Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 231 - 29. november 2006 tíðindi Øssur Kjølbro boðanarleiðari Tað verður Øssur Kjølbro, Klaksvík, sum frá 1. januar 2007 fer at virka sum nýggjur deildarleiðari á boðanardeildini hjá Heimamissiónini.  Hann verður leiðari fyri 11 starvsfólkum, trúboðarum úti og heima, barna- og ungdómsráðgevunum eins og stað­bundnu skrivarunum. Hetta starv er ein liður í nýggja starvsfólkabygnaðin hjá Heimamissiónini, sum eftir ætlan fer at virka frá 1. januar 2007. Bygnaðurin hevur við sær, at starvsfólkini fara at arbeiða í tveimum deildum, boðanardeildini og samskiftisdeildini. Øssur Kjølbro verður leiðari á boðanardeildini, meðan fíggjarleiðarin, Jørmund Foldbo verður deildarleiðari á samskiftisdeildini. Kelda: www.mission.fo Minni royking hjálpir lítið Sambært eini nýggjari norskari kanning eru at kalla eingir fyrimunir við at skerja talið av sigarettum, sum verða guvaðar um dagin. Í kanningini hava granskarar fylgt 51.000 kvinnum og monnum í 20 ár, og niðurstøðan tykist vera púrasta greið. Skulu roykjarar vinna sær nakrar heilsuligar fyrimunir, eiga hesi at leggja púrasta av. Sjálvt ein stór skerjing av tubbaksnýtsluni yvir eitt longri áramál hevur púrasta ongar fyrimunir sammett við eina áhaldandi stóra nýtslu av tubbakki. Hinvegin er heldur eingin ivi um, at eitt roykistopp gevur fleiri og stórar heilsuligar fyrimunir. - Skipini hava sum heild havt nøkur vánalig ár seinastu árini, men nú hevur flotin aftur framgongd, og hetta sæst eisini aftur í búskapinum. Ábendingar eru um, at árið í ár fer at roynast betur enn árið í fjør. Samlaða veiðinøgdin er økt, og tað eru fiskaprísirnir eisini, sigur Bjarni Poulsen í roknskapargreining, sum Rasmussen & Weihe hava gjørt Fiskiflotin Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo myndir: Vilmund Jacobsen Í gjár skipaði Rasmussen & Weihe fyri árligu framløguni um støðuna í føroysku fiski­ vinnuni. Í framløguni verður dentur lagdur á støðuna hjá føroyska fiskiskipaflotanum, men grannskoðarafyritøkan ger eisini eina greining yvir gongdina í føroysku fiska­ virkisvinnuni. Hesin árligi fundurin er ætlaður viðskiftafólkum hjá felagnum, og vanliga er tað serliga tann parturin av viðskiftafólkunum, sum virka í fiskivinnuni, ið eru við til framløguna. Rasmussen & Weihe hava gjørt eina roknskapargreining av fiskiskipaflotanum fyri árini 2001-2005, og við framløguna verður í stuttum eisini mett um árið, sum skjótt er umliðið. Grundarlagið undir grein­ ingini er í fyrsta lagi almennu árs­roknskapirnir, men fel­ agið hevur eisini kannað sær aðrar upplýsingar, eitt nú um veiðinøgd og nettosølu, og í hesum sambandi er tað ikki minst Føroya Fiski­ mannafelag, sum situr á góð­ um og neyvum hagtølum um fiskiskipaflotan. Hvør bólkur sær Greiningin er býtt upp í tilsamans 9 bólkar, 1) Allur flotin, 2) Pelagisk vinna, 3) Rækjuvinna, 4) Verksmiðjutrolarar, 5) Partrolarar, 6) Lemma­trol­ arar, 7) Línuskip, 8) Garna­ skip og 9) Onnur skip. Soleiðis fevnir greiningin um meginpartin av fiskiskipaflotanum. Útróðrarflotin er ikki tikin við, tí har eru bert fáir bátar, ið eru skipaðir í partafelag ella smápartafelag við skyldu at lata inn almennan roknskap. Tað var Bjarni Poulsen, sum vegna Rasmussen & Weihe hevði framløguna í gjár, og honum til hjálpar vóru eitt nú Niclas Joensen og Jacobina í Lambanum, sum sat við telduna. – Í greiningini hava vit lagt dent á at vísa á gongdina hjá hvørjum einstøkum skipa­bólki hesi 5 árini, og fyri at fáa eina heildarmynd av fiskiskipavinnuni, hava vit somuleiðis valt at leggja saman tølini fyri allar skipa­ bólkarnar, sigur Bjarni Poulsen. Egnar niðurstøður Taltilfarið, sum er grund­ar­ lagið undir greiningini, er rættiliga rúgvusmikið, og ætlanin hjá Rasmussen & Weihe er, at greiningin skal geva lesaranum møguleika fyri at gera sínar egnu niður­ støður. – Taltilfarið er rúgvusmikið og kann greinast á ymiskar hættir, leggur Bjari dent á. Í stuttum kann sigast, at stórar broytingar eru farnar fram í tíðini 2001-2005. – Sum heild, hevur fiski­ flotin havt eina stóra aftur­ gongd árini 2001-2004, men henda afturgongd vendi í 2005 aftur til eina fram­gongd. Tó er samlaða úr­slitið í 2005 heili 82,4% lægri enn í 2001, sum ann­ ars var eitt sera gott ár hjá fiskiflotanum. Bjarni vísir á, at aftur­gongd­ in hjá fiskiskipaflotanum – og fiskavirkisvinnuni, er høvuðsorsøkin til, at støðuga framgongdin, sum var í føroyska búskapinum árini frammanundan, vendist til eina afturgongd. – Men nú hevur fiski­ skipaflotin aftur framgongd, og hetta sæst eisini aftur í búskapinum, sigur hann. Positiv gongd Roknskapargreiningin hjá Rasmussen & Weihe fevnir sum nevnt ikki um árið 2006, sum enn ikki er umliðið. – Men vit síggja ábend­ ingar um, at árið 2006 verð­ ur betur enn 2005 hjá flestu skipabólkum. Bjarni Poulsen vísir til tøl hjá Føroya Fiskimannafelag, sum siga, at samlaða veiðinøgdin í tíðarskeiðinum januar-september 2006 er økt við umleið 12% samanborið við sama tíðarskeið í 2005. – Haraftrat kemur, at miðalprísurin er øktur nakað í sama tíðarskeiði. Hann sigur, at samlaða veiðivirði sambært hagtøl­ unum er økt sløk 32% fyrstu 9 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. – Ábendingar um hækk­ andi fiskaprísir og betri 2006 helst betri ár hjá flotanum – Hóast greiningin ikki fevnir um árið í ár, síggja vit ábendingar um, at 2006 verður betur enn 2005 hjá flestu skipabólkum, sigur Bjarni Poulsen, sum á fundi í gjár legði fram eina roknskapargreining yvir føroyska fiskiskipaflotan árini 2001-2005 - Pelagisku skipini høvdu eitt framúr gott ár í 2001, men árini eftir gekst ikki so væl. Í 2005 gekk aftur framá, og í árið í ár verður væntandi uppaftur betri enn 2005, sigur Bjarni Poulsen