mikudagur 29. november 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 29. november 2006
23
Sum lesandi fekk eg ofta at
vita, at eg skuldi reflektera
og skriva dagbók. Tað var ein
góður máti at betra um mína
sjúkrarøktarhandlingar – at
vera reflekterandi.
Nú eri eg ikki lesandi
meir, nei, eri vorðin sjúkra
røktarfrøðingur.
Altso
frøðingur í at røkta sjúk
á bestan hátt. Tað eri eg
eisini stolt av. Eg havi eina
fakliga vitan og – billi eg
mær inn – menniskjaligar
eginleikar, ið skulu til fyri
við umsorgan at kunna taka
mær av hesum sjúku og
eisini teirra avvarðandi.
Ein fyrrapart í míni lest
rartíð var heitið á undir
vísingini: Munur á teori
og praksis. Hm, var munur
á teori og praksis? Hetta
tyktiskt løgið, nú man
hevði terpað og tulkað
bæði eina og aðra teori,
og so at skula fyrihalda
seg til eitt fyribrigdi, sum
eitur praksis ella kanska
veruleiki. Onkur hevði á
orði, at tað skuldi itið utopi
og praksis, kanska?
Fyri ikki at troytta lesaran
ov nógv við teori/praksis
og líknandi, kundi eg held
ur hugsað mær at tikið
lesaran við til arbeiðis ein
eftirhondini sera vanligan
dag.
Møti í kvøldvakt nakrar
minuttir í trý. Dagvaktirnar
– mínir starvsfelagir, ið
hava verið til arbeiðis frá
klokkan sjey á morgni –
tuska runt. Deildin er full,
tvey liggja á gongini, tí
ikki er pláss fyri teimum á
nakrari stovu.
Eg fari inn á kontórið
og fái mær eitt skrivligt
yvirlit yvir teir sjúklingar,
vit hava, og fái síðani
munnliga rapport frá ein
um starvsfelaga. Hon spyr,
um eg havi lisið tað, ið
skriva verður um lands
sjúkrahúsið? Nei, eg havi
ikki, men vil lesa tað, tá eg
komi heim. Síðani fái eg
at vita um – lat meg kalla
hann - Jógvan á stovu 13,
ið hevur nógva pínu og sum
hevur fingið ring boð í dag.
“ Vælsigna, fylg upp uppá
tað, eg fekk ikki tíð at venda
aftur til hansara”. Eg noteri
hetta. Ì songini við síðuna
av liggur Petur, ið skal hava
heilivág í æðrarnar fyri
lungnabruna. Hann er sera
trongur, hjartasjúkur eisini.
Har skal eisini hyggjast
inn ofta. À stovu 14 liggur
Anna, ið hevur fingið stóra
heilabløðing og er vorðin
lammað. Hon er sera
tung og røktarkrevjandi.
Má vendast ofta, til tess
at fyribyrgja trykksári.
Við síðina av henni liggur
Jensa, ið er bangin og rópar
nógv. Hon er dement og
skilir ikki, hvat gongur
fyri seg. Hevur allarhelst
bløðrubruna.
Stendur
ikki væl á beinunum og
má hjálpast av tveimum
persónum. Innast liggur
Edith, sum hevur sjúka
livur og skal hava sukurvatn
og laktulosu, sum virkar
avførandi. Hon er byrjað
at renna á wc nú – hetta
er meiningin við viðgerðini
– men klárar tað ikki altíð
til tíðina, tí hon er so veik.
Rapportin heldur áfram
um sjúklingarnar á teimum
næstu stovunum og á gong
ini. Eg kann bara vóna, vit
eru 4 til arbeiðis í kvøld.
Spyrji um hetta og fái játt
andi svar. Puha, tað var
gott.
Dagvaktin fer heim nakað
seinkað, og vit kvøldvaktir
fara í gongd. Vitjunartíðin
er liðug, men onkur vitjandi
er tó framvegis á stovunum.
