mikudagur 29. november 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 29. november 2006
9
tíðindi
- Hvussu tryggja
vit okkum, at tey
ferðandi kunnu koma
bæði skjótt, trygt og
gott hagar tey ætla
sær?
Svarið uppá henda
spurningin hava fólk hjá
Landsverki hugsað nógv
um í seinastuni. Nú er
fyrsta útspælið til eitt svar
komið, í eini strategiætlan
fram til ár 2020.
Ferðsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Landsverk: 94 kilometrar
um dagin!
So nógvar kilometrar
pendla føroyingar í miðal
hvønn einasta dag. Og tá
er skúlaungdómurin ikki
tikin við.
Fyri øll hesi hevur tað
stóran týdning at koma
skjótt og væl fram millum
heim og arbeiðsstað.
Hetta verður kortini ikki
gjørt av ongum. Neyðugt
er at leggja ætlanir fyri
framtíðina, hvussu ein kann
tryggja at fólk framvegis
hava henda møguleikan.
- Vit miða eftir at tað skal
verða lætt, trygt og ódýrt
hjá øllum føroyingum at
ferðast. Her hugsa vit um
tey sum skulu til arbeiðis,
men eisini um tey eldru og
rørslutarnaði, sigur Heini
Eysturoy, deildarleiðari á
Vegadeildini.
Gongdin er hon, at fólk
ferðast yvir longri teinar
til arbeiðis, tí at bilarnir
eru vorðnir betri og tí at
vegakervið er so nógv og
væl útbygt. Somuleiðis er
útboðið av góðum grund
økjum á bygd eisini vorðið
størri.
Ein kanning í summar
vísti, at 2700 persónar
pendla hvønn einasta dag.
Hesir
koyra
omanfyri
250.000 km. um dagin eftir
føroysku vegunum ella fara
við ferjum.
Norsk hagtøl vísa, at pend
lingin mennist sera skjótt.
Frá 1995 til 2001 øktist
pendlingin har við 40%. Og
hjá okkum er heldur einki
sum bendir á, at hetta talið
fer at minka í framtíðini.
Á Landsverki hava tey
tí sett sær fyri, at menna
samferðsluøkið
kring
alt landið, soleiðis at
møguleikin at koma fram
og flyta seg er tíðarhóskan
di, uttan at tað skal ganga út
yvir trygdina ella umhvør
við.
Stór og smærri átøk
Undir framløguni av strate
giætlanini fyrrapartin í gjár
varð stórur dentur lagdur á
fleiri viðurskifti: Tað skal
verða trygt og gott at ferð
ast. Tað skal vera skjótt at
ferðast. Og tað skal vera
vakurt og snøgt at ferðast.
Verkfrøðingurin, Arm
garð Steinhólm vísti í sínum
innleggi á týdningin av ferð
slutrygdini. Hon nevndi her
tað nógv umrøddu null-hug
sjónina.
- Vit hava hagtøl yvir
ferðsluóhappini á føroy
sku vegunum. Ein týdnin
garmikil partur av okk
ara arbeiði verður tí at
gjøgnumganga alt vegaker
við, og fáa yvirlit yvir, hvar
tey henda, - og ikki minst,
hví tey henda!
- Á henda hátt kunnu vit
gera okkara til, at ferðslan
verður tryggari á føroysku
vegunum, sigur hon.
Veruleikin er, at eini 80 %
av øllum ferðsluóhappum
henda vegna menniskjanslig
mistøk. Málið fyri null-hug
sjónina er, at talið av skadd
um og deyðum skal minkast
við 30 % yvir 10 ár.
Nógv smærri og størri
átøk kunnu bøta um hetta,
m.a. við upplýsing um
trygdarbelti og um telefon
tos í bili, og uppseting av
talgildum ferðvísarum á
strategiskum støðum, hegni
framvið høvuðsvegunum
og við útbygging av ljós
búnaðinum í tunlunum og
við ávís vegamót.
- Tað er ikki vist, at tað
skal kosta so nógvan pen
ing at bøta um trygdina.
Men tað er í øllum førum
eitt arbeiði sum vit leggja
stóran dent á, sigur Armgarð
Steinhólm.
Ein uppliving
Enn eru ikki sett nøvn, krón
ur ella árstal á tær ymis
ku ætlanirnar í framtíðini.
Semja er kortini um, at ein
eigur at fara til verka við
skynsemi.
- Samferðslukervið setir
munandi spor í landslagið
og ávirkar umhvørvið og
hvussu vit uppliva landslag
ið, verður sagt í strategi-
ætlanini.
