hósdagur 30. november 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 232 - 30. november 2006
Vit allar flestu føroyingar,
kenna og hava lisið um
filistin Goliat. Goliat helt
ísraels fólk fjøtraðan í ótt
ans leinkjum 40 dagar, á
morgni og á kvøldi kom
hann fram og spottaði og
skapti ótta. Ísraels fólk
var púra handlingslamma,
vegna alt tað øðisliga hesin
filistur kundi ýla ímóti teim
um.
Eins og Goliat á sinni
ýldi á ísraels fólk, ja so er
føroya fólk blivið fóðra við
ýlum um tey samkyndu,
á morgni, middegi og so
áðrenn vit hava lagt okkum
á kvøldi.
Hóttanir uttan úr heimi
skorta ikki og her á landi
skorta heldur ikki uppá
ákærur móti Føroyum og tí
føroyska fólkinum, sum ikki
treytaleyst gongur undir og
er við í tí rákinum, sum er
uppi í tíðini, í samband við
tey samkyndu.
Okkara fólkavaldu politik
arar eru komnir undir ógvus
ligt trýst, bæði innan í frá
og ikki minst uttan í frá,
spurningurin verður, um
teir tora at verja fólksins
vilja, ella teir lata seg tøla
av rákinum og avreiða
nøkur hart vunnin rættindi
vit hava haft, skrivi- talu og
trúarfrælsi her á landi.
Ikki hugsi eg at okkara
politikkarar eru so lítið at
sær komnir og naivir, at
um hettar uppskotið verður
góðtikið, at so er friður av
hesum málinum, nei tað er
bert byrjanin til eina røð
av øðrum uppskotum og tá
vendist ikki aftur.
Hond í hond við danskar
politikkarar
Um vit nú líta á tann politiska
pallin, so er tað ein partur
av
tjóðveldisflokkinum,
sum hava høvuðsrollina í
hesum máli.
Tað, sum kann tykjast
løgið í hesum máli, er at full
veldisfólkini taka lógvatak
við danskar politikkarar
og ynskja at føra danskar
tilstandir og danskar lógir
- danskar liviháttir inn í
Føroyum.
Vanligvís plaga fullveld
isfólkini at blíva fjáltur
stungin og tjóðskparlig tá
tað bara ber brá av donsk
um, tey snerkja, rykkja
nøs, bert tað ber brá av
donskum. Tað kann tí
tykjast løgið, at teir nú
kunnu leiðast við donskum
politikkarum og seta sítt
egna fólk á ákærubonkin í
altjóða høpi.
Fullveldisfólkini
hava
megnað at sett tað føroyska
fólkið og okkara kæra føði
land á heimskortið, fyri at
vera eitt óliviligt land fyri
tey samkyndu at liva í.
Tað má sigast at vera
spell at fullveldisfólkini,
við tí eina umboðinum á
danatingi ikki megnaðu at
seta land og fólk okkara á
heimskortið og í eitt betur
ljós enn tað, sum hent er.
Fjølmiðlar við makt og
ávirkan
Tað mugu vera tey fægstu,
sum eru í iva um, at málið
um tey samkyndu, hevur
í ein stóran mun skatt
umdømi hjá kæra føðilandi
okkara úti í heimi.
Her heima á landi eru
frontarnir trektir upp og
komnir til sjóndar. Tað, sum
hevur verið borið fram av
okkara egnu landsmonnum
og kvinnum, sum eru sam
kynd, í fjølmiðlum úti í
heimi, er púra klokkuklár,
tað er at varpa eitt vánaligt
ljós á Føroyar og tað før
oyska fólkið og ikki minst
okkara politikkarar.
Um
vit
líta
okkum
umkring, í grannalondum,
so síggja vit, hvat makt
fjølmiðlar og fjølmiðlafólk
hava, hettar kemur óivað
at finna veg hendan vegin
eisini.
Mín góði vinur og prestur
Johan Veihe sáli, plagdi at
taka so til, tá eitt hvørt
var við at taka seg upp
í grannalondum, vit koma
nokk við, men bert ein post
gang seinni.
