hósdagur 30. november 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 30. november 2006
13
tíðindi
Rætturin at sláa
børn varð avtikin í
tinginum í dag.
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Orðaskiftið um at avtaka
rættin til at sláa børn hevur
verið uppi við jøvnum mill
umbili. Tá hevur lítið talað
fyri, at meiriluti fór at vera
fyri at taka undir við at taka
av sonevnda revsirættin, tí,
sum tikið varð til: ongin tek
ur skaða av at fáa ein undir
vangan.
Forboðið hekk uppií
Kortini verður forboðið,
sum hevur verið galdandi
í grannalondunum í nógv
ár, nú eisini galdandi í Før
oyum. Hetta kanska mei
ra av tilvild, tí forboðið
móti likamligari revsing
móti børnum er partur av
ríkislógartilmali um for
eldramynduleika - ”lov
om forældremyndighed og
samvær”, sum eitt samt
Løgting atkvøddi fyri miku
dagin, tá uppskotið var til
2. viðgerð. Sambært upp
skotsstillaranum,
Jacob
Vestergaard, landsstýris
mann í Innlendismálum, er
hetta ein liður í arbeiðinum
at dagføra aldargomlu lóg
gávuna um viðurskiftini
millum foreldur og børn,
og at fáa eina tíðarhóskandi
lóggávu á økinum. Hann
skjýtur upp, at nýggja lógin
kemur í gildi 1. apríl 2007.
Lógin, sum hevur verið
galdandi var upprunaliga frá
1922, Lov om Umyndighed
og Værgemaal. Seinastu
broytingarnar eru frá 1978,
og tær vórðu settar í gildi í
Føroyum í 1982.
Var frammi í 2003
Eitt líknandi uppskot var
lagt fram fyri knøppum
4 árum síðani, tá Katrin
Dahl
Jakobsen
úr
Javnaðarflokkinum legði
uppskot fyri tingið um at
avtaka rættin til likamliga
at revsa børn. Katrin Dahl
Jakobsen tók tá uppskotið
aftur, tí danska løgmálaráðið
metti onga heimild vera fyri
at seta bert ein part av lógini
um foreldramyndugleika í
gildi. Men uppskotið var
til viðgerðar í tinginum, og
røktist sum sagt lítið fyri,
at uppskotið fór at verða
samtykt.
Sum grannalondini
Í viðmerkingunum til ríkis
lógartilmali, sum løgtingið
atkvøddi fyri mikudagin,
vóru viðmerkingarnar hjá
Katrin Dahl Jakobsen, frá
februar 2003 endurgivnar.
Har stóð eitt nú, at:
Galdandi
lóggáva
í
Føroyum heimilar í ávísan
mun varisliga likamliga
revsing móti egnum børn
um... Og at tað er rætt at
fylgja hinum norðurlondun
um í hesum málinum og
hava eins reglur galdandi,
tá tað snýr seg um revsing
av børnum, eins og Norð
urlandaráðið mælti til í
1982. Í Svøríki settu tey
úr gildi rættin til likamliga
revsing av egnum børnum í
1979, í Finnlandi í 1983 og
í Noregi í 1987.
Katrin Dahl Jakobsen,
segði tá, at rætturin til lik
amliga revsing av børnum
er tikin av í okkara gran
nalondum er eitt nú úrslit
av broyttum hugburði til
uppaling og av støðugari
upplýsing
um,
hvørjar
umstøður skulu til, fyri at
børn kunnu mennast og
klára seg í lívinum. Verða
børn ald upp í harðskapi,
er sannlíkt, at harðskapur
gerst teirra fremsta amboð,
tá tey sjálvi koma í truplar
støður. Øvugt hava royndir
millum annað í Svøríki víst,
at slík lógarbroyting hevði
við sær broyttan hugburð
og minkandi undirtøku fyri
likamligari revsing.
Lógin sendir signal
Og hon greiddi víðari frá,
at samfelagið við slíkari
lógarbroyting ger greitt, at
likamlig revsing av børnum
verður
ikki
góðtikin.
Umframt at boða frá eini
almennari støðu til málið
við tí fyri eyga at minka
um harðskap í uppalingini,
hevði hetta styrkt um støð
una hjá starvsbólkum, sum
hava við børn og foreldur
at gera. Her verður hugsað
um heilsusystrar, lærarar,
pedagogar, sosialráðgev
arar, læknar, løgreglu og
onnur, sum við einum klár
um rættargrundarlagi kun
du sagt bæði børnum og
vaksnum, at ikki er loyvt at
sláa børn.
- Tí hvussu skal eitt nú
ein lærari greiða einum bar
ni frá, at tað ikki má sláa
og vera harðligt, um so er,
at hetta er vanliga talumálið
í heiminum? Spurdi Katrin
Dahl Jakobsen í uppskotin
um í februar 2003.
Vit hava til fánýtis roynt
at fingið eina viðmerking
frá Jacob Vestergaard, land
sstýrismanni í Innlendismál
um, í morgun.
Fegnast
um at revsi
rætturin
er avtikin
Tað er ein grundleggjandi rættur hjá øllum
børnum ikki at verða sligin, sigur Erika
Hayfield, granskari innan barnamentan og
nevndarlimur í Barnabata
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað er ein stórur sigur fyri børnini, at revsirætturin
nú er avtikin og at børnini kunnu finna vernd í lógini,
sigur Erika Hayfield. Hon vísir á, at fyri tey í Barnabata
er hetta enn ein orsøk til, at fara meira miðvíst út í
samfelagið fyri á tann hátt at ávirka fólk til at hava
størri virðing fyri børnum sum heild, sum hon tekur
til.
- Eg eri skelkað av, hvussu lítla virðing børn hava í
Føroyum, og hvussu lágan sosialan status tey hava. Tí
kann hendan lógin senda eitt signal um, at børn hava
eitt virði og at tey eisini hava ein rætt. Fyri meg hevur
tað grundleggjandi týdning, hvønn hugburð politikarar
hava til børn, og vón mín er, at hetta fær positiva
ávirkan á hugburðin til børn sum heild. Valdsjavnvágin
millum børn og vaksin her á landi er púra skeiv og børn
verða sum heild als ikki tikin í álvara ella spurd eftir,
sigur Erika Hayfield, sum tó ikki ivast í, at vit elska
børn okkara líka nógv sum í øðrum londum.
Negativar avleiðingar
Í lesarabrævin um, sum hon setti í bløðini herfyri,
greiddi hon eitt nú frá, at børn í ringasta føri beinleiðis
kunnu koma likamliga til skaða av at verða sligin, og at
likamlig revsing kann hava við sær sálarlig árin.
- Gransking hevur víst á, at likamliga revsing hevur
negativa ávirkan á sálarstøðuna hjá barninum og á
viðurskifti millum barn og foreldur. Eisini kann moralska
menningin hjá barninum verða darvað, soleiðis at
tey fáa størri trupulleikar at skyna millum rætt og
rangt. Sambært gransking viðførir likamlig revsing
harumframt, at børn verða meira vreið (aggressiv) og
teirra atburður meira ósosialur. Sostatt má sigast, at
likamlig revsing als ikki kann lýsast sum sakleys og
óskaðilig, skrivaði hon tá.
Vantandi virðing
Og hon sigur víðari, at:
- Ofta verður tikið til, at børn verða likamliga revsað
sum partur av uppalingini, og tí at foreldrini elska tey.
Tó er veruleikin tann, at tá eitt barn verður likamliga
revsað, er tað aloftast, tí at tann vaksni hevur mist
tamarhald á sær sjálvum og/ella á støðuni. At revsa
børn likamliga er ikki eitt tekin um kærleika, men eitt
greitt tekin um vantandi virðing. Harumframt skulu vit
gera okkum heilt greitt, at børn sum uppliva harðskap,
eisini læra harðskap.
Nú verður bannað
at sláa børn
Erika Anne Hayfield, granskari innan barnamentan og
nevndarlimur í Barnabata, frøist um at revsirætturin er
avtikin.
- Tað ber ikki til at skyna ímillum har›a og varliga likamliga
revsing, tí hvar gongur markið? spyr hon.
Børnini í Føroyum ver›a
nú vard móti "varisligari
likamligari revsing", ið
var bannað í hinum
norðurlondunum fyri
mongum árum síðani.