mikudagur 29. november 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 231 - 29. november 2006
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
– Vitjan pávans hevur stóran týdning og kann
vónandi byggja brýr millum mentanir
turkiski forsætisráðharrin
Stutt sagt
USA úr
Irak
Tað verður ikki friður í
Irak, fyrr enn teir ameri
konsku hermenninir eru
farnir haðani. Tað sigur
andaligi leiðarin í Iran,
ayatollah Ali Khaminei. Á
fundi við irakska forsetan,
Jalal al-Talabani, segði
Khaminei seg stúra fyri
ófriðinum í Irak, sum hann
segði vera eina hóttan
ímóti grannalondunum.
Irakski forsetin vildi hava
iranska stýrið at leggja
trýst á shiamuslimarnar
í Irak fyri at fáa teir at
binda frið, og tað lovaði
Khaminei at gera. Men
hann tók uppaftur, at tað
verður eingin friður, fyrr
enn USA hevur tikið sínar
hermenn heimaftur.
Avlíva hundar
og svín
Myndugleikarnir í Suð
urkorea hava gjørt av
at avlíva fleiri hundrað
hundar og svín í einari
roynd at forða fyri, at
fuglakrím skal breiða seg.
Myndugleikarnir
hava
funnið fuglakrím í høsnum
tætt við býin Iksan, sum
er einar 250 kilometrar
sunnan fyri Seoul. Í gjár
vórðu næstan 700 hundar
og 300 svín avlívað.
Útlendskir serfrøðingar
halda tað ikki vera neyð
ugt at avlíva súgdjór fyri
at forða fuglakrími, men
suðurkoreonsku mynd
ugleikarnir siga, at onnur
lond hava gjørt tað sama.
Byggja út
Russar hava ætlanir um
stórar
útbyggingar
á
kjarnorkuøkinum
tey
næstu árini. Stjórin í
kjarnorkuráðnum, Sergej
Kirjenko, segði í gjár,
at ætlanin er at byggja
42 nýggjar reaktorar tey
næstu 23 árini. Russland
hevur í løtuni 31 reaktorar
á 10 kjarnorkuverkum,
sum nøkta smá 20 prosent
av orkutørvinum. Ætlaða
útbyggingin á økinum
fer at kosta einar 270
milliardir krónur.
Alt fleiri bøndur í Afghan
istan velja at dyrka opium,
og í ár setir útflutningurin
nýtt met.
Hóast USA og hini lond
ini, sum hava hermenn í
Afghanistan, hava roynt
at fáa bøndurnar at dyrka
okkurt annað enn opium, er
gongdin tann beint øvugta.
Í einari nýggjari frágreiðing
skriva ST og Heimsbankin,
at alt fleiri bøndur dyrka
opium, og at teir fara at
heysta umleið 50 prosent
meiri í ár enn í fjør.
Í frágreiðingini stendur,
at allar royndir at tálma
opiumsdyrkingini
eru
miseydnaðar orsakað av
umfatandi
korrupsjón.
Kemur ikki vend í, fer
opiumsbúskapurin at hótta
allar royndir at endurreisa
landið.
Tá Taliban hevði valdið
í Afghanistan frá 1996 til
2001, sluppu bøndurnir
ikki at dyrka opium, men
síðani NATO-innrásina eru
bøndurnir aftur farnir at
dyrka opium við tí úrsliti,
at Afghanistan nú letur 90
prosent av øllum opium á
heimsmarknaðinum.
Ørindini hjá Benadikt
16. páva í Turkalandi
eru at byggja brýr
millum kristindómin
og islam og millum
ortodoksar og
katolikkar. Men
uppgávan er trupul.
Benadikt 16. pávi fekk eina
góða móttøku, tá hann kom
til Ankara í gjár. Tayyip
Erdogan, forsætisráðharri
og
formaður
í
einum
islamskum flokki, gav sær
stundir til at taka ímóti gest
inum, áðrenn hann mátti á
toppfund hjá NATO í Riga.
Báðir løgdu dent á, at tað
er neyðugt við samskifti
og semju, sjálvt um nógvir
turkar eru í øðini um, at
pávin váðar sær at koma
til Turkalands, eftir at hann
eftir teirra tykki tosaði niðr
andi um Muhammed profet
fyrr í ár.
- Tygara vitjan hevur
sera stóran týdning, segði
Tayyip Erdogan. Í einari
røðu í tjóðartinginum segði
forsætisráðharrin seg vóna,
at vitjanin hjá pávanum
kann virka fyri friði millum
mentanir. Tá pávin seinni
vitjaði gravstaðið hjá turk
iska landsfaðirinum Kemal
Atatúrk, skrivaði hann í
gestabókina:
- Í Turkalandi møtast
ymsar mentanir og ymsir
átrúnaðir, og landið er
ein brúgv millum Asia og
Evropa.
Spenningur
Hóast tey vøkru orðini var
tað týðiligt, at tað eru ikki
allir turkar, sum eru líka
fegnir um vitjan pávans.
Teir seinastu dagarnar hava
mótmælisfólk í túsundatali
verið í gøtunum, har tey
hava mótmælt vitjanini
og rópt ókvæmisorð eftir
pávanum. Fólk eru í øðini
um, at pávin eftir teirra
tykki tosaði niðrandi um
Muhammed profet og islam
í einari røðu í Týsklandi
í september. Pávin hevur
seinni sagt, at ætlan hansara
var ikki at niðra profetin
ella læru hansara, men tá
var ov seint.
Turkisku
myndugleik
arnir hava fyrireikað seg
væl til vitjanina, og trygd
artiltøkini eru sera strong.
Trygdarmenn
standa
á
hvørjum horni, vápnaðir
løgreglumenn eru á varð
haldi allastaðni, og bumbu
serfrøðingar hava kannað
hvønn krók, sum pávin
skal vitja. Myndugleikarnir
hava ikki gloymt, at tað var
ein landsmaður teirra, Ali
Agca, sum royndi at beina
fyri Jóhannesi Páll páva í
Rom í 1981.
Kristin spjaðing
Eru viðurskiftini millum
kristindómin
og
islam
trupul, er støðan ikki minni
trupult millum katolikkarnar
og tey ortodoksu. Tey bæði
kirkjusamfeløgini
fóru
hvør til sítt fyri 950 árum
síðani, og guðfrøðiligar og
aðrar ósemjur hava gjørt, at
tey hava havt at kalla einki
samband við hvørt annað
síðani.
Benadikt
pávi
hevur
gjørt av at vitja leiðaran
í teirri ortodoksu kirkjuni,
patriarkin Bartholomeus
fyrsta, sum hevur høvuðs
sæti í Istanbul, og ørindini
eru at royna at byggja brýr
ímillum tey bæði kirkju
samfeløgini. Men eyg
leiðarar siga, at tað verður
ein trupul uppgáva, hóast
ávís framstig hava verið tey
seinastu 40 árini.
Í Istanbul skal pávin eisini
vitja ta bláu moskuna, og
hetta er aðru ferð í søguni, at
ein pávi vitjar eitt islamskt
guðshús. Hann skal eisini
vitja Sofia-dómkirkjuna,
sum í meiri enn túsund ár
var tann størsta kirkjan í tí
kristna heiminum, áðrenn
hon bleiv moska. Í dag er
hon savn.
Opiumsmet í Afghanistan
Pávin á semingsferð
Benadikt 16. pávi og turkiski
forsetin, Ahmet Necdet Sezer.