Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 30. november 2006 11 Gandaorðið í kommu­ nal– og partvís lands­poli­ tikki er blivið kommunu­ samanlegging. Verður tað gjørt, so sýnast allir trupul­ leikar framyvir at verða loystir Undir framløgum teirra saknaði eg sum áhoyrari, at ikki alt spektri bleiv tikið við, tí vit hoyrdu bara um, hvussu fantastiskt alt hevði gingið og verið síðani. Hvar eru vansarnir, tí í einumhvørjum partnarskapi eru væl eisini vansar, og teir haldi eg verða væl og virðiliga jarðaðir í hesum høpi. Bæði í Sunda kommunu og eisini í Runavíkar komm­ unu ber til at koyra til arbeiðis yvir eitt stórt øki, og tað sæst eisini aftur í inntøkunum hjá t. d. Sunda Kommunu. Ein skal ikki gloyma, at úr Suðuroy er tveir tímars sigling til meginøkið og tískil eru vit útjaðari og kunnu ikki velja og vrakað arbeiðspláss sum okkum lystir og hava harvið ikki somu atgongd til topp- lønirnar í meginøkinum. Dennis Holm var tann sum kom tættast inn á hetta undir borgarafundinum í Vági, tí hann hevur púra rætt tá hann sigur, at tað er ONKI gjørt fyri at kunna borgaranum um, hvørj­ir fyrimunir eru við ein­ari kommunu í Suðuroy og ikki minst hvørjir er vans­ arnir, og hvussu skal ein samstarvsavtala síggja út, og hvat skal hon innihalda, og hvussu bindir hon tær ymsu núverandi kommununar. Hvat við mongd av komm­ unustýrislimum ??? Hvussu skulu umboðini fordeilast frá Sumba til Sandvíkar ?? Hvar skal ein komandi umsitingin verða ? ì einum stað ella deilast? Osfr.osfr. Tað er onki at ívast í at tað eru fyrimunir við samanlegging og somuleiðis vansar, so lat okkum fáa hesar lýstar og lagdar á borðið ongantí ov skjótt. Ábyrgdarbýtið og útjavn­ ing av kommunu­skattinum Ábyrgdarbýti millum land og kommunur og ein útjavningskipan av komm­ unuskattinum eru eisini vitalir spurningar, sum eiga at verða avkláraðir skjótast tilber, so kommununar eisini vita hvørjum grundarlagið tær komað at starvast út frá framyvir. Tað kann ikki verða rætt – heldur ikki landspolitiskt, at man sigur - “leggið nú saman so skal alt ordna seg”, ístaðin fyri framm­anundan at hava gjørt tað landspolitikiska heimaarbeiði til lítar , tí so høvdu kommununar eisini følt seg hópin meira tryggar vænti eg. Vágur svartiper ?? Tá man hoyrir fjølmiðlarnar, fær ein uttanfyri standandai ivaleyst tað inntryk at tað má verða nakað galið við Vágbingum ,- hetta um ein ikki kennir tað sum liggur aftanfyri . Tað sum m.a. enn svíður sum svøllur her suðuri, er tann almennið politiski ágangur, sum fór framm móti Vági og sunnaru helvt undir kreppuni í 90´unum. Vit mistu við “politisku afturlatingini” av Polarfrost hópin av arbeiðsplássum í fiskivinnuni á landið og fólks spyrja seg enn hví besta virkið í landinum bleiv afturlatið og tað kanska ringasta hildið koyrandi? Hvar var logikkurin?? Ein áralong oyðimark­ ar­gongd var við hesum byrja ,tí henda avgerð var m.a. við til at máa inn­ tøkugrundarlagið burtur undan Vágs kommunu og hevur ført við sær stóra fráflyting frá bygdini framm til dagin í dag. Eisini verður spurt: Hví flutti man Toll og Skatt­ stovuna og Sýsluskriv­stov­ una? - kundu hesar saman við Almannastovuni ikki eins væl ligið í Vági?? osfr., osfr. Hví fær Tvøroyrar komm­ una gjaldsskáa av sínum lánum í 5 ár fyri at fáa pláss til arðar íløgur og Vágs kommuna eitt nei fra innlendismálarðanum til sama ?? Hetta eru kanska størstu orsøkirnar til at serliga vágbingar eru ivasamir í samband við samanlegging, - og so sjálvandi støðan hjá bý og bygdaráðum í norðaru helvt í samband við byggingina av Ellis og Røktarheimið gera heldur ikki álitið til samstarv bet­ ur. Sum prikkin yvir i´ið kann nevnast støðan hjá TB fyri at verða við í einum formulaliðið í Suðuroynni - har teir tíverri avvístu at verða við, og má hetta sigast at verða stórt spell, tí hetta átak um tað gjørdist veruleiki, hevði eisini ver­ ið viðvirkandi til at at samansjóða fólki í oynnið. Ein kann ikki siga at hesar avgerðir fáa mentalu innstillingina at verða positiva og harvið pílin at venda rætta vegin í spurn­ inginum um eina kommunu í Suðuroynni !! Mín vón er betur sam­ starv og ein kommuna - alt annað er drepandi fyri oynnað,- men hvat skal til fyri at bera á mál? Hóast teir omanfyri nevndu trupuleikar sum eg havi nevnt og hóast hugsanin um tvær kommununur í byrjanini er tiltalandi, tá hugsað verður um, - at um ikki samstarvvið við einari kommunu skuldi víst seg ikki at virkað eftir ætlan so vendist ikki aftur; so ber ikki til bara at latað hjarta , - men eisini skilið ráða í hesum málið. Sjálvur haldi eg at tað er avgerandi at fáa lýst fyri­ munir og vansar fyri fólk­­in­ um sum atkvøða skulu,- so hesi betur er før fyri at takað støðu út frá einum breiðum kunnandi grundarlagið har eins egna meining eftir góða kunnan er tann sum avgerð støðuna. Tað er sera óheppið at Vágs Kommuna framma­ nundan vegleiðandi fólka­ atkvøðuni, einmælt mælir frá samanlegging, tí tað er eftir míni metan tað sama sum at heita á restina av veljarunum at siga nei og harvið frammundan kapp­ að á stokkinum. Kommununar í oynnið eiga at velja sær umboð, sum eiga at seta seg saman at viðgera fyrimunir og vans­ ar við eini samanlegging og hvussu samstarvið kann skipast. Hetta eigur at verða gjørt saman við uttan­veltaðari serkønari veg­ leiðing og hjálp. Samanlegging í sjálvum sær endmálsleys um ikki samstarvsviljin er til stað­ ar. Tað er í eftir mínari metan lítið at ivist ikki í, at um ikki hetta seinasta eg havi nevnt verður gjørt , so enda vit í 2 kommunueindum í Suðuroynni og tað verð­ur sera óheppið fyri menn­ ingina av Suðuroynni fram­ yvir, fyri ikki at siga – tað tekur lívið av henni. Vit mugu dragað eina línu og vit noyðast at semjast um hvussu fram­ tíðar Suðuroyggin skal síggja út og hvussu vit fáa skapt neyðugan vøkstur í fólkatalinum aftur og ikki minst hvussu vit fáa burðardygt vinnuligt virk­ semið og nýggj arbeiðspláss til økið. Samanlegging í sær sjálv­ um hevur onki endamál, tað skapar onki og mennir onki meira - um ikki hugurin at samstarvað tvørturum bygdamørk og til at skapað nakað betur enn tað verandi, er til staðar millum okkara politiskt valdu bygda- og býráðslimir og tað vóni eg tað er. Suðuroyggin og tað dugna­ liga fólk sum her búleikast hevur tað uppiborið. Vágur 26.11.2006 Í Dimmalætting frá 27/11-06 skrivar Kitty Jo­hanne­sen greinina “Ein hugleiðing um at vera sjúkra­røkt­ar­ frøðingur” sum øll, ið vara av Lands­sjúkrahús­inum, kunnu nýta á positivan og uppbyggjandi hátt. Kitty Johannesen kritar banan upp, lesarar sleppa “við til arbeiðis” samstundis sum Kitty Johannesen eis­­ini hevur í huga atfinn­ing­ arnar í bløðunum og tad stóra tema´ið sum eit­ur “loyali­tetur móti arbeids­ plássinum”. Hugleiðingar sum henda kunnu lata upp fyri júst teimum tingum sum kunnu føra til, at landssjúkrahúsið kann ger­ast eitt betri stað fyri starvsfólk, sjúkling og av­var­ðandi. Nomið er m.a. við sjúklingarøkt, fysiskar karmar, økonomiskar karm­ar, lækna- og sjúkra­ røktarfrøðinga-ressoursir, trivnaðarkanning, fakpoli­ tik, løn og virðing fyri sjúkra­røktarfrøðingum. Greinir sum henda geva eina seriøsa og sannlíka fatan av, hvussu arbeiðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum er í einum núverandi grund­ vilkori. Bert vid tílíkum seriøsum greinum kunnu vit øll gera okkum eina rættari mynd av, hvat vit skulu halda um Landssjúkrahúsið sum heild. Reklamutekstir føra sum kunnugt ikki til konstruktivar broytingar og elva bert til størri vónbrot hjá sjúklinginum í síðsta enda. Fleiri sjúklingar og av­varðandi, herundir eg sjálv, hava seinastu mánað­ irnar gjørt vart vid óhepnar og syrgiligar upplivingar frá landssjúkrahúsinum í bløðunum. Einstakir læknar hava sagt sína hugsan um karmarnar. Omaná hetta hevur sjúkrahúsleiðslan á Landssjúkrahúsinum skriv­ að eina kunnandi grein í Dimmalætting um sjúkra­ húsið og sjúkra­húsverkið sum so. Men nógvir eru persónarnir