mikudagur 29. november 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 29. november 2006
7
tíðindi
Kinverski vøksturin minkar
Vøksturin í kinverska búskapinum hevur verið ovurhonds
stórur seinasta árið, men nú roknað granskarar við, at hesin
spakuliga fer at falla. Ein bólkur av kinverskum granskarum
sigur, at búskaparvøksturin helst fer at liggja um 9,25% fram
til 2010. Seinasta árið hevur vøksturin verið 10,5%.
Evran í vanda
Tey 12 ES-londini, sum í dag nýta evruna sum gjaldoyra, eiga
at stýra búskapinum nógv betri. Hetta sigur ES-kommiserurin
fyri peningapolitik, Joaquin Almunia. Almunia sigur, at við
verandi gjaldsjavnahallið er vandi fyri styrkini hjá evruni.
– Higartil hevur tillagingin til nýggja pengapolitikkin gingið
spakuligari, enn roknað varð við. Og fyri limalondini við
evruni sum gjaldoyra, er ein slík tillaging av eyka stórum
týdningi, sigur Almunia.
Leiðarin á fólkaskúla
deildini í Mentamála
ráðnum heldur, at
tað eigur at verða
vent aftur til, at bestu
næmingarnir í skúl
anum fáa undirvísing
fyri seg sjálvar
SKÚLAFUNDUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Gongdin nógvu tey sein
astu árini hevur verið, at
skúlanæmingar eru í sama
flokki frá tí, at teir fara í
skúla, og inntil teir fara
úr skúlanum. Men um pol
itiski myndugleikin fer
at lurta eftir leiðaranum í
fólkaskúladeildini í Menta
málaráðnum, so verður tað
aftur soleiðis, at tey, sum
tað liggur best fyri hjá at
læra í skúlanum, fara at fáa
undirvísing fyri seg.
Inntil umleið 1960 var tað
soleiðis, at skúlanæmingarnir
eftir 5. flokk vóru býttir
upp, soleiðis at ein partur
av teimum fór í bókliga
millumskúlan í fýra ár og
kanska eitt ár í realskúla, og
at hini gingu í skúla í tvey ár
eftir fimta flokk, meðan tey
bíðaðu eftir, at tey vóru nóg
gomul at fara úr skúlanum.
Frá fyrsti í seksti árunum og
fram til miðskeiðis í sjeyti
árunum vórðu næmingarnir
býttir sundur eftir sjeynda
flokk soleiðis, at ein lítil
helmingur fór í trý ára real
skúla, og hini fóru í 8.-10.
flokk, um tey ikki fóru úr
skúlanum.
Nú heldur Olaus Jespersen,
leiðari í fólkaskúladeildini í
Mentamálaráðnum, at tey
bestu eiga at fáa undirvísing
fyri seg sjálvi.
– Trivnaðurin sigst vera
góður í fólkaskúlanum. Sam
stundis er tað ein sannroynd, at
ein triðingur av næmingunum
er ómotiveraður, tí avbjóðing
arnar eru ov fáar. Tey møðast
og troyttast av at hoyra og
fáast við tað sama umaftur
og umaftur. Vit kunnu siga,
at tey hava serligan tørv á
størri avbjóðingum, og at tey
ikki fáa hesar. Tað er einki
nýtt í hesum. Í Danmark er
loyvt at skilja næmingarnar
úr grundflokkinum helmingin
av tíðini. Hjá okkum hevði tað
einki gjørt, um tey bestu vóru
alla tíðina fyri seg sjálvi. Tað
kundi eisini verið soleiðis,
at tey, sum t.d. duga best at
rokna í 3., 4. og 5. árgangi,
vóru í serligum rokniflokki.
Olaus Jespersen heldur, at
skúlin skal ikki vera bangin
fyri at kjølfesta vinnara
mentan og elitudyrkan.
– Tað skal fokuserast upp
á tey bestu, sum skulu vera
lokomotivið, ið skal tryggja
okkum vælferðina í globala
samfelagnum. Úrslitini frá
Pisa kanningunum verða
kunngjørd í 2009, og tað
hevði verið rætt, um bestu
skúlarnir, bestu skúla
leiðslurnar og bestu lærar
arnir fingu lønarbonus, er
áskoðanin hjá leiðaranum í
fólkaskúladeildini í Menta
málaráðnum.
Aðrar áskoðanir
Á fundinum í Miðlahúsinum
mikukvøldið vóru tað ikki
øll, sum treytaleyst góvu
leiðaranum í fólkaskúla
deildini rætt í, at hetta er
størsti trupulleikin í fólka
skúlanum.
