Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 232 - 30. november 2006 Børnini í Føroyum vunnu ein stillan, men kortini stóran sigur í tinginum í gjár. Nú verður ikki longur loyvi at nýta likamliga revsing móti børnum, og er hetta í allar mátar í trá við tankarnar um manna- og barnarættindi, sum vit annars taka undir við á nógvum øðrum økjum. Løgið kortini, at so nógv ár skuldu ganga, áðrenn vit fingu hetta forboðið sett í gildi. Hetta kemst kanska einamest av, at økið hevur verið partur av donskum málsøki og av lógini um foreldramyndugleika. Tí neyvan munnu nógvir føroyingar vera so veikir, at teir nýta harðskap ella bara varisliga likamliga revsing í uppalingini. Fólk, sum nýta tílíkan uppalingarhátt eru ikki egnað at uppala børn og áttu at fingið sálarliga hjálp, so tey læra at stýra sær, snøgt sagt. Vit eiga sjálvsagt at verja børnum móti foreldrum, sum nýta likamligan harðskap, eins og tað heldur ikki er loyvt at sláa djór ella vaksin fólk. Hugburðurin til børn er tíbetur broyttur nógv til tað betra seinastu mongu árini. Allar kanningar vísa, at børn taka skaða av niðrandi og eyðmýkjandi viðferð. Tílíkar miðaldarligar umstøður ynskja vit ikki at bjóða medborgarum okk­ ara, sum í sjálvum sær eru ein veikari partur. Vónandi er hetta bert eitt stig á leiðini í stríðinum at verja veikari minnilutar her á landi – vit kenna alt ov væl til eitt annað mál, sum er á skránni í løtuni. Hvat hevði tað ikki verið ein heiður og æra fyri hesa tjóð, um vit á øllum økjum kundu siga okkum vera tjóðin, sum verjir minnilutar. Tá kunnu vit av sonnum rópa okkum heims­ borgarar. Sosialurin Sigur fyri børnini Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Jeg er en ganske alminnelig norsk kvinne som i løpet av de siste måneder har fulgt debatten om de homofiles forhold på Færøyene. Nå kan jeg ikke lenger la være å reagere. Jeg fylles med sorg og skam over at det folk, jeg setter så stor pris på, og som bor i det land jeg synes er så vakkert, kan stenge ute, håne og isolere sine egne borgere bare fordi de har en annen seksuell legning enn de fleste av oss. Jeg trodde avisene i Dan­ mark og Norge overdrev situasjonen. Så ille kan det da ikke være, tenkte jeg. Men så leste jeg et intervju i en avis med Olli Breckmann, og det sjokkerte meg virkelig. Han var så hård og uforsonlig, og så tillot han seg å henvise til Bibelens ord som dekning for sine meninger om homo­ file. Jeg er selv vokst opp i et kristent miljø i Nord- Norge, men bor nå i Dan­ mark. Jeg er ikke lenger personlig kristen, men har stor respekt for dem som er det. Men denne mannen kan jeg ikke respektere. Hvor er nestekjærligheten, barmhjertigheten og stor­ sinnet blitt av? Jeg håper og tror at dette ikke kan være holdninger som flertallet på Færøyene har. Jeg har i årenes løp hatt riktig mange gode venner som er homoseksuelle. Med venner er det jo slik, at når man lærer dem å kjenne, glemmer man om de er hetero eller homo, om de er tykke eller tynne, om de er norske eller færøyske; de er bare venner. Derfor ber jeg innstendig om at alle gode krefter nå må slå seg sammen for å få slutt på denne skampletten på Færøyenes omdømme i resten av verden. Homofile er mennesker. Mennesker skal man behandle ordent­ lig. Så enkelt er det. Kjære alle gode færinger! Søvej 29. 