Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-29, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 29. november 2006 33 Bilar Tá Peugeot Expert av fyrst­ an tíð kom á marknaðin í 1995, var hann ein av pionerunum í klassanum fyri smærri vørubilar. Hesin nýggi er triðja generatión av Expert og er eins og forgangarin gjørdur av PSA Peugeot Citroën i samstarvi Fiat. Bilurin verður gjørdur bæði sum vørubilurin Ex­pert og sum persónbilurin Ex­pert Combi, sum hevur upp til 9 siti­pláss. Nýggi Expert er nakað størri enn forgangarin. Vøru­rúmið er eisini størri, og bilurin lastar nú upp til 1.200 kg í mun til 930 kg. Vørurúmið er formað soleiðis at lættliga tekur ein Euro-platt. Bæði Expert og Expert Combi hava dragihurðar á høgru síðu, men fáast við dragihurðum á báðum síðum sum eykaútgerð. Eins og forgangarin hev­ur nýggi Expert góðar koyrieginleikar, samstundis sum hann ber vektina væl. Tríggir ymiskir HDi dieselmotorar verða at velja ímillum: 1,6 litur við 90 hk (5-gir), 2,0 litur við 120 hk (6-gir) og 2,0 litur við 136 hk (6-gir) og sótlfiltri. Nýggi Expert kemur á marknaðin fyrsta árs­fjórð­ ing í 2007. Volvo Car Corpora­ tion hava fyri triðju ferð vunnið týsku heiðurslønina ”Det Gyldne Rat”. Hesaferð var tað tann heilt nýggi Volvo C30, sum fekk hendan heiðurin Bilar Ein dómsnevnd við 25 bil­ serfrøðingum frá ymiskum londum hevur kosið nýggja Volvo C30 sum vinnara í sokallaða ”Compact Estate” klassanum. Tað er týska avísin ”Bild am Sonntag”, sum stendur fyri Det Gyldne Rat. Avísin hevur eitt upplag upp á 2,3 milliónir. Volvo Cars hava tvær ferðir fyrr vunnið hendan heiður: í 2000 við Volvo S60 og í 2004 við Volvo V50. Volvo C30 hevur eisini vunnið ”Auto Bild Design Award”, sum er ein týð­ andi designheiðursløn í Týsklandi. Tað er bil­maga­ sinið Auto Bild, sum biður lesarar sínar siga, hvønn bil tey halda vera tann flottasta í sínum klassa. Nýggjur Peugeot Expert Fyrsta ársfjórðing í 2007 kemur ein heilt nýggjur Peugeot Expert á marknaðin, sum er bæði størri, rumligari og lastar meira enn forgangarin. Umframt sum vørubilur fæst Expert eisini sum persónbilurin Expert Combi Volvo C30 vunnið ”Det Gyldne Rat” Volvo C30 er kosin sum vinnari av Det Gyldne Rat í sokallaða ”Compact Estate” klassanum bilar Nýggi Peugeot Expert kemur á marknaðin fyrsta ársfjórðing í 2007