Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 231 - 29. november 2006 tíðindi Fleiri menn, sum tosa á fremmanda máli, ganga í hesum døgum runt á Skipasmiðjuni á Skála. Talan er um teir póllendingarnar, sum skulu gera sveisaraarbeiðið til smíðingina av nýggja skipinum hjá p/f Thor. Yvirmaðurin hjá póllendingunum er væl nøgdur við umstøðurnar SKIPASMIÐJAN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Skipasmíð er aftur í hásæt­ inum á Skála. Hósdagin var móttøka á Skála í samband við, at teir byrjaðu at skera. Mánadagin komu 25 póllendingar til landið. Teir eru nú byrjaðir at arbeiða á Skipasmiðjuni á Skála. Tað eru sveisarar, sum eru komnir til landið. Teir skulu arbeiða 12 tímar um dagin og búgva á einum hotell­skipi, sum liggur við kei á Skipasmiðjuni. Teir verða í Føroyum í 4 vikur og fara síðani heim til jólar. Aftaná nýggjár koma 50 póllendingar til Føroyar, og teir skulu arbeiða í tveimum vaktum. Byrjan komin á Tað var nógv virksemi í byggi­høllini á Skála, tá ið blaðmaðurin og mynda­mað­ ur­in hjá Sosialinum komu fram­við. Tað vóru fleiri menn inni í byggihøllini enn tað hevur verið í langa tíð. Póllendingarnir ar­beiddu hart, meðan ar­beiðs­ formaðurin gekk runt og kannaði arbeiðið. Teir síggja út til at vera raskir menn, sum vita hvat teir gera. Ein rúgva av plátum lógu spjaddar runt. Sveisararnir slípaðu ymsar plátur til, og ein krani lyfti eina stóra plátu upp. Hetta er soleiðis eitt skip verður bygt. Tað hevur tó als ikki fingið skapilsi av einum skipi enn. Havast skal tó eisini í huga, at pól­lend­ ingarnir einans høvdu arbeitt í nakrar fáar tímar tá. Vit hitta Valdimir, sum er ein av ovastunum í pólsku skipasmiðjuni, sum hevur leigað menninar út til Skála Skipasmiðju. Hann er blíður og fyrikomandi. – Vit eru væl nøgdir. Vit eru komnir væl í gongd við arbeiðið. Vit hava fingið tilfar, og arbeiðsumstøðurnar eru sera góðar, sigur hann. Sparka í frítíðini Póllendingarnir fara ikki Póllendin Bókaframløga Í morgin mikudagin 29. november kl. 16.30 verður almenn móttøka í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn í sambandi við, at tað stóra bókaverkið „Torvið í Føroyum í søgu og siðsøgu“ eftir Petur Jacob Sigvardsen verður lagt fram og sýnt áhugaðum. Her fáa fólk ein góðan møguleika at ogna sær valaverk, og er tað onkur, sum vil hava høvundin at signera verkið, ber tað eisini til. Tey vitjandi fáa eisini ein drekkamunn, sigur forlagið Búgvin. Bygdir fáa gøtunøvn Í hesum døgum eru umsjónarmenn hjá Sunda kommunu í ferð við at seta upp skelti við gøtunøvnunum í teimum bygdunum, har hetta hevur ligið á láni. Talan er um umleið hundrað skelti, og ætlanin hjá kommununi er at fáa tey sett upp fyri ársskiftið. Tá hetta er gjørt, er tað bara Gjógv, sum ikki hevur fingið gøtuskelti. Tað kemst av, at gøtunøvnini har eru ikki avgreidd við Matrikulstovuna, sum skal góðkenna øll gøtunøvn. Tey hava úr at gera í verkhúsinum Stíggj­ ur við at fyrireika jóla­søluna hósdagin og fríggjadagin. Jólasølan er størsta inntøkan hjá Stíggi. Tey vænta, at nógv fólk koma á gátt STÍGGJUR Orð & myndir: Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Hósdagin og fríggjadagin verður árliga jólasølan hjá verkhúsinum Stíggjur. Hetta er helst størsta tiltak, sum Stíggi skipar fyri. Tey hava arbeitt nógv við at gera klárt til jólasøluna. Sosialurin var á gólvinum hjá Stíggi í gjár. Fólkini í Stíggi tóku væl ímóti. Blað­maðurin var eitt sind­ ur seinni enn ætlað, og tað skuffaði summi. Tey tókt­ust tó at vera glað, tá ið undir­ ritaði endiliga kom á gátt, og tey stillaðu fegin upp til myndatøku. Starvsfólkini vóru í fer við at rigga av, tí at dagurin var um at vera komin til enda. Hósdagin verður jólasøl­ an opin frá 14-18 og fríggja­ dagin verður hon opin frá 14-20. Tað eru vanliga nógv fólk og vitja jólasøluna hjá Stíggi. Hon gevur nógvar pengar, og er hon størsta inntøkan hjá Stíggi. – Hetta er sera týdningar­ mikið fyri tey. Tað verður nógv gjørt burturúr jóla­søl­ uni. Hvør hevur sítt serøki, sum hann leggur seg serliga eftir. Summi arbeiða í verk­ staðnum, meðan onnur mála. Tey eru øll sera spent til jólasøluna, sigur eitt av starvsfólkunum hjá Stíggi. Tet tykjast øll at hugna sær saman í hølunum hjá Stíggi í Saltangará. Starvsfólkini halda, at týdningurin av einum slíkum verkhúsi ikki kann undirmetast. – Tey hava tað gott her. Tað er sera týdningarmikið, at tey sleppa út at gera okk­ urt virksemi. Jólasølan er eitt av teimum stóru tiltøk­ un­um hjá okkum. Annars rudda vit allan Skálafjørðin um summarið. Hetta dámar teimum sera væl. Vit ganga framvið fjørðinum og savna ruskið í dungar. Síðani fara vit eftir ruskinum við bát­ inum, sum Stíggjur eigur. Annars eru vit og ferðast uttanlands annað hvørt ár, og annað hvørt ár fara vit á útferð í Føroyum, siga tey í Stíggi. Jólasølan hjá Stíggi Hesi fimm stillaðu fegin upp til myndatøku, tá ið Sosialurin kom á vitjan Hesin er óførur til handaligt arbeiði. Summum dáma best at putlast í verkstaðnum Hesir fáa sær eitt prát í teknistovuni. Jakkin er komin á, tí at teir skulu skjótt heim við bussinum