Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 29. november 2006 11 Full semja er í mentan­ arnevndini um, at tað skal vera møguligt hjá før­ oyingum undir útbúgving at fáa fullan lestrarstuðul í eitt ár, meðan tey eru heima hjá nýføddum ella ættleiddum barni. Javnaðarflokkurin hevur alt samgonguskeiðið ar­beitt fyri at betra um kor­ini hjá forsyrgjarum, ið ynskja at nema sær eina útbúgving. Hetta tí, at flokkurin hev­ur ta sannføring, at all­ ir føroyingar skulu hava javnbjóðis fíggjarligar møgu­­leikar at velja útbúgv­ ingarleiðina. Fyrsta úrslitið av hesum er nátt, nú ein samd ment­ anarnevnd tekur undir við lógaruppskotinum, ið leggur eina farloyvis­ skipan afturat útbúgvingar­ stuðulinum. Næsta stigið verður, at upphæddin á lesrarstuðul­ inum verður hækkað hjá teimum, ið eiga børn. Hetta verður helst týdn­ ingar­miklasti batin. Tí við hesum fær tann lesandi betri møguleika at vera lesandi og forsyrgjari sam­ stundis. Harvið verða foreldur ikki tvungin út á ófaklærda arbeiðsmarknaðin, men fáa betri møguleika at velja útbúgvingarleiðina og harvið tryggari starvs­viður­ skifti og forsyrgjarakor í framtíðini. Hergeir Nielsen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, legði í heyst uppskot fyri tingið um eina javnari áseting av ferðakostnaði kring landið. Málið hevur fingið sera drúgva viðgerð í tinginum, umframt at rættarnevndin hevur tosað við viðkomandi persónar og stovnar. Niðurstøðan var púra greið. 32 tingfólk taka fult og heilt undur við, at tað skal ikki vera dýrari hjá ávísum føroyingum at ferðast í Føroyum enn hjá øðrum. Hóast hetta varð uppskotið felt. Partvís tí talan var um andstøðuuppskot, men eisini tí tað ørkymlaði fólk, at tað er tykist so tor­ført at samanbera og javna viðurskiftini, ið við­ víkja ferðsluni sjóvegis og so ferðsluna gjøg­num tunlarnar. Landsstýris­mað­ urin í innlendismálum, Jacob Vestergaard, fekk tó eina greiða og inniliga áheitan frá øllum tinginum, um at arbeiða víðari við málinum og, so skjótt til ber, koma við eini lýs­ ing av viðurskiftunum, so­leiðis at tingið kann hava aðal­orðaskifti um hetta álvarsmál. Sjálvur segði Jacob Vest­ergaard seg ikki ætla at liggja á boðunum, og hann ætlaði at tey í Inn­ lendismálaráðnum skuldu fara undir hetta arbeiði av álvara fyrst í nýggja árin­ um. Sjálvur metti hann hetta málið hava sera stór­ an týdning, og segði seg fegnast almikið um tingsins góða vilja. Men bert fáa dagar aftan á drúgva aðru viðgerð av málinum lesa vit í fjøl­ miðl­unum, at sami Jacob Vestergaard, á landsfundi hjá flokki sínum, boðar frá, at hann hevur ætlanir um at bjóða siglingina hjá Strandferðsluni út. Ja men, hvussu ætlar lands­ stýrismaðurin at javnseta ferðakostnaðin sjóvegis og gjøgnum tunlar, samstundis sum hann bjóðar siglingina út til privatar at røkja. Skulu privatu, sum átaka sær siglingina, sjálvi áseta prísin, ella skulu tey fáa ein posa av pengum afturfyri javningina? Er alt bara fjas, sum Jacob Vestergaard sigur og ger? Er hann bert enn ein hátalari hjá ávísum í flokkinum? Og skal játt­ anin til Strandferðsluna nýtast til at leska onkrum floksstuðlum? Nú kann Jacob hava fingið ein feril av flokspsykosu, nú hann hevur verið sam­ an við ravnunum um viku­ skiftið. Kanska hevur hann fingið eina ella tvær dosur ov nógv av ómorali og ørum. Men eg fari staðiliga at vísa á, at eg, sum rættarnevndarlimur, havi als ogan hug til nýta mína tíð til at hjálpa Jacob Vestergaard til at fremja enn