Millum teirra, sum ser
liga vendu eyguni ímóti
teimum í hinum endanum á
skúlanum, sum hava serligan
tørv, var skúlastjórin í Venj
ingarskúlanum, Niels Natte
stad:
– Nú eru longu nógv ár
síðani, at tað varð avgjørt,
at skúlin skuldi vera fyri
øll. Politikararnir – uttan
mun til hvønn flokk teir
umboða - argumentera bara
við pengum, og pengarnir
síggjast ikki aftur í fólka
skúlanum. Børn, sum fáa
hundrað prosent stuðul í
stovnunum fyri børn undir
skúlaaldur, fáa ongan stuðul,
tá ið tey sum sjey ára gomul
flyta úr dagstovninum og í
skúlan. Hesir veiku næming
arnir krevja ógvuliga nógv
av lærarunum, og tí detta
tey sterkaru viðhvørt niður
ímillum og fáa tískil ikki
tann stuðulin, sum tey áttu
at havt fingið, segði Niels
Nattestad.
Skúlastjórin í Kommunu
skúlanum í Havn, Hanus
Joensen, var samdur við
starvsfelaganum í Venjing
arskúlanum:
– Lærararnir gera sítt
ítasta, men fyritreytirnar eru
vánaligar. Ikki minst tá ið
tað viðvíkur næmingar við
serligum tørvi. Tilboðini
til teirra eru nógv minkað.
Síðani skúlin skuldi verða
fyri øll, er eitt nú virksemið
í Skúlanum á Trøðni, sum vit
brúktu nógv, so at siga burtur.
Tað eru eingi alternativ tilboð
til tey við serligum tørvi.
Hesi fólkini eru ymisk. Tað
ber ikki til at stoyta tey øll
í ein leyp, tí teimum nýtist
ymisk sertilboð, segði Hanus
Joensen.
Andreas Petersen úr Javn
aðarflokkinum, sum er for
maður í mentanarnevndini
í Løgtinginum vísti á, at
játtanin til børn við ser
ligum tørvi er økt í fíggj
arlógaruppskotinum fyri
2007, og at tað eisini eru
onnur viðurskifti, sum siga,
at politiski myndugleikin
økir um játtanina til fólka
skúlan:
– Seinastu fýra árini er
næmingatalið í fólkaskúl
anum lækka við fýra hundrað.
Læraratalið er økt við tjúgu.
Framskrivingar siga, at
næmingatalið næstu árini fer
at lækka uppaftur meiri. Um
játtanin ikki fer at lækka, so
verður talan um størri játtan
í miðal til hvønn næming,
segði Andreas Petersen.
Lærararnir nytta einki
Ein bersøgin áhoyrari helt, at
orsøkin til, at støðan ikki er
serliga góð í fólkaskúlanum
er, at lærararnir ikki taka
sína uppgávu í nóg stórum
álvara.
– Lærararnir í fólkaskúlan
um nytta einki. Teir hugsa
um alt annað enn at undirvísa
børnunum. Tað ber ikki til
at rógva út um náttina og
at undirvísa um dagin, helt
ein av fundarluttakarunum
avgjørt fyri.
Besti triðingurin skal
undirvísast fyri seg
1. hjálp til
fólkaskúlan:
Orðaskiftið í gjárkvøldið
endaði við, at orðstýrarin,
Óluva
Zachariassen,
spurdi kjakpanelið, um
ein broyting skuldi gerast
her og nú, hvat var so tað
týdningarmesta.
Heðin Mortensen:
– Leggja skúlan út til
kommunurnar.
Jan Mortensen:
– Gera øll tingini í álitinum
frá PISA-arbeiðsbólkinum,
sum onki kosta.
Andrias Petersen:
– Fáa betri undirvísingar
tilfar, meiri serundirvísing
og ein betri læraraskúla.
Hanus Joensen:
– Vit mugu fáa fleiri tímar
og gjalda tað, sum skúlin
kostar.
Olaus Jespersen:
– Eg sat í PISA-arbeiðs
bólkinum, sum kom við
45 tilmælum og fari ikki
at taka nakað fram um
nakað annað.
Maibritt Jacobsen:
– Lat pedagogarnar taka
sær av teimum seks ára
gomlu til skúlin er førur fyri
at taka í móti teimum.
Væl omanfyri hálvthundrað fólk vóru til pallborðsfundin í Miðlahúsinum í gjár