Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 29. november 2006 5 tíðindi Rógvi við nýggjari uppfinning Rógvi Nielsen úr Vestmanna hevur enn einaferð framleitt nýggja uppfinning til alivinnuna. Vinnuvitan skrivar, at Rógvi hevur ment eina maskinu, har fiskurin verður elektro-doyvdur, áðrenn hann fer í blóðgingarmaskinuna. Hetta ber við sær, at fiskurin verður væl minni strongdur, og tað gevur úrslit í betri fløkum. Framman undan hava virki nýtt vatn, sum er kølt við koltvíiltu, men hesum sleppa tey undan við at nýta nýggju tøknina. Ása er forkvinna fyri hotellunum Nýggj nevnd varð vald í felagið í oktober mánaði, og í hesari sita Ása Jónsdóttir, Uni Danielsen og Erik Suni Danielsen. Nevndin hevur síðani skipað seg við Ásu Jónsdóttir sum forkvinnur. Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum verður sagt, at nýggja nevndin hevur sett sær nøkur greið mál at arbeiða fyri komandi árið. Felagið ætlar at arbeiða fyri, at ferðavinnan fær somu sømdir sum ídnaður, tá tað kemur til prísirnar hjá SEV, og felagið ynskir eisini at fáa útvarps- og sjónvarpsgjald niður fyri gistingarhúsini. Nú gistingarhúsini hava fingið lægri avgjald á kreditkortum gjøgnum HORESTA, verður arbeitt víðari fyri eisini at fáa eina tilsvarandi loysn fyri matstovurnar. Og felagið roynir at fáa vanligar keypstreytir fyri drykkjuvørur frá Rúsuni. Bersøgni leiðarin á fólkaskúladeildini á Mentamálaráðnum sigur, at Pisa kanningin vísir, at tað ikki bara er skúlin, men eisini samfelagið, sum ikki hevur tað gott, og hann heldur, at foreldrini ikki liva upp til tað, sum tey eiga at gera í skúlahøpi SKÚLAFUNDUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Hann boðaði frá, at hann ætlaði at vera provok­er­ andi, og tað var ikki lukku­ ligt, sum Olaus Jesper­sen var opinskáraður, tá ið Suðurstreymoyar Javnaðar­ felag týskvøldið skipaði fyri orðaskifti um fólkaskúlan í Miðlahúsinum. – Pisa kanningin hevur víst, at støðið í fólkaskúlanum er ikki, sum tað eigur at vera. Vit eru á fólkaskúlaøkinum ímillum tey aftastu. Tað er ein katastrofa, um spurn­ ar­tekin verður sett við henda veruleika, segði Olaus Jespersen, leiðari á fólkaskúladeildini á Menta­ málaráðnum, og hann hevði eisini sína meining um, hvør orsøkin er til vánaliga úrslitið: – Skúlin er spegil av samfelagnum. Tá ið tað stendur illa til í fólka­skúl­ anum, so er tað fráboðan um, at tað eisini stendur illa til í samfelagnum og ikki minst millum foreldrini. Foreldur eiga ábyrgdina Olaus Jespersen vísti á, at tað er ábyrgdin hjá for­eldr­ unum, at børnini eru væl fyri, tá ið tey koma í skúla. Her hugsaði hann um, at tey eru væl svøvnt, hava fingið røttu føðina, og at tey møta til ásettu tíðina. Serliga hvat hesum síðsta viðvíkur var skoðsmálið, sum leið­ arin á fólkaskúladeildini gav foreldrunum í høvuðs­ staðnum ikki nakað serligt. – Nær eru bíðirøðirnar á ringvegnum og í rund­ koyringunum her í Havnini størstar, spurdi hann, og Olaus Jespersen svaraði sjálvur: – Ferðslan er tættast klokk­­an átta. Tað er, tá ið børn­ini eiga at sita í skúl­anum, og tað er, tá ið nógv av foreldrunum eiga at vera komin til arbeiðis. Men nógv børn møta ikki í skúlanum fyrrenn klokkan tíggju minuttir yvir átta og í summum førum