Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 232 - 30. november 2006 Jákup Augustinussen, ætt­aður úr Vági, búsitandi í Hoyvík, andaðist miku­ dagin 29. november, 54 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Jóhannes Jacobsen, van­ liga nevndur Hanni, Kolla­ firður, andaðist á Lands­ sjúkra­hús­in­um miku­dagin 29. november, 80 ára gam­al. Jarðar­ferðin verður úr Lands­­sjúkra­húskapell­ inum sunnudagin 3. de­ sember kl. 13 í kirkju­garð­ in í Kollafirði. Lorensa í Selvindi, Strendur, fer til gravar úr Sjóvar kirkju fríggjadagin klokkan 13. Tey, ið vilja minn­ast Lorensu, kunnu lata Før­oya felag móti Krabba­meini eina pen­ ingagávu, konta í pen­ ingastovunum. Hanna Sofía Jørgensen fer til gravar úr Store Magleby kirke fríggjadagin kl. 12. Tey, ið vilja minnast Honnu Sofíu, kunnu lata eina peningagávu til dreing­irnar; konta í Føroya Spari­kassa Kistan við Pólu Fridu Heil­man, Tvøroyri, fer úr kapellinum á Suðuroyar sjúkrahúsi fríggjadagin kl. 17 í Salem. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Pólu, kunnu lata Salem á Tvøroyri eina peningagávu; konta í peningstovninum. Andlát og jarðarferðir nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Nú rekur tungt um Raktanga, kalt strýkur lot um hógv, nú syrgin Selvindsbrekku ganga øll tey, sum gleddust her so nógv. Vit fata lítið langnuleik í lívsins loynda talvi, nú frúgvin fall, og styrkin sveik, og burt svann lívsins alvi. Lorensa, tú oss øllum var eitt ljós á lívsins gøtu, sum altíð okkum blíðskap bar og gylti manga løtu. So still tú lívsins lagnu tók, nú sjálv tú stóðst for happi, nú sóttin vonda mót tær ók, tú stóðst sum avrekskappi. Tú vísti oss at styrki bar í kærleiksfyltum heimi, har móðuralskur meira var, enn glóð í grúgvueimi. Tú vísti oss, at vinalag við gulli verður spunnið so við og við hvønn virknan dag, sum lívsskeið verður runnið. Tú vart so stútt og stór í sinn, so skær á tínum staði, at øll sum komu til tín inn, tey kendu vinalagið. Tú vinur okkar alra var við húsi tínum øllum, nú andi tín mót hæddum bar til heim í Himna høllum. Lorensa, vit tær siga takk for alt, tú okkum lærdi, at vinarlag títt okkum rakk, so leingi lív títt vardi. Tó hús títt enn vit eiga kært við øllum tínum kæru, har vinalag vit fingu lært við tíni góðu læru. Vit goyma teg sum dýran skatt í okkar innsta minni, og minnast teg, tá lív var lætt í tíni stovu inni Títt lív for okkum glæma er, sum ikki hvørva skal, tí øll vit siga, nú tú fer, at alt, tú var, var væl. Unna & Petur Martin Andrasarmessudag, 30/11, fyllir ein megnarkvinna í Skopun 75 ár. Kann tað bera til, at Denna, sum er so røsk og ber seg so væl, er sjeytifimm ár? Jú, so er. Hon er eitt sindur lítillátin og tekur neyvan undir við heitinum, megnarkvinna, men tað er hon so sanniliga. Mong munnu taka undir við tí. Hoyrdi um ein heima­ sands­mann, sum einaferð bjóðaði einum kollfirðingi inn á gólvið at heilsa upp á ta avgomlu ommuna á Sandi. ”Hvat heldur tú um ommuna?” spyr heima­ sands­maðurin. ”Ikki er hon stór!”svarar kollfirð­ ingurin. Ikki er Denna stór á vøkstri, men mikil er hon, eitt ótrúliga stórt og hjartagott menniskja. Gestablíð er hon sum fáur; mangur hevur sitið væl og notið blíðskap í heimi teirra á Snávalsheyggi í Skopun. So veit hon eisini so nógvar, góðar gamlar, stutt­ ligar søgur at siga frá, bæði úr Skopun og aðrastaðni úr Sandoynni. Tað ger ikki mun, hvat tosað verður um, so kann Denna krydda prátið við onkrari av sínum søgum. Tað er hugtakandi. Annars eru tey bæði hjúnini fróðarfólk. Tað er ikki smávegis, tey duga uttanat av sálmum og fosturlandssangum og hann av kvæðum. Eisini sera hug­ takandi. Góða Denna! Vit takka Gudi fyri, at tú gjørdist so birg aftur. Harrin, sum tú hevur sett títt álit á, gevi tær blíðan byr víðari fram á lívsins havi. Takk fyri, at tú ert tann, sum tú ert. Hjartaliga til lukku við føðingardegnum! Heilsan Eyðun Lorensa í Selvindi 30. juni 1948 - 26.11.2006 In memoriam Denna 75 M ó t t ø k a Í sambandi við at »Barnagarðurin í Gerðinum« verður tikin í nýtslu, verður móttøka leygardagin 2. desember 2006 millum kl. 13.00 og kl. 17.00, har ið tit eru vælkomin at hyggja eftir stovninum. til tykkara kunning siglir »teistin« av Gomlurætt kl. 13.15 og úr aftur Skopun kl. 16.30. Skopunar Kommuna Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Astrid Heinesen Haldórsvík andadist á Røktarheiminum á Mørkini 27. november 85 ára gomul Jarðarferðin verður úr Haldórsvíkar kirkju fríggjadagin 1. desember kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Ása, Johild og Dávur Tey, ið vilja minnast Astrid við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata Røktarheiminum á Mørkini eina peningagávu. Konta í peningastovnunum Dagurin 1. desember. Arnaldur. Er eitt av teim elstu nøvnunum í halgramanna tali, tað er eitt sindur tvørligt at fáa skil á, hvør hesin Arnaldur hevur verið. Fleiri við sama navni verða nevndir, og teir flestu halda, at her verður sipað til ein franciskanaramunk, sum fór til Kina í 1303 sum trúboðari. Navnið er gamalt týskt, sett saman av arn, sum merk­ ir ørn og wald, ið merkir tað sama sum før­oyska orðið vald, hersi.