitalur, so sum fleiri hava ávarað ímóti, minka um virksemið í føroysku vinnuni. Við sín- um ætlanum um at keypa fóður úr Noreg heldur enn úr Føroyum, sum teirra ”føroysku” alibrúk enn gera, koma teir at flyta arbeiðspláss og inntøkur úr føroyskum vinnulívi til Noregs. Og sjálvt um Havs- brún eru og verða kapping- arførir, vil tað ikki fáa ”føroysku” alibrúkini hjá Pan Fish at keypa føroyskt fóður. Og um fóðurprísurin í Pan Fish-fyritøkuni í Noreg verður tvífaldaður, vilja teir framvegis keypa úr Noreg, tí eigarin er hin sami aftanfyri, og sostatt liggur samlaði vinningurin í somu lummum, tá av- tornar. At vit føroyingar missa nøkur arbeiðspláss og nakrar inntøkur, og landskassin missir skatta- inntøkur, gerst bara ikki við, tí útlendski kapitalurin hevur so ”mennandi” ávirkan á føroyskt vinnulív, verður sagt. Hvar fer útlendski kapitalurin Spurningurin er: Hvar end- ar tann útlendski kapital- urin, sum verður invester- aður í Føroyum. Higartil má ásannast, at fyri ein stóran part endar hann í lummunum á partaeigar- um, sum selja síni parta- brøv og harvið fara burtur úr vinnuni. At selja parta- brøv fyri yvirkurs kemur í nógvum førum ikki vinnuni tilgóðar. Um t.d. Pan Fish hevði keypt partabrøvini í Havsbrún, hevði hesin peningur ikki komið Havs- brún tilgóðar, men einans partaeigarunum, sum fara burturúr. Og tá Pan Fish og aðrir útlendingar hava keypt partabrøv í føroysk- um alibrúkum, eru alibrúk- ini ikki vorðin ríkari, men teir privatpersónar ella fe- løg, sum einaferð settu partapening í feløgini. Og tann peningurin verður neyvan brúktur í alibrúk- unum. Hvørji áhugamál hevur kapitalurin Tað er sjálvsagt, at ongin útlendingur hevur áhuga í at seta pening í føroyska vinnu, uttan so er, at hann sær fyrimunir við tí. Fyrst og fremst avkast, síðani rættindi og avgerðarrætt. Tí fara teir eftir partabrøvum, tí hesi geva ognar- og av- gerðarrætt. Og tá kapi- talurin hevur eina uppgávu, nevniliga at vaksa og gerast størri, spyr hann ikki eftir áhugamálum føroyinga. Um hann ein dag sær fyri- munir í at flyta ella niður- leggja t.d. eina alifyritøku, tí okkurt annað loysir seg betri, ella orsakað av inn- anhýsis kapping, ger hann tað uttan himpr. Ein ítøkilig ávaring Framferðin hjá Pan Fish skuldi sagt okkum, at neyð- ugt er at vera á varðhaldi. Ein fíggjarligur risi hevur ongar trupulleikar at gjalda 100 ella 200 milliónir ov nógv fyri eina fyritøku, um tað tænir teirra endamáli. Og Pan Fish er neyvan ein- asta dømi. Føroyar eru eitt sera áhugavert landafrøði- ligt øki, tí umhvørvið er heimsins reinasta, og vit liggja fjart frá næstu strond. Skaparin hevur givið okk- um stórar dýrgripir, sum vit eiga at umsita við skynsemi og ikki avreiða fyri løtu- vinning. Okkara forfedrar lótu okkum landið til láns, ta tíð, vit eru uppi á døgum, og okkara skylda er at lata tað víðari til okkara børn í sama ella betri standi. VIÐMERKINGAR Pan Fish teimum, sum framman- undan hava lægstu lønirnar, at fáa eina rímuliga lønarhækking. Tað er eisini ivasamt um talan her ikki er um brot á kommunala sjálvstýrið, so- leiðis sum hetta er staðfest í grundlógini, tí við ásetingini um at allir sáttmálar skulu góðkennast av Fíggjarmálastýrinum er samráðingarheimildin í veruleikanum tikin frá kommununum, hóast tað eru kommunurnar, sum gjalda útreiðslurnar, sum standast av hesum sáttmálum. Vit fara tí við hesum at heita á politiska myndug- leikan um at taka stig til at lønardeildin ikki framyvir fær heimild at leggja seg út í sáttmálar, sum privatu fakfeløgini og komm- unurnar gera um teir starvsbólkar sum limir eru í privatu fakfeløgunum. Samandráttur Samanumtikið kunnu vit vísa á, at lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum við landsstýrismanninum á odda miðvíst hevur roynt at forða fyri, at limirnir hjá Føroya Arbeiðarafelag hava fingið sømulig lønar- og setanarkor, men vit skulu gera púrasta greitt, at vit ikki fara at góðtaka slíkan ágang móti fakfelag okkara og limum felagsins. Sum vit hava nevnt frammanfyri, so hava vit eisini staðfest beinleiðis brot á grundleggjandi fyri- sitingarligar