Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 231 - 29. november 2006 tíðindi Konsert og jólatræ Leygardagin 2. desember verður tann árliga jóla- og familjukonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri í ítróttarhøllini í Runavík. Konsertin verður kl. 16, og atgongumerkini, sum fáast í Kunningarstovuni í Runavík, kosta 75 krónur. Sunnudagin klokkan 17 verður jólatræið uttan fyri býráðshúsið í Runavíkar kommunu tendrað. Tá fer hornorkestrið at spæla, og Sámal Petur í Grund talar. Aftaná bjóðar kommunan kaffi og bollar. Otur við trolara Manningin á norska trolaranum ”Gargia” fekk ein heldur sjáldsaman gest í vikuni, tá ein otur hevði lagt seg at sova í trolinum. Trolarin var inni í Rypefjord í Finnmørkini og landaði, tá menn komu fram á oturin. Otur er rovdjór, og ein av manningini á ”Gargia” sigur við Finnmark Dagblad, at oturin finnur sær mat sjálvur, men at teir hava sett honum eina spann av vatni. Trolarin skuldi út í dag, men ætlanin var at koyra gestin í land fyrst. - Tað er als ikki vanligt, at tað, sum verður sagt ímillum handilsligar partar í eini veitslu, verður tikið framaftur alment og enntá borið fram á politiskum stigi. Tað  eigur heldur ikki at koma fyri. Eg haldi, at støðið í kjakinum eigur at verða hægri enn hetta, sigur Christian Andreasen. Loftferðsla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er ikki okkara endamál at knúsa Faroe Jet. Christian Andreasen er nevndarformaður í At­lants­flogi og hann vísir heilt avgjørt tí aft­ur, at  Atlantsflog arbeið­ir fyri at beina fyri kappingar­ neytanum, Faroe Jet. Á Landsfundinum í Fólkaflokkinum leyg­ ar­­dagin, segði nevndar­ for­maðurin í Faroe Jet, Knút Lútzen, at mark­ naðarleiðarin í Atlantsflogi, hevur sagt við stjóran og eitt annað starvsfólk hjá Faroe Jet, at hansara einasta endamál var at knúsa Faroe Jet. Landsstýrismaðurin í vinnu­málum, Bjarni Djur­ holm, tók hetta í so stórum álvara, at hann bar tað fram á fundi við nevndarformannin í Atlantsflogi longu mánamorgunin. Christian Andreasen sigur, at fundurin var avtal­ aður langt áðrenn hetta kom fram, men lands­ stýrismaðurin greiddi hon­ um frá, hvat í marknaðar­ leiðarin hjá Atlantsflogi skal hava sagt, eftir tí, sum kom fram á landsfundinum - Eg kundi bara boðað landsstýrismanninum frá, at tað er ikki eitt endamál hjá Atlantsflogi at beina fyri Faroe Jet. - Men eru orðini fallin soleiðis, eru tey ikki um­boðandi politikkin hjá Atlantsflogi. Christian Andreasen leggur kortini afturat, at hann kann ikki taka dagar ímillum, hvat er sagt og ikki. Men honum er for­talt, at Faroe Jet og marknað­ arleiðarin hjá Atlantsflogi hava sitið saman í veitslulagi í Íslandi og práta saman um mangt og hvat, men at hettar hevur verið á púra óformligum støði. Hvat heldur tú so um tað, at orð, sum møguliga eru søgd í veitslulagi, enda á hægsta politiska stigi? - Tað er als ikki vanligt, at tað, sum verður sagt ímillum handilsligar partar í eini veitslu, verður tikið framaftur alment og enntá borið fram á politiskum stigi. Tað  eigur heldur ikki at koma fyri. Eg haldi, at støðið í kjakinum eigur at verða hægri enn hetta, sigur Christian Andreasen. - Hinvegin kann eg gera greitt, at slíkt skal marknaðarleiðarin hjá Atlantsflogi ikki siga, so eru orðini fallin, eru tey skeiv, tí tað hevur ongantíð verið okkara endamál at beina fyri Faroe Jet. - Hetta eru ikki útsagnir, eg á nakran hátt kann taka undir við, leggur hann aftur­ at. Christian Andreasen sigur, at hann fer at kanna málið, soleiðis sum landsstýrismaðurin hevur biðið um og so fær lands­ stýrismaðurin eina fráboðan um úrslitið. Beinleiðis ósatt  Annars vísir Christian Andreasen á, at nógv av tí, sum Faroe Jet hevur ført fram ímóti Atlantsflogi sein­ astu dagarnar, er beinleiðis ósatt. Og hann hevur lítlan hug at vera við í einum orðaskifti á hesum støðinum. Eitt, sum Faroe Jet hevur ført fram, er at Atlantsflog hevur hall í ár. - Tað er skeivt. Vit høvdu ein hampiliga stórt avlop fyrra hálvár í ár. Hvussu seinna hálvár fer at roynast, er ilt at siga, men roknskapurin í ár skal eisini metast í ljósinum av, at vit hava havt eina vanlukku og at vit hava havt eitt flogfar niðri í Basel sum hevur fingið skaða. Av hesum orsøkum hava vit verið noydd at leiga flogfør til okkara uppgávur, og hettar hevur kostað okkum nógvan pening. - Hvørja ávirkan tað fer á endaliga úrslitið, ber ikki til at siga enn. Christian Andreasen sigur, at verður roknskapurin hjá Atlantsflogi ikki tann besti í ár, er tað sostatt ikki tí at feleagið tilvitað hevur lækkað prísirnar fyri at