ella bólkarnir, ið enn ikki hava sagt sína hugsan ella givið innlit í teirra vilkor ella visiónir. Kunning og dialog má eisini fara fram uttanfyri fakbløðini hjá ymsu fak­ bólkunum, tí tad at gerast sjúklingur kann lættliga gerast viðkomandi fyri allar borgarar. Tá vit síggja, at vánaligt samsvar er millum idealir, tað moralsk rætta og so tad faktuella, tá er hóskandi at kanna, hvat fyri eitt menniskjasýn talan er um, ella hvat fyri eitt menniskjasýn samfelagið ynskir at heilsuverkið skal byggja á. Hvussu skulu menniskju raðfestast? Skulu borgarar hóska til heilsuverkið ella skal tad vera umvent? Við dialog og opinleika i opnum miðlum og fora kunnu tunnlar byggj­ast. Velbastadur Anna Maria Joensen Suðuroyggin og kommunusamanlegging: Er alt so einkult og gott sum Heðin og Rodmundur siga?? løgtingsmaður Johan Dahl, Johan Dahl, løgtings­mað­ ur, viðger spurningin um kommunusamanlegging í Suðuroynni í Dimma­ lætting tann 27. november 2006. Undir yvirskriftini “Vág­ ur svartiper”, setir hann fram ymiskar spurningar, m.a.spurningin: “Hví fær Tvøroyrar kommuna gjaldsskáa av sínum lán­ um í 5 ár fyri at fáa pláss til aðrar íløgur og Vágs kommuna eitt nei frá Inn­ lendismálaráðnum til sama?”. Eg havi fingið sama spurning frá øðrum, og er tað tí neyðugt at avsanna at so er. Innlendismálaráðið hevur sjálvtsagt viðgjørt allar kommunur eins. Í sambandi við, at tann kommunali láns- og veðhaldsgrunnurin bleiv avtikin sambært kunngerð nr. 154 frá 21 desember 2005, skuldu tær komm­ unur, sum vóru við í láns­ avtaluni, umfíggja láns­ skuldina. Í sambandi við umfígg­ ingina av lániskuldini hjá teimum kommunum, sum skyldaðu meir enn eina netto skattaálíkning veið einum skattaprosenti á 23%, skuldi loyvi fáast frá landsstýrismanninum til broyting í lánitreytunum. Landsstýrið gjørdi av, at allar kommunur skuldu skylda minni enn eina nettoálíkning innan 5 ár, t.v.s. ár 2010. Við hesari áseting var millum annað sent skriv til Tvøroyrar- og Vágs kommunu um, at: Málsetningurin hjá landsstýrismanninum er, at all­ar kommunur skulu netto skylda undir eina netto­álíkning innan 5 ár, og afturberingin av láns­ skuldini skal rind­ast sam­ svarandi mál­setning­inum hjá landsstýrismanninum. Tað var so upp til komm­ unurnar at avgera, hvussu nógv tær vildu avdraga, soleiðis at málsetningurin hjá landsstýrismanninum bleiv náddur. Tað skal somuleiðis verða gjørt vart við, at allar kommunurnar, sum skyldaðu meir enn eina nettoskattaálíkning í sambandi við hesa um­fígging vóru viðgjørd­ ar eftir sama leisti. Fíggjar­ støðan var tó ymisk frá kommunu til kommunu, har onkrar høvdu fitt av tøk­um peningi og aðrar, sum ongan tøkan pening høvdu. Tá ið talan er um útrokning av notto­ álíkning hevur skuld, tøkur peningur og skatta­ inn­­tøkan ávirkan á útrokn­ ingina. Í kjakinum um komm­ unu­samanlegging er neyð­ugt at nýta sakligar grund­gevingar. Illgitingar føra onki gott við sær utt­ an framhaldandi at seta kommunur, í hesum førin­ um Vág og Tvøroyri, upp ímóti hvørjari aðrari. Skal Suðuroyggin koma fyri seg aftur, er neyðugt at øll oyggin stendur saman. Hetta gerst best við at oyggin leggur sam­an í eina kommunu. Skal tað eydnast at fáa lagt Suður­oynna í eina komm­unu, er neyðugt at leggja allar fordómar frá sær, gloyma gamalt agg og í staðin líta frameftir. Verður tað gjørt, og fari verður til samráðingar um kommunu­samanlegging við opn­um sinni, ivist eg ikki í, at komið verður á mál. Nógv av tí sum hent er í Suður­oynni hevði verið nógv øðrvísi, um Suður­oyggin var ein komm­una. Í Suðuroynni eru øll í sama báti, men tað hevur gingið illa at finna áralagið. Neyðugt er at finna felags loysnir fyri alla Suðuroynna. Hetta kann best gerast við at leggja Suðuroynna í eina kommunu. Tað er í tøkum tíma at farið verður til verka. Suðuroyggin og kommunusamanlegging landsstýrismaður Jacob Vestergaard Super gott, Kitty Johannesen! Komið nú fram, fakbólkar og politikkarar!! viðmerkingar