Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 232 - 30. november 2006 viðmerkingar Væntandi var at fáa nakrar viðmerkingar til samrøðuna, sum Heini í Skorini hevði við meg í Sosialinum í vikuskiftisblaðnum 17.- 19. november. Evnið var religión og modernitetur. Samrøðan snúði seg um eitt aktuelt evni, nevniliga um sambandið millum politikk og religión. Firouz Gaini, antropologur, skrivaði nak­rar viðmerkingar til umtalaðu samrøðu. Men tá tað er mín vón, at hetta evnið um sambandið mill­ um religión og politikk kann verða lyft eitt sindur upp í mun til støðið í føroyska kjakinum higartil, kunnu viðmerkingarnar hjá Firouzi tó ikki verða standandi ósvaraðar. Lívsáskoðan og politikkur Firouz sigur í grein síni, at eg sigi, at tað er ógjørligt at skilja sundur átrúnað og politikk, tí at virði og moralur er í øllum politikki. Tað er rætt, at mín fatan er, at tað er ómøguligt at skilja sundur átrúnað og politikk ella politiska sannføring, tí politikkur snýr seg í flestu førum um lívsáskoðan, og henda ella hin lívsáskoðanin kann ikki sensurerast í mun til, hvør keldan til hana er. Men tað er ikki rætt, tá ið ført verður fram, at mín fatan er, at moralur er í øllum politikki. Hetta er ein misskiljing av samrøðuna, tí hetta sjónarmið verður ikki ført fram, tí mítt sjónarmið er ikki, at moralur er í øllum politikki. Mín meining er, at virði, verðslig ella andalig, eru grundarlag undir lívs­ áskoðanini hjá einum menn­iskja. Ein lívsáskoðan inniheldur eisini ávísar fat­ anir í sambandi við politisk viðurskifti. Henda meining er greitt endurgivin og lýst í samrøðuni við Sosialin. Kristindómsins ávirkan á moral og virði Í samrøðuni føri eg fram, at kristindómur hevur slóð­að fyri fólkaræði og mannarættindum. Firouz vísir á, at eg sigi, at krist­ indómur hevur givið okkum fólkaræði og mannarættindi. Henda endurgeving er ikki heilt røtt. Mín fatan er ikki at fólkaræði og mannarættindi eru úrslit av kristindómi einans, men at kristna trúgvin hev­ur havt stóra ávirkan á menn­ing av fólkaræði og manna­rættind­ um. Firouz sigur, at fatan mín um hesi viðurskfti verða mangan hoyrd, men verður sjáldan kannað nærri. Tað er sjálvandi rætt, at hetta sjónarmið verður misnýtt, og nógvur ræðuleiki hevur eis­ini verið í kristnum navni. Hin­vegin hevur kristin­dóm­ur altíð havt stórt moralskt potentiali fyri tey, sum hava stríðst fyri einum rættvísari heimi So hvørt sum kristna trúgvin vann frama í Rómverjaríkinum, vaks talið av trælum, sum gjørdust frælsir. Kvinn­ urnar fingu betri sømd­ ir sum úrslit av teirri kristnu menniskjafatanini. Kristin­dómurin var eisini sentral orsøk til, at mong primitiv og órættvís virði í heidna heiminum, so sum blóðhevnd, vórðu beind burt­ur á okkara leiðum. Í sambandi við avtøku av trælahaldi er hóskandi at nevna tveir slóðarar; Wiliam Wilberforce og Abra­ham Lincoln. William Wilber­force (1759-1833) var limur í bretska tingin­ um og sannførdur kristin. Hann stríddist ótroyttiliga fyri avtøku av trælahaldi. Eftir drúgt stríð varð mál­ið rokkið, tí í 1833 varð træla­ hald avtikið í Bretlandi. Tað var ein kristin sannføring og ein kristin menniskjafatan, sum dreiv Wilberforce til at stríðast uttan íhald fyri at veita sínum næsta tað frælsið, sum øll menn­ iskju hava rætt til. Eisini Abraham Lincoln, ameri­ kanskur forseti og íðin mótstøðumaður ímóti træla­haldi, hevði eina