mikudagur 24. januar 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 24. januar 2001
15
gult cyan magenta svart
14
Nr. 16 - 24. januar 2001
gult cyan magenta svart
Gjestal Baby Ull
Barna jakki og troyggjur
Tlf. 312727
Uppskriftin
hesa vikuna
VIÐMERKINGAR
Jonhard Eliasen
19. januar 2001
Uppskot er sett fram á tingi
um varðveitan av høgum
rentustudningi. Sagt verð-
ur, at uppskotið fyrst og
fremst skal gagna teimum,
sum eru ringast fyri. Góður
vilji
liggur
uttan
iva
aftanfyri uppskotið, men
sannlíkt er, at tað fer at
virka beint øvugt av tí, sum
tilætlað er.
Í 1996 samtykti løgtingið
eina lóg, har ásett varð, at
landskassin skuldi geva
studning til tey, sum høvdu
rentuútreiðslur í samband
við sethúsalán og lestrar-
lán. Studningurin bleiv
ásettur til 48% av rentu-
útreiðslunum fram til ár
2000, og skuldi síðan lækka
niður í 44% í 2001 og 40%
í 2002.
Helst átti studningurin
eftir langtíðarætlan at verið
lækkaður enn meiri, soleið-
is at greið symmetri varð
millum
kapitalútreiðslu-
skatt og kapitalinntøku-
skatt. Somuleiðis átti mun-
ur ikki at verið gjørdur á
lánum, hvat endamáli við-
víkur. Ein leigari t.d., sum
tekur lán til keyp av inn-
búgvi fær ikki rentustudn-
ing, men tað fær tann, sum
keypir innbúgv til egnan
bústað.
Viðgerð av uppskoti í
fíggjarnevnd
Skipanin, sum galdandi
hevur verið síðan 1996,
hevur havt týdning fyri tey,
sum hava tikið fíggingar-
avgerðir.
Húsakeyparin
hevur havt rentustudningin
sum eina týðandi fortreyt at
halda seg til umframt
metingar um inntøku- og
rentugongd v.m.. Somu-
leiðis hevur lógin virkað
sum týðandi fortreyt fyri
starvsfólk í fíggingarstovn-
um, tá ið tey hava mett um
førleikan hjá lántakaranum
at gjalda rentur og avdrátt.
Uppskot er nú sett fram í
løgtinginum,
har
mælt
verður til ikki at lækka
rentustudningin frá 48%
niður í 40%. Uppskotið
hevur fingið fyrstu viðgerð
og er beint í fíggjarnevnd-
ina, har tað kemur til við-
gerðar á fundi mánadagin
22. januar, sum pkt. 2 á
fundarskrá: “Løgtingsmál
nr. 33/2000: Uppskot til
løgtingslóg um broytingar í
løgtingslóg um stuðul til
rentuútreiðslur av lánum.”
Áhugavert verður at frætta,
hvussu leikur ferð í hesi
nevndarviðgerð.
Hvussu fer uppskotið at
virka?
Verður uppskotið samtykt,
fara lántakarar og lángevar-
ar at seta upp nýggjar út-
rokningar og at taka øðrvísi
avgerðir enn undir verandi
skipan.
Tekin í verandi skipan til
peningastovnar og lántak-
arar kann orðast soleiðis:
“Rentustudningurin fer at
minka! Ansið eftir ikki at
geva ella taka ov stór lán til
fígging av sethúsum”.
Lítil ivi man vera um, at
hetta teknið hevur virkað
tálmandi á sethúsaprísin,
hóast prísurin hevur verið
vaksandi seinnu árini.
Verður uppskotið sam-
tykt, verður rentukostnaður
eftir rentustudning minni
og harvið hugurin at lána
og fíggja størri. Tey, sum
hava bústað fyri neyðini,
eru í kapping hvør við ann-
an um grundstykkir og
bygningar. Eisini fíggingar-
stovnarnir kappast, ikki um
bústaðir beinleiðis, men um
lántakarar við bústaðar-
tørvi.
Úrslitið er størri eftir-
spurningur og útboð av
fígging til keyp av bústaði,
og førir hetta til hækkandi
prísir á grundstykkjum og
bygningum.
Hvør vinnur og hvør
tapir?
Uppskotsstillararnir fara
heldur lætt um hesi viður-
skifti í grundgevingum sín-
um. Teir vísa á, at stórur
rentustudningur má varð-
veitast, tí renta og oljuprísir
hava verið hækkandi sein-
astu tíðina - sum um hetta
er nýtt fyribrigdi, ið ikki
áur hevur plágað tey, sum
gera metingar um hóskandi
lánsstødd í samband við
húsakeyp. Víðari vísa teir á,
at barnafamiljurnar eru
ringast fyri, og sum skilst á
teimum, ið seta fram upp-
skotið, fer varðveitan av
høgum rentustudningi at
hjálpa júst hesum sam-
felagsbólki.
