Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 30. november 2006 13 tíðindi Rætturin at sláa børn varð avtikin í tinginum í dag. Børn og ung Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Orðaskiftið um at avtaka rættin til at sláa børn hevur verið uppi við jøvnum mill­ um­bi­li. Tá hevur lítið talað fyri, at meiriluti fór at vera fyri at taka undir við at taka av sonevnda revsirættin, tí, sum tikið varð til: ongin tek­ ur skaða av at fáa ein undir van­gan. Forboðið hekk uppií Kortini verður forboðið, sum hevur verið galdandi í grannalondunum í nógv ár, nú eisini galdandi í Før­ oy­u­m. Hetta kanska mei­ ra av tilvild, tí forboðið mó­ti likamligari revsing mó­ti børnum er partur av ríkislógartilmali um for­ eld­ra­mynd­u­leika - ”lov om forældremyndighed og sam­vær”, sum eitt samt Løg­­ting atkvøddi fyri mi­ku­ dag­­in, tá uppskotið var til 2. viðgerð. Sam­bært upp­ skots­­­still­­ar­­an­­um, Jacob Vest­­er­gaard, lands­stýr­is­ mann í Innlendismálum, er hetta ein liður í arbeiðinum at dagføra aldargomlu lóg­ gávu­na um viðurskiftini mill­um foreldur og børn, og at fáa eina tíðarhóskandi lóg­gávu á økinum. Hann skjýt­ur upp, at nýggja lógin kem­ur í gildi 1. apríl 2007.  Lógin, sum hevur verið galdandi var upprunaliga frá 1922, Lov om Umyndighed og Værgemaal. Seinastu broytingarnar eru frá 1978, og tær vórðu settar í gildi í Føroyum í 1982. Var frammi í 2003 Eitt líknandi uppskot var lagt fram fyri knøppum 4 árum síðani, tá Katrin Dahl Jakobsen úr Javnaðarflokkinum legði uppskot fyri tingið um at avtaka rættin til likamliga at revsa børn. Katrin Dahl Jakobsen tók tá uppskotið aftur, tí danska løgmálaráðið metti onga heimild vera fyri at seta bert ein part av lógini um foreldramyndugleika í gildi. Men uppskotið var til viðgerðar í tinginum, og røktist sum sagt lítið fyri, at uppskotið fór at verða samtykt. Sum grannalondini Í viðmerkingunum til rík­is­ lóg­ar­til­mali, sum løgtingið at­kvød­di fyri mikudagin, vóru viðmerkingarnar hjá Kat­rin Dahl Jakobsen, frá feb­ru­ar 2003 endurgivnar. Har stóð eitt nú, at: Galdandi lóggáva í Føroyum heimilar í á­vís­an mun varisliga lika­m­li­ga revsing móti egnum børn­ um... Og at tað er rætt at fyl­g­ja hinum norð­ur­lond­un­ um í hesum málinum og hava eins reglur galdandi, tá tað snýr seg um revsing av børnum, eins og Norð­ ur­land­a­ráð­ið mælti til í 1982. Í Svøríki settu tey úr gildi rættin til likamliga rev­sing av egnum børnum í 1979, í Finnlandi í 1983 og í Noregi í 1987. Katrin Dahl Jakobsen, segði tá, at rætturin til lik­ am­liga revsing av børnum er tikin av í okkara gran­ na­lond­um er eitt nú úrslit av broyttum hugburði til upp­al­ing og av støðugari upp­lýs­ing um, hvørjar um­støð­ur skulu til, fyri at børn kunnu mennast og klá­ra seg í lívinum. Verða børn ald upp í harðskapi, er sannlíkt, at harðskapur ger­st teirra fremsta amboð, tá tey sjálvi koma í truplar støð­ur. Øvugt hava royndir mill­um annað í Svøríki víst, at slík lógarbroyting hevði við sær broyttan hugburð og minkandi undirtøku fyri lika­m­lig­ari revsing. Lógin sendir signal Og hon greiddi víðari frá, at samfelagið við slíkari lóg­ar­broyt­ing ger greitt, at lik­am­lig revsing av børnum verð­ur ikki góðtikin. Um­framt at boða frá eini al­men­n­ari støðu til málið við tí fyri eyga at minka um harðskap í uppalingini, hevði hetta styrkt um støð­ una hjá starvsbólkum, sum hava við børn og for­eld­ur at