sterka kristna sannføring sum drívmegi í sínum edla baradaga móti træla­hald­ inum, og sum eftir deyða hansara gav honum hetju­ status sum hin mæti bjarg­ arin. Wilberforce og Lincoln eru talandi dømi um, hvussu kristna sannføringin kann slóða fyri frælsi og manna­ rættindum. Tað er eingin orsøk í hes­ um umfari at fara longur í eini roynd at prógva moralska virðið í kristin­ dóminum og ávirkan kristin­ dómsins sum heild í heims­ søguni. Tað verður ein spurningur um eygað, sum sær. Nógvar rørslur gera nógv gott uttan at byggja á kristna grund. Nevn­ast kunnu nógv góð virði hjá verðs­ligum humanistum, sum eru væl lýst í humanist­ isku manifestunum frá 1933, 1973 og 2000. Tó kemur eingin ósjálvsøkin innsatsur upp á síðuna av tí, sum kristnar rørslur gera kring allan heimin. Ein kann bara nevna Frelsunar­ herin og Mercy Ships (sjúkra­hússkipið Anastasis hjá hesum felagsskapi var í Føroyum í 2004). Hetta er ikki reyp, men bara staðfesting av tí veruleika, at eingin verðslig læra hevur ein so radikalan moralsk­ an boðskap sum kristin­ dómurin. So hví krevja, at hesi fólk, sum eru kristin, eru annað enn erlig um sína politisku motivatión? Upplýsing Firouz metir, at upplýs­ingar­ tíðin eigur at fáa æruna fyri, at samfeløgini ment­ ust og borgararnir fingu síni rættindi. Hugtakið upp­ lýsingartíðin verður ofta sett fram sum ein andsøgn til kristindóm. Firouz tykist at fremja sama mistak. Sanni­liga vóru John Locke, James Madison, Abra­ham Lincoln, Florence Nightin­ gale og onnur kend kristin menniskju upplýst og part­ ur av upplýsingartíðini. Teoretiskt ganga upplýsing og kristin sannføring væl hond í hond og gjørdu tað mangan eisini í praksis, sí bara kenda søguverkið The Creation of the American Revolution hjá Gordon Woof frá 1969 um amerikonsku grundleggingina. Verðsligar ideologiir og hópdráp Firouz spyr, hvussu nógvar milliónir fólk eru ikki fallin í religiøsum atsóknum og kríggjum seinastu 2000 árini, og hvussu nógv dikta­ tur hava ikki brúkt religi­ ónina sum vápn at kúga fólk við. Hetta er als ikki eitt ókent uppáhald hjá nógvum humanistum. Argumentið er slitið og illa umhugsað. Tað er rætt, at religión, eisini kristindómur, hevur verið misbrúktur av verðs­ligum og religiøsum myndug­ leik­um, og tað kann á ong­ an hátt rættvísgerast ella góðtakast. Besta døm­ið um misnýtslu av kristin­ dómi eru tær tiltiknu kross­ ferðirnar. Hvat er so mun­ urin á religiøsari og aðrari ideologi í sambandi við kúging og hópdráp? Tað er søguliga og hagtalsliga staðfest, at nógv, nógv fleiri fólk eru deyð sum úrslit av verðsligari ideologi enn sum úrslit av religión. Har verðsligar (ofta anti­ theistiskar) ideologir hava verið ráðandi, hevur, í flestu førum, blóð flotið óav­ markað. Dømi um hetta eru Mao, Stalin, Hitler og Pol Pot. Hesir hava beint fyri fleiri mannalívum í undir 100 ár enn misnýtarar av kristindómi hava megnað í meira enn 2000 ár. Lívsáskoðanin eftir heima við hús? Tað er rætt, at eg segði í samrøðuni við Sosialin segði, at dúgliga verður kravt av kristnum politikarum at leggja sína lívsáskoðan eftir heima við hús, tá teir fara í arbeiðklæðini. Firouz metir, at hetta ikki er rætt. Lat meg greiða frá, hvat eg meinti við. Orðini “vit mugu ikki blanda politikk og religión saman” verða javnan endurtikin sum eitt slag av grundprinsippi, men uttan at tey verða grund­ givin serliga væl, ella