Vit byrja við at geva medi
sinið og máta blóðtrýst
og annað. Klokkurnar og
telefonirnar byrja at ringja
um kapp, onkur spýr, so
alt má skiftast, Edith má
hava eina hjálpandi hond,
kláraði ikki at koma út á wc
til tíðina, og nakað endaði
á gólvinum, so gólvið má
vaskast so nøkurlunda.
Nú ringir alarmurin, so eg
skundi mær in hagar. Einar
er dottin inni á stovu 11.
Hann gloymir, at beinini
ikki longur bera hann, og
hann vil sleppa heim.
So ringir Petur, hann er
so trongur og hevur fingið
bringupínu. Eg máti blóð
trýst, puls og saturatión
– hvussu væl, hann iltar.
Hann er bleikur og sveittur,
fái eina aðra at ringja eftir
læknanum, sum er sera
upptikin á skaðastovuni og
má heita á ein annan at
koma fyri seg. Skrúði upp
fyri iltini og gevi nitrospray
undir tunguna. Hetta tykist
ikki hjálpa nakað. Vóni,
læknin kemur skjótt, og tað
ger hann eisini og tekur
stig til neyðug tiltøk. Hetta
tekur tíð. Nátturðavognurin
er ikki tømdur heilt enn, og
nú er maðurin komin eftir
honum og ilskast yvir, at vit
ikki kunnu syrgja fyri, at
hjólini mólu óhindraði. Eg
hvesti eftir honum og fekk
ringan smakk í munnin,
men altso....
Einar er aftur farin úr
songini, og vandi er fyri, at
hann dettur aftur, er stórur.
Nú er tíð at venda og skifta
Onnu inni á stovu 14. Enn
hevur ikki verið tíð og
friður til at tosa við Jógvan.
Kanska fái eg tíð eftir
nátturða. Meðan eg mati
Jensu, fer alarmurin aftur
í gongd. Ein hevur fingið
anfall, og ongin pulsur er
at føla. Fari eftir ballónini
og hjartabrettinum, meðan
ringt verður eftir hjálp. Sjúk
lingurin rættar seg nøkur
lunda og avgjørt verður, at
hann ikki skal flytast á aðra
deild.
Enn havi eg ikki havt
tíð til at tosa við Jógvan,
og ein avvarandi á gongini
hevur bíða meir enn ein
tíma eftir, at eg skal koma
og tosa við tey. Var á veg,
klokkan er vorðin 21.15
, men læknin hevur júst
sagt frá, at ein sjúklingur
er á veg. Hann skal ikki
vera so illa fyri. Má fáa
eitt pláss á gongini Ikki
ber til at fáa viðkomandi á
aðra deild, tí har er eisini
fult. Men soleiðis er tað
bara. Nú er klokkan 21.35.
Havi ikki tosað við Jógvan
enn. Leggi venflon, ið er
nálin , sum liggur í æðrini,
tá viðgerðast skal tann
vegin og geri klárt til ta
ordineraðu viðgerðina. Havi
nógv at skriva. Klokkurnar
kima, telefonin ringir kon
stant, Einar er aftur end
aður á gólvinum. Vit vóru
upptiknar
aðrastaðni.
Mínir starvsfelagar tuska
líka nógv, sum eg. Onkur
avvarandi er inni á stovu
14, og heldur fyri, at um eg
ikki geri mítt arbeiði betri
og vísi teirra kæru ommu
meiri umsorgan, kann man
bara fara í bløðini. Ja, tað
kann man jú bara, sigi eg,
men eg havi tagnarskyldu.
Uttan fyri er veðrið
vorðið illsligt. Vindurin
økist og regnið stendur
beint inn á vindeyguni á
sjúkrastovunum Klokkan á
stovu 16 ringir. Har trekkir
so illa og vatnið meir at
kalla fossar niður av vind
eygakarminum. Vit leggja
løk í vindeygakarmarnar og
draga gardinurnar fyri. Tað
hjálpir ikki nógv, men eitt
sindur.
