mikudagur 24. januar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 24. januar 2001
13
12
Nr. 16 - 24. januar 2001
Birgir Mohr
Sandi
Vilja hava fullan suve-
rænitet til landið – men
lata ognirnar fara?
Fullveldissamgongan hevur
rent seg fasta í sjálvstýris-
politikkinum, og tað var at
vænta, tá »hovsa«-loysnir-
nar hjá landsstýrismannin-
um
í
sjálvstýrismálum
blivu tann leisturin, sum
skuldi bera á mál til sjálv-
stýri. Fyritreytirnar: sum
tað at umsita og gjalda
nevnda sjálvstýri, tær blivu
elegant umlopnar, sum nak-
að, ið kundi ornast aftaná,
men hesin politikkur er
deyðsdømdur, soleiðis ber
ikki til.
Vit fingu einki fullveldi,
tí vit vilja ikki gjalda prísin
fyri fullveldi her og nú, og
loysnin var eisini óverdug –
karaktersjálvmorð
hevur
onkur nevnt tiltakið.
Eitt landsstýri, sum í
1998 fór til Danmarkar og
kom heim aftur við nógv-
um peningi umframt hækk-
aðu og hækkandi blokk-
studningi í trý ár fram, mót-
sigur sær sjálvum, tá tað
síðan hevur roynt at billað
okkum øðrum inn, at vit
ikki nýtast hendan danska
pening, og at blokkstuðulin
er til fordærv fyri okkum
føroyingar? Eingin
trýr
slíkum leiðarum, sum í
stórmálum gera eitt, fyri
síðan at mæla til tað mót-
satta í sama valskeiði. Slíkt
er at undirmeta medvitið
hjá borgarunum.
Nei, sjálvstýrispolitikk-
urin verður best førdur eftir
sama hóvliga mynstri, sum
vit kenna tað síðan 1948, tó
at vit í dag liva í eini aðrari
tíð á so mangan máta. Yvir-
taka, umsita og gjalda so
hvørt inntil vit eru sjálv-
bjargin.
Alt politiskt arbeiði og
vit føroyingar hava nú í trý
ár verið í einum fullveldis-
rúsi, su vit vita ikki ber á
mál, óansæð um vit halda
fólkaatkvøðu um hetta ella
ikki, og eingin fólkaat-
kvøða kann binda komandi
løgting
og
landsstýri.
Fólkaatkvøða um fullveldi
er bert ein roynd hjá sam-
gonguni at tvinga and-
støðuflokkarnar at føra
loysingarpolitikk í framtíð-
ini, men soleiðis ber ikki til
at binda demokratiska vilj-
an. Framtíðin ræður sær
sjálvum; mandatið hjá ver-
andi samgongu er nú og eitt
ár fram. Tá talar fólkið aft-
ur.
Tað ringasta fyri okkum
føroyingar er, at øll orkan
er farin og fer til hetta evsta
valdið = fullveldið, meðan
nógv onnur mál verða for-
sømd og ikki loyst. Dømir
eru pensiónsmálið, sum er
blivið ein meirskattur ella
ein tvungin uppsparing.
Ella »Brimla«-málið, sum
er við at gerast ein inter-
national skomm fyri okkum
føroyingar. Men ringast er,
at eingin í Tinganesi gevur
sær far um, at útlendingar
eru við at fara við ognum
okkara, og eingin lóg forðar
hesum?
Meðan
samgongan
í
Tinganesi gongur í full-
veldisrúsi, so seta útlend-
ingar dagskránna í føroyska
samfelagnum. Útlendingar
yvirtaka avgerðarrættin til,
hvar virksemi skal vera,
yvirtaka ognarrættin til
okkara vinnutól og harvið
til okkara náttúruríkidømi.
Føroyingar skuldu troyta
sama ríkidømi – okkum
føroyingum til frama – tað
trúðu vit, men git um tað
verður so?