reglur um líka viðgerð av borgarum land- sins, og tí hevur lønar- deildin og Fíggjarmála- stýrið so dyggiliga avdúkað seg sjálvan í hesari ótespiligu herferð móti felag okkara. Felag okkara hevur stundum alment víst á tørvandi virðingina, sum bæði lønardeildin og landsstýrismaðurin hava víst mótvegis fakfeløgun- um, og hetta kann sjálvsagt hugsast at vera ein av orsøkunum til tann ágang, sum Føroya Arebiðarafelag og limir okkara hevur verið fyri frá almennari síðu. Vit vóna, at politisku flokkarnir duga at síggja hendan ágang sum framdur er, og at hesir flokkara taka stig til at forða fyri fram- haldandi ágangi móti før- oysku fakfelagsrørsluni. Vit skulu gera Fíggjar- málastýrinum púrasta greitt, at vit fara ikki at bakka fyri hesum ágangi, og vit vilja hava staðfest tey løgfrøðiligu brotini, sum stýrið hevur framt á m.a. vanligar fyrisitingar- ligar reglur. ∆ Nú veturin eftir álmanakk- anum er farin at halla, og fyrsti várdagur er í nánd, fer "Grindamannafelagið" undir sína kunnandi fund- arrøð í teimum økjum, vit ikki vóru í fjør – Suður- oynni, Sandoynni og Suð- urstreymi. Men fundarrøðin byrjar í Vágum, og tað hevur sína orsøk. Í juli-mánaði í fjør var ein grind hildin til í Sandavági, merkt við fylgi- sveinasendara og síðani rikin út aftur. Dagarnar aftaná kundu tey, sum høvdu áhuga, fylgja teim- um merktu hvalunum á heimasíðuni hjá Náttúru- gripasavninum. Men tey. sum fylgdu við "grindini", fingu bara at vita, hvar hvalirnir vóru staddir. Alt gott um tað, og eitt av endamálunum við merk- ingini var eisini at vita, hvussu hvalirnir ferðaðust. Frammanundan vistu vit einki um tað - nú vita vit nakað, men ikki alt. Tað fekst nógv annað burtur úr tí lítlu telduni, sum var innbygd í fylgisveinasend- aran. Nú eru hesi data viðgjørd, og vágafólk verða tey fyrstu, sum fáa nakað alment at vita um hetta. Tað eru fólk frá Náttúrugripa- savninum, ið greiða frá hesum. Hini sum verða við í vetur eru: Jústines Olsen, djóralækni og Maria Dam frá Heilsufrøðiligu Starvs- stovuni. Jústines hevur gjøgnum árini fylgt gjølla við og kanna avlíving av grinda- hvali. Vit eiga altíð at gera okkara arbeiði í grind ábyrgdarfult og lýtaleyst. Jústines fer at greiða frá um avlívingina og annað í samband við grind. Tað verður ongantíð tosað nóg nógv um avlívingina, tí hana síggja øll í einum grindadrápi, og hana er tað hugsað verður um, tá ið spurt verður, hvussu gekst í grindini. Hesin týdningar- mikli parturin av arbeiðin- um í grind eigur at ganga fyri seg fyrimyndarliga, og eitt av aðalmálinum hjá grindamannafelagnum er júst at kunna um avlíving- ina og greiða frá henni, soleiðis at føroyingar læra at skera á háls – skjótt og ruddiligt. Aftan á hesa ástøðiligu kunnan er bara at halda seg framat, tá ið grind er, í fyrstani við veg- leiðing frá einum royndum grindamanni. Maria Dam hevur í mong ár kannað føroyskan mat – eisini grind og spik. Hon fer á fundunum í stuttum at greiða frá, hvørji evni eru í hvalaúrdrátti. Men vit eiga at ganga út frá, at grind og spik er góður matur, tí grindahvalurin livir í heimsins reinasta umhvørvi – havinum kring Føroyar. H ø v u ð s t r u p u l l e i k i n , mannaættin í løtuni hevur at stríðast við, er dálking. Verður einki gjørt við hana, fer mannaættin at doyggja í sínum egna skarni, verður sagt. Men er tað nú so illa statt kortini? Sjálvandi er tað ikki tað. Tað verður veruliga nógv gjørt fyri at minka dálkingina – eisini her á landi. Latið okkum liva í einum reinum landi í reinum havumhvørvi. Landsins grøði fólksins føði. Vónandi fáa vit eisini eitt gott prát um lokal grinda- viðurskiftir á fundunum kring landið. Fundirnir verða hesir: Í Vágum hóskvøldið tann 25. januar klokkan 19.30 í skúlaauluni á Giljanesi. Í Suðuroy hóskvøldið tann 1. februar klokkan 19.30 í Framtíðini í Vági. Í Skopun hóskvøldið tann 8. februar klokkan 19.30 í Samljóð. Aðalfundurin hjá "Grindamannafelagnum" verður leygardagin tann 7. apríl í Norðurlandahúsin- um. Hetta verður lýst nærri seinri. Framhald av síðu 16 Tíðindaskriv frá »Grindamannafelagnum« Skipa fyri grindafundum