meiri fólkafloksørskap. Og so slettis ikki nú vit eru ávegis inn valárið. Á tingfundi mikudagin 23. november, varð undirritaði av fleiri tingmonnum úr Sam­bandsflokkinum, Fólka­flokkinum og Javn­ aðarflokkinum lagdur und­ir landsskaðiligt virk­ semi – og onkur nýtti orðið “landasvik”. Hetta varð ikki átalað frá løg­ tingsformanninum, hóast tað neyvan hevði komið fyri í nøkrum øðrum parlamenti í heiminum. Atvoldin var, at eg hevði sett munnligan fyri­ spurning til løgmann, um hann vildi gera donskum myndugleikum greitt, at føroyska fólkið ongantíð hevur valt at gerast partur av danska eindarríkinum, og tískil heldur ikki skulu dragast í hertænastu í danska herinum. Hetta noktaði løgmaður fyri at gera. Ístaðin tóku bæði løgmaður og nærum øll røðin av samgongu­ting­ limum orðið og viðgjørdu – ikki málið – men spyrjaran. Tey løgdu spyrjaran undir landsskaðiligt virksemi á fólkatingi í sambandi við viðgerðina av sonevnda blokkstuðlinum. Har hevði eg lagt mína politisku sannføring fram, sum so ofta áður. Eg hevði víst á, hvussu sonevndi blokkstuðulin er eitt gjald fyri at vit lata sjálvræðið frá okkum. At hetta skapar ábyrgdarloysi og ófrælsi. Og at politisku flokkarnir í Føroyum heldur enn at hugsa um at menna altjóða samstarv og nýggjar inn­ tøkumøguleikar, brúka donsku pengarnar í roynd­ unum at fáa atkvøður og at varðveita sítt politiska vald í Føroyum. Eg hevði mælt til, at danskir og føroyskir myndugleikar ístaðin sum vaksin fólk samráðast um, hvussu vit á ein skipaðan hátt gera okkum leys av peningaveitingunum, og at føroyingar taka ábyrgdina av sínum búskapi og síni støðu í heiminum. (Røðan og orðaskiftið eru til skjals á www.ft.dk ella www. dnag.dk). Eftir stendur ein brenn­ andi spurningur: Er tað veru­liga soleiðis statt í Før­ oyum í dag, at tey sum politiskt vilja loysa hava fult fólkaræði í Føroyum, vilja taka alla ábyrgd av okkara búskapi og vilja samstarva við allan heimin á jøvnum føti, skulu skírast landasvíkjarar? Enntá av løgtingsins røðarapalli – óátalað? Tað er – sum mað­ urin segði – “eitt snedugt land”. Alt í meðan 3. næstfor­ maður í formansskapi Løg­ tingsins, Óli Breckmann, fyrst hjálpir løgmanni at sleppa undan at svara lógligum spurningum á tingi við at skíra teir “glantri­ leik” og “sirkus”. Og síð­ ani fer sama umboð fyri for­mansskap Løgtingsins í danskar miðlar og skírir síni politisku mótstøðufólk og tey samkyndu at ganga somu ørindi sum tey, ið stuðlaðu nazistunum. Sam­ anber medmenniskjur, ið onki hava gjørt skeivt, við brennivargar, barna­ mis­nýtarar og tjóvsvætti (kleptomanar). Og háðar tey, ið stríddust móti apartheid- skipanini í Suðurafrika? Tá haldi eg, at meinings­ loysið er fullkomið í polit­iska tómrúminum, sum valdar í løtuni. Allar niður­gerandi útsagnir frá teimum, ið hava valdið í løtuni, tykjast fara aftur við borðinum uttan nakra sum helst avleiðing. Tað nyttar lítið, at løg­ maður letst verða skelkaður av Ólasar donsku tiradum, samstundis sum hann fremur hansara politikk í verki, og styðjar seg til hansara retorikk og grovheitir í ting­inum, tá tað tænir sam­gonguni. Og letur tey ótespiligu persónsálopini móti minnilutabólkum og móti eini andstøðu á tingi, sum er lítil í tali, mynda samgongustevið dagliga í tinginum. Hugtøkini “av­leið­ingar” og “politisk sømi­ligheit” kundu í dag tað sama verðið strikað úr polit­isku orðabókini í Føroy­um. Ongin er farin ov seint, men mangur er farin ov tíðliga í skúla. Soleiðis