Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 29. november 2006 17 tíðindi ngarnir byrjaðir á Skála Bonus til øll Í handilslívinum er tað vanligt, at leiðarar fáa eyka samsýning, um teir kunnu vísa á góð úrslit, men í svensku handilsketuni Ikea hevur leiðslan gjørt av at samsýna teimum vanligu medarbeiðarunum ístaðin fyri. Eitt nú fáa allir medarbeiðarar í Ikea-handlinum í Lund 2.000 svenskar krónur í part, og Ikea-húsið í Oslo, sum er eitt av teimum heilt stóru, hevur sett 300.000 norskar krónur av til at samsýna teimum 510, sum arbeiða har. Vit liva longst Føroyingar liva longri enn hinir borgararnir í ríkisfelagsskapinum. Hagtølinivísa, at føroyskir menn liva í meðal 77 ár, meðan tær føroysku kvinnurnar liva meiri enn 81 ár í meðal. Tað er heldur meiri enn í Danmark og væl meiri enn í Grønlandi, tí í meðal liva grønlendingar eini 10 ár styttri enn føroyingar. Íslendskir menn og álendskar kvinnur liva longst í Norðurlondum. Menninir í Íslandi verða 79 og álendsku kvinnurnar 84 í meðal. at hava nógva frítíð, men teir ætla sær tó at sparka á vøllinum av og á. – Arbeiðsfólkini arbeiða 12 tímar um dagin. Teir búgva umborð á hotellskipinum „Explorer“. Tað er sjónvarp í einum kamari, so har fara teir helst at sita aftaná arbeiðstíð. Eg havi eisini keypt ein bólt, so at teir kunnu fara niðan á vøllin av og á, sigur Valdimir. Teir hugsa ikki nógv um, at teir eru burtur frá heim­ landinum í so langa tíð. – Nú eru teir her einans í fýra vikur, og so sleppa teir heim til jóla. Tað er eingin trupulleiki. Síðani koma enn fleiri menn til Føroya aftaná nýggjár, og tá steðga teir longri, sigur Valdimir. Eftir ætlan skal hjálpar- og veitingarskipið, sum Skipa­ smiðjan smíðar fyri p/f Thor í Hósvík, vera liðugt á heysti næsta ár. Ætlanin hjá stjórunum í Skipasmiðjuni er tá at hava fingið eina aðra avtalu um at smíða eitt nýtt skip. Teir hava sáttmála við póllendingarnir í 4 ár, og teir ætla at nýta hesa tíðina væl, so tað skal helst ikki koma stígur í skipasmíðingina. Tað er eingin loyna, at teir á Skipasmiðjuni vóna, at hetta kann vera startskotið til eina nýggja tíð, har ið skipasmíð aftur verður eitt eyðkenni fyri føroyingar. Rætting til grein Í blaðnum mánadagin stóð grein í blaðnum við yvirskiftini „Bjarg­aðir undan deyðanum“. Har var komin ein álvarslig misskiljing um nøvnini á monnunum, sum vóru við Bakkafossi, sum sakk fríggjakvøldið. Vit skrivaðu, at Tummas Petur Davidsen var ein av monnunum, sum komu í havs­neyð hetta kvøldið. Hetta var tó ikki rætt. Tað var Rúni Thomsen, sum var við. Tíbetur vóru teir allir tríggir bjargaðir á land av fýra skála­monnum. Vit biðja um umbering fyri mis­takið, og biðja lesaran halda okkum til góðar. Yvirmaðurin hjá póllendingunum sæst her fremst. Í bakgrundini stendur arbeiðsformaðurin Mynd: Høgni Thomsen Póllendingarnir vóru í góðum lag og høvdu einki ímóti, at myndamaðurin tók mynd av teimum Mynd: Høgni Thomsen