hósdagur 30. november 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 232 - 30. november 2006
Børnini í Føroyum vunnu ein stillan, men
kortini stóran sigur í tinginum í gjár. Nú
verður ikki longur loyvi at nýta likamliga
revsing móti børnum, og er hetta í allar
mátar í trá við tankarnar um manna- og
barnarættindi, sum vit annars taka undir við
á nógvum øðrum økjum.
Løgið kortini, at so nógv ár skuldu ganga,
áðrenn vit fingu hetta forboðið sett í gildi.
Hetta kemst kanska einamest av, at økið
hevur verið partur av donskum málsøki og
av lógini um foreldramyndugleika.
Tí neyvan munnu nógvir føroyingar vera
so veikir, at teir nýta harðskap ella bara
varisliga likamliga revsing í uppalingini.
Fólk, sum nýta tílíkan uppalingarhátt eru
ikki egnað at uppala børn og áttu at fingið
sálarliga hjálp, so tey læra at stýra sær,
snøgt sagt.
Vit eiga sjálvsagt at verja børnum móti
foreldrum, sum nýta likamligan harðskap,
eins og tað heldur ikki er loyvt at sláa djór
ella vaksin fólk. Hugburðurin til børn er
tíbetur broyttur nógv til tað betra seinastu
mongu árini. Allar kanningar vísa, at børn
taka skaða av niðrandi og eyðmýkjandi
viðferð. Tílíkar miðaldarligar umstøður
ynskja vit ikki at bjóða medborgarum okk
ara, sum í sjálvum sær eru ein veikari
partur.
Vónandi er hetta bert eitt stig á leiðini í
stríðinum at verja veikari minnilutar her á
landi – vit kenna alt ov væl til eitt annað
mál, sum er á skránni í løtuni. Hvat hevði
tað ikki verið ein heiður og æra fyri hesa
tjóð, um vit á øllum økjum kundu siga
okkum vera tjóðin, sum verjir minnilutar.
Tá kunnu vit av sonnum rópa okkum heims
borgarar.
Sosialurin
Sigur fyri børnini
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Jeg er en ganske alminnelig
norsk kvinne som i løpet av
de siste måneder har fulgt
debatten om de homofiles
forhold på Færøyene. Nå
kan jeg ikke lenger la være
å reagere.
Jeg fylles med sorg og
skam over at det folk, jeg
setter så stor pris på, og som
bor i det land jeg synes er
så vakkert, kan stenge ute,
håne og isolere sine egne
borgere bare fordi de har en
annen seksuell legning enn
de fleste av oss.
Jeg trodde avisene i Dan
mark og Norge overdrev
situasjonen. Så ille kan
det da ikke være, tenkte
jeg. Men så leste jeg et
intervju i en avis med Olli
Breckmann, og det sjokkerte
meg virkelig. Han var så
hård og uforsonlig, og så
tillot han seg å henvise til
Bibelens ord som dekning
for sine meninger om homo
file.
Jeg er selv vokst opp i
et kristent miljø i Nord-
Norge, men bor nå i Dan
mark. Jeg er ikke lenger
personlig kristen, men har
stor respekt for dem som
er det. Men denne mannen
kan jeg ikke respektere.
Hvor er nestekjærligheten,
barmhjertigheten og stor
sinnet blitt av? Jeg håper og
tror at dette ikke kan være
holdninger som flertallet på
Færøyene har.
Jeg har i årenes løp hatt
riktig mange gode venner
som er homoseksuelle.
Med venner er det jo slik,
at når man lærer dem å
kjenne, glemmer man om
de er hetero eller homo, om
de er tykke eller tynne, om
de er norske eller færøyske;
de er bare venner.
Derfor ber jeg innstendig
om at alle gode krefter nå
må slå seg sammen for å få
slutt på denne skampletten
på Færøyenes omdømme i
resten av verden. Homofile
er mennesker. Mennesker
skal man behandle ordent
lig. Så enkelt er det.
Kjære alle gode færinger!
Søvej 29. 2880
Bagsværd, Danmark
Sissel
Klingenberg
Á portalinum stóð at lesa
klokkan 21.34 tann 28.
november 2006: Bjarni
Djurholm sigur seg hava
tikið eitt stig, sum hann
ongan tíð hevur gjørt
áður. Og Bjarni Djurholm
verður siteraður soleiðis:
“Í samband við Faroe Jet
havi eg gjørt nakað, sum
eg ongan tíð havi gjørt
fyrr. Og tað er at handa
landsstýrismonnunum skriv,
har eg heiti á teir og teirra
aðalráð um at brúka Faroe
Jet, har tað yvirhøvur ber
til. Ikki minst Almanna- og
heilsumálaráðið, ið flýgur
nógv við sjúklingum.”