Útlendingar hava fingið
avgerðarrættin til, hvar
oljuvirksemið í Føroyum
skal verða – ikki Løgting
og Landsstýri okkara? Út-
lendingar eiga longu stóran
part í/av Føroya frægastu
skipum? Útlendingar hava
roynt og vóru líka við at
ogna sær okkara einasta
virki til pelagiskan fisk og
alifóður? Útlendingar eru
við at ogna sær størra part-
in av alivinnuni? Hetlend-
ingar og íslendingar skulu
bjarga okkara fræga og ein-
asta ferðamannafelag eftir
sjónum?
Og tá samgongan er lið-
ug og hevur ført sín poli-
tikk út í lívið, so eiga út-
lendingar helst eisini stóran
part av Føroya Banka, At-
lantsflog, Føroya
Fiska-
virking, Føroya Fiskasølu,
Føroya Tele og kanska enn
meira, tí tað er blivið sagt
meira enn einaferð, at hesi
almennu feløg skulu selj-
ast? Men hvør keypir, út-
lendingar?
Í fullveldisrúsinum berj-
ast okkara myndugleikar
fyri evsta valdi til landið,
meðan teir lata útlendingar
fara við ognum føroyinga.
Og vit kunnu so av álvara
gerast húskallar í egna
landi okkara, tí eingin lóg
forðar fyri hesum. Men er
slíkt í familju við sjálvstýr-
ispolitikk ella nationalan
stoltleika? Er tað framtíðar-
støða føroyinga?
Hví hava vit gloymt, hvør
hevur goldið, tá á stóð?
Vóru tað útlendingar? Nei,
tað hava vit føroyingar,
palleba og marsanna fyrst
og fremst, og hvør fíggjaði?
Jú, tað bleiv bert ein kredi-
torur, tá ringast stóð til:
danski staturin, sum ikki
kravdi hvørki ognarrætt
ella avgerðarrætt afturfyri,
er tað longu gloymt?
Hvat skulu vit gera í Før-
oyum, um útlendingar eiga
alt, sum fer at kunna geva
yvirskot? fiskurin, alingin,
oljan, bankavinnan osfr.? Tí
tá fer yvirskotið sama veg,
til útlandið. Jú, vit kunnu
spæla fullveldi, um vit fáa
onkran at gjalda undirskot-
ið fyri okkum!
Føroya
myndugleikar,
farið til verka og syrgið fyri
við lóg, eins og tað mátti
gerast við »Elektron« á
sinni, at ognarrætturin til
náttúruríkidømið og før-
oyska
vinnulívið
kann
verða verandi á føroyskum
hondum. Lóggevið ímóti
yvirharradømi frá stór-
spekulantum og útlendsk-
um stórkapitali, sum er við
at eta okkum innanífrá við
hjálp frá nøkrum heilt fáum
her á landi, meðan landsins
myndugleikar hyggja at,
»sum ryssa yvir deyðum
fyli«.
Tað má lóggevast um, og
harvið avmarkast, í hvønn
mun útlendskur kapitalur
skal sleppa at gera íløgur í
Føroyum á øllum relevant-
um økjum.
Og tað er nógv meira
ábyrgdarkent at berjast fyri
at varðveita landsins ognir,
náttúruríkidømi og vinnu-
lív á føroyskum hondum og
undir føroyskum avgerðar-
rætti her og nú, enn at berj-
ast fyri fullveldi her og nú,
tí tað seinasta letur seg ikki
gera, tí fyritreytirnar eru
ikki upp á pláss enn – langt
frá.
Sleppið nú tí órealistiska,
romantiska tjóðskaparpoli-
tikkinum, sum hevur vald-
að í Føroyum í skjótt trý ár!
Farið heldur og førið real-
istiskan
sjálvstýris-
og
sjálvbjargnispolitikk.
Framtíðarstøða føroyinga!
VIÐMERKINGAR
Frits Johannesen
Duga
føroyingar
einki
annað enn at klandrast? Eg
meini so við t. d. Brimil,
sum nú hevur ligið og
snákað sær í Noregi skjótt
eina hálva ”øld”, eigur
hann einki hjartarúm í okk-
ara medviti? Eftir baki-
dagar koma snákidagar,
verður tikið til. Øll kenna
vit søguna um Ólav Halga,
hvussu hann var hagreiddur
og so tann franska víndunk-
in, sum varð keyptur til
landið uttan fyrilit. Nú hev-
ur verið so mikið av stákan
kring hetta vaktarskip, at
snákidagarnir skuldu verið
av, men svá er ikki. Eg
”moyni” tað.
Tað plagdi at vera há-
bærsligt at lyfta høvdi høgt
og breggja sær eitt sindur.
Altíð var tað so, at onkur
fekk ilt av hesum. Nú
nýggja Norønna er komið
upp undir land, er aftur
galið. Eg veit ikki hvat tað
er, sum ger, at vit ganga í so
trongum skóm. Fyri nøkr-
um árum síðani høvdu vit
ein góðan fart til Skotlands
við Smirli, men gakk. Sámal
Petur í Grund, løgtings-
maður,
avhøvdaði
sum
landsstýrismaður hesa leið,
umframt at hann skar ”høvd-
ið” av trimum javnað-
arstjórum. Hetta er so
smáttskorið at koma framat,
og so sveiggja við øksini og
kubba á stokkinum bæði so
og so. Hesin fartur til
Skotlands kundi havt ment
seg nógv og verið ein góð
leið hjá bæði høgum og
lágum at farið eftir í dag.
Nú vísir tað seg, at het-
lendingar bjarga Norrønu.
Er tað ikki skomm? Landið
eigur at seta einar 200 til 300
milliónir í hetta felag (skip),
so tað battar. Fullveldið er í
eygsjón, tí skulu vit hava ein
tignarligan kjøl at sigla á.
Lítil dugur verður í okkum,
um vit tá fara at sigla
landanna
millum
í
tunnuflakum og flita eina
skrubbu av Norðhavinum til
Skotlands aðru hvørja viku.
Norrøna er ein vegur, ein
tunnil og ein jarnbreyt til
meginlandið.
Ídnaðurin
eigur at hava eina góða rás
at fara eftir, tá ið hugsað
verður um útflutningin.
Hetta kann bert gerast við
einum dygdargóðum skipi.
Minnast skulu vit til, at vit
hava langa leið til megin-
landi, og hetta kostar okk-
um dýrt, tí eiga vit hava ein
lagaligan fart til ein sámi-
ligan prís til útflutning. Tey,
ið vit kappast við, eru á
meginlandinum, og hava
tey nógv lagaligari kor, tá
ið útflutt verður, enn hvat
vit hava. Fert tú at ferðast,
ja, so eigur hetta eisini vera
lagaligt. Í Evropa fara fólk
landanna millum sum fon
fyri lítið og lætt. Tú kanst
fáa eina góða ferð frá
Danmark t. d. til París bert
fyri 1000 kr. Hetta er sum
ein vikuskiftisferð til Suð-
uroynna.
Álvaratos, Føroyar er
ikki øðrvísi enn eitt reiðarí.
Landsins
myndugleikar
(landsstýrið/Løgtingið)
eiga at baka soleiðis, at
Norrøna verður okkara
stoltleiki og veita Smyril
Line
eina
peningaliga
hjálp, so tað stendur eftir.
Tá ið hetta er gjørt, snáka
vit okkum og fara við
Norrönu við laksi til París,
at ferðast og hyggja eftir
heimslist. Hví ikki tað?
