mikudagur 29. november 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindi
Nr. 231 - 29. november 2006
3. Grand Prix umfar
í borðtennis var
um vikuskiftið.
Her gjørdist TBF
stóri vinnarin, og
tey vunnu heili sjey
bólkar
BORÐTENNIS
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Um vikuskiftið bleiv 3.
umfar í Grand Prix kapp
ingini í borðtennis avgreitt í
ítróttarhøllini í Trongisvági.
Á leið 90 leikarar tóku lut í
kappingini úr fimm ymiskum
feløgum. Leikarar úr TBF
vunnu heili sjey bólkar, með
an Tór vann fimm og Royn
tveir.
Í bólki A vann Petur Nicla
sen úr Tór fyri triðju ferð í
ár, men hann fekk sera harða
mótstøðu frá Jákupi Hansen
og Halli Thorsteinsyni úr
ávíkavist Streymi og Tór.
Allir trígg ir endaðu við seks
stigum, men Petur hevði
besta settmunin, og gjørdist
tískil enn einaferð vinnari av
A bólkinum.
Í bólki B gjørdi Susie Mid
jord úr TBF bart. Hon vann
fimm av seks dystum, og
eisini hesin bólkurin mátti
avgerast við settmuni. Pætur
Albinus úr Tór og Sjúrður
Ferjá úr TBF gjørdist nr. 2 og
3, ájavnir við Susie í stigum.
Bólk C vann Jónhard
Ferjá, sum leikar fyri TBF.
Hetta, sjálvt um hann
tapti ein av sínum dystum.
Jónhard fekk 10 stig, meðan
Anna Thomasen úr TBF og
Levi Winther úr Tór fingu
8 stig á ávikavist øðrum og
triðja plássi.
Annars kunnu vit legg ja
til merkis, at Tóki Thor
steinsson úr Havn hevur
vunnið trígg jar av trimum
møgu ligum kappingum í
ár, hóast hann bert hevur
leikt borðtennis í knapt
eitt ár. Har afturat hava
Dánjal Petur Nielsen úr
Tór, Jógvan Johansen úr
Tór, Eyðun Ellendersen úr
Royn og Ólavur Fjørdal úr
TBF vunnið tveir bólkar av
trimum møguligum í ár.
Næsta kapping, ið BTSF
skipar fyri, er FM fyri lið,
sum verður í ítróttarhøllini
í Trongisvági 14. januar kl.
13.00.
Bólkavinnarar
gjørdist:
A. Petur Niclasen,
Tór
B. Susie Midjord,
TBF
C. Jónhard Ferjá,
TBF
D. Heini Mortensen, TBF
E. Tóki Thorsteinsson, Tór
F. Danjal P. Nielsen,
Tór
G. Eirikur Mørkere, TBF
H. Andrias á Roykhegg i,
Tór
I. Eyðun Ellendersen, Royn
J. Jógvan Johansen,
Tór
K. Charlotta Bech,
TBF
L. Ólavur Fjørdal,
TBF
M. Rekekka Petersen, TBF
N. Allan Müller,
Royn
Støðan í Grand Prix kappingini eftir 3. umfar:
Smápinkur
1. Anna Mikkjalsdóttur
TBF
310 stig
2. Durita Jensen
TBF
192 stig
3. Sofía Maria Ferjá
TBF
180 stig
Smápiltar
1. Bjørgvin Sveinbjørnson
Royn
152 stig
2. Petur Muller
TBF
142 stig
3. Jónas Wentslau
TBF
122 stig
Pinkur
1. Lív Øster
TBF
176 stig
2. Eva Wilhelm
TBF
170 stig
3. Sára Olsen
TBF
160 stig
Piltar
1. Eyðfinnur Jensen
Royn
240 stig
2. Hans Jón Jacobsen
TBF
180 stig
3. Eyðun Ellendersen
Royn
152stig
Smágentur
1. Rakul Mikkjalsdóttur
TBF
710 stig
2. Birita Mortensen
TBF
360 stig
3. Marin Sofía Brattalíð
TBF
310 stig
Smádreingir
1. Jákup Thomasen
TBF
750 stig
2. Jónhard Ferjá
TBF
680 stig
3. Páll Heri Nolsøe
TBF
640 stig
Gentur
1. Susie Midjord
TBF
760 stig
2. Sheila Strøm
TBF
740 stig
3. Joan Thomasen
TBF
590 stig
Dreingir
1. Rói Agnarsson
Tór
900 stig
1. Hallur Thorsteinsson
Tór
900 stig
3. Fróði Jensen
TBF
820 stig
Kvinnuunglingar
1. Marin í Dali
TBF
760 stig
2. Heidi Olsen
Tór
330 stig
3. Mariann Mikkjalsdóttur
TBF
300 Stig
Mansunglingar
1. Sigurð Carlsson
Tór
850 stig
2. Pætur Albinus
Tór
840 stig
3. Sjúrður Ferjá
TBF
750 stig
Kvinnur
1. Elin Øster
TBF
560 stig
2. Petra Muller
TBF
460 stig
3. Anna Thomasen
TBF
340 stig
Meistaradeildin
1. Petur Niclasen
Tór
1000 stig
2. Ragnar Egilsson
Tór
900 stig
3. Jákup Hansen
Streymur
870 stig
3. Grand Prix umfar í borðtennis
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
3. Grand Prix umfar í borðtennis var á skránni í vikuskiftinum. Her gjørdist TBF stóri vinnarin. TBF vann sjey bólkar, Tór vann
fimm bólkar og Royn vann tveir
– Hetta má vera púra tilvildarligt. Eg dugi í øllum førum
ikki at síggja aðra forkláring uppá støðuna
Ståle Solbakken um merkiliga heystið hjá FCK
Eftir 18 dystir í bestu
donsku deildini hevur
FC Keypmannahavn
akkurát somu hagtøl
í ár, sum teir høvdu
eftir 18 dystir farna ár
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Eftir 18 dystir í ár hevur FC
Keypmannahavn vunnið 13,
leikt fýra javnar og tapt ein.
Hetta er júst somu hagtøl,
sum FC Keypmannahavn
hevði eftir 18 dystir í farna
kappingarárið. Tað, sum
helst er meir merkisvert, er,
at málúrtøkan er júst tann
sama í ár sum í fjør. Teir
hava skotið 35 mál, meðan
mótstøðuliðini hava fingið
12 mál ímóti FCK. Hetta var
eisini málúrtøkan hjá FCK
um heystið í fjør.
Venjarin hjá FCK, Ståle
Solbakken, heldur hetta tó
ikki vera nakað tekin um,
at FCK stendur í stað undir
hansara leiðslu, tí at felagið
hevur havt nógv fleiri og
harðari dystir í ár orsaka
at luttøku í Champions
League.
“Hetta má vera púra til
vildarligt. Eg dugi í øllum
førum ikki at sígg ja aðra
forkláring uppá støðuna,”
sigur Ståle Solebakken.
Síðsta kappingarár vann
FCK danska meistaraheitið
við 73 stigum eftir 33 umfør,
so spennandi verður at
sígg ja, hvussu fer at ganga
hjá teimum seinastu 13
umførini.
Merkiligt heyst fyri FCK