køva Faroe Jet. - Vit hava altíð sum mál at forvinna pening og tað málið hava vit eisini í ár, akkurát sum øll hini árini. Vit reka felagið á handilsligum grundarlagið burturav, tað skal ikki verða nakar ivi um tað. - Men hinvegin kostar tað at kappast. Tá ið Faroe Jet lækkar prísirnar, noyðast vit sjálvandi at fylgja við fyri at standa okkum í kappingini, akkurát sum vit gjørdu, tá ið við kappaðust við Maersk. Atlantfslog hevur altíð verið í kapping, við undantaki av tíðini frá tí at Maersk gavst til Faroe Jet byrjaði. Tí er tað beinleiðis skeivt at siga, at vit hava havt einkarrætt. Atlansflog hevur ongantíð havt einkar­ rætt til flúgvingina, soleiðis sum Faroe Jet tvíheldur um. - Men vit noyðast sjálv­ andi alla tíðina at laga okkara prísir eftir teimum umstøðum á marknaðinum. Tað sigur seg sjálvt. Tó skal viðmerkjast, at Atlansflog ikki í fullan mun hevur tillaga prísirnar mótvegis Faroe Jet. Eitt nú hava vit ikki innført tann prísbygnaðin, sum Faroe Jet byrjaði við, og hettar er eitt gott dømi um, at kappingin seinastu mánaðirnar hevur verið á einum náttúrligum støði, sigur nevndarformaðurin. Hann sigur, at tað er eisini ósatt, tá ið Faroe Jet sigur, at Atlantsflog fær almennan stuðul. Í hesum sambandi sipa teir til, at Atlantsflog fær játtan á fíggjarlógini til tyrlutænastuna. - Raksturin av tyrlutæn­ astuni ríður um snarið hvørt ár. Hon er ikki nakar fongur hjá Atlantsflogi, tí hon tyngir raksturin nógv. - Vit hava bygt tænastuna upp úr næstan ongum til at vera eitt veruligt alternativ og í tí sambandi hava vit keypt tyrlur og vant starvsfólk. - Men er tað ikki rætt, at gjøgmumskygni manglar, tí tá ið teknikarar arbeiða, kann tað vera torført at siga, um teir arbeiða fyri Atlantsflog ella fyri tyrlu­ tænastuna. - Tað kann vera. Men vit hava serskildan, grann­ skoðaðan, roknskap fyri tyrlutænastuna hvørt ár. Tað kann eisini vera ein spurningur, nær leiðslan skal skriva rokningar til tyrlutænastuna, uttan at hann ger tað. Sami trupuleikin kann taka seg upp í sambandi við felags útreisðlum. Men samanlagt er roknistykkið heilt av­gjørt ikki til ófyrimuns fyri landskassan, staðfestir nevndarformaðurin í Atlantsflogi.  Kennist løgið Nú sigur Landsstýris­mað­ urin í vinnumálum, at hann hevur heitt á landsstýrið og øll aðalráðini um at brúka Faroe Jet, har tað ber til. Nú umboðar Bjarni Djurholm partaeigaran í Atlantsflogi, sum er Føroya fólk. Og sum slíkur hevur hann væl skyldu til at royna at fáa felagnum eitt so gott úrslit sum gjørligt. Hvat sigur tú til slíka framferð? - Eg skal ikki leggja meg út í, hvat landsstýrismaðurin ger, so hetta havi eg ongar viðmerkingar til. Men tað kennist eitt sindur løgið, at okkara partaeigari mælir sínum baklandið til at brúka kappingarneytan. Hettar tykist eitt sindur óvanligt, sigur Christian Andreasen. Hava ongar ætlanir at knúsa Faroe Jet Fíggjarlógin 2007 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Okkara størsta uppgáva verður at tryggja, at øktu inntøkurnar, ikki verða gjarðaðar út aftur í øktum útreiðslum. Tað staðfesti Anfinn Kallsberg, formaður fólka­­­floksins og for­mað­ ur í fíggjarnevnd­ini, á lands­fundinum hjá Fólka­ flokkinum leygar­dagin-. Hannv vísti á, at frá 1998 og úteftir, hækk­aðu útreiðslurnar hjá lands­ kassanum 200 milliónir um árið í miðal. - Men í hesi samgonguni hava vit megnað at táttað íaftur, tí frá 2005 til 2006 hækkaðu útreiðslurnar 100 milliónir. Og næsta ár verður vøksturin 150 milliónir, sum landið liggur nú, men takið verður at fáa táttað í, so at vøksturin heldur ikki næsta ár verður meiri enn 100 milliónir. - Skulu vit fáa sjálv­ stýrandi búskap, er neyðugt, at inntøkurnar verða størri enn útreiðslurnar. Bjarni Djurholm vísti á, at í ár vóru útlit til, at hallið á fíggjarlógini fór at verða einar 200 milliónir krónur, men inntøkurnar hjá landskassanum eru hækkaðar so nógv, at alt bendir á, at talan verður um javnvág og næsta ár verður væntandi avlop. Sostatt eru útlit fyri at gjaldsjavnin fer at javnviga í ár, hóast handilsjavnin vísir eitt hall upp á 800 milliónir. Næsta ár eru hinvegin útlit til, at avlopið á gjaldsjavnanum verður einar 300 milliónir. Skulu ikki hækka meiri enn 100 milliónir Støðið í kjakinum ímillum Atlantsflog og Faroe Jet, eigur at verða hægri enn hetta, sigur Christian Andreasen, nevndarformaður í Atlantsflogi, sum her stendur høgvumegin. Undir liðini á honum stendur Bjarni Djurholm og hansara framferð kennist eitt sindur løgin, heldur nevndarformaðurin. Ytst til vinstru er tað stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge