Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 29. november 2006 15 tíðindi Tað skal verða bíligari at sigla við Strandferðsluni og at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar. Jacob Vestergaard fer heilt skjótt at koma við einum tilmæli um hvussu allir borgarar kunnu javntsetast á hesum øki Samferðsla Áki Bertholdsen Prísurin á ferðaseðlum skal ikki longur verða ein forðing fyri at fólk ferð­ ast við Strandferðsluni, ella koyra ígjøgnum undir­ sjóvartunlarnar. Tað staðfesti Fólka­flokk­ urin á landsfundinum í Øra­ vík leygardagin. Og júst Fólkaflokkurin hevur møguleika at gera nakað við hesi viður­skifti, tí hann hevur lands­stýris­ mannin í innlendismálum, sum umsitur økið. Tað er Jacob Vestergaard og hann boðaði á lands­ fundinum frá, at gongst sum ætlað, ætlar hann longu í vár at koma við ein­um uppskoti um, hvussu tað kann gerast bíligari at ferðast og, hvussu prísirnir kunnu javnast út, so at tað ikki verður nógv dýrari við Strandferðsluni, enn tað er at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar. Hann segði, at hann ætl­ aði at raðfesta hesa uppgáv­ una og hann vónaði at kunna leggja eitt tilmæli fyri samgonguna í vár. Anfinn Kallsberg sigur, at inntøkan hjá Strand­ ferðsluni er ikki meiri enn 26 milliónir krónur í ár. Men hinvegin letur land­ ið eisini eina rúgvu av peng­um í stuðuli til allan møguligan flutning. - Vit lata stuðul til at flyta bæði fisk og mjólk. Vit lata stuðul til at ferðast til og frá arbeiði og ítróttarfólk fáa stuðul til at ferðast bí­liga. Bæði lesandi og løg­ tingslimir fáa eisini stuðul at ferðast fyri. - Tilsamans lata vit 10- 12 milliónir í stuðuli til at ferðast og flyta vørur fyri. Formaður Fólkafloksins sigur, at verður tað ókeypis at sigla við Strandferðsluni og verður allur stuðul sam­ stundis tikin av, fer tað so­statt at kosta landinum einar 14-16 milliónir. Í fjør hækkaðu vit veg­ skattin 1000 krónur fyri hvønn bil og tað hevur givið landskassanum 26 milliónir í eyka inntøku, sum er tað sama, sum øll inntøkan hjá Strandferðsluni. - Samstundis hevði Vága­ tunnilin eisini einar 26 milliónir í inntøku. Av teim­ um fóru 12 milliónir til rentur og avdráttir. - Sostatt fer gott og væl helvtin til røkt og umsiting. Anfinn Kallsberg segði, at verður lúka burtur í øll­um hesum skipanum, er nógv at spara. - Skulu vit hugsa um kappingarførið hjá útjaðar­ anum, hevði hetta verið eitt hitt størsta framstigið at lækka ferðaseðlaprísin, segði Anfinn Kallsberg. - Fjarstøðan er ein vansi í sær sjálvum, men at leggja ferðagjøld afturat, er at leggja stein oman á byrðu. Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður, staðfesti, at av teimum 26 milliónunum hjá Strandferðsluni, er eigur Smyril helvtina. - Inntøkurnar hjá Smyrli av ferðaseðlum til bilar og fólk eru 13-14 milliónir um árið. Hann segði, at hann ar­beiddi við eini smidligari prísskipan, men, hvussu hon fer at síggja út, veldst um, hvørja politiska semju, tað ber til at fáa. Skulu betala fyri at ferðast Men tað er ikki treytaleys semja í Fólkaflokkinum um at tað skal vera ókeypis at keypa, ella at kalla ókeypis. Annika Olsen helt, at vit skulu gjalda fyri tær tænastur, vit fáa og tí helt hon ikki at tað er rætt, at gera tað ókeypis at ferðast. - Tað, sum er ein stórur vansi fyri Suðuroy og allan útjaðaran, er, at tað eru alt ov fáir túrar. Skulu vit veruliga bøta um tænastuna til útjaðaran, eiga vit tí at lata skipini sigla fleiri túrar. - Men tað gera vit ikki við at lata skipini sigla ókeypis, tí so klára vit ikki at fíggja fleiri túrar. Gera vit tað ókeypis at sigla, kunnu vit tískil skjóta ein hvítan píl eftir fleiri túr­um við skipunum hjá Strandferðsluni og einum framtíðar undirsjóvartunli til Suðuroyar, segði Annika Olsen. Anfinn Kallsberg helt ikki, at hetta er nakað at vera bangin fyri. - Skulu suðuroyingar og sandoyingar betala fyri at koyra ígjøgnum framtíðar undirsjóvartunlar, verður