gera. Her verður hug­s­að um heilsusystrar, lær­ar­ar, pedagogar, so­si­al­ráð­gev­ ar­ar, læknar, løgreglu og onnur, sum við einum klár­ um rættargrundarlagi kun­ du sagt bæði børnum og vaks­num, at ikki er loyvt at sláa børn. - Tí hvussu skal eitt nú ein lærari greiða einum bar­ ni frá, at tað ikki má sláa og vera harðligt, um so er, at hetta er vanliga talu­mál­ið í heiminum? Spurdi Kat­rin Dahl Jakobsen í upp­skot­in­ um í februar 2003. Vit hava til fánýtis roynt at fingið eina viðmerking frá Jacob Vestergaard, land­ s­stýri­s­man­ni í Inn­lend­is­mál­ um, í morgun. Fegnast um at revsi­ rætt­urin er avtikin Tað er ein grundleggjandi rættur hjá øllum børnum ikki at verða sligin, sigur Erika Hayfield, granskari innan barnamentan og nevndarlimur í Barnabata Børn og ung Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tað er ein stórur sigur fyri børnini, at revsirætturin nú er avtikin og at børnini kunnu finna vernd í lógini, sigur Erika Hayfield. Hon vísir á, at fyri tey í Barnabata er hetta enn ein orsøk til, at fara meira miðvíst út í samfelagið fyri á tann hátt at ávirka fólk til at hava størri virðing fyri børnum sum heild, sum hon tekur til. - Eg eri skelkað av, hvussu lítla virðing børn hava í Føroyum, og hvussu lágan sosialan status tey hava. Tí kann hendan lógin senda eitt signal um, at børn hava eitt virði og at tey eisini hava ein rætt. Fyri meg hevur tað grundleggjandi týdning, hvønn hugburð politikarar hava til børn, og vón mín er, at hetta fær positiva ávirkan á hugburðin til børn sum heild. Valdsjavnvágin millum børn og vaksin her á landi er púra skeiv og børn verða sum heild als ikki tikin í álvara ella spurd eftir, sigur Erika Hayfield, sum tó ikki ivast í, at vit elska børn okkara líka nógv sum í øðrum londum. Negativar avleiðingar Í lesarabrævin um, sum hon setti í bløðini herfyri, greiddi hon eitt nú frá, at børn í ringasta føri beinleiðis kunnu koma likamliga til skaða av at verða sligin, og at likamlig revsing kann hava við sær sálarlig árin. - Gransking hevur víst á, at likamliga revsing hevur negativa ávirkan á sálarstøðuna hjá barninum og á viðurskifti millum barn og foreldur. Eisini kann moralska menningin hjá barninum verða darvað, soleiðis at tey fáa størri trupulleikar at skyna millum rætt og rangt. Sambært gransking viðførir likamlig revsing harumframt, at børn verða meira vreið (aggressiv) og teirra atburður meira ósosialur. Sostatt má sigast, at likamlig revsing als ikki kann lýsast sum sakleys og óskaðilig, skrivaði hon tá. Vantandi virðing Og hon sigur víðari, at: - Ofta verður tikið til, at børn verða likamliga revsað sum partur av uppalingini, og tí at foreldrini elska tey. Tó er veruleikin tann, at tá eitt barn verður likamliga revsað, er tað aloftast, tí at tann vaksni hevur mist tamarhald á sær sjálvum og/ella á støðuni. At revsa børn likamliga er ikki eitt tekin um kærleika, men eitt greitt tekin um vantandi virðing. Harumframt skulu vit gera okkum heilt greitt, at børn sum uppliva harðskap, eisini læra harðskap. Nú verður bannað at sláa børn Erika Anne Hayfield, granskari innan barnamentan og nevndarlimur í Barnabata, frøist um at revsirætturin er avtikin. - Tað ber ikki til at skyna ímillum har›a og varliga likamliga revsing, tí hvar gongur markið? spyr hon. Børnini í Føroyum ver›a nú vard móti "varisligari likamligari revsing", ið var bannað í hinum norðurlondunum fyri mongum árum síðani.