Hóast stórar og víttfevndar
ætlanir, so er hugsanin í
framtíðini at gera alt fyri at
betra tann listfrøðiliga part
in í samferðsluni.
Har tað ber til, er ætlanin
at gera tað til eina uppliving
fyri eyga at koyra eftir før
oysku vegunum, uttan at
tað kortini verður til ampa
fyri ferðsluna ella seinkar
henni.
Tá ein tosar um ferjurnar
sum sigla millum oyggjar
nar, so er eitt av málunum
at hesar eru vakrar á at líta,
og hóska til ta havgangandi
farleiðina.
Alt er sjálvandi føgur
orð. Men verður undirtøka
fyri ein heildarætlan innan
samferðsluna, er eitt stórt
fet tikið nærri eini betri og
tryggari ferðslu her á landi.
Skjótari og tryggari at ferðast
Frá varðagøtum til 80 km/t
Fyri meiri enn 100 árum síðani var einki veruligt vegakervi í Føroyum. Um hetta mundið
vóru um 3800 varðar kring landið.
Bygdirnar vóru tá samanbundnar við varðagøtum, og var talan um flutning av størri góðsi
fór hesin fyri tað mesta fram á sjónum millum lendingar og havnir.
Eitt yvirlit vísir, at í 1896 vóru 800 km. av gongugøtum til fólkaflutning og lættari
góðsflutning. Men síðani tá er nógv hent og flutningstíðin stytt munandi.
Í 1950-árunum varð ein ætlan løgd um at binda tey ymisku økini saman, soleiðis at vit
fingu eitt vegakervi sum var samansett av longum samanhangandi vegateimum.
Endamálið var at fáa vegasamband til allar bygdir. Hetta málið varð rokkið í 2002, tá
sprongt varð ígjøgnum fyri tunlinum til Gásadals.
Í 1999 var gjørd ein nýggj langtíðarætlan fyri íløgur í samferðslukervið, og eru málini í
hesi ætlanini stórt sæð øll rokkin.
Í hesi ætlanini vóru m.a. Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og nýggi Smyril nevnd. Í dag
vildi neyvan nakar verið hesi framstigini fyri uttan, heldur ikki tunnilin millum Hov og
Øravík, har koyrandi verður ígjøgnum komandi ár.
Nú liggur onnur og munandi meiri umfatandi samferðsluætlan fyri framman. Áðrenn
henda ætlanin, sum snýr seg um árini komandi árini, verður lýst og kunngjørd
almenninginum, er neyðugt at lýsa grundarlagið fyri eini slíkari ætlan.
Og tað er tað ein hevur gjørt við hesi Strategisku Samferðsluætlanini 2008 til 2020, sum
verður lýst niðanfyri.
Ein ætlan
ísenn
Nógvar ætlanir at bøta um
samferðsluna eru settar í
verk tey seinnu árini og
tiknar í nýtslu. Men veru
leikin er hann, at tær í
roynd og veru als ikki eru
lidnar.
Tað er næstan undan
takið, at ein verkætlan
er fullkomuliga liðug, tá
hon verður tikin alment í
nýtslu.
- Nú skal vend koma í.
Ja, vend er longu komin í,
sigur Oyvindur Brimnes,
stjóri á Landsverki.
Millum loysnirnar sum
vóru fullkomuliga lidnar,
tá tær vórðu tiknar í nýtslu
vóru báðir undirsjóvartun
larnir og Smyril.
Men í hinum bólkinum
vantar framvegis í, at tey
skulu verða liðug: Gása
dalstunnilin og vegagerðin
á Kalsoynni eru tvey dømi
um tað.
Í framtíðini er ætlanini at
arbeiða soleiðis, at ein ger
eitt arbeiði fullkomuliga
liðugt, áðrenn farið verður
undir tað næsta.
Hetta fer bæði at gera
arbeiðið bíligari, eins og
ein fær størri nyttu og
gagn av tí beinanvegin.
- vit vilja gera okkara til at ferðslan á føroysku vegunum verður
tryggari, sigur Armgarð Steinhólm á Landsverki
Mynd: Jens Kr. Vang
Knud W. Petersen er settur í starv hjá Landsverki í sambandi
við hesa uppgávuna at gera eina samferðsluætlan fyri Føroyar.
Hann vísti á, at hægri serútbúgvingar ofta hava eitt avmarkað
útboð av størvum, og tí má arbeiðstakarin annaðhvørt flyta
bústað ella pendla til arbeiðis
Mynd: Jens Kr. Vang