Norröna
Jóannes Eidesgaard
Eg síggi, at Edvard Her-
mansen í grein við heitin-
um “Objektivur tíðinda-
flutningur, ella…?” í end-
anum sigur, at eg skal hava
gjørt mær dælt av støðuni,
sum tók seg upp í samband
við eitt innslag, sum Út-
varpið hevði um formans-
valið í Sjálvstýrisflokkin-
um. Hetta tí, at eg sama
kvøld hevði eina viðmerk-
ing í Degi og Viku um sama
mál.
Lat meg fyrst siga, at tí-
verri var yvirskriftin til inn-
slagið í Degi og Viku als
ikki var í tráð við inni-
haldið av samrøðuni. Yvir-
skriftina eigur Svf, meðan
eg eigi samrøðuna. Yvir-
skriftin var, at eg ákærdi
Helenu Dam á Neystabø,
landsstýrismann fyri em-
bætismisnýtslu. Hetta er
púrasta burturvið, tí tað
gjørdi eg so avgjørt ikki,
tvørturímóti. Viðkomandi
journalistur, sum gjørdi
samrøðuna, hevur eisini
váttað fyri mær, at yvir-
skriftin, sum Svf hevði
gjørt, var heilt villleiðandi.
Eg skal viðganga, at eg
var eitt sindur ivasamur, um
eg skuldi luttaka ella ei, tí
tað var kanska ikki so lætt
at halda tunguna mitt í
munninum. Men eg kom tó
eftir, at tíðindini vóru so
mikið skelkandi og “belast-
andi” fyri okkara politisku
skipan, at vit ikki kundu
lata tey fara aftur við borð-
inum. Støðan hevði verið
júst tann sama, um tað var
onkur annar, sum stóð fyri
skotum. Hetta átti ikki at
sleppa at hanga í leysum
lofti.
So til sjálva samrøðuna.
Fyri tað fyrsta legði eg mær
eina við at gera eina púra
neutrala samrøðu, og fyri
tað næsta legði eg mær eina
við ikki at ákæra nakran av
pørtunum.
Samstundis
legði eg dent á, at vit sum
politikkarar og annars alt
Føroya fólk áttu at fáa at
vita rætta samanhangin so
skjótt sum gjørligt, tí ákær-
urnar vóru av tí slagnum,
sum kann kallast embætis-
misbrúk. Eg endaði við at
siga, at landsstýrismaðurin
skjótast gjørligt átti at
koma við sínum viðmerk-
ingum eins og løgmaður
eisini átti at gera.
Hetta hendi, júst sum tað
skuldi.
Stutt rættleiðing til Edvard Hermansen
Høgni Hoydal
Tað støðuga persónsstríðið
í fullveldismálinum má
halda støðga. Hetta setir
serliga kílar millum javnað-
arfólk og tjóðveldisfólk. Vit
eiga tí at lata gekkaskortar-
nar falla innan fólkatkvøð-
una.
Spurningurin er einfald-
ur: Er tað fólkið í Føroyum,
sum hevur avgerðarrættin
ella eru tað danskir mynd-
ugleikar?
Nærum í hvørjum orða-
skifti um fullveldismálið
kenni eg tað so, at alt skila-
gott samskifti endar við, at
persónsspurningar,
for-
feingiligheit og uttanumtos
forða fyri semjum. Nú
sigur formaður javnaðar-
floksins so enntá, at Tjóð-
veldisflokkurin forðar fyri
eini loysn. Mangt skal ein
hoyra, áðrenn av dettur
oyra.
Aftur og fram
Ta einu løtuna verður Tjóð-
veldisflokkurin skýrdur at
standa fyri kubbing og
kvetting og at offra væl-
ferðina hjá føroyingum. Ta
næstu løtuna verður hann
skýrdur at vilja hava dansk-
ar pengar í allar ævir og at
vera ov lítið loysingarsinn-
aður. Ta triðju løtuna sigur
javnaðarflokkurin
seg
stuðla, at blokkstuðulin
skal burtur undir øllum
umstøðum. Ta fjórðu løtuna
sigur javnaðarflokkurin, at
hann vil fara longur enn
Tjóðveldisflokkurin.
