Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-29, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 231 - 29. november 2006 bilar SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Kappingin millum “super-sportbilarnar” er hardnað, nú Audi eru komnir við nýggja R8 sum kemur at kappast við bilmerkir sum Porsche, Lam­ borghini og Ferrari. Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Trý ár eftir at konceptbilen Audi Le Mans Quattro varð sýndur fram fyrstu ferð, kemur bilurin á marknaðin sum “super sportbilurin” Audi R8. Bilurin varð av fyrstan tíð roknaður sum ein rasarabilur burturav. Bilurin verður ein tann fyrsti á marknaðinum við LED-forlyktum (diodu­lykt­ um). Fyrimunirnir við hesum lyktum er, at umframt at tær lýsa sera væl, halda tær alla livitíðina hjá bilinum. Audi R8 er ein rættuliga imponerandi sportbilur við 4.2 litur V8 FSI-motori í miðjuni á bilinum við 420 hk, permanent 4x4-quattro og aluminiumskarrossarí. Snúningsmomentið er upp á 430 newtonmeter mill­um 4.500 og 6.000 snún./min.og Hann koyrir frá 0-100 km/t på 4,6 sek. Toppferðin er 301 km/t. R8 sær út sum ein rasara­ bilur, lágur og breiður við sera sportsligum designi. Bilurin er 190 cm breið­ ur, 443 cm langur og 125 cm høgur. Aksilfrástøðan er 265 cm, sum gevur lut­ falsliga gott pláss í kabin­ uni. 18” hjól eru standard í støddunum 235/40 (framm­ an) og 285/35 (aftan), með­ an 19” hjól fáast sum eyka­ útgerð. Audi R8 kemur á mark­ naðin í april 2007. Prísurin í Danmark verður yvir tvær milliónir krónur. Ein trygdartest hjá Insurance Institute for Highway Safety (IIHS) í USA avdúkar, at millum stórar bilar er Audi A6 ein av allartryggastu persónbilum, meðan Audi A4 er ein av tryggastu bil­ um í miðalklassanum sam­ an við Saab 9-3 og Subaru Legacy. Testin leggur serliga dent á hvussu væl bilarnir klára seg við samanstoytir framman og inn á síðuna. Tryggastu SUV í amerikonsku testini vóru Mercedes M-klasse og Volvo XC90. Le Mans Quattro verður til Audi R8 Audi A4 og A6: Tryggastu persónbilar Audi A6 ein av tryggastu stóru persónbilum, avdúkar ein trygdartest hjá Insurance Institute for Highway Safety (IIHS) í USA Audi R8 sær út sum ein rasarabilur, lágur og breiður við sera sportsligum designi. R8 sær út sum ein rættuligur sportbilur. Spoilarin aftan fer automatiskt upp, tá t.d. nógvur vindur er í mun til ferðina á bilinum Audi R8 innan. At rattið ikki er runt allan vegin, men flatt niðast við, er eitt nýtt sereyðkenni fyri sportligar Audi-bilar