Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. januar 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 16 - 24. januar 2001 Í kvøld verða tríggjar av teimum fýra hálv- finalunum í Coca- Cola kappingini avgreiddar HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir at landsliðsuppgávur- nar nú eru lagdar aftur um bak á hesum sinni, er longu klárt hjá hondbóltsleikar- unum kring landið at fara í holt við næstu stóru upp- gávurnar. Hálvfinalurnar í Coca- cola kappingini, sum steypakappingin nú eitur, eru á skránni, og tríggjar av hesum verða avgreiddar í kvøld. Dupultbrak í Vestmanna Í Vestmanna hevur hond- bólturin í ár fingið betri fastatøkur enn vanligt, nú bæði kvinnur og menn tykj- ast fullkomuliga einaráð- andi í sínum deildum. Umframt oddasessin í landskappingini hava liðini eisini leikt seg til hálv- finalurnar í steypakapping- ini, og tey hava bæði heimavøll í fyrru uppgerð- ini. Kvinnurnar skulu taka ímóti Neistanum, og hóast havnarliðið tykist hava gjørt stór framstig í mun til grundspælið, so er einki at ivast í, at VÍF eru stórfavo- rittar í dystinum. Úrslitini í landskappingini tala sjálv- sagt til fyrimuns fyri hetta, men harumframt hevur VÍF havt eitt sera gott tak á júst Neistanum. Havnargentur- nar geva seg tó vanliga til tað allar seinasta, so spenn- andi verður at vita, um tær megna at skapa eitt ó- væntað úrslit. Hjá monnunum er talan um enn eina útgávu av klassikaranum yvir øllum í føroyskum hondbólti, tá Kyndil kemur á vitjan í Vestmanna. Er høvdið klárt Higartil er Kyndil einasta liðið, sum hevur skalað vestmenningunum, og tað tykist greitt, at ein favo- rittur verður sera torførur at finna í hesum dysti. Størsti spurningurin er helst, hvussu klárir nógvu landsliðsleikararnir hjá VÍF eru í høvdinum, tá teir fara inn til dystin. Kropsliga eigur tað at hava givið teimum ein fyrimun, at teir nú hava verið partur í seks knallhørðum dystum, men mentalt kann tað verða torført at seta seg upp til eina slíka uppgávu nú. Vestmenningar høvdu ikki færri enn átta leikarar á landsliðnum, meðan Kyndil í sín lut átti fýra leikarar. StÍf vitjar í Havn Triði dysturin í kvøld verð- ur í Havn, har mansliðini hjá StÍF og Neistanum fara at dystast. Eisini hetta tyk- ist sum ein sera spennandi dystur, og skal metast eftir úrslitunum í grundspælin- um, er so einki avgjørt. Her vunnu strandingar dystin í Havn, meðan teir heldur óvæntað máttu lúta á heimavølli. Til stuttleikar kann nevn- ast, at tað hjá monnunm er talan um somu hálvfinalu- luttakarar, sum í fjør. Tá eydnaðist tað sum kunnugt Kyndli at basa VÍF í sínum hálvfinalum, meðan Neist- in vann seg fram til finalu- dystin við at basa StÍF. So- statt hava havnarliðini í øllum førum hagtølini í sín- um parti, men enn hav hesi ongantíð avgjørt ein dyst, og soleiðis verður neyvan hesa ferð heldur. VB og Stjørnan Fjórði av fyrru hálvfinalu- dystunum verður í Vági leygardagin, tá Stjørnan og VB spæla. Ferðasambandið ger tað at kalla ógjørligt at spæla hendan mitt í viku, og tí verður hann nú leiktur um vikuskiftið. Liðini spæla annars eisini lands- kappingardyst um viku- skiftið, og verður hesin leiktur sunnudagin. Returdystirnir í Coca- Cola kappingini verða leiktir soleiðis. Týsdagin, 30. januar spæla Kyndil- VÍF og StÍF-Neistin hjá monnum. Mikudagin 31. januar spæla kvinnuliðini hjá Neistanum og VÍF, meðan Stjørnan eigur heimadyst móti VB tann 3. februar. Nr. 16 • mikudagur • 24. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Fyri stuttum varð annað umfarið í stórkappingini í billard spælt BILLARD Jákup Mørk Stórkappingin er eitt nýtt slag av kapping, sum verður roynt á fyrsta sinni í ár. Reglurnar eru soleiðis, at tey seks liðini, sum kappast, verða býtt í tveir bólkar. Í bólkunum spæla so teir seks luttakararnir (tveir á hvørjum liði) ímóti hvørjum øðrum, og stig verða so givin fyri dystirnar hvør sær. Í fyrra bólkinum hesa ferð vóru Vágs billardfelag, Havnar Kluibbi og Klaksvíkar Klubbi, og varð støðan hjá einstøku luttakarunum soleiðis: 1 Sonhard, Klaksvíkar Klubbi 6 stig 2 Niels, Havnar Klubbi 6 3 Tórður, Havnar Klubbi 4 4 Kristian Suni, Klaksvíkar Klubbi 4 5 Sámal P., Vágs Billardfelag 2 6 Birgir, Vágs Billardfelag 2 Hægstu seriuna í bólkinum fekk Tórður Holm, 136, og tað var eisini Tórður, sum hevði hægsta miðaltalið, nevnliga 19,55 eygu. Í hinum bólkinum kappaðust umbopðini fyri Fuglafjarðar Billardfelag, Tvøroyrar Billardfelag og Kaggan, og gjørdist endaliga støðan her: 1 Max, Tvøroyrar Billardfelag 8 stig 2 Gullok, Tvøroyrar Billardfelag 6 3 Bjarni Skaalum, Kaggin 4 4 Njál, Fuglafjarðar Billardfelag 2 5 Jákup, Fuglafjarðar Billardfelag 2 6 Johannes, Kaggin 2 Í hesum bólkinum hevði Max Rasmussen av Tvøroyri bæði hægsa miðaltalið og hægstu seriuna. Í miðal fekk hann 22,55 eygu, meðan besta serian kastaði 138 eygu av sær. Samanlagt gjørdist tað sostatt Tvøroyrar Billard- felag, sum hevði bestu úrtøkuna hetta vikuskiftið, meðan Max Rasmussen úr sama felag var leikarin, sum hevði besta persónliga úrslitið. Steyp vórðu sjálvandi latin fyri hesi avrik, og vórðu hesi latin av Flogfelag Føroya. Støðan eftir tey bæði fyrru umførini framgongur av yvirlitinum niðanfyri, har tað eisini sæst, hvussu tað gekst einstøku feløgunum hetta vikuskiftið. stig Felag stig eygu miðal íalt Tvøroyrar Billardfelag 14 32.114 20,09 3 Vágs Billardfelag 4 2.648 16,55 1 Klaksvíkar klubbi 10 2.736 17,1 1 Havnar Klubbi 10 2.658 16,61 0 Kaggin 6 2.478 15,49 -1 Fuglafjarðar Billardf. 4 2.158 13,49 -4 Stórkapping í billard Steypadagur Tað líkist einum sonnum braki, tá Kyndil í kvøld skal til Vestmanna, har fyrra hálvfinalan móti VÍF stendur á skránni Føroya Arbeiðarafelag Tórshavn, hin 9. januar 2001 Sum kunnugt hevur Føroya Arbeiðarafelag umboðandi dagrøktarar skrivað undir sáttmála við Kollafjarðar Kommunu, Sjóvar Komm- unu, Hósvíkar Kommunu, Fuglafjarðar Kommunu, Runavíkar Kommunu, Vágs Kommunu, Tvøroyrar Kommunu umframt við Føroya Kommunala Ar- beiðsgevarafelag umboð- andi 21 kommunum. Talan er um vanligar sátt- málasamráðingar, har roynt hevur verið at fingið ávísar lønarhækkingar framdar fyri ein starvsbólk sum frammanundan er ein hin lægstlønti í landinum, hóast hesin løntakarabólkur skal taka sær av týdningarmesta tilfangi okkara, nevniliga teimum børnum sum vaksa upp í samfelag okkara. Hesar samráðingar hava verið førdar á vanligan hátt, har partarnir hvør í sínum lagi hava ført fram sjónar- mið síni, og partarnir hava síðani funnið fram til semju, soleiðis at sáttmáli var undirskrivaður í hvørj- um einstakum føri. Lønin hjá dagrøktarum Nógv hevur verið tosað um lønina hjá dagrøktarunum, men ikki øll geva sær fær um, at tá kommunurnar tosa um »løn«, so leggja teir vanliga lønina saman við endurgjaldinum fyri beinleiðis útreiðslurnar, sum dagrøktararnir hava í sambandi við keyp av mati, mjólk, leiku umframt økta el- og oljunýtslu og slit av heiminum, har børnini verða ansaði. Útrokningar okkara