Ymist er, hvussu rentu-
studningur rakar. Við stór-
ari vissu kann tó sigast, at
tað ikki verða ungu barna-
familjurnar, sum fáa gagn
av tí skipan, sum skotin
verður upp - tvørturímóti.
Fyrst er at siga, at kom-
andi og verandi lántakarar
teljast millum tey, sum
mugu gjalda tann skatt, ið
má krevjast inn fyri at
fíggja rentustudningsskip-
anina.
Her man vera sera lítið
vunnið hjá hesum lántakar-
um; teir taka pening inn í
vinstra lumma, tá ið rentu-
studningur verður útgoldin,
og gjalda hann útaftur úr
høgra lumma til eitt hægri
skattatrýst enn neyðugt,
uttan rentustudning.
Tey, sum hava goldið
sethúsalánini hjá sær aftur
— pensionistar til dømis -
fáa einki úr landskassanum,
men sleppa við skattgjaldi
sínum at vera við til at
fíggja rentustudningin til
tey, sum hava lán. Tað sama
gera leigarar, tvs. tey, sum
ikki vilja ella ongantíð
klára at seta seg fyri at
keypa egnan bústað.
Við rættiliga stórari vissu
kann sigast, at stóri taparin
verða tey, sum enn ikki
hevur keypt sær hús, og
sum koma at gera hetta
komandi árini.
Verður uppskotið sam-
tykt, fer tað at hava við sær
bráddliga hækking í húsa-
prísum. Her er talan um
prísvøkstur
afturat
tí
prísvøkstri, sum longu ger
seg galdandi. Umframt tað,
at ungir komandi húsa-
eigarar skulu gjalda væl
hægri prís fyri hús síni enn
undir verandi rentustudn-
ingsskipan, kunnu hesir
somu síggja fram til eitt
langt lív, har teir skulu
gjalda skatt til fígging av
rentustudningsskipanini.
Stóru vinnararnir við
uppskotinum munnu teljast
millum nøkur fá, sum hava
fleiri hús og grundstykkir
enn teimum tørvar til egnan
bústað. Hesir kunnu selja
burturav ognum sínum til
ein væl hægri prís við
nýggju rentustudningsskip-
anini — virðisvinningurin
er arbeiðs- og skattafríur.
Rentustudningsskipanin
er vandamikil
Býtispolitiskt virkar upp-
skotið neyvan eftir ætlan
hjá teimum, ið hava sett tað
fram.
Búskaparfrøðingar eru
ósamdir um mong viður-
skifti, men hetta kann ikki
sigast at vera galdandi fyri
rentustudningsskipanina.
Her er greið semja um, at
skipanin virkar avlagandi á
búskaparbygnaðin. Studn-
ingurin hevur við sær, at
tekin, sum fíggingarstovnar
og húsakeyparar fáa frá
marknaðarkreftum, verða
ógreið. Fylgjan er, at stórur
vandi er fyri, at skeivar
avgerðir verða tiknar. Vandi
er fyri, at kapitalur ikki
verður beindur í íløgur, har
hann ger stórst nyttu í mun
til tapsvága. Hetta viðførir
ótryggleika fyri hin ein-
staka, samstundis sum tað
kostar dýrt fyri samfelagið
sum heild.
Búskaparfrøðingar, bæði
føroyskir, danskir og aðrir
við, hava víst á hesi
viðurskifti í mong ár. Her
er talan um skaðiligan
institutionellan karm um
ávísan part av fíggingar-
marknaðinum. Búskapar-
ráðið hevur enn eina ferð
tikið málið upp í nýggjastu
frágreiðing síni, ið kom út
nøkulunda samstundis sum
uppskotið um broyting av
lógini um rentustudning.
Búskaparráðið vísir á, at
rentustudningsskipanin er
ein skaðilig og avlagandi
skipan.
80-ára frágreiðingin tikin
til eftirtektar?
Uppskotið um broyting av
lógini um rentustudning
kom til 1. viðgerðar á tingi
tann 21. desembur, tvs.,
eftir at tingið hevði havt
§19 frágreiðingina til við-
gerðar á aðalorðaskifti, og
eftir at tingmenn vóru farn-
ir at hugsa um at taka
frágreiðingina um 80árini
til eftirtektar.