Ta
fimtu løtuna sigur Javnað-
arflokkurin, at Tjóðveldis-
flokkurin aftur vil kubba og
kvetta og offra blokkstuð-
ulin.
Hetta hongur ikki saman.
Hetta kann ikki halda fram.
Hetta tykist sum ein ævigur
sjónleikur, har tað snýr seg
um at spæla ein leiklut,
sum ongin skilur meining-
ina við longur. Tað tykist
sum stívnaðir gekkaskortar
verða hildnir fyri andlitið –
hóast
aðrir
tankar
og
kanska heit hjørtu fjala seg
aftanfyri.
Lat okkum so gloyma
persónarnar og viðgera sak-
ina.
Víðkað sjálvstýri
Trupulleikin er, at danska
stjórnin viðurkennir ikki, at
tað er Føroya fólk, sum
hevur avgerðarrættin í Før-
oyum. Tað hava vit jú fing-
ið sligið fast við sjey-
tummaseymi í samráðing-
unum.
At Poul Nyrup Rasmus-
sen so sigur í svari til ein
fyrispurning frá formanni
Javnaðarfloksins, at føroy-
ingar kunnu fáa víðkað
sjálvstýri inni í danska rík-
inum, er onki nýtt og broyt-
ir jú onki uppá viðurkenn-
ingina.
»Der er således ingen
ændring i Færøernes stats-
retlige og folkeretlige sta-
tus«, slær hann jú fast í
seinasta brævinum til løg-
mans.
Ongin kann sostatt halda
fram at siga: At vit kunnu
hava evsta vald í landinum
uttan at hava fullveldi. At
siga, at vit skulu hava evsta
vald og evstu ábyrgd – men
bara á summum økjum,
sum danska stjórnin loyvir
okkum. Tað er rætt og slætt
ein stór sjálvmótsøgn í
sjálvum sær.
Semjan liggur
beint fyri
Um vit nú heldur orða
spurningarnar, so vit koma
til kjarnuna í málinum, so
kann og eigur ikki at vera
nøkur størri ósemja millum
Javnaðarflokkin og Tjóð-
veldisflokkin um tjóðskap-
arspurningin.
1.Eru vit samd um at føroy-
ingar eru tjóð við fullum
sjálvsavgerðarætti?
2.Eru vit samd um, at tað er
føroyska tjóðin – Føroya
fólk – sum skal hava
evsta valdið, ognarrættin
og yvirvaldsrættin til
Føroya land?
3.Eru vit samd um, at tað
bert eru teir myndugleik-
ar, sum Føroya fólk velur
á demokratiskan hátt,
sum kunnu umboða før-
oysk áhugamál?
4.Eru vit samd um, at vit
skulu gerast fíggjarliga
og búskaparliga sjálv-
bjargin og minka blokk-
stuðulin burtur í eini
rímiligari skiftisskipan?
5.Eru vit samd um, at vit
skulu hava eina grund-
lóg, sum Føroya fólk
sjálvt skal góðkenna,
sum ásetur rættindir og
skyldur hjá føroyingum,
og sum ásetur, hvørjir
myndugleikar kunnu út-
inna vald í Føroyum?
Eru vit samd um hesar
spurningarnar, so er tað
okkara skylda, at leggja
persónsstríð niður og held-
ur stríðast fyri at gjøgnum-
føra okkara felags mál.
Tað er okkara skylda at
lata gekkaskortarnar falla
innan fólkaatkvøðuna.
VIÐMERKINGAR
Gekkaskortarnir mugu falla
Hans Jørgensen
Tjóðveldisflokkurin dubbar
til harðan bardaga. Nú skal
Javnaðarflokkurin
hava
toyggið, Sosialurin er fyrsta
offrið. Nú eru tey kroyst,
men møguliga skuldi tað til
fyri at vekja tey úr dreym-
inum, tey krevja, at øll onn-
ur skulu droyma.
