hósdagur 30. november 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 232 - 30. november 2006 ]
Vit eru
betri
At sjálvsálitið hjá VÍF
er gott í løtuni, var
Regin Joensen helst eitt
gott dømi um, tá vit
eftir dystin fingu orðið
á hann.
- Vit vistu, at vit áttu
at vinna. Tað burdu vit
gjørt í fyrra dystinum
eisini, og tí vóru vit
uppsettir frá byrjan.
Tað gekk eisini væl,
og sjálvt um teir koma
aftur í dystin, so megna
vit kortini at lukka.
Men er tað ikki trpupult
at vinda seg uppaftur, tá
mótstøðuliðið brádliga
tekur eina annars trygga
leiðslu aftur?
- Tað kann tað verða.
Vit megna tó at fáa
frið yvir spælið, tá vit
hava havt eitt time-out.
Tað kemur kanska ikki
glið á alt fyri eitt, men
spakuliga fáa vit aftur
takið, og so haldi eg
ikki, at tað var nakað
ivamál.
Ov tunnir
Hóast Finnur Hansson
enn einaferð vísti seg
sum størsta hóttanin
hjá StÍF, so var hann
ikki heilt nøgdur við
sítt spæl mikukvøldið.
- Fyrst og fremst, so
eru vit skerdir av, at
Jakob,
Sveinur
og
Leivur ikki eru við.
Tað eru spælarar, sum
veruligur saknur er í.
Og tá kemur kanska ov
nógv at hvíla á tær?
- Eisini tað, men eg
haldi nú ikki, at eg fekk
nóg nógv burturúr. Í
øllum
førum
skal
skoringsprosentið vera
væl hægri, enn tað var
í dag, helt Finnur.
Við einum sterkum
liðavriki, har allir
megnaðu at taka
ábyrgd vann VÍF seg
á oddasessin. Hjá StÍF
tykist ov nógv í løtuni
at ligg ja á herunum
hjá Finni Hansson
Manshondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
StÍF hevur vanliga takið á
vestmenningum. Tað hevur
verið ein sannroynd í skjótt
fleiri ár. Somikið leingi, at
talan til tíðir hevur verið
um kompleks-kenda støðu
hjá VÍF, sum fleiri ferðir er
farið sálarliga niður móti
strandingunum.
Mikukvøldið
megnaði
VÍF tó at vinna á hesum
kompleksinum, tá teir vun
nu ein væl uppibornan sig
ur.
Ov nógv á Finni
StÍF hevur leingi verið uttan
Svein Justinussen, og tá
hvørki Leivur Justinussen
ella Jakob Jónsson kundu
spæla mikukvøldið, stóð
Finnur Hansson fyri tað
nógva sera einsamallur sum
skjútti.
Boðini úr VÍF vóru eisini,
at fótfimi bakkurin skuldi
steðgast, og tá hetta eyd
naðist, kom eisini kinkur
í spælið hjá gestunum.
Soleiðis fylgdust liðini, inn
til støðan var 5-5. Tá hevði
Finnur skotið fýra mál, men
tá verjan so fekk betri fatur
á honum, tók VÍF seg fram.
Tá StÍF so eisini framdi
fleiri óprovokerað mistøk,
líktist tað einum veruligum
sorli, og sum fyrri hálvleik
ur endaði, tóktist eingin
sum helst ivi vera um vin
naran.
Men tann ivin tók seg tó
uppaftur eftir steðgin. Tá
VÍF heilt skjótt fekk eina
útvísing, nýttu strandingar
høvi at skapa spenning aft
ur, og so kom verulig ferð
á. Ikki minst hjá Finni, sum
ferð eftir ferð púra einfalt
hekk eina løtu longur í
luftini enn VÍF-verjan, og
so meddaði hann bóltarnar
inn.
Men tá hann eisini fór
at møðast, skrædnaði aftur.
StÍF hevði annars havt flei
ri møguleikar at skjóta seg
framum, men hetta eydnað
ist ongantíð. Ístaðin fækkað
ust kreftirnar, og tá skotini
frá bakkinum so eisini
byrjaðu at møðast, hevði
StÍF ikki tey stóru vápn
ini eftir. Ikki annað enn
Marian Cirloganescu, men
hóast fleiri góðar bjargin
gar, so megnaði hann ikki
einsamallur at halda VÍF
burtur, og so var fyrsta tap
ið hjá StÍF veruleiki.
VÍF sterkast í løtuni
Talan var um fyrsta tapið
hjá strandingum í ár, men
sum støðan hjá liðnum er
í løtuni, so kann verða trup
ult at hanga í oddinum.
Tá so stórur partur av bak
ketuni er burturi, verður
sera nógv lagt á einstakar
herar, og tað fer at kosta
í nøkrum dystum. Megnar
liðið hinvegin at fáa menn
sum Svein, Leiv og Jakob
tøkar aftur, so er talan
um spælarar, sum styrkja
munandi um ein og hvønn
hóp, og so verða stranding
ar alt annað líka at rokna
millum tey allar sterkastu.
Tað plássið tykist tó í løt
uni at liggja í Vestmanna.
Ikki bara er liðið ovast á
talvuni, men spælið hevur í
løtum borið brá av eini sera
sterkari eind. At Áki Olsen
eisini spældi mest sum all
an dystin ber boð um, at
eyka styrkur er ávegis. Við
ungum spælarum, sum støð
ugt troka seg framat, og við
parti av sterku gomlu gard
uni tykist liðið í løtuni hava
eina góða blanding, har
bæði álop og verja rigga
væl, og ikki minst hevur
liðið eitt sera breitt álop,
har tað illa ber til hjá mót
støðuni at pilka nakran ein
stakan burturúr. Nakað sum
eisini var sjónligt, tá StÍF
móti dystarenda royndi at
mansverja bæði Sámal og
Inga.
VÍF-StÍF 28-25 (15-11):
Hesa ferð koppaði StÍF
Ingi Olsen og VÍF tykjast í løtuni sum
sterkasta hondbóltsliðið í landinum.
Mikukvøldið vórðu teir teir fyrstu, sum
sendu StÍF heim við ongum
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍF-StÍF 28-25 (15-11)
Málskjúttar
VÍF: Áki G. Olsen 6(1), Áki Olsen 5, Regin Joensen 5,
Sjúrður Poulsen 5(1), Ingi Olsen 3, Agnar Joensen 2,
Sámal Joensen 1, Rói Lamhauge 1
StÍF: Finnur Hansson 11(3), Regin Didriksen 5, Bent
Djurhuus 3, Bárður Danielsen 3, Mortan Hansen 2,
Artur Johansen 1
Brotskøst: VÍF 2, StÍF 4
Útvísingar: VÍF 3, StÍF 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
FAKTA