Hesi vórðu orðini, sum
Bjarni Djurholm skal hava
sagt við blaðmann hjá
Sosialinum.
Hesi orð fullu einum fyri
bróstið. Ikki tí, at undir
ritaði ella nakar annar í
Tjóðveldisflokkinum hev
ur nakað sum helst ímóti
Faroe Jet, men tí lands
stýrismaðurin
beinleiðis
biðjur landsstýrismenn og
aðalráð teirra nýta kapp
ingarneytan hjá tí flogfelag,
sum hann hevur fulla ábyrgd
av vegna partaeigararnar.
Nevniliga Føroya fólk.
Nýtti tí høvi, í samband
við at ófráboaðaðir fyrispurn
ingar vóru á skrá, at spyrja
Føroya løgmann, um hann
metti, at Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, hevði sýnt
neyðuga ábyrgdarkenslu og
umsitið sitt starv á fullgóðan
hátt. Vísti í tí sambandinum
á, at vil Bjarni Djurholm
hjálpa Faroe Jet, so hev
ur hann møguleikan, sum
landsstýrismaður í vinnu
málum, at gera nýtslu av
lógarverkinum. Soleiðis at
feløgini kunnu kappast á
javnari føri.
Løgmaður er vanliga arro
gantur, tá fyrispurningar
skulu svarast. Soleiðis var
eisini hesuferð. Men hann
svaraði eisini, at Bjarni
Djurholm als ikki hevði heitt
á landsstýrismenn og teirra
aðalráð um at nýta Faroe
Jet. Løgmaður segði, at
Bjarni Djurholm hevði bert
borið eitt skriv frá Faroe Jet
víðari á landsstýrisfund.
Sjálvandi tóku onnur ting
fólk orðið, og tosaðu tey
um, hvussu neyðugt tað
er við kapping. Sjálvsagt
er tað best við kapping,
hetta fyri allar partar. Men
spurningurin snúði seg als
ikki, um vit skulu velja
Atlantsflog fram um Faroe
Jet. Spurningurin snúði seg
um tað, at ein landsstýris
maður loyvir sær at gera
slíkt, sum er lýst omanfyri.
Ein fekk sjálvsagt ikki
nakað burtur úr at spyrja
løgmann ein prinsipiellan
spurning. Sambært honum
hava ávís loyvi at gera tað
tey vilja. Tað er jú ikki
ráðiligt at fornerma nakran.
Eitt fornermilsi kann jú
kosta sessin. Tí er betur at
lata vera.
Men ein situr eftir við
kensluni av, at onkur sigur
ósatt. Ella at onkur, hevur
endurgivið onkran skeivt.
Er tað Bjarni Djurholm,
sum er skeivt endur givin
á portalinum 28. novemb
er 2006 klokkan 21.34,
verður við hesum heitt á
blaðmannin um at koma
við einari almennari rætt
ing. Nú er ikki vist, at
landsstýrismaðurin krevur
nakra umbering. Neyvan
ger hann tað, hann hevur
fingið umrøðuna. Er lands
stýrismaðurin hin vegin rætt
endur givin á portalinum,
átti sami blaðmaður at vátta
tað á einum sjónligum stað.
Er landsstýrismaðurin rætt
endurgivin, er spurningurin
so, hví løgmaður roynir at
fjala veruleikan fyri ting
inum. Tað hevur hann jú
ikki loyvi til, og tað skal
hann heldur ikki hava loyvi
til. Hin vegin skal løgmaður
sjálvandi hava loyvi til at
siga sannleikan. Tí eiga
vit at fáa málið nærri lýst.
Rokni heldur ikki við, at
viðkomandi blaðmaður á
Sosialinum er áhugaður í
at standa eftir sum tann, ið
sigur ósatt, ella tann, ið ikki
skilur tað, ið sagt verður.
Ætlar Bjarni Djurholm at
bøta um kappingartreytirnar
hjá Faroe Jet, so hevur hann
møguleikan at nýta lógir
og reglur. Tað eigur hann
at gera, heldur enn at fara
soleiðis fram.
Hvør lýgur
tingmaður
Finnur
Helmsdal,