Í Sosialinum 19. januar
hevur Anita á Fríðriksmørk,
løgtingskona, kvassorðaða
og eftir mínum tykki lítið
konstruktiva grein. Eg ætli
mær ikki at viðgera hennara
neyðarróp, nú hon sýnist at
vera kroyst upp í ein krók
politiskt. Rottan ger tað
sama, hon loypur á og bítur,
tá hon ongan annan útveg
finnur.
Eingin uttan Anita á Fríð-
riksmørk og nakrir aðrir
»fulltiknir« tjóðveldismenn
kunnu sannførast um, at
Tjóðveldisflokkurin
og
fullveldisætlanin eru burt-
urtagd og forfylgd í Sosial-
inum. Tvørturímóti halda
fleiri, at júst Tjóðveldis-
flokkurin hevur fingið lut-
falsliga alt ov stóra rúmd í
fjølmiðlunum – eisini Sosi-
alinum – og tað hevur havt
við sær, at onnur týðandi
samfelagsviðurskifti
eru
púra tagd burtur. Hetta hev-
ur so aftur havt við sær, at
ert tú ikki samdur við full-
veldisætlanini hjá sam-
gonguni og Tjóðveldis-
flokkinum, so ert tú eitt
grenj og ókonstruktivur.
Thurid Debes Hentze segði
einaferð, at tað er sera trup-
ult at vera kritiskur um nak-
að, sum er positivt betónað.
Fullveldisætlanin
er
positivt betónað, og tí er tað
sera trupult at viðgera ta
ætlanina við kritiskum eyg-
um. Alt sýnist so sjálvsagt,
at setur tú spurningar, so
virkar tað negativt.
Tað
vita oddafólkini í Tjóðveld-
isflokkinum, og tey gera
sær dælt av støðuni. Tey,
sum ditta sær at hava eina
aðra hugsan, eru negativ,
undanstøkkingar, samfel-
agsfíggindar, ganga ørindi
fyri fremmanda makt, sum
vil føroyingum ilt (Quis-
lingar) o.s.fr.
Javnaðarflokkurin
konstruktivur
Hóast ágangin, og hóast
niðurgerðingina, so heldur
Javnaðarflokkurin fram at
reka ein konstruktivan,
frameftir peikandi politikk.
Sjálvstýrilóg
Javnaðarfloksins
Fyri at halda seg til tað, sum
flokkurin er mest hartaður
fyri av »klóka« taktikkinum
hjá oddamonnum Tjóðveld-
isfloksins, ríkisrættarstøð-
una, so hevur eingin annar
flokkur so álvarsliga og so
grundiga
viðgjørt
tann
spurningin í allari floks-
skipanini og sent støðu sína
út til almenningin. Sjálv-
stýrilóg Javnaðarfloksins er
væl umhugsað og gjøgnum-
arbeidd og skilagott grund-
arlag undir nýskapan og
øllum framburði, samstund-
is sum hon gevur komandi
ættarliðum fulla heimild og
møguleika at virka í ríkin-
um ella fara úr tí uttan
svørðslag, um føroyingar til
ta tíð skuldu valt tað.
Fjølmiðlafólk
halda tit ikki, at nú má
spurningurin kunna vendast
í dagligu viðgerðini? Man
ikki vera upp á tíðina at
spyrja serstakliga Tjóð-
veldisflokkin, men sjálv-
andi hinar við: Hvat er í
Sjálvstýrilóg
Javnaðar-
floksins, sum tit ikki kunnu
taka undir við? Gongur hon
í móti fólkaræði, frælsi at
ráða sær sjálvum sum tjóð?
Tekur
hon
fíggjarliga
grundarlagið undan væl-
ferðarsamfelagnum? o.s.fr.
