Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 29. november 2006 19 tíðindi íðindi STÓR SKRÝMSL GRÁTA IKKI Barnabók 3-6 ár RakelHelmsdal og Kalle Güettler Áslaug Jónsdóttir myndprýddi Bókadeild Føroya Lærarafelags 30 blaðsíður 110 krónur Onnur bókini um skrímslini. Stóra skrímsl er øvundsjúkt inn á lítla skrímsl, tí lítla skrímsl dugir alt betur. Hvat skal stóra skrímsl gera, tí stór skrímsl eiga ikki at gráta! HVAT HEVÐI MUNCH VERIÐ UTTAN DUPULTKVARTETTINA Í EBENEZER Yrkingar Tóroddur Poulsen Myndprýdd av høvundanum. Mentunargrunnur Studentafelagsins 116 blaðsíður 190 krónur Hetta vakra yrkingasavn er myndprýtt við grafikki eftir høvundanum, sum sær sjálvum líkur gløgt spælir við orðum og týdningum. Hann hugsar um teir góðu gomlu dagarnar, tá ið myrkrið fjaraði burtur, tá ið tað lýsti, og spyr, um hann sjálvur og skuggin hava skift um pláss. Hóast dámurin mangan er skemtiligur, so er deyðin tíðum í nánd, men roynt verður at halda hann burturi við poetiskum gerandislýsingum, og tú hugsar um William Heinesen, Heðin Brú og Dan Turèll sum allir søgdu, at tú mást ikki lítilsmeta gerandisdagin. Tær óunniligu lýsingarnar stinga seg kortini fram og følast sum gravsteinar í skónum. Loksins er niðurstøðan, at tað ger einki at kirkjan er tóm, tí onkuntíð blunkar ein stjørna uppi undir loftinum. IMAGES OF FISHERMEN Dokumentar Maria Olsen Forlagið GlobalOne Press í Aberdeen Blaðsíður 388 við 200 litmyndum. 545 krónur Ein nýggj myndabók eftir Mariu Olsen fotograf kemur í hesum døgum út í Føroyum, Stóra Bretlandi og aðrastaðni. Bókin, ið ber heiti “Images of Fishermen”, inniheldur seks stórar myndafrásagnir frá fiskitúrum við føroyskum, hetlendskum, íslendskum og grønlendskum skipum. Hetta er fyrstu ferð at nøkur myndabók so gjølla og umfatandi lýsir sjólív og fiskiskap í Norður Atlantshavi. Talan er um ymiskar veiðihættir og ymisk fiskasløg, og endamálið er ikki minst at lýsa fiskimenn og teirra arbeiðsumhvørvi, sigur Maria Olsen. Búi Tyril hevur skrivað tekstir til myndafrásagnirnar. Bókin, sum er skrivað á enskum máli, inniheldur harafturat eina frágreiðing eftir heimskenda fiskivinnu serfrøðingin Menakhem Ben-Yami um fiskivinnumál, við serligum atliti til ta føroysku fiskidagaskipanina. ZISKATRØÐBREKKAN Siðsøga Christoffer Jensen Egið Forlag 2006 282 blaðsíður 240 krónur Hvussu var tað at vaksa upp á størri bygd í 1950-unum. Tað er klaksvíkingurin, sum fortelur frá hesi turbulentu broytingartíðini við politiskari frustrasjón, sosialari ónøgd, arbeiðsloysi og læknastríði, soleiðis sum hann sjálvur upplivdi hetta tíggjuára skeiðið. TRAÐKAÐU FÓLKINUM SLÓÐ Siðsøga Finnur Johansen Egið Forlag 2006 170 blaðsíður 270 krónur Myndirnar í bókini vísa Havnina seinnapartin av næstseinastu øld. Í bókini eru um 140 fotomyndir, ið eru tiknar frá umleið 1860 til 1900. Tær eru tíðarfestar so neyvt sum tað hevur borist, sagt er frá, hvat ið sæst á hvørjari mynd, sethús, úthús, skip og nøvnini á fólk, vit kenna, umframt staðarnøvn. Traðkaðu fólkinum slóð Havnin 1860-1900 Finnur Johansen