mikudagur 29. november 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 231 - 29. november 2006
tíðindi
Skype uttan teldu
Philips kemur nú á marknaðin við eini Skype-telefon, sum
ikki nýtist at vera íbundin eina teldu fyri at koyra. Ein líknandi
telefon er júst send á marknaðin av RTX Telecom, og hetta
verður helst byrjanin til eina veruliga bylgju innan Skype-
tøknina, sum ikki er heilt so nýggj longur. Telefoninarnar
frá Philips og RTX kosta á danska marknaðinum ávíkavist
1.499 og 1.200 kr.
George Best á pengaseðli
Í Norðurírlandi er ein nýggjur pengaseðil nú komin í umferð.
25. november var júst eitt ár síðani, at fótbóltslegendan
George Best doyði, og tað er hann, sum prýðir nýggja
fimmø-punds-seðilin. George Best var einans 59 ára gamal,
tá hann doyði, og hóast hetta einamest komst av støðugari
ovurnýtslu av rúsdrekka gjøgnum nógv ár, so verður hann
framvegis mintur sum ein av størstu hetjunum, sum landið
hevur fostrað. Í altjóða fótbóltshøpi verður hann tíðum
nevndur á linju við menn sum Pelé, Maradona og Cruyff.
Formaðurin í ment
anarnevndini hjá Løg
tinginum heldur ikki
alt rugga rætt, tá ið
úrslitið av kanningini
sigur, at skúlin er
sjúkur, meðan næm
ingarnir tykjast raskir
og sunnir og standa
seg væl
SKÚLAFUNDUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tølini siga, at vit so ruddu
liga eru dumpað í Pisa
kanningini. Tað mugu vit
fyrihalda okkum til. Um vit
ikki gera tað, so hava vit ein
stóran trupulleika.
Hetta vóru fleiri av teim
um, sum høvdu orðið á
skúlafundinum í Miðla
húsinum í Vágsbotni týs
kvøldið so sára samd um.
Tað skortaði heldur ikki
upp á uppskot um orsøkir
til úrslitið og upp á, hvussu
skúlin kann betrast.
– Um kommunurnar fáa
fulla ábyrgd av fólkaskúl
anum, so verða fyritreytirnar
fyri betri skúla heilt víst
betri, vóru ráðini hjá Heðini
Mortensen, býráðsformanni
í Havn og formanni í komm
unusamskipanini, ið eisini
helt, at kommunurnar hava
víst t.d. í barnaansingini, at
tær eru førar fyri at umsita,
og at kommunurnar í t.d.
barnaverndarøkinum hava
víst, at tær megna væl at
samstarva.
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum, hevði eisini
sín heilivág fyri at fáa skúlan
at rigga betri, enn hann ger
tað nú:
– Tað er sera týdning
armikið, at privatpraktis
erandi lærararnir verða
avtiknir. Tað hoyrir ikki
nútíðini til, at lærarin
fær loyvi til at fara inn í
skúlastovuna og at hurðin
verður latin aftur, og at
tað harvið einki samstarv
verður millum lærarar og
flokkar. Fleiri royndir og
eftirmetingar eiga at vera í
fólkaskúlanum, størri komm
unur skulu hava ábyrgdina,
og sentrali myndugleikin
skal standa fyri visjónunum
og eftirlitinum, vóru nøkur av
hugskotunum hjá stjóranum
í Vinnuhúsinum, sum eisini
helt tað vera upplagt, at aðrir
fakbólkar enn lærararnir
sleppa framat:
– Um t.d. ein verkfrøðingur
hevur hug at undirvísa, so
eigur hann at fáa møguleika
til tað, um hann skúlar seg í
námsfrøði.
Sæst ikki á
sjúklinginum
Formaðurin í mentanarnevnd
ini, Andreas Petersen, sigur,
at úrslitið av PISA undan
kappingini kom óvart á. Hann
hevði roknað við, at Føroyar
fóru at liggja umleið á sama
støði sum Danmark, sum
gjørdist nummar fjúrtan.
– Vit í mentanarnevndini
hava havt tey mongu tilmæl
ini um, hvat skal gerast
fyri at hækka støðið til við
gerðar í tvær vikur. Fyrst í
desember fer Løgtingið at
viðgera fólkaskúlan, og í
tí sambandi fara vit at fáa
fleiri upplýsingar frá Menta
málaráðnum.
Men hóast dapra úrslitið,
og hóast tað ivaleyst er
neyðugt at seta fleiri tiltøk
í verk, so heldur Andreas
Petersen, at vit ikki mugu
leypa framav:
– Í mínum dagliga læknayrki
havi eg í tredivu ár kannað og
mett um úrslit av kanningum.
Tá ið úrslitið fyriliggur, og tað
tykist katastrofalt, og tá ið eg
samstundis kenni sjúklingin
og veit, at hann tykist hava
tað gott, so spyrji eg meg
sjálvan, um tað er nakað galið
við háttinum, sum kanningin
er gjørd uppá, og viðhvørt er
tað neyðugt at gera nýggjar
kanningar, var myndin, sum
Andreas Petersen málaði, og
hann helt fram:
– Eg havi í mong ár fylgt
børnum í føroyska fólka
skúlanum. Tey síggja út
til at hava tað gott, og tey
flestu standa seg væl í mið
námsskúlum, og føroyingar
smæðast ikki burtur ímillum
á lærdum háskúlum. Vit eiga
at taka Pisa undankanningina
og úrslitið av fyrstu kanning
ina, sum fer at koma næsta
ár, í størsta álvara. Men
samstundis haldi eg, at vit
skulu ansa eftir ikki at gera
forhastaðar og avgjørdar
niðurstøður. Tað er neyðugt
við nýggjum kanningum, og
eitt nú at fáa greiðu á, hvussu
tað stendur til sammett við í
grannalondunum, eitt nú tá
ið tað ræður um støðið hjá
lærarunum, penganýtsluna
fyri hvønn næming og so
mong onnur lyklatøl.