hava víst, at í flest øllum komm- unum hava dagrøktararnir (dagrøktarmammurnar) havt eina mánaðarløn, sum hevur ligið millum kr. 8.000,00-9.000,00 fyri ansing av 5 børnum ella meira í upp til 10-11 tímar um dagin. Veruliga tímalønin hjá dagrøktarum í flest øllum kommunum hevur tí ligið um kr. 30,00-50,00 kr. Tann sokallaði 1/3 sum kommunurnar hava tosað um, hevur einki við løn at gera, tí dagrøktararnir hava nágreiniliga útroknað, at beinleiðis útreiðslur teirra liggja omanfyri hendan 1/3 sum útgoldin verður sum endurgjald fyri hesar bein- leiðis útreiðslur, og hetta hava myndugleikarnir eis- ini viðurkent. Lønin hjá dagrøktarun- um hevur sostatt, áðrenn Føroya Arbeiðarafelag gjørdi sáttmála við av- varðandi kommunur, bert verið sløk helvt av vanligu sáttmálalønini hjá ófak- lærdum arbeiðsfólki í Før- oyum. Lønardeildin brúkar ósakliga málsviðgerð í royndum sínum at forða dagrøktarunum í at fáa eina rímiliga løn. Fyrsti sáttmálin sum Før- oya Arbeiðarafelag gjørdi var við Kollafjarða Komm- unu, har dagrøktararnir høvdu ynskt at hava eins løn uttan mun til, hvussu aldursbýtið var á teimum børnum, sum dagrøktarar skuldu hava í dagrøkt. Kollafjarðar Kommuna sendi Fíggjarmálastýrinum nevnda sáttmála til góð- kenningar, og einasta við- merkingin sum Karsten Hansen, landsstýrismaður og leiðarin á lønardeildini høvdu var, at teir mettu, at tað var óheppið, at 1. mai er fastur frídagur hjá dag- røktarum (dagrøktar- mammum), tá hesin dagur ikki er fastur frídagur hjá øðrum sum starvast innan barnaansing. Hetta skriv frá Fíggjar- málastýrinum er dagfest 28.09.00. Eftir at Føroya Arbeið- arafelag hevði gjørt sátt- mála við Hósvíkar Komm- unu um sáttmála fyri dag- røktarar, sendi kommunan sáttmálan til Fíggjarmála- stýrið til góðkenningar, og við skrivi dagfest 31.10.00 skriva Karsten Hansen, landsstýrismaður og leiðar- in á lønardeildini kommun- uni bræv, har teir ikki bert leggja seg út í ásetingina um, at 1. mai skal vera fast- ur frídagur, men eisini leggja seg út í hvussu Føroya Arbeiðarafelag og Hósvíkar Kommuna hava avtalað lønarskipanina hjá dagrøktarunum. Eisini leggur Fíggjar- málastýrið seg út í áset- ingina um, at børnini skulu hava matpakka og skifti- klæðir við, umframt áset- ingarnar í sáttmálanum um, nær børnini skulu verða heintaði, tá tey eru í dagrøkt 1/2 tíð. Landsstýrismaðurin og leiðarin á lønardeildini við- merkja í hesum sambandi: »Hetta eigur at verða ásett í reglugerð fyri dag- røktina, sum dagrøktar- skipanin skipar fyri« Her roynir Fíggjarmála- stýrið at forða dagrøktar- unum í at fáa greiðar reglur um, hvat børnini skulu hava við í dagrøkt og nær dag- røktarin kann vænta, at børnini verða avheintaði, tá tey eru 1/2 tíð í dagrøkt. Vit skulu harðliga átala, at almennur myndugleiki leggur seg út í slíkar spurn- ingar, og nærum roynir at tvinga fakfelag og løntak- ara at góðtaka at arbeiðs- gevaraparturin einsæris skal áseta slíkar reglur, sum beinleiðis koma at ávirka arbeiðsumstøðurnar hjá dagrøktarunum. Fíggjarmálastýrið endar hetta skriv sítt soleiðis: »Sáttmálin verður góð- kendur við teirri treyt, at omanfyri nevnda verða rættað næstu ferð sáttmálin verður gjørdur«. Føroya Arbeiðarafelag gjørdi einaferð í heyst sátt- málar við Fuglafjarðar Kommunu, Runavíkar Kommunu, Tvøroyrar Kommunu og Vágs Komm- unu. Vit hava enn ikki fingiað nakra formliga fráboðan um, hvørt Fíggjarmála- stýrið eisini hevur lagt seg út í hesar sáttmálar. Í november 2000 gjørdi Føroya Arbeiðarafelag sátt- mála við Føroya Komm- unala Arbeiðsgevarafelag viðvíkjandi lønar- og starvssetanarviðurskiftunu m hjá dagrøktarunum í 21 kommunum. Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið sendi Fíggj- armálastýrinum nevnda sáttmála til góðkenningar og vit hava seinni fingið avrit av skrivi dagfest 07.12.00 frá lønardeildini hjá Fíggjarmálastýrinum til Føroya Kommunala Ar- beiðsgevarafelag. Hetta skriv er bert und- irskrivað av einum fulltrúa, sum starvast á lønardeildini og ikki av landsstýris- manninum ella leiðaranum á lønardeildini. Hetta skriv er ein bein- leiðis provokatión móti okkum sum fakfelag, og dagrøktarunum sum løn- takarar. Nú fer lønardeildin inn og leggur seg út í hvussu lønarskipanin er og m.a. verður heitt á kommunala Arbeiðsgevarafelagið um at rætta ásetingarnar um løn, soleiðis at lønin fyri 1 barn verður 20% av lønini á avvarðandi lønarstigi og ikki 21.25%, sum ásett er í sáttmálanum. Her krevur lønardeildin at avtalaða lønin sum er kr. 2.937,37 fyri hvørt barnið pr. mánaða verður sett niður til kr. 2.773,67 fyri hvørt barnið pr. mánaða. Her er talan um so greiða ósakliga málsviðgerð, at Føroya Arbeiðarafelag ikki ætlar at lata hetta fara aftur við borðinum, men um neyðugt ætla vit at fara í rættin fyri at fáa staðfest, at Fíggjarmálastýrið her er farið út um heimildir sínar. Ikki nokk við at lønar- deildin hjá Fíggjarmála- stýrinum her roynir at forða dagrøktarunum í at fáa eina rímiliga lønarhækking, men við hesum skrivi legg- ur lønardeildin seg eisini út í avtaluna um at 1. mai skal verða fastur frídagur og enntá fer lønardeildin so langt, at hon noktar dag- røktarunum at fáa partvísa løn undir sjúku, soleiðis at hendan løn saman við dag- peninginum kann tryggja dagrøktarunum, soleiðis at hesir ikki missa løn, um teir gerast sjúkir. Lønardeildin tykist at vassa longur og longur út í royndum sínum at forða dagrøktarunum í at fáa rímiliga løn, tí skrivið dagfest 07.12.00 til Føroya Kommunala Arbeiðsgev- arafelag endar soleiðis: »Sáttmálin verður góð- kendur við tí treyt (okkara undirstriking) at omanfyri nevndu rættingar verða gjørdar«. Vert er at býta merki í at dagrøktararnir í Tórshavnar Kommunu í áravís hava havt eina løn sum er ávíkavist 20% og 25% av lønini á ávísum lønarstigi, og lønardeildin hjá Fíggj- armálastýrinum hevur okkum vitandi uttan við- merkingar góðkent sáttmál- an sum galdandi er í Havn. Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum ger mismun á løntakarum Tað er ein meginregla í allari fyrisiting, at borgarar landsins skulu viðgerast eins, og tí er her talan um klárt brot á vanligu fyri- sitingarligu grundregluna sum lønardeildin hevur framt, nú tey nokta góð- kenning av lønarskipan í sáttmála, sum Føroya Ar- beiðarafelag hevur gjørt, hóast lønardeildin áður hevur góðkent meinlíka lønarskipan hjá øðrum fakfelag. Ikki bert fremur lønar- deildin hjá Fíggjarmála- stýrinum groft brot á vanligar fyrisitingarligar reglur, men vit hava við hesum eisini staðfest, at lønardeildin miðvíst tykist at forða Føroya Arebiðara- felag í at fáa limum felag- sins rímiliga lønar- og setanartreytir, og hetta fara vit sjálvsagt als ikki at góðtaka. Karsten Hansen svarar ikki skrivum okkara Føroya Arbeiðarafelag hev- ur við skrivi dagfest 20.12.00 skrivað Karsten Hansen, landsstýrismanni bræv, har vit vísa á framm- anfyri nevndu viðurskifti og har vit biðja um eina nærri frágreiðing frá lands- stýrismanninum persón- liga. Einasta