Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 231 - 29. november 2006 ] Hjalmar Johannesen og Áki Davidsen vunnu gull, og Fríði Atlason vann silvur, tá sjey føroyskir judoíðkarar tóku lut í stórari altjóða kapping í Danmark um vikuskiftið. JUDO Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Leygardagin tóku sjey før­ oyskir judoíðkarar lut í eini stórari altjóða kapping í Hillerød í Danmark. Edvard Johannesen, Hjalm­ar Johannesen og Jógv­an Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag, og Áki Davidsen, Jógvan Martin Davidsen, Nikolai Mohr Vang og Fríði Atlason úr Havnar Judofelag vóru føroysku luttakararnir. Har­ afturat var Jan Günther við á ferðini sum venjari og ferðaleiðari. Hillerød Cup eitur kapp­ ingin, og fleiri enn 600 lut­ takarar kappast í ymsum vektbólkum. Hetta er ein kapping, føroyingar fleiri ferðir áður hava tikið lut í, og úrslitini plaga at vera heilt góð. Føroyingar hava nevniliga fleiri ferðir fingið medaljur. Eisini í ár vóru úrslitini hjá føroyingunum góð í kapp­ingini. Hjá ungum undir 21 ár vann Hjalmar Johannesen gull í vekt­ bólkinum -81 kg. Áki David­sen vann somuleiðis gull í sínum bólki, sum er -73 kg. Hjá dreingjum vann Fríði Atlason silvur í vektbólkinum -50 kg. Fyri føroysku luttakar­ar­ nar er kappingin í Hillerød eitt slag av eini fyrireiking til Oyggjaleikirnar komandi ár á Rhodos, har judo aftur er sloppið upp í part. Framskundaðir toppdystir Toppdystir hjá bæði monnum og kvinnum eru framskundaðir frá sunnudegnum til leygardagin. Talan er um kvinnudystin millum Neistan og Stjørnuna og um mansdystin millum Neistan og VÍF. Upprunaliga ásetingin staðfesti, at dystirnir skuldu spælast sunnudagin, men hetta er nú framskundað til leygardagin ístaðin. Kvinnudysturin byrjar klokkan 14.30 og mansdysturin klokkan 16. Dómarar í báðum dystunum verða Hannis & Uni Wardum. Barca er sterkasta merkivøran Sambært greining hjá Global Sponsors er Barcelona í dag sterkasta merkivøran innan fótbóltsheimi. Við hesum fer katalanska stórfelagið fram við Manchester United, sum í nógv ár hevur verið roknað sum felagið við sterkasta brand´inum. Nummar trý á listanum er Real Madrid, og síðani koma Chelsea, AC Milan, Bayern München, Arsenal, Liverpool, Inter og Olympique Lyon. Umframt góð ítróttarlig avrik við Ronaldinho í fokus, er Barcelona eisini styrkt á marknaðarsíðuni, tí teir hava funnið nýggjar hættir at koma í samband við ein globalan viðhaldsskarða, verður sagt í greiningini frá Global Sponsors. Judarar vunnu gull og silvur í Danmark Stjørnan tekur ímóti StÍF í KÍ høll­ini hósdagin í Sunset deildini. Her er Stjørnan stór­ favorittur, og við einum sigri kunnu tær økja um munin niður til næstu liðini KVINNU­HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Toppur og botnur møtast í KÍ-høllini hósdagin, tá odda­ liðið, Stjørnan tekur ímóti StÍF, sum liggur á næst­aftasta plássi. Gongdin hjá Stjørnuni hevur verið góð í ár. Tær hava vunnið fýra dystir, men næstseinast taptu tær stórt, tá tær vitjaðu í Vági. Hjá StÍF hevur eisini ging­ ið hampiliga. Undan kapp­ ingini mundu fleiri vænta, at StÍF fór at fáa tað ringt í ár, men tær hava víst, at tær saktans kunnu kappast við hini liðini í ár. StÍF hevur millum annað vunnið á VB í Vági. Harafturat hava tær vera líka við í fleiri dystum, so sum heild hava úrslitini verið góð. Stjørnan og StÍF hava leikt einaferð fyrr ímóti hvørjum øðrum í ár. Tann dysturin var í høllini á Skála, og tá vann Stjørnan 19-22. Tað leikaði tó hart á hjá oddaliðnum tann dystin. 10 minuttir fyri leiklok førdi StÍF við trimum málum, so um tær vóru eitt sindur neyvari síðstu løtuna, so kundu tær vunnið dystin. Nú er so nýggjur dystur á skránni millum hesi bæði liðini, og hóast StÍF hevur lopið hvøkk á fleiri lið í ár, so má Stjørnan metast at vera stórfavorittur at vinna dystin. Alina Olaru hevur verið úti við skaða síðstu dystirnar. Fyri góðari viku síðani leikti Stjørnan ímóti Kyndli, og tá var Alina aftur partur av hópinum, hóast hon ikki var heilt klár, so hon verður væntandi aftur partur av liðnum ímóti StÍF í annaðkvøld. Hjá StÍF eru allar kvinnur tøkur til dystin, og sjálvt um Stjørnan er at meta sum stórfavorittur, so skulu vit ikki vænta, at StÍF fer at smæðast burtur. Tær kunnu nevniliga røkka langt við tí viljanum, sum tær hava víst í undanfarnu dystunum. Stjørnan-StÍF Oddaliðið kann økja um munin Heiðursmerkjavinnarar í Danmark. Frá vinstru Hjalmar Johannesen, Sunda Judofelag, sum vann gull, Fríði Atlason við silvur og Áki Davidsen við gull, teir báðir eru úr Havnar Judofelag