Møti
náttarvaktini
á
gongini. Er hon longu her?
Ja, klokkan er vorðin 23.
Havi onki skrivað enn,
men gevi skjóta rapport
um teir sjúklingar, eg havi
havt ábyrgdina av. Síðani
fer náttarvaktin í holt við
sínar uppgávur. Enn er ikki
friður á deildini og tær eru
bara tvær til arbeiðis. Vit
vóru fýra til arbeiðis, og vit
keddu okkum ikki.
Seti meg við einum glasi
av vatni í hondini at skriva
– dokumentera – tað, ið
farið er fram. Vóni, at eg
ikki havi gloymt nakað av
týdningi. Nógv er ógjørt,
ikki tí tað er gloymt, men
eg hevði ikki tíð. Mátti
prioritera. Onkur kendi seg
allarhelst við góðari grund
forbígingnan, yvirsæddan.
Tosaði ikki við tey, eg
hevði lovað at tosa við.
Hetta skrivaði eg eisini í
rapportina.
Tíðin nærkast miðnátt,
ætli at fara heim, men róp
kemur í úti á gongini. Einar
er farin til gongu og ætlar sær
út ígjøgnum eitt vindeyga.
Báðar náttarvaktirnar halda
honum, so nú eru góð ráð
dýr. Eftir tógvið stríð,
sissast hann. Skundi mær
heim. Skal aftur til arbeiðis
í morgin.
Sovni ikki, vendi og snari
mær í songini, alt meðan
tankarnir mala í høvdin
um. Havi lisið um ræðu
søgur, framdar á Lands
sjúkrahúsinum. Læs, at líka
sæla ræður. Onkur sigur,
vit sjúkrarøktarfrøðingar
eru kaldar og ódugnaligar.
Eru vit tað? Spurningar
til reflektión kunnu vera:
Undir givnu umstøðum,
hvat kundi man gjørt betri?
Kundi man havt handlað
ørvísi? Og hvat nú við
teoriini? Hvat sigur hon?
Kann hon nýtast yvirhøvur?
Hvat vil teoriin í grundini?
Teoriir snúgva seg um
idealir, tað ynskiliga, tað,
vit fegin vilja og skula.
Praksis harafturímóti er
ikki júst ein mótsetningur
til teoriina, men er bundið
av fysiskum og ikki minst
fíggjarligum karmum. Til
dømis vil tann idealistiska
sjúkrastovan vera bæði
hugnalig og vøkur við
alskyns hentleikum. Ein
hoyrir ongan vind, tí vind
eyguni eru púra tøtt. Hetta
hongur ikki saman við veru
leikanum, har tað regnar
inn.
Teoretiskt sæð hevur
sjúkrarøktarfrøðingurin
tíð og skyldu til at sita og
halda í hond og lurta og
práta Ì praksis kann hetta
vera sera trupult, tí ikki
eru fíggjarligir karmar til at
vit eru nóg væl mannaðar
til ta røktartyngd, vit so
ofta renna okkum í. Skylda
okkara er framvegis tann
sama, ein nýtir allan sín
krearivitet til tess at fáa
sum best burturúr. Tó má
havast í huga, at tað eru
menniskju, vit hava við at
gera, ikki fiskafløk, ein
kann ikki forútsiga, hvat
kann henda í eini vakt,
óansæð, hvussu góður vilj
in og kreativiteturin er.
Tískil kemur ein sjúkra
røktarfrøðingur
ofta
í
stríð við seg sjálva, sína
fakligu tilvitan, um man
kann standa inni fyri tí røkt,
man undir givnu umstøðum
bjóðar sjúklingunum. Ikki
ber til at fara í Ùtvarpið
og lýsa við, at útselt er við
plássum á eini ávísari deild
á Landssjúkrahúsinum. Tí
tað eru livandi menniskju,
vit eru um.