Nógvir partar
Hanus Joensen vísti á ítøkilig
mál, sum tað er neyðugt at
gera nakað við, um støðið í
skúlanum skal hækka:
– Partur av skúlanum er
kannaður, men ikki allur
skúlin. Undir kreppuni var
eingin eftirútbúgving av
lærarum. Nú er eitt sindur
betri, men ikki nóg gott.
Fysisku karmarnir eru ikki
nóg góðir. Nógvir skúlar
eru gamlir, ikki nútímans.
Føroyski skúlin er tann
bíligasti í Norðurlondum.
Næmingarnir hava færri
tímar, enn tey hava í granna
londunum, og lærararnir fáa
minni í løn enn lærararnir
í grannalondunum fáa vóru
nøkur av økjunum, sum stjór
in í Kommunuskúlanum í
Havn helt, at tað átti at verið
hugt at.
Sjúklingurin er
raskur og sunnur
Tað verður miðað
skeivan vegin, tá
ið tað verður skot
ið lærarum og
pedagogum í skógv
arnar, at tey kunnu
ikki semjast um
børnini
SKÚLAFUNDUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað passar ikki, tá ið tað
verður sagt, at lærararnir
og pedagogarnir stríðast
um, um tað skal vera annar
ella hin fakbólkurin, ið skal
hava ábyrgdina av teimum
seks ára gomlu.
Í orðaskiftinum um fólka
skúlan í Miðlahúsinum
týskvøldið var tað onkra
løtuna róð fram undir, at
talan er um stríð millum
Føroya Lærarafelag og
Føroya Pedagogfelag, men
hetta vildu feløgini ikki
hava sitandi á sær:
– Hatta er nakað, sum pol
itikararnir plaga at brúka,
tá ið teir royna at plasera
ábyrgdina onkra aðra staðni
enn hjá sær sjálvum. Men
soleiðis hongur tað ikki
saman. Kanska hevur tað
áður verið soleiðis, men
nú er tað ikki soleiðis. Sam
starvið millum feløgini er
fyrimyndarligt. Vit fundast
nógv um felags áhugamál,
og vit skulu finna út av tí,
um ella tá ið skúlaaldurin
verður lækkaður niður í seks
ár, var viðmerkingin hjá
Magnusi Tausen, formanni
í Føroya Lærarafelag.
Maibritt Jacobsen, peda
gogur, telist millum teirra,
um mánadagin handaði
myndugleikanum álit frá
pedagogum, sum snýr eg
um, hvussu førleikin hjá
seks ára gomlum er at fara
í skúla:
– Vit spyrja, hvat skúlin
ætlar at læra tey seks ára
gomlu. Um tað bara er at
flyta fyrsta flokk eitt ár
fram, so mæla vit inniliga
frá at gera tað. Júst í hesum
skeiðinum eru børnini í
stórari broyting kensluliga,
sosialt, rørsluliga og máls
liga. Um talan skal vera um
skúla og ikki dagstovn, so
mæla vit til, at pedagogar
taka sær av hesi uppgávuni,
sigur Maibritt Jacobsen,
pedagogur.
Fundarluttakararnir vóru
samdir í, at tað ikki hevur
so týdning, um tað er í
skúlahøpi ella stovnshøpi,
at fyrsta undirvísingin
gongur fyri seg.
– Innskúlingin hevur
stóran týdning, og tað eigur
at vera rúm fyri, at tað ikki
bara er aldurin, men eisini
menningin og búningin,
sum er avgerandi fyri,
nær børnini fara í skúla.
Summi eru búgvin til tað
sum seks ára gomul, og
onnur eru ikki búgvin at
fara í skúla, fyrrenn tey eru
átta ára gomul, vóru fleiri
samd um.
Leiðarin á fólkaskúla
deildini í Mentamálaráðnum
var meiri avgjørdur:
– Í øllum grannalondum
okkara fara børnini í skúla,
tá ið tey eru seks ára gom
ul. Vit eiga at flyta 1. flokk
eitt ár fram. Tað ber við
sær, at 10. skúlaár verður
í tí aldri, sum tey nú eru
í 9. flokki. So eigur 10.
flokkur í núverandi líki
at verða strikaður. Um vit
flyta skúlabyrjanina fram,
so hava børnini verið eitt
ár longri í skúla, tá ið tey
verða Pisa kannað, og har
við vera vánirnar fyri betri
úrslitum betri, enn tey eru
nú, var sjónarmiðið hjá
Olausi Jespersen.
Stríðið er liðugt
– Vit spyrja, hvat skúlin
ætlar at læra tey seks
ára gomlu. Um tað bara
er at flyta fyrsta flokk
eitt ár fram, so mæla vit
inniliga frá at gera tað,
segði Maibritt Jacobsen,
pedagogur
Andreas Petersen hevði hug at seta spurnartekin við trúvirði í PISA-kanningini, og segði at vit
ikki mugu leypa framav og taka forhastaðar avgerðir