Um vit hava í huganum
hvussu teir almennu fjøl
miðlarnir hava lýst hetta
málið, um tey samkyndu og
kor teirra her á landi, so má
niðurstøðan verða tann, at
teir almennu fjølmiðlarnir
hava gjørt seg til ein part
av málinum, og eru talu
rør teirra samkyndu, teir
almennu
fjølmiðlarnir
hava píska ein ódámligan
stemning upp í tí føroyska
fólkinum og tí føroysku
fólkasálini.
Fjølmiðlarnir hava fín
kemmað telegrammini uttan
úr heimi, um ikki eitthvørt
er, sum kann brúkast sum
tíðindi, um lagnu teirra
samkyndu, tað er nærum
ikki tíðindasending, at vit
ikki skulu leggja oyra til
hetta yvirupphitaða mál.
Vit føroyingar niðurgera,
happa samkynd?
Vit allir føroyingar taka
og hava langt síðani tikið
eina greiða frástøðu frá
hendingini í eini matstovu
her í Havnini.
At útlendingar síggja okk
um føroyingar, sum nakrar
skrupulleysar, miskunnar
leysar barbarar, sum dríva
klappjakt eftir samkyndum,
ein fær næstan fatan av, at
tað er eitt torg her á landi,
hvar tey samkyndu verða
háðaði.
At fara út í heim við
hesi eini hendingini og
føra seg fram sum hetta er
vanlig kor hjá samkyndum,
er púrasta burtur við, hetta
tekur trúvirði úr málinum.
Tey, sum hava ført hettar
fram úti í heimi, hava bert
eini ørindi, tað er at seta
Føroyar og ta føroyska
fólkið í eitt vánaligt ljós í
altjóða høpi.
Hettar er ein skammu
ligur, primitivur og har til
vánaligur háttur at gera
seg hoyrdan uppá, hesin
hátturin tekur trúvirði úr
hesum málinum og ikki
minst frá teimum, sum
meina at tey hava ein søk
at verja, og ein minniluta
at verja.
At føroya fólk sum hevur
aðra fatan ella meining um
hetta mál, enn tann bólkur,
sum vil tala samkyndu
sakina her á landi og sum
skuldsetur føroya fólk fyri
bæði líkt og ólíkt.
At Føroyar og ta før
oyska fólkið skal vera
sett á ákærubonkin, bæði
her heima og útí heimi,
vegna eina ótangagerð hjá
nøkrum ungum fólkum í
náttarlívinum í Havn, tað er
púrt onki skil á.
Ein minniluti við
trongum karmum?
Lat okkum eina løtu steðga
við arbeiðskarmarnar, hesin
minnilutin hevur at arbeiða
undir.
Lat okkum eina løtu
steðga við tey arbeiðsamboð
hesin minnilutin hevur at
gera seg sjálvar sjónligar
og boðskapin hoyrdan.
Øll vita vit, hvat stóran
týdning tað hevur at fjøl
miðlarnir eru uppá síðuna
av einum, tá man skal gera
seg sjónligan og hoyrdan.
Vit hava nevnt tað áður í
hesi grein, her hevur hesin
minnilutin tey allarbestu
arbeiðsamboðini ið teinkjast
kunnu,
tí
fjølmiðlarnir
eru blivnir ein partur av
málinum í maktspælinum í
hesum máli.
Hetta málið hevur sett
ta føroysku tjóðina á ova
stu tíðindabreddanar útí
í heimi, ikki eru vit sum
tjóð, blivnir umtalaðir við
teimum allarbestu vælvaldu
orðum.
Danskir politikarar hótta
við bál og brand og skerjan
í blokkstuðlinum, um vit
føroyingar ikki makka rætt
og ganga treytaleysir undir
tað, sum danir hava góð
tikið.
