Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› VARPIÐ F R Í G G J A D A G U R   1 . d e s e m b e r   2 0 0 6 TV3 Leygardagin kl. 21.00 Familieterapi Robert de Niro hevur leiklutin sum Paul Vitti. Hann er ein av harðrendastu gangstarunum í New York, og tað er ein sjálvfylgja, at hann skal gerast næsti godfather í familjuni. Tá stundin nærkast, hevur Vitti tó fingið trupulleikar. Hann er vorðin bleytur, og tá harðar avgerðir skulu takast, líkist hann ikki sær sjálvum. At hjálpa um hetta fer hann til sálarfrøðing, og hesin skal arbeiða skjótt. Ein stórur og týðandi fundur er bara tvær vikur burturi, og tá má og skal Vitti sýnast sterkur og sannførandi. Annars er hann liðugur á økinum. TV 3+ Leygardagin kl. 22.10 Eyes Wide Shut Tom Cruise og Nicole Kidman hava leiklutirnar sum eydnusom hjún. Eitt vetrarkvøld greiðir hon tó frá sínum erotisku ímyndum, og maðurin verður vónbrotin, tá hann ikki er partur av hesum. Sjúkur av øvund fer maðurin í holt við sítt egna erotiska ævintýr. Kensluliga megnar hann als ikki at stýra hesum, og so er hjúnarbandið brádliga um at slitna. Canal+Film1 Leygardagin kl. 19.00 Wallander 6: Mastermind Tá líkið av eini kvinnu verður funnið – tømt fyri blóð – er hetta byrjanin til jagstranina eftir einum óhugnaligum drápsmanni. Snøgt sagt tí óhugnaligasta, sum Wallander nakran tíð hevur vitað um. Og hesin legst eftir familjulimum hjá løgreglufólki. SvF Fríggjadagin kl. 18.00 Vitin 1 Vitin er heitið á jólakalendaranum hjá sjónvarpinum í ár. Høvuðspersónarnir eru tey trý systkinini Fríði, Bjørt og Gilli, sum í ár fáa eini minnilig jól. Men tað er ikki altíð lætt hjá teimum, tí tey fáa óvæntaða vitjan, men tey fáa tíbetur eisini óvæntaða hjálp. Meira siga vit ikki, tí tað ræður um at fylgja væl við, tí hvønn dag heilt fram til 24. desember kemur okkurt nýtt undan kavi.