svar sum vit hava fingið er frá lønardeildini, har sami fulltrúi, sum hevur skrivað upprunaliga skrivið til Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið boðar frá, at landsstýrismaðurin er burt- urstaddur og ikki verður aftur til arbeiðis fyrr enn 1 vika er farin av januar mánaða 2001. Vit hava sostatt fram- vegis einki frætt frá lands- stýrismanninum, hóast tal- an er um álvarsmál, sum hóttir við at fáa sera óhepn- ar avleiðingar fyri megin- partin av dagrøktarunum í Føroyum og dagrøktarskip- aninar sum heild. Spurningurin um 1. mai sum frídag Karsten Hansen, landsstýr- ismaður hevur sum nevnt frammanfyri boðað frá, at hann ikki kann góðtaka at dagrøktarar fáa 1. mai sum frídag, hóast allir aðrir limir okkara í áravís hava havt frí hendan altjóða arbeiðaradag. Samskiftið innan sam- gonguna og innan Tjóð- veldisflokkin tykist ikki at vera tað besta, tí so at siga samstundis hevur lands- stýrismaðurin í Undir- vísingar- og Mentamálum Torbjørn Jacobsen boðað frá, at ætlan hansara var at avtaka grundlógardagin sum fastan frídag hjá skúl- unum og í staðin brúka 1. mai sum fastan frídag. Sjónarmiðini hjá lands- stýrismanninum í Fíggj- armálastýrinum fyri at forða dagrøktarunum í at hava frí 1. mai halda als ikki, og tykjast at byggja á somu ósakligu viðgerð, sum alt hetta mál hevur fingið í Fíggjarmálastýri- num. Fíggjarmálastýrið góð- tekur stóra lønarhækking hjá løgtingslimum, men unnar ikki vanliga løntakar- anum nakrar krónur afturat í lønarposan. Helst minnast allir føroyingar tað risastóru lønarhækking sum fyri fáum árum síðani varð latin løgtingslimum okkara. Hendan lønarhækking var helst í krónum 10 ella 20 fald tað peningaupp- hædd sum dagrøktararnir eftir nýggja sáttmálanum skuldu hava í lønarhækk- ing. Hesi dømi vísa hvussu lítla virðing politiski mynd- ugleikin, og her serliga Fíggjarmálastýrið hevur fyri vanliga løntakaranum. Lønardeildin hjá Fíggj- armálastýrinum roynir, sum frammanfyri nevnt av øll- um alvi at forða dagrøkt- arunum, sum eru ein av lægstløntu løntakarabólk- um okkara, at fáa nakrar krónur afturat í lønarhækk- ing, meðan Fíggjarmála- stýrið í veruleikanum einki hevur gjørt fyri at forða fyri teimum risa lønarhækking- um, sum politikarir okkara fyri fáum árum síðani hava latið sær sjávlum. Hesin leikur hjá Fíggjar- málastýrinum hevur avdúk- að, at eisini í Fíggjarmála- stýrinum er tað góðkendur politikkur, at tey sum hava mest skulu fáa meira, með- an tey sum frammanundan hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman skulu tvingast at verða verandi á sama lága lønarstøði teirra. Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum sum góðkenningar- myndugleiki Sum kunnugt er Fíggjar- málastýrið okkara størsti almenni arbeiðsgevari, og vit síggja undir hvørjum sáttmálasamráðingum, hvussu lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum roynir at forða fyri, at tey alment løntu fáa bøtt um lønar/ og starvssetanarviðurskifti síni. Tað er tí sera óheppið, at sama lønardeild sum hjá Fíggjarmálastýrinum skal verða góðkenningarmynd- ugleiki, tá talan er um sáttmálar, sum m.a. felag okkara ger við kommunur- nar, tí tað er bert arbeiðs- gevarasjónarmið sum koma til sjóndar, tá lønardeildin skal viðgera og góðtaka slíkar sáttmálar. Talan er als ikki um sakliga fyrisiting- arliga viðgerð, men ein ósaklig roynd at forða VIÐMERKINGAR Lønardeildin forðar við ósakligari málsviðgerð teimum lægstløntu at fáa lønarbata Framhald á síðu 19