Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 231 - 29. november 2006 Herfyri bar útvarpið tey áhugaverdu men sera døpru tíðindi, at partur av korallunum á havbotninum kring Føroyar, er oyðilagdur. So løgið tað ljóðar hevur hetta ikki vakt serstakan ans í samfelagnum, tí nettupp korallini á hav­ botninum eru ein av fyritreytunum fyri tí lívi, sum er í havinum kring oyggjar okkara. Sipað verður til vísindaligar kanningar, sum Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt. Hesar kanningar staðfesta tann ótta, sum gløgg høvd í samfelagnum hava víst á fyri nógvum árum síðani. John Smith, sáli, sum umframt at vera fiskimaður, skipateknari og vinnulívsmaður eisini var ein sera virkin eygleiðari og viðmerkjari, gjørdi longu í 90-unum vart við henda vanda – at trolararnir, sum royndu við botntroli, gravaðu upp allan havbotnin og oyðiløgdu harvið eisini virðismiklu og lívgevandi korallini. Nú liggja so vísindalig prógv á borðinum. Sagt verður, at ávís øki eru serliga meint rakt og eru nógv korallir oyðiløgd. Tað tekur hundraðtals ár hjá hesum korallum at koma fyri seg aftur. Nú tað tykist vera størri áhugi fyri veruliga at gera nakað fyri at verja føroyska umhvørvið eisini, eitt nú tók sambandsformaðurin nú um dagarnar dyggiliga til orðanna til frama fyri umhvørvisvernd, so átti spurningurin um trolingina og korallirnar eisini at verið tikin upp á tingi og í tí almenna orðaskiftinum sum heild. Eins og CO2 dálkingin hevur avleiðingar á hitan í sjónum, tvs. umhvørvið hjá fiskinum, so hevur oyðingin av korallunum á havbotninum avleiðingar fyri føðina hjá sama fiski. So her er veruliga nakað at taka upp. Vit mugu so bara seta okkara álit til tey frægu fólkini á Fiskirannsóknarstovuni, at tey komandi tíð fara at leggja enn fleiri prógv fram um tann skaða, sum botntrolingin hevur á korallini, soleiðis, at vit við hesi vitan verða betri før fyri at binda um heilan fingur. Um vit ikki longu eru ov sein á sjóvarfallinum! Sosialurin Verjið korallirnar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Havi hesar seinastu dagar­ nar havt somu kensluna, sum eg hevði fyri nógvum árum síðani, tá eg sá film­in “Tó sólin stóð still”. Høv­ uðsleikarin var Jean Gabin, sum í filminum er verji hjá ungum skúlalærara, sum hevði dittað sær - umvegis Darwins læruna - at seta iva um rættleikan av tulkingini av bíbliuni hjá “stóra præ­ dikumanninum” í einum lítlum amerikanskum býi. Prædikumaðurin hevði øst allan býin upp í varg við bíbluni sum vápn. Lærarin varð av løgregluni tikin og settur í fongsul, ikki minst fyri at tryggja, at hann fekk rættartrygd og ikki lyns­ aður, áðrenn rætturin slapp at tala. Filmurin fyrigongur tí fyri tað mesta í einum rætt­ arhøli, og verjin hevur tað sera trupult at standa seg ímóti tí sterka sjálvvísa prædikumanninum, sum dugir bíbliuna uttanat. Verj­ in, sum var ein vanligur, tó kendur advokatur úr New York, var als ikki ílætin til at verja læraran á bíbilskum grundvølli. MEN hann gjørdi ikki mætari enn at seta seg at lesa og læra bíbliuna, og við henni setti hann - í einum dramatiskum orðaleiki - prædikumannin skák mát. Lærarin varð fríkendur, og tá hesin ovur­ fegin fór at takka verjanum – hugdi hann upp á læraran og segði – VIT TAPTU ØLL. Óli Breckmann - vit kristnu! Vit kristnu, vit sonnu kristnu, vit trúgvandi, vit rætt­trúgv­ andi ....... soleiðis hoyra vit at fólk tilkennisgeva seg sjálvan, tá tey í navninum á Várharra taka sær rætt til at tulka bíbliuna og út­leggja hana fyri at rætt­ vís­gera støðu sína, fyri at forða samkyndum verju í revsilógini. Niðurstøðan má so verða hon, at vit onnur, sum eru øðrvísi hugsandi og seta spurningar, eru ókristin og rangttrúgvandi. Ja, so veit eg tað. Men bíblian er nú eina­ ferð ikki eintýðug vísindi og Guðs kærleiki ikki av­mark­aður til nøkur fá – og hetta fari eg at seta mítt álit á. Hendingarnar í filminum “Tá sólin stóð still” rann mær í hug, tá Óli Breck­ mann, umboðandi tey sokall­aðu kristnu og navn Harrans, loyvir sær í ein­ um fúlum og ósakligum orðastreymi at hunddálka samkynd og tey, sum vilja verja hesi. Eg øtist – kenni meg ikki í hesum meldrinum av ókvemsorðum, men veit, at eg eri ein av teimum hann vil raka. Eg standi spyrjandi. Er hetta Fólkaflokkurin? – mín flokkur? - sum altíð hevur haft frælsi og frísinni sum vørumerki. Valtaktikkur? Um Óli Breckmann ætl­ ar sær til komandi val at venda politikkin hjá Fólka­flokkinum á eina ein­ táttaða sekteriska og funda­ mentalistiska kós, veit eg ikki. MEN eg fari so at gera alt tað eg eri mentur til, at Fólkaflokkurin eisini rúmar teimum, sum hava frælsi og frísinni sum lívsmál. Við fólkaflokskvøðu Hugsa vit okkum at hesir, sum ætla at seta bíbilskar lógir í verk her á landi sigra, so verður spennandi, fyri ikki at siga ræðandi at síggja hvørjar tulkingar gerast galdandi politikkur. Her finst jú eitt ótal at samkomum og sektum, sum altso ikki síggja út til at semjast serliga væl. Okkum nýtist bert telja, hvussu nógv tempul, tey, sum kalla seg trúgvandi, hava reist sært hesi seinastu árini. Skal løgtingið í framtíðini mannast av einum fólka­ kirkjuflokki, einum heima­ missi­­ónsflokki, einum brøðra­­sam­komu­flokki og so onkrum smáum t. d. adventista­­flokk­in­um, filadelfia­­flokkinum, keldu­ flokk­inum, jehova­flokkin­ um og katolikka­flokk­inum og kanska fleri øðr­um? Skulu komandi valstríð koyrast upp á tvungnan barnadóp mótvegis forboði móti barnadópi, ella kanska teir fara at egna við banni av øllum kynsligum samlívi áðrenn giftarmál? Kunnu teir finna uppá at lova, at ikki øll skulu straffast fyri lógarbrot, um tey verða gjørd fyri at uppi­ halda tí galdandi semjuni um hvat Gamla Testamenti fyriskrivar? Kunnu teir finna uppá at sleppa onkrum veljara upp á fjall við umberingini um, at hetta er bara Guðs straffur, ið rakar? Flestu okkara hava fingið eitt sindur av tilviti, og flestu okkara hava sæð, at líka síðani Adam lat seg freista til at eta av tí bannaðu fruktini, og Káin sá sær fyrimun av at drepa beiggja sín, hevur mannaættini tørvað annan myndugleika enn Guðs til at uppihalda lógum og landaskili. Vit vita eisini, at tey anda­ ligu virðini verða goymd í tí andaliga partinum av menniskjanum og kunnu ikki lógarbindast og als ikki kontrollerast. Skulu vit aftur í miðøldina, tá makthavarar kundu noyða og pína hóskandi sannleikar burtur úr teimum, sum teir vildu hava dømdan. Ella hvussu hugsar man sær at temja andaligu evnini á veljaranum? Sanniliga ein vandamikil glíðibreyt at seta seg á. Eg má spyrja, er hetta tað vit vilja seta í verk fyri okkara eftirkomarar. Skulu vit lata teir upp í hendurnar á maktgreðingum, sum royna at billa veljaranum inn, at teirra andiliga við­ føri er reinari og meira heilagt, enn viðføri teirra, sum hava anstygd fyri at nýta somu amboðini til at hevja sínar áskoðanir? Eru vit fallin so djúpt, at persónliga guðstrúgvin nú skal mátast og vigast? EG øtist – Óli!! løgtingsmaður Poul Michelsen Súsanna Dam Eru vit fallin so djúpt, at guðstrúgvin nú skal mátast og vigast?