ong­in koyring, tí tað verður ov dýrt. Tí fæst heldur onki gagn burturúr hesum íløgunum. Sostatt eru hetta íløgur, sum øll skulu betala, segði Anfinn Kallsberg. - Tað ljóðar løgið, men veru­leikin er, at tað er lættari at fáa sjálv­ræði við sam­ bands­flokkinum í sam­gongu, enn við tjóð­ veldisflokkinum, stað­ festi formaður Fólka­ floksins á landsfundi um vikuskiftið Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Í hesi samgonguni, hevur tað eydnast at fremja fleiri uttanríkismálum, sum und­ anfarna samgonga arbeiddi við, men sum tað ikki eydn­ aðist at finna semju við Tjóðveldisflokkin um tá. Tað staðfesti Anfinn Kalls­berg, formaður Fólka­ floksins, á landsfundinum í Øravík leygardagin. Hann segði, at hetta var ikki minst galdandi í sjálvstýrismálinum. - Tann leisturin, vit nú ganga eftir í hesi samgonguni við yvirtøkulógini og utt­ an­ríkispolitisku heimildar­ lógini, er sami leistur, sum vit arbeiddu við í undan­ farnu samgonguni, sum Tjóð­veldisflokkurin var við í. - Men í undanfarnu sam­ gongu bar ikki til at finna semju um tað, tí skuldi tað eydnast, var neyðugt at gera neyðsemjur, serliga tá ið hugsað verður um, at talan var um samráðingar við eitt annað land. - Men tað, sum lá í kort­unum hjá undanfarnu samgongu, er akkurát tað sama, sum nú er sett í verk, bæði í sjálvstýrismálinum og í uttanríkispolitiska øki­ num. - Tað var longu í 2003, at danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen og eg sjálvur, sum løg­ maður, skrivaðu undir Tvøra­skjalið. Anfinn Kallsberg minti á, at tá kallaði sam­gongu­ flokkurin Tjóðveldis­flokk­ urin, hetta fyri eitt sjey- mílafet á sjálvstýrisleið. Hann segði, at tað er júst Tvøraskjalið, ið er leisturin, sum loysnirnar eru bygdar á, sum, sum nú eru funnar, og tað er hesin politikkurin, sum er settur í verk. - Men tað heilt ótrúliga er, at Tjóðveldisflokkurin hevur atkvøtt ímóti teimum yvirtøkum, sum eru framd­ ar. Hetta er bæði galdandi fyri tilbúgvingina og fjøl­ miðlaábyrgdarlógina, har Tjóðveldisflokkurin at­kvøddi ímóti av berari formal­ismu. Men Anfinn Kallsberg segði, at tað er júst hendan formalisman, har kravið frá Tjóðveldisflokkinum var alt ella onki, sum gjørdi, at tá ið tað snýr seg um sjálvstýrismál, er Tjóð­veldisflokkurin púra handlingslammaður. - Tí er støðan so heilt ótrú­lig, at í veruleikanum ber tað til at fremja fleiri yvirtøkur og fleiri stig á sjálvstýrisleið saman við Sambandsflokkinum í sam­ gongu, enn tað bar til at fremja við Tjóðveldisflokkinum í samgongu. - Hetta sigur ikki so lítið um føroyskan politikk, helt Anfinn Kallsberg. Bíligari at ferðast í Føroyum Tjóðveldisflokkurin var ein forðing fyri størri sjálvræði - Tað sigur ikki so lítið um føroyskan politikk, at tað er lættari at vinna fram á sjálvstýrisleið við Sam­bandsflokkinum, enn við Tjóðveldisflokkinum, helt Anfinn Kallsberg á landsfundi Fòlkafloksins um vikuskiftið Hesir áhoyrararnir á landsfundinum hjá fólkaflokkinum fingu at vita, at teir kunnu vænta eina kollvelting í kostnaðinum at ferðast í Føroyum Bók um fiskimenn Í hesum døgum kemur út nýggj bók um fiskimenn til arbeiðis. Í bókini eru seks stórar myndafrásagnir frá túrum við føroyskum, hetlendskum, íslendskum og grønlendskum skipum. Tað er Maria Olsen, fotografur, sum hevur tikið myndirnar, og Búi Tyril hevur skrivað tekstin. Bókin, sum eitur ”Images of Fishermen”, er á enskum, og forlagið GlobalOne Press í Aberdeen gevur hana út. Bókin er 388 síður og kostar 545 krónur. Fyrilestur um gikt Mánadagin 4. desember hevur Giktafelagið limafund í MBF-húsinum í Havn. Har fer giktalæknin Pero Zoré at halda fyrilestur um giktarsjúkuna urinsýrugikt. Aftan á fyrilesturin verður jólahugni, og luttakararnir fara at hugna sær við jólasangi. Á tiltakinum ber til at keypa jólakort við føroyskari list, og fólk hava eisini høvi at tekna seg sum lim í Giktafelagnum. Tiltakið í MBF-húsinum mánakvøldið byrjar klokkan 19.30.