hoyrist javnan og hetta er ikki nakað, sum vit skulu skúgva til viks. Slíkar útsagnir byggja á eygleiðingar og lívsvísar royndir, sum vit ikki bara skulu vraka, tí ein PISA - undankanning gevur net­ verkinum rundan um før­ oysk skúlabørn stak vána­ ligt skotsmál At koyra børn í skúla 6 ára gomul loysir onki her og nú. Kommunurnar hava so at siga nøkta stovnstørvin kring landið, hvat er gott og gagnligt, og lat okkum byggja víðari á tað! Tó er tað læruríka og mennandi umhvørvið í landsins barna­ gørðum ikki nóg nøkt­andi, hóast tað eru nógv starvs­ fólk, sum gera eitt megnar arbeiði. Men tilvitan og ætlan vantar í ov stóran mun. Stovnsleiðarar og peda­gogar saman við for­ eldr­um eiga at seta størri fokus á læring og menn­ing og tað heilt niður í vøggu­ stovualdur. Barnið skal ikki bara ansast, skal ikki bara hava tað á so frítt, men skal mennast bæði sosialt, motoriskt, málsliga og í gernadisdegnum fáa avbjóðingar og upplivilsir, sum økja um forvitni og áhuga fyri eitt nú náttúru, tøkni og mentan. Fyrst og fremst eru tað foreldrini, sum hava hepnið at geva barninum umsorgan og harav fylgjandi karmar fyri menning og læring. Harnæst er tað ábyrgdin hjá stovnunum tilvitað og neyvt skipað at menna einstaka barnið og ikki blint at fylgja diversum pedagogiskum mótafloppum. Starvsfólk á stovnunum hava eitt stórt potentiali, ið átti at blivið eggjað av politikkarunum og stuðlað, ment og víðkað - møguliga saman við lærar­ um. Føroyska samfelagið hev­ ur ikki ráð til snævurskygd fakmørk, heldur er tíðin komin til samstarv, og so kann tað jú vera, at Jórun og Tróndur um nøkur ár kunnu fara í skúla 6 ára gomul. Toldi Jacob ikki at vera á landsfundi Joan Sørinardóttir Høgni Hoydal tingmaður Finnur Helmsdal, Ongin er farin ov seint í skúla Ein landasvíkjari skrivar... Samd nevnd tekur undir við barilsskipan til lesandi løgtingsmaður John Johannessen Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Astrid Heinesen Haldórsvík andadist á Røktarheiminum á Mørkini 27. november 85 ára gomul Jarðarferðin verður úr Haldórsvíkar kirkju fríggjadagin 1. desember kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Ása, Johild og Dávur Tey, ið vilja minnast Astrid við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata Røktarheiminum á Mørkini eina peningagávu. Konta í peningastovnunum Kistan við Ullu Magnus­ sen, Klaksvík, fer úr kapell­­inum á Klaksvíkar sjúkra­húsi, heim í Christ­ ianskirkjuna, í dag kl. 18.00. Jarðarferðin verður hósdagin kl 13.00. Hanna Sofía Jørgensen fer til gravar úr Store Magleby kirke fríggjadagin kl. 12.00. Tey, ið vilja minnast Honnu Sofíu, kunnu lata eina pen­inga­ gávu til dreing­irnar; konta í Føroya Spari­kassa Kistan við Astrid Heinesen fer av Røktarheiminum á Mørkini hósdagin kl. 17.00 norður í Haldarsvíkar kirkju. Jarðarferðin verð­ ur úr Haldarsvíkar kirkju fríggja­dagin kl.13.00. Sung­­­ið verður úr Sálma­ bókini. Tey, ið vilja Minn­ ast Astrid, kunnu lata Røkt­ arheiminum á Mørkini eina peningagávu; konta í pen­ingastovninum. Kistan við Leivi Olsen, ættaður úr Kvívík, búsit­ andi í Hoyvík, fer úr Lands­ sjúkra­hús­kapellinum í kvøld kl. 18. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin kl. 13. Lorensa í Selvindi, Strend­ur, fer til gravar úr Sjóvar kirkju fríggjadagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Lorensu, kunnu lata Føroya felag móti Krabbameini eina pen­ inga­gávu, konta í pen­inga­ stovunum. Andlát og jarðarferðir