Ikki veit eg. Veit bara,
at hóast vit øll gera okk
ara besta, er ikki vist, at
tað er nóg mikið. Allur
arbeiðsdagurin er merktur
av prioriteringum, og tað er
sjálvsagt, at onkur má svíða
fyri tað.
Ein nýggj trivnaðarkann
ing talar fyri seg. Forkvinnan
í fakfelagi okkara tosar um
manglandi virðing fyri
okkara arbeiði, nýtir orðið
diskriminatión, og hvussu
hetta sæst aftur í okkara
løn. Eg hugsi so við, men
hvør skal skilja okkum,
um vit ikki gera nóg nógv
vart við okkum og okkara
umstøður at arbeiða undir?
Og so er vandi fyri at man
er illoyalur yvir fyri síni
leiðslu. Tað er ikki ætlanin
við hesum skrivi, bert at
vísa á okkara umstøður
at arbeiða undir, og at
hóast onkur vil vera við,
at Landssjúkrahúsið hevur
fingið nógvar pengar at rutta
við, so eru hesir pengar enn
ikki náddir út til sjúklingin,
og tað er sjúklingin sjúkra
røktarfrøðingurin umboðar,
tí mugu vit siga frá at so
er.
Mín metan er tann, at
kjakið ikki bara skal fara
fram í okkara fakblaði, men
vilja vit hoyrast og virðast,
mugu vit gera vart við
okkum aðrastaðni eisini og
tað við vanda fyri at verða
skýrdar grenjutar. Men vit
hava breiðan rygg. Kanska
hevur hann verið ov breiður
ov leingi.
sjúkrarøktarfrøðingur
Kitty
Johannessen
Ein hugleiðing um tað at vera
sjúkrarøktarfrøðingur....
viðmerkingar
Onkur spurdi, hvat eg
meinti við, tá eg ætlaði
at vera blíðari við tær
almennu Føroyar enn sit
andi formaður í F. F.
Vit megu gera púra greitt,
at tað er Reiðarafelagið,
sum er mótpartur hjá F. F..
Tað er Reiðarafelagið, vit
skulu samráðast við, og
tað er Reiðarafelagið, sum
vit um neyðugt skulu seta
tiltøk í verk ímóti.
Kringvarpið, bløðini,
skiftandi
landsstýri,
umsiting, løgting og aðrir
stovnar eru ikki okkara
mótpartar, hóast teir mang
an verða heglaðir niður,
meðan reiðarar eru totalt
friðhalgaðir.
Hvør tímir at vísa einum
vælvild, sum konstant er á
nakkanum á tær og spillir
teg út?
Løgting og landsstýri
lóggeva og umsita inntøku
trygd, forskot, skattalætta
o.a. Vit hava brúk fyri
vælvild frá tí politiska
myndugleikanum,
um
vit vilja tað ella ei. Tað
er nógv lættari, at taka
sømdir frá einum, sum
vil vera tín fíggindi enn
einum, tú ert væl við. Eg
meti Ólasa skriving móti
myndugleikunum bein
leiðis at vera skaðiliga
fyri sjómenn.
Ikki ein kleyv lesur hans
ara longu epistlar um rætt
artrygd. Hana skulu vit
lata løgtingsins umboðs
mann klára fyri okkum.
Hvar er rættartrygdin
hjá dekkarum, sum taka
ís uttan løn? Hvar er rætt
artrygdin hjá sjómonn
um, sum bíða í mánaðir
eftir avrokning? Hvar er
rættartrýgdin hjá teimum,
sum uttan løn arbeiða
umborð millum túrar?
Nær hevur Óli skrivað
um hesa rættartrygdina?
Ongantíð.
Tí vilja menn hava hann
burtur.
F. F. og tað almenna
Dan R.
Petersen