Slíkar hóttanir tala sítt
týðiliga mál um hvat dansk
ir politikkkarar meina um
okkum føroyingar og um
okkara fólkavaldu politikk
arar, tí er tað ørkymlandi
og hugstoytt at síggja full
veldispolitikkarar
taka
lógvatak um at fáa danskar
lógir og skikkir inn á okk
um.
Neyvan man nakrar minni
luti hava so góð arbeiðs
amboð uppá hondina, fyri
at gera seg sjónligan og
hoyrdan.
Her á landi hava felags
skapir, her hava feløg av
ymiskum slag gjørt seg
til rødd teirra samkyndu,
fjølmiðlarnir hava gjørt sítt
allarbesta lobbyarbeiði sum
tonkjast kann, til frama fyri
minnilutan.
Tað seinasta skotið á
stammini, er ein av teim
stóru almennu arbeiðspláss
unum, sum bjóðar sam
kyndum arbeiði.
Álvaratos, tað blívur ført
fram her á landi, sum um vit
hava eitt hermetiskt lukkað
land fyri samkyndum, hetta
nærkar seg tápuligar greinir
um hetta mál.
Far og kanna í onkrum
almennum
stovni
her
í Havn, um tú ikki finn
ur ella møtir einum sam
kyndum, far á tann privata
arbeiðsmarknaðin, vita um
tú ikki finnur samkynd.
Fólk arbeiða á hesum støð
um.
Hetta er eitt yvirupphitað
evni, sum er við at nærka
seg tí óseriøsa svassi.
Sjálvandi hava tey sam
kyndu somu møguleikar
at søkja størv, sum onnur
fólk, mær vitandi er tað
ikki komið har til, at ein
skal upplýsa um ein er sam
kyndur ella nakað annað, tá
ein søkir arbeiði.
Tað virkar ikki sørt undar
ligt, at ein almennur stovnur
og stjóri tess føra seg fram
í fjølmiðlunum og siga at
samkynd kunnu fáa arbeiði
í tí ávísa stovninum, tað
ljóðar sum um hettar skal
vera eitt stórt frambrot fyri
tey samkyndu, at tey kunnu
fáa arbeiði her á landi,
ketan er langt síðan hoppa
av í hesum máli.
Tey rýma av landinum
Eitt annað, sum er blivið
ført fram og ikki sørt blást
upp er, at tey samkyndu
hava vánaligar umstøður
her á landi.
Oftani fær ein ta fatan, at
tey blíva jagstrað av land
inum, í hesum pástandinum
er alt oftast einki hald í,
okkurt navn skal barnið
hava.
Um fylgt verður við
ferðamynstrinum hjá teim
um samkyndu, eitt nú í ein
um landi, har tey eru vard
av grein 266B, nevniliga
Danmark, so sært tú og
hoyrir tú um, at tey sam
kyndu leita sær frá teimum
smærru býunum inn til
teir stóru býirnar, so ein
kann róliga siga, at hettar
er ikki nakar serføroyskur
trupulleiki, við at flyta frá
smærri samfeløgum inn til
størri.
Tað týður uppá, at trupul
leikin liggur á einum
øðrum stað hjá teimum sam
kyndu.
Tað var ein David
Í byrjanini bleiv nevnt um
filistin Goliat, sum helt
ísraels fólk í óttans leinkjum,
hansara
ógvusligheitir
gjørdu, at Ísrael varð hand
lingslammað.
Tað kemur ein ungur
seyðadrongur við einum
matpakka til brøður sínar,
hesin ungi maður varnast
støðuna í fólkinum, hann
varnast eisini filistin, sum
spottar ísraels fólk og tann
livandi Gud.
David hevði gjørt nakrar
ítøkiligar royndir saman
við tí livandi Gudi, tí lat
hann seg ræða, binda av
filistinum Goliat.
Við slyngubandinum og
áliti á tann livandi Gud, gekk
hesin ungi seyðamaðurin
treystliga móti filistinum
Goliat, og feldi hann.
Vegna ein ungan djarvan
seyðamann bleiv ísraels
fólk útfríða frá óttans
leinkjum, somuleiðis bleiv
ísraels fólk útfríða frá tí
handlingslamni tey høvdu
sitið í.
