mikudagur 29. november 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 231 - 29. november 2006
tíðindi
Bókat
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Á LANGBYLGJU
Yrkingar
Bergur Rønne Moberg
Permumynd: Alexei Jawlensky
Mentunargrunnur Studentafelagsins
72 blaðsíður
130 krónur
Høvundurin hevur í mong ár verið kendur sum
ummælari og greinskrivari í føroyskum fjølmiðlum,
og nú roynir hann seg á fyrsta sinni við einum
yrkingasavni. Yrkingarnar í Á langbylgju kunnu
sum heild sigast at vera eksistentialistiskar og takast
við teir stóru spurningarnar í tilveruni. Saknur og
sorg um tað deyðu mammuna merkir fleiri tekstir,
meðan aðrir siga frá tí deyða kuldanum mótvegis tí
livandi hitanum. Og so er tað sonurin, sum við sínum
eygleiðingum sær.
EYDNULOYSI
Dokumentar
Grækaris Djurhuus Magnussen
Myndir: Magnus Magnussen
Forlagið Steyrin
299 krónur
Í bókini Eydnuloysi hava høvundarnir
í eina tíð fylgt nøkrum rúsmisnýtarum,
sum í longri tíð hava havt Herbergið hjá
Frelsunarherinum sum akker. ”Eydnuloysi”
fylgir rúsevnismisnýtarunum í gerandisdegi
teirra. Heimleysu rúsevnismistnýtararnir siga frá
stundum eydnuleysa lívi sínum, og vit uppliva
harðbalnar lagnur. Skuggatilveran er farin illa
við teimum. Og orsøkin til lívið á skuggasíðuni
kann vera sprottin longu í ólukkuligum
barndómi. Syndarligar vanlukkur hava eisini
vent einum annars góðum lívi til at gerast eitt
satt helviti. Úrslitið er ein endaleys flýggjan í
rúsin.
DÁVUR Í TJØRNUVÍK onnur bókin
Siðsøga
Sveinur Ísheim Tummasson
Forlagið Glint
350 krónur
Hetta er onnur bókin um 95 ára gamla tjørnuvíkingin Dáva
Davidsen og lív hansara á sjógvi og landi. Í hesari bókini
sigur Dávur eitt nú frá brúdleypi sínum, ódnarveðrinum á
Suðurlandinum 1938, útróðri á Bakkafirði, grønlandstúrinum
við Sonnu 1940, útróðri í Tjørnuvík undir krígnum og seinastu
ferðini, sum tjørnuvíkingar gjørdu í Stapan. Hann sigur frá
tíðini á Tórshavnar Skipasmiðju undir krígnum og arbeiðslívið
í Reykjavík aftan á kríggið. Hann fer til Grønlands við
Tinganesi trý summur, fer at sigla við týskum trolarum, og fær
arbeiði á fiskavirki í Keflavík, har hann arbeiðir sum formaður
í mong ár. Men í Tjørnuvík hevur hann heimstað, og hagar
kemur hann altíð aftur.
BURTUR
Skaldsøga
Bergtóra Hanusardóttur
Perma: Ingi Joensen
Mentunargrunnur Studentafelagsins
Blaðsíður: 418
299 krónur
Við skaldsøguni BURTUR eftir
Bergtóru Hanusardóttur verður lesarin
førdur inn í tað føroyska útisetalívið
í Keypmannahavn, soleiðis sum tað
var í seksti- og sjeytiárunum, tá eitt nú
veitslurnar á vetri úti í Neystinum vóru ein
fastur táttur í lívinum hjá føroyingum niðri.
Í fyrsta lagi varpar skaldsøgan ljós á teir
krossvegir, har genta og drongur og heimlig og fremmand mentan umskarast.
Fyrst valda friður og samljóð. Men munir og misskiljingar kveikja sum frá
líður lív í eitt gonguverk, sum bæði tvinnar saman høvuðstættirnar í bókini
og skapar eina sera dramatiska frásøgn. BURTUR, hugtakandi, spennandi og
full av neyvum eygleiðingum, er uttan iva høvuðsverkið higartil hjá Bergtóru
Hanusardóttur.
SOLEIÐIS VAR EG TIL
Barnabók 7- 10 ár
Katerina Janouch
Ingibjørg W.Kamban týddi/Mervi Lindman myndprýddi
Bókadeild Føroya Lærarafelags
56 blaðsíður
150 krónur
Hvat hendir inni í búkinum á einari mammu í
níggju heilar mánaðir?
Bókin snýr seg um ferðina til lívið – eina ferð
øll børn hava verið, men ongin minnist...
Bergur Rønne Moberg
Á langbylgju
M E N T U N A R G R U N N U R S T U D E N TA F E L AG S I N S