Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 29. november 2006 13 tíðindi Rolling Stones fyri milliardir Higartil hevur A Bigger Bang konsertferðin hjá Rolling Stones selt fyri 2,6 mia kr., og tað er meira, enn nakar annar bólkur ella einstaklingur hevur spælt inn á eini konsertferð. Tilsamans hevur óhoyraratalið til konsertirnar verið 3,5 milliónir. Av hesum var konsertin á Copacabana í Rio de Janeiro so nógv tann størsta. Til hesa konsertina rokkaðu tvær milliónir fólk saman við rock-legendunum á pallinum. Evropiska rentan upp Amerikanski dollarin er fallin, og tað hevur fingið onkur av limalondunum at rópa varskó, áðrenn evran gerst alt ov sterk. Eitt nú hevur franski fíggjarmálaráðharrin, Thierry Breton, ávarað um gongdina, men røddir í evropiska fíggjarheiminum halda, at hetta varskó einamest er vent móti franska valinum komandi ár. Hóast ein sterk evra gevur lægri útflutningstøl, so kunnu langtíðarárinini við eitt nú lægri oljuprísum eisini geva eina positiva ávirkan, sum vil linka um trýstið á rentuna. Enn verður tó roknað fyri vist, at evropiska rentan verður hækkað til 3,5% í næstum. Hartil eru fleiri fíggjarfrøðingar, sum rokna við enn tveimum hækkingum í 2007, soleiðis at rentan hjá Miðbankanum verður 4%. fiskiskap fara uttan iva at føra til, at raksturin hjá fiski­ vinnuni verður heldur betri í 2006 enn í 2005, sigur Bjarni Poulsen. Vit fara niðanfyri at taka ymisku bólk­­arnar í fiski­ skipa­­flotanum í stutt­­um, soleiðis sum Rasmussen & Weihe meta, at gongd­in hevur verið síð­­an 2001 saman við út­ litunum fyri árið í ár Fiskiflotin Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Pelagisk skip Um hendan skipabólkin verður sagt, at tey høvdu eitt framúr gott ár í 2001, men í 2002 fall úrslitið mun­­andi. Afturgongdin helt fram í 2003 og 2004. Í 2005 fór aftur at ganga framá, og flotin er rímiliga væl konsolideraður – og er annars væl fyri sum heild. – Sambært tølum hjá Før­oya Fiskimannafelag er miðalprísurin hjá pelag­isku skipunum hækk­að­ur munandi fyrstu 9 mán­að­ir­nar í 2006 í mun til somu tíð árið fyri. Samlaða veiðan er eisini økt. Sambært upp­lýsingum, vit hava fingið, verður samlaða veiðivirði í 2006 væl hægri enn í 2005. Í niðurstøðu síni sigur Bjarni Poulsen, at hóast høga oljuprísin meginpartin av 2006, verður roknað við, at pelagiski flotin fær eitt betri úrslit í ár enn í fjør. Rækjuskip Rækjuflotin hevur havt nógv trupul ár á rað, og støðan hjá flotanum, sum eftir er, var framvegis vánalig við árslok 2005. Í løtuni eru bert trý skip í vinnu, og millum hesi er Arctic Viking, sum er komin aftur undir føroyskt flagg. – Miðalprísurin hjá rækju­ flotanum fyrstu 9 mán­ aðirnar í ár er øktur, men færri skip hava fiskað eina munandi minni nøgd í 2006 í mun til somu tíð í fjør. Bjarni sigur, at tað er alt, sm bendir á, at rakstr­ar­ fyritreytirnar hjá rækju­flot­ anum eru batnaðar nakað í 2006. – Í seinastuni er prísurin á kókaðum rækjum øktur nakað, men munandi broyt­ ingar skulu til, áðrenn ver­ andi rækjufloti fær javnvág í raksturin. Verksmiðjuskip Um verksmiðjuskipini er at siga, at hesi hava havt rími­liga góð ár, og flotin er rímiliga væl fyri við árslok 2005. Hóast broytingar í mið­ alprísi seinastu 5 ár­ini, hevur raksturin verið stab­ilt góður. Vøkstur í prísi hevur vigað upp ímóti falli í veiðinøgd árini 2003-2005. – Væntandi er, at veiði­ nøgdin minkar nakað í 2006, men hinvegin økist mið­al­prísurin. Hetta ger, at samlaða veiðivirði veksur nakað. Bjarni sigur, at 2006 sær út til at geva umleið tað sama – ella kanska eitt sindur betri úrslit áðrenn óvanligt – í mun til 2005. – Leggjast skal aftrat, at færri