2880 Bagsværd, Danmark Sissel Klingenberg Á portalinum stóð at lesa klokkan 21.34 tann 28. november 2006: Bjarni Djur­holm sigur seg hava tikið eitt stig, sum hann ongan tíð hevur gjørt áður. Og Bjarni Djurholm verður siteraður soleiðis: “Í samband við Faroe Jet havi eg gjørt nakað, sum eg ongan tíð havi gjørt fyrr. Og tað er at handa landsstýrismonnunum skriv, har eg heiti á teir og teirra aðalráð um at brúka Faroe Jet, har tað yvirhøvur ber til. Ikki minst Almanna- og heilsumálaráðið, ið flýgur nógv við sjúklingum.” Hesi vórðu orðini, sum Bjarni Djurholm skal hava sagt við blaðmann hjá Sosial­inum. Hesi orð fullu einum fyri bróstið. Ikki tí, at undir­ ritaði ella nakar annar í Tjóð­veldisflokkinum hev­­ ur nakað sum helst ímóti Faroe Jet, men tí lands­ stýrismaðurin bein­leiðis biðj­ur landsstýrismenn og aðal­ráð teirra nýta kapp­ ingarneytan hjá tí flog­felag, sum hann hevur fulla ábyrgd av vegna partaeigararnar. Nevniliga Føroya fólk. Nýtti tí høvi, í samband við at ófráboaðaðir fyri­spurn­ ingar vóru á skrá, at spyrja Føroya løgmann, um hann metti, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevði sýnt neyðuga ábyrgdarkenslu og umsitið sitt starv á fullgóðan hátt. Vísti í tí sambandinum á, at vil Bjarni Djurholm hjálpa Faroe Jet, so hev­ ur hann møguleikan, sum landsstýrismaður í vinnu­ málum, at gera nýtslu av lógarverkinum. Soleiðis at feløgini kunnu kappast á javnari føri. Løgmaður er vanliga arro­ gantur, tá fyrispurningar skulu svarast. Soleiðis var eisini hesuferð. Men hann svaraði eisini, at Bjarni Djurholm als ikki hevði heitt á landsstýrismenn og teirra aðalráð um at nýta Faroe Jet. Løgmaður segði, at Bjarni Djurholm hevði bert borið eitt skriv frá Faroe Jet víðari á landsstýrisfund. Sjálvandi tóku onnur ting­ fólk orðið, og tosaðu tey um, hvussu neyðugt tað er við kapping. Sjálvsagt er tað best við kapping, hetta fyri allar partar. Men spurningurin snúði seg als ikki, um vit skulu velja Atlantsflog fram um Faroe Jet. Spurningurin snúði seg um tað, at ein lands­stýris­ maður loyvir sær at gera slíkt, sum er lýst omanfyri. Ein fekk sjálvsagt ikki nakað burtur úr at spyrja løgmann ein prinsipiellan spurning. Sambært honum hava ávís loyvi at gera tað tey vilja. Tað er jú ikki ráðiligt at fornerma nakran. Eitt fornermilsi kann jú kosta sessin. Tí er betur at lata vera. Men ein situr eftir við kensluni av, at onkur sigur ósatt. Ella at onkur, hevur endurgivið onkran skeivt. Er tað Bjarni Djurholm, sum er skeivt endur giv­in á portalinum 28. no­vemb­ er 2006 klokkan 21.34, verður við hesum heitt á blaðmannin um at koma við einari almennari rætt­ ing. Nú er ikki vist, at landsstýrismaðurin krevur nakra umbering. Neyvan ger hann tað, hann hevur fingið umrøðuna. Er lands­ stýrismaðurin hin vegin rætt endur givin á portalinum, átti sami blaðmaður at vátta tað á einum sjónligum stað. Er landsstýrismaðurin rætt endurgivin, er spurningurin so, hví løgmaður roynir at fjala veruleikan fyri ting­ inum. Tað hevur hann jú ikki loyvi til, og tað skal hann heldur ikki hava loyvi til. Hin vegin skal løgmaður sjálvandi hava loyvi til at siga sannleikan. Tí eiga vit at fáa málið nærri lýst. Rokni heldur ikki við, at viðkomandi blaðmaður á Sosialinum er áhugaður í at standa eftir sum tann, ið sigur ósatt, ella tann, ið ikki skilur tað, ið sagt verður. Ætlar Bjarni Djurholm at bøta um kappingartreytirnar hjá Faroe Jet, so hevur hann møguleikan at nýta lógir og reglur. Tað eigur hann at gera, heldur enn at fara soleiðis fram. Hvør lýgur tingmaður Finnur Helmsdal,