Undir viðgerð av § 19
frágreiðingini var hvassliga
funnist at politikarum, sum
sótu í 80-unum, fyri ikki at
hava fylgt tilmælum frá bú-
skaparfrøðiligum ráðgev-
um.
Gangi út frá, at upp-
skotsstillararnir ikki høvdu
nýggjastu frágreiðingina
hjá búskaparráðnum tøka,
tá ið teir løgdu fram upp-
skotið um rentustudnings-
skipan, og at teir somu-
leiðis heldur ikki hava verið
kunnaðir um greiðu fakligu
tilmælini, sum givin eru í
mong ár, um at minka
rentustudningin.
Vóni tí, at hetta skriv ger
teir varðar við vandamálini
viðvíkjandi rentustudnings-
skipanini, og at teir taka
uppskot sítt aftur ella
broyta tað til eina minking
av rentustudninginum eftir
teimum leiðreglum, sum
m.a. búskaparráðið hevur
víst á.
Realkredittfígging -
menning av føroyska
fíggjarkervinum
Ymisk viðurskifti vóru
havd á lofti undir 1. viðgerð
í tinginum. Teir, sum tóku
orðið, vístu á tørvin á
betring av viðurskiftum hjá
teimum, sum høvdu fígging
til keyp av bústaði fyri
neyðini.
Formaðurin í javnaðar-
flokkinum, Jóannes Eides-
gaard, vísti á eina aðra
konstruktiva
leið
enn
vandamiklu loysnina við at
hækka rentustudningin í
mun til verandi skipan.
Tilmælið hjá Jóannes
Eidesgaard snúgi seg um at
fáa realkredittfígging av
bústaðarbygningum
at
virka í Føroyum. Hugskotið
er áhugavert, og er talan
uttan iva um týðandi og
samfelagsgagnligt
mál,
sum nakað eigur at verða
gjørt við. Hugsast kann
eisini, at talan ikki er um
verðuleikafjart mál, og at
tað ikki nýtist at ganga rúm
tíð, áðrenn realkredittfelag
kann gerast virki í Før-
oyum.
Ein týðandi fortreyt er í
hesum sambandi handils-
stað fyri virðisbrøv, sum
føroyingar hava smiðliga
atgongd til. Arbeitt hevur
verið við at skipað slíkan
infrastruktur í nøkur ár, og
ganga eftir ætlan ikki nógv-
ir mánaðir, áðrenn virðis-
brævamarknður gerst virk-
in í Føroyum í einum ella
øðrum vælskipaðum formi.
Somuleiðis kundu real-
kredittlánsbrøv saman við
øðrum føroyskum virðis-
brøvum virka sum nýggjur
íløgumøguleiki hjá eftir-
lønarskipanum. Hesin tørv-
ur er til staðar, líkamikið
hvør politisk loysn verður
vald í samband við ger av
fíggjaðari eftirlønarskipan.
Verður útboð av føroyskum
virðisbrøvum skipað, er
møguligt at eftirlønarupp-
sparing eisini kann koma at
gera gagn í Føroyum. Sum
nú er, fer øll hendan langa
uppsparingin av landinum í
útlendsk láns- og partabrøv.
Ein trupuleiki í hesum
sambandi, sum lóggevarar
okkara kundi sett sær fyri at
loyst, er skipan av reglu-
verki á realkredittøkinum.
Realkredittvirksemi bleiv
— eins og tryggingarvirk-
semi — yvirtikið sum før-
oyskt sermál, tá heima-
stýrislógin kom í gildi.
Løgtingið hevur lóggávu-
heimild á økinum, men
hevur enn ikki nýtt hendan
rætt.
Tað, at eingin lóggáva er
á økinum nýtist ikki vera
forðing fyri, at føroyskt
realkredittfelag byrjar virk-
semi, ei heldur at út-
lendskar realkredittfyritøk-
ur byrja virksemi í Før-
oyum. Hinvegin hevði verið
best, um greiðir lóggávu-
karmur
vóru
galdandi.
Realkredittlóggáva — eins
og skipan av øðrum fígg-
ingarvirksemi — verður í
dag í flest øllum framkom-
num londum grundað á
felags aðalreglur. Hesar
aðalreglur eru t.d. at finna í
sonevndum EU-direktiv-
um, sum lond í Evropa —
eisini lond uttanfyri EU —
grunda sína lóggávu á.
Hetta kundi eisini verið
útgangsstøðið fyri føroyska
lóggávu á økinum.
Uppskot um rentustudning – er frágreiðing
um 80-ini tikin til eftirtektar?