ikki fyrrenn klokkan hálvum níggju, og foreldrini møta til arbeiðis uppaftur seinni. Stongja klokkan 8 Leiðarin á fólka­skúla­deildini á Mentamálaráðnum visti eisini at siga, at tað hevur havt avleiðingar fyri skúlar, sum hava roynt at stramma upp á hesi tingini. – Vit hava hoyrt frá skúl­ um, sum leggja stóran dent á, at skúladagurin byrjar stundis­liga klokkan átta, at tað næstan ikki ber til at undirvísa, tí ein partur av børnunum ikki møta fyrrenn góða løtu eftir, at tey eiga at møta. Í onkrum skúla hava tey stongt hurðina fyri at tað ikki skal vera so nógv órógv í fyrsta tímanum. Úr­slitið av hesum hevur verið, at foreldur hava kært skúlan til Mentamálaráðið. Tað eru altso foreldur, sum aftur og aftur eru orsøk til, at teirra børn møta ov seint í skúlanum og harvið órógva arbeiðsfriðin, sum kæra skúlarnar til Menta­ málaráðið, ið taka uppgávuna í álvara at byrja til tíðina. Tað sigur nógv um, hvussu støðan er í samfelagnum, og at tað ikki bara er millum skúlanæmingarnar, at tað er neyðugt at stramma upp, sigur Olaus Jespersen, leiðari á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum. Foreldrini misrøkja skúlan Týskvøldið var fólka­skúlin í fokus í Miðlahúsinum, tá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevði tikið stig til ein al­mennan kjakfund um evni SKÚLAFUNDUR Orð & myndir Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Eitt seksmannað pallborð hevði Suðurstreymoyar Javn­aðarfelag savnað sam­ an týskvøldið at viðgera fólkaskúlan. Hesir seks pall­borðsluttakararnir um­boðaðu nógvar yms­ ar partar: Hanus Joen­ sen, skúlastjóri í Komm­ unuskúlanum, Maibritt Jacob­sen, pedagogur, Heð­in Mortensen, borgar­ stjóri, Olaus Jesper­sen, deildarleiðari í Menta­ mála­ráðnum, Andrias Peter­sen, løgtingslimur og Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum. Hug­skotið við at hava fundin var útmerkað, fleiri áhugaverd sjónarmið vóru eisini frammi og kjakið var eisini hildið á einum sømiligum støði. Men tá tað er sagt, so skal eisini sigast, at fundurin í nógvar mátar var rættiliga tamur. Lítið nýtt kom undan kavi og kjakið virkaði til tíðir rættiliga óskipað. Ein rúgva av hugskotum og við­merk­ingum vóru, men tann reyði tráðurin vantaði onkursvegna. Fólkaskúlin er eitt ovur­ honds stórt og breitt evni, og tí hevði helst meiri komið burtur úr kvøldinum, um evni var meiri avmarkað. Til dømis um tað er rætt at koyra børn í skúla sum seks ára gomul. Í staðin sveimaði kjakið vítt og breitt um allan skúlaverkið, og lítið nýtt var at koma eftir. Eftir fundin var tó ein greið niðurstøða. – Tað er bara ein, sum kann sita á síni fløtu reyv og fáa úrslit, og tað er ein høna, segði onkur skemtandi úr salinum. Okkurt má gerast við fólkaskúlan, men eftir fundin í gjár er framvegis ógreitt, hvat skal raðfestast fremst. Á hesari og fylgjandi tveim­ um síðunum verður ljós varp­að á nøkur av teimum sjónar­miðunum, sum vórðu havd á lofti í Miðlahúsinum í gjárkvøldið. Fólkaskúlin í fokus – Skúlin er spegil av samfelagnum. Tá ið tað stendur illa til í fólkaskúlanum, so er tað fráboðan um, at tað eisini stendur illa til í samfelagnum og ikki minst millum foreldrini, segði Olaus Jespersen, leiðari á fólkaskúladeildini hjá Mentamálaráðnum