at vansar og fyrimunir við hesi støðuni verða greinaðir. Mítt poeng var bara, at hetta er tað sama sum at siga, at ein skal ikki blanda politikk og lívsáskoðan saman, tí lívsáskoðan kann vera sett saman av bæði verðsligum og andaligum/kristnum virð­um. Teokrati, demokrati og sundurskiljing millum religión og politikk Í viðmerkingunum til sam­ røðuna við Sosialin sigur Firouz, tað ber væl til at vera kristin politikari uttan at royna at finna eitt svar til allar spurningar í bíbliuni. Hesum taki eg fult undir við, hóast Firouz rør fram undir tað øvuta. Eg meti ikki, at bíblian er ein lógbók ella ein fullfíggjaður svarlisti, og eg skilji satt at siga ikki setningin hjá Firouzi um, at tingið kundi verið stongt, tí at øll svarini til spurningar eru at finna í skriftini. Hann fær tað at ljóða, sum um at eg og onnur, sum hava sama virðisgrundarlag sum eg, halda, at kjak og fólkaræði eru ikki neyð­ ug. Hetta er púra burtur­ við. Tá ið so Firouz fer so langt sum at nýta orðið teokrati í sambandi við viðmerkingarnar til sam­ røðuna við meg í Sosialinum, fer kjakstøðið niður í botn. Hvørki eg ella nakar annar av teimum, sum hava sama sjónarmið sum eg, eru mót­støðufólk av sokallaða liberala fólkaræðinum. Vit eru øll lýðin móti landsins lógum, og eingin okkara praktiserar sivilt ólýdni ella uppreistur. Tí er tað so burturvið at koma við slíkum sitatum og m.a. nevna orðið teokrati. Ein teokratur vil ikki liva undir lógum, sum eru merktar av liberalt sinnaðum ella øðrum, ið ikki hava sama grundarlag sum hann. Vit taka hinvegin undir við – í besta upplýsingarstíli – at lógin er eitt vigað miðal av meiningum hjá flestu borgarum. Vit virka innan fyri og fremja okkara virði innan fyri tann liberala karmin, men vit hava bara heilt annað íkast til lógina enn tit. Vit góðtaka, at tit eru við í skipanini upp á tykkara fyritreytirr, men tit góðtaka ikki, at vit geva okkara íkast til liberala fólkaræðið upp á okkara fyritreytir. Vit kunnu ikki sameina fólkaræði og teokrati sambært Firouz, og hetta er púra rætt. Men hvat hevur hetta at gera við míni sjónarmið í samrøðuni við Sosialin? Til seinast sigur Firouz, at tað er als ikki láturligt at skilja millum religión og politikk (hetta er heitið á greinini). Firouz fær tað at ljóða sum um, at eg havi sagt, at tað er láturligt at royna at skilja sundur religión og politikk. Tað er nú ikki heilt rætt. Í samrøðuni við Sosialin segði eg: Ynskið um at reinsa politiska rúmið fyri átrúnaðarligum innihaldi er láturligt. Poengið hjá mær í samrøðuni var ikki so nógv, at politikkur og átrúnaður sum heild ikki kann skiljast sundur. Meira var ætlanin at vísa aftur tann variantin av kravinum um sundurbýti, sum hevur við sær, at kristin skulu líða tann órætt í mun til allar aðrar bólkar í samfelagnum, at tey ikki kunnu vísa til erligu kelduna til teirra (politisku) sannføringar. Hetta er mín greiða sann­ føring, og verður tað grund­givið fyri hesum í sam­røðuni. Politikkur og religi­ón eru ikki tað sama, men eru hugtøkini knýtt at hvør øðrum. Á ein hátt ber sjálvandi til at skilja mill­um religión og politikk. Religión og politikkur kunnu í fleiri førum sigast at hava ymisk endamál ella funktiónir. Religión snýr seg í størstan mun um tilveruspurningar: hvør eri eg? hvat er endamálið við lívinum? er lív eftir deyðan? hvussu kann eg náa tað fullkomna? Politikkur snýr seg um