Smáligheit (forfængi-
lighed skrivar Jørgen
Frants)
Fíggindin er ikki nakar út-
lendingur. Fíggindin er
smáligheitin í okkum føroy-
ingum, sum ístaðin fyri op-
ið og ærliga at tala okkara
egnu sak, velja at stara okk-
um blind í einum máli, sum
í veruleikanum átti at verið
ein avgreiðslusak.
Leggið til merkis, at með-
an »fullveldisfólk« berjast
um stakkalastás, skræða
gribbarnir solidarisku skip-
an okkara sundur.
Eg skal koma aftur til
tann vælskipaða og kon-
struktiva andstøðupolitikk-
in hjá Javnaðarflokkinum í
komandi grein. Eg vóni, at
tað fer at eydnast aftur at
tosa um politikk á fólks-
ligari
og
solidariskari
grund. Vit hava brúk fyri at
byggja hetta land og ikki
spilla tíðina til at oyði-
leggja.
Meðan »fullveldisfólk« berjast um stakkalastás:
Skræða gribbarnir solidarisku
skipan okkara sundur
Alvin Joensen
Tað er sindarligt at
síggja hvussu, Føroy-
ingar aka á berum
skalla: Eitt tað fyrsta,
man burdi hugsa um, nú
loysingin stendur fyri
durum, burdi verið at
spart har sparast kann,
og brúkt teir møguleik-
ar, sum eru til staðar, í
samfelagnum í dag, og
ikki gera dýrar óneyð-
ugar loysnir, bert fyri at
tað heila skal verða so
stórt og hábærsligt.
Fyri nøkrum árum
síðani bleiv bygt í Akra-
byrgi, stórt, flott og
dýrt. Men nyttan við
hesum byggjaríi, man
verða minimal, sum
støðan er í dag. Hevði
hendan
støðin
ikki
verið, sera væl egna til
MRCC støð? Nei eg
bert hugsi. Tað er
møguligt at tað verður
for bíligt at brúka. Støð-
in er jú har og tað skal
nok ikki gerast so nógv
við hana, áðrenn hon
kann brúkast til MRCC
støð. Og so liggur hon
eisini i Suðuroy? Ikki tí,
tað man ikki verða so
nógv arbeiðspláss sum
koma burtur úr eini slík-
ari støð. Men alt fløvar.
Kanska vit kundu spart
nakrar, av okkara sjalv-
stýriskrónum her. Tí
onki er at ivast í, at tað
landsstýri ætlar í dag,
eru burturspiltir pengar.
20 mió. til keyp, (10
mió. til umbygging).
Ein loysnin kundi verið,
at 10 mió. vórðu brúktar
til
(umbygging),
av
støðini i Akrabyrgi, og
hinar 20 mió. fóru til at
gera eina útgerðarhavn Í
Vági. Soleiðis hevði
man kunna skapt nøkur
brúkilig, verandi virðir í
samfelagnum. Tí sum
er, høvdu norðingarnir
onki mist uppá hetta, vit
í Suðuroy eru ikki førir
fyri at geva tað tænastu
sum skal til, so her
hevði verið ein møgu-
leiki
hjá
virkjunum
norðanfjørðs, ikki bert í
sambandi við oljuna
men, eisini virksemi í
Suðuroy. Møguligt. Tað
hevði verið løgi um
virkini Norðanfjørðs,
longu standa klár til
hesa avbjóðing?
Tá ið man hevur verið
á rannsóknarferð í Suð-
uroy, á Drelnes kl.12,
norður aftur kl.14, man
tað hava verið við vilja,
ella bert fyri at undir-
strika, støðuna í sam-
ferðsluni til Suðuroy, og
facilitetirnir her, tað er
heldur ikki so nógv at
hyggja eftir. Men mátin
sum tað heila verður
bygt uppá, er undir alt
lágmark.
Útgerðarhavn