verksmiðjutrolarar hava fiskað kvoturnar í 2006, og tí er væntandi, at rakstrarúrslitið fyri hvørt skipið verður betri í 2006 enn í 2005. Partrolarar Partrolaraflotin er hampiliga væl fyri, men fíggjarstøðan versnaði árini 2002-2004. Miðalprísurin hevur verið støðugt fallandi síðan 2001, men stabiliseraði seg aftur í 2005. Saman við munandi vøkstri í veiðinøgdini broyttist úrslitið frá halli í 2004 til yvirskot í 2005. – Veiðinøgdin fyrstu 9 mán­aðirnar í ár er økt nakað, og somuleiðis eru mið­alprísirnir øktir. Sam­ bært tølum hjá Føroya Fiski­mannafelag er veiði­ virð­ið økt 4,6% fyrstu 9 mán­aðirnar í ár, og roknast kann við, at raksturin hjá hes­um skipabólki verður betri, hóast høga oljuprísin, sigur Bjarni Poulsen. Lemmatrolarar – Fíggjarstøðan hjá lemma­ trol­arunum er samanum tik­ið hampilig, og kon­solid­eringin er rímiliga góð. Gjaldførið hjá hesum skip­um versnaði munandi árini 2001-2002 og var heldur ikki nøktandi við árslok 2005. Bjarni vísir á, at lemma­ trolararnir hava megnað at havt ein rímiligan rakstur í árunum 2000-2003, men í 2004 hevði skipabólkurin mun­andi afturgongd í rakstr­­ inum í mun til undanfarin ár. – Øking í veiðinøgd og miðalprísi árini 2004-2005 merkti, at hallið í 2004 upp á 12,5 mió krónur er vent til yvirskot upp á 1,8 mió krónur í 2005. Sambært tølum hjá Før­ oya Fiskimannafelag hava lemmatrolarar havt eina fram­gongd í veiðinøgd upp á út við 23% fyrstu 9 mánaðirnar í ár, men miðal­ prísurin er sambært tølunum lækkaður nakað. - Samanlagt er veiðivirðið økt við 18% í mun til sama tíðarskeið í 2005 – men við dýrari olju í 2005, verð­ur samanlagt roknað við, at árið í ár rakstrarliga verður umleið tað sama sum 2005. Línuskip Línuskipaflotin hevur havt nøkur góð ár og er rímiliga væl fyri. – Línuskipini hava havt ein støðugan vøkstur fram til 2003, sum gjørdist eitt serstakliga gott ár hjá teimum. Positiva gongdin vendist í 2004, og er samlaða úrslitið fyri 2005 eitt hall á sama støði sum í 2004. Bjarni sigur, at miðal­prís­ urin hjá línuskipum øktist í 2005 eftir støðugt fall árini 2001-2004. Hinvegin minkaði veiðinøgdin árini 2004-2005 við 9,9%. – Sambært nýggjastu tøl­­unum hava línuskipini merkt eina framgongd í veiði­nøgd upp á 2% fyrstu 9 mánaðirnar í ár í mun til somu tíð í fjør. Haraftrat er mið­alprísurin øktur við 14%, soleiðis at veiðivirðið er økt við 16,5%. Mett verður tí, at rakstr­ ar­úrslitið hjá línuskipunum verður á nøkulunda sama støði í ár sum í 2005. Garnaskip Árið 2001 royndist væl, men bæði 2002, 2003 og 2004 royndust minni væl. Samlaða fallið í nettosøluni árini 2001-2005 er stívliga 28,4%. Úrslitið í 2005 var nakað betri enn í 2004. – Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag er miðal­prísurin hjá garna­ skipum øktur við 13,5% fyrstu 9 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. Á hinari síðuni er samlaða nøgdin minkað við 8,8% í sama tíðarskeiði. Men her skal so eisini havast í huga, at tølini fyri 2006 fevna um 7 skip í mun til 6 skip í 2005. Bjarni Poulsen vísti á, at samlaða veiðivirði er umleið 3,5% hægri higartil í ár enn í fjør. Fiskiskipaflotin – við fáum orðum Jacobina í Lambanum sat við telduna og syrgdi fyri, at røttu talvurnar komu upp á skíggjan undir áhugaverdu framløguni. Undir liðini á henni sat Niclas Joensen Millum áhoyrarnar til framløguna vóru eisini reiðarar og onnur, sum á ymiskan hátt hava við fiskivinnuna at gera. Jónsvein Knudsen gav eisini sítt íkast til prátið um fiskivinnuna Partrolaraflotin er hampiliga væl fyri, og hjá summum skipum hevur gingið heilt væl í ár, eitt nú hjá leirvíkstrolarunum, Stjørnuni og Polarhav Mynd: Vilmund Jacobsen