Seyðamaðurin er blivin
ímyndin uppá dirvi, hand
lingsmyndugleika, eins og
hvør tjóð og fólk hava tørv
á slíkum persónum sum
Dávid, við myndugleika og
áræði og sum ikki lata seg
tøla av nútíðarinnar ráki og
andstreymingum.
Føroyar á einum
vegamóti
Føroyar er komið fram at
einum vegamóti. Landsins
politikkarar skulu taka støðu
til hvar tjóðin Føroyar skal
fara lógarmessiga í hesum
máli, um tey samkyndu.
Eitt er púra krystalklárt,
óansæð hvør kemur út við
sigri ella vinningi, ella
hvør kennur seg hava tapt
í hesum máli, so verður
trupulleikin í hesum máli
ikki loystur, tú kann ikki
lógargeva eina handling
í einum fólki, sum hevur
eina øðrvísi greiða støðu til
hettar mál.
Vit hoyra um, at í Dan
mark skal eitt serstakt átak
gerast, fyri at verja tey
samkyndu móti ágangi og
happan, her tosa vit um
undangongulandið í libe
raliseran og slóðarin mikli
við tolsemi, hvar slogan er:
pláss skal vera fyri okkum
øllum.
Hetta er eitt týðuligt tek
in at grein 266B ger ikki
ta stóru broytan í tí danska
fólkinum, tí tykist tað
ikki sørt løgið at nú skulu
aftur nýggj tiltøk gerast
til frama og verju fyri tey
samkyndu.
Nú um dagarnar var at
hoyra í tíðindunum, at nú
skuldi ein telefontænasta
setast á stovn í Danmark,
tí ágangur og happan móti
teim samkyndu varð alt meir
ein vaksandi trupulleiki.
Innsetan í paragraf 266B
um verju av teim samkyndu
í Danmark, hevur ikki givið
tann friðin um hetta mál,
sum sagt verður í orða
skiftinum, tí mugu danir
aftur til verka við nýggjum
tiltøkum, hettar er skrúvan
uttan enda, tú kann blíva
við og við.
Hetta málið, um tey sam
kyndu er so heilt øðrvísi fyri
okkara politikkarar at taka
støðu til, vit tosa ikki um
vegastubbar, tunnellir ella
onnur materialistisk mál,
her er talan um at broyta
nøkur
grundleggjandi
grundvirðir, sum eru bygd á
tey kristnu lívsvirðini, sum
undanfarin ættarlið hava
vart um, vit eiga ikki at
avreiða hetta fyri at toknast
og fylgja rákinum, sum er
uppi í tíðini.
Ein hugburður er tað,
sum kann flyta fjøll í hesum
máli, ein virðing og respekt
fyri hvør øðrum hevði
óivað hjálpt uppá hesa søk,
lógarbroytan gevur ikki
frið á hesum økinum, tað
ber tað nýggja tiltakið hjá
dønum greið boð um.
Onki er at siga til, at
fjálturstungnir politikkarar
við veikum politiskum
ryggi, blíva bangnir av ýlin
um, sum eru bæði her á
landi og ikki minst uttan
úr heimi.
Ungi Dávid lat seg
ikki rúnarbinda í ótta og
handlingslamman,
men
treystliga gekk hann fram
móti filistinum, sum háðaði
tann livandi Gud, ýlini hildu
ikki unga Dávidi aftur,
søguna kenna vit, filisturin
Goliat fall.
Vónandi hava vit polit
iskar Dávidar, sum kunnu
verja land okkara móti tí
ráki, sum er uppi í tíðini,
okkara politikarar eiga at
hava í huga, at hettar gevur
ongan frið í málinum, um
tað verður góðtikið, tá
eru vit bara byrjaðir í tí
óendaligu
lógbroytingar
skoytibreyt, tað er sjón fyri
søgn, hygg bert eftir granna
londum okkara.
Nú ýlur Goliat aftur
Thomas Juul
Askham
viðmerkingar