organisering av samfelagnum, staðfesting av stýrisslagi, viðurskifti mill­um borgarar o.s.fr. So funktionelt ber til at skilja millum religión og poli­ tikk. Orðaskifti um átrúnaðar­ lig argument í politikki Tað er serliga ein setningur hjá Firouzi, sum undraði meg stórliga. Hann sigur: Men tað er fyrstu ferð eg hoyri tað frá einum per­ sóni, ið undirvísir í stjórn­ málafrøði á einum universi­ teti (t.v.s. einum universiteti, sum ikki er knýtt til nakra trúargrein). Henda útsøgn avdúkar, at Firouz hevur sovið í tímanum í sambandi við umtalaða evnið. Tað tykist sum um hann ikki hevur hoyrt nógv av tí seriøsa orðaskiftinum um sambandið millum religión og átrúnað í tí akademiska umhvørvinum. Ella kanska kennir hann til orðaskiftið um hesi viðurskifti, men ignorerar tey tilvitað. Úti í heimi er eitt ógviliga umfatandi og sofistikerað kjak um hetta evnið. Nógvir, sera nógvir, debattørar eru sokallaðir inklusjónistar – t.e. teir, ið góðtaka átrún­ aðarlig argument í poli­tikki – meðan hin vong­urin eru sokallaðu eks­klusionist­ arnir, ið ikki gera tað. Firouz og donsku og føroysku humanistarnir tykjast bara hava hoyrt um teir seinast nevndu. Kendasti forsprákarin fyri fatanini at halda átrún­ aðarlig argument úr poli­ tikki, var helst harvard­ heimspekingurin John Rawls, sum menti eina læru um almennan rationalitet (Public Reason) og metti, at í almenna rúminum eru bara slík argument legitim, sum svara til eitt mát fyri rímiliga politiska fatan av rættvísi (reasonable political conception of justice), sum flest allir borgarar kunnu taka undir við. Men Rawls hevur ikki so fáar og ikki so lítið prominentar atfinnarar. Millum hesar kunnu vit nevna heimspekingin Michael Sandel, sum er professari á Harvard. Sandel meinar m.a., at hetta at vísa átrúnaðarlig argument burtur úr politiska rúminum er ein órímilig avmarking, ið vil gera politiskt kjak fátækari. Mangir aðrir akademikarar hava somu fatan, m.a. newzealandski Jeremy Waldron, sum er heilt stóra navnið innan løg- og heimspeki í løtuni, og fyri bara at nevna ein umboðandi tittul úr rúgvuni av líknandi fatanum, kann verða víst til greinina hjá rættarheimspekinginum Michael Perry, ”Why Politi­ cal Reliance on Religiously Grounded Morality is not Illegitimate in a Liberal Democracy” (Wake Forest Law Review, 2001). Nú í seinastuni er enntá møguligt lutvíst at rokna modernitets- og rationalitetsikonið Jürg­ en Habermas millum hesar atfinnarar av Rawls í mun til fatanina um átrúnaðarlig argument í politikki (sí Religion in the Public Sphere, European Journal of Philosophy, Vol. 14, issue 1, 2006). Hóast ávíst ivasemi og krav um, at tey trúgvandi verðsliggera sín retorikk, so ávarar Habermas nú ímóti at avmarka margfeldið og kompleksitetin hjá almennu røddini og vísir á, at liberali staturin hevur ein áhuga í at leyslata átrúnaðarligar røddir í almenna rúminum og politiska luttøku frá átrúnaðarligum felags­skap­ um. Eisini á okkara leiðum tykist ein ávís viðurkenning av átrúnaðarligum argu­ mentum í politikki at vinna frama; eisini á tí akademiska økinum. Gott dømi um hetta er viðurkendi professarin í stjórnmálafrøði Ole Wæv­er, sum starvast við universitetið í Keypmanna­ havn. Í eini kronikk í Berlingske Tidende 24. juli 2005 segði Wæver – sum sjálvur sigur ”jeg er ikke stærk religiøs” – at tað er Skulu